leygardagur 2. september 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 168 - 2. september 2000
gult cyan magenta svart
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Hjørdis Árnadóttir
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Edvard Joensen
Rúnar Reistrup
Dia Midjord
Stefan í Skorini
Ítróttur: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður: Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820 Fax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: P/F Prentmiðstøðin
Sosialurin
Oddagrein
Manglandi almenna
luttøkan
AUGUST var hendingaríkur, tá tað um nýggju og
komandi frálandavinnuna umræður. Tá vórðu
fyrstu loyvini at leita eftir olju og gassi á føroyska
landgrunninum latin á samkomu í Norðurlanda-
húsinum. Og tá luttóku føroyingar eisini á stórari
framsýning í Stavanger. Við hesum báðum
hendingum ber til at siga, at kjølurin er strektur til
hesa nýggju vinnuna. Tann dagur, tá vinnan av
álvara fer av bakkastokki, liggur tó ikki so langt
frammi í tíðini - nevniliga tá fyrstu boripallarnir
ella skipini koma inn í føroyskan sjógv og bók-
staviliga seta hol á undirgrundina og vónandi finna
olju.
TÁ hugt verður í bakspeglið má sigast, at føroy-
ingar, politikarar og fakfólk, stórt sæð hava verið
samd um bæði mál og mið í hesum útviklingi.
Eitt stig er tikið í senn og dentur hevur verið
lagdur á at draga eina línu.
KORTINI hava verið og eru ymsar meiningar um,
hvussu henda nýggja vinna skal handfarast. Tað
hevur m.a. gjørt seg galdandi í loyvistreytunum.
Og her eru tað serstakliga tvey mál, sum hava
elvt til ósemju. Tað er spurningurin um oljuútgerð-
arhavnina og um almenna luttøku.
NÓGVIR tingmenn vildu hava fest niður í lógina,
at alt oljuvirksemi skuldi ganga út frá Suðuroynni,
tí mett varð, at oyggin átti at fáa ein týðandi leiklut
í hesi nýggju vinnu. Meiriluti varð tó ikki fyri hesum.
Ístaðin var samtykt at heita á vinnuna um eisini
at leggja virksemi út kring landið.
ANDSTØÐAN á tingi vildi eisini hava eitt alment
oljufelag ella optión hjá slíkum við í treytirnar,
sum vit seta oljufeløgunum. Men hetta varð av
ongum, tí landsstýrið og embætisfólk tess mettu
tað ikki vera rætt í hesum fyrsta umfarinum at
seta eitt slíkt krav fram. Mett varð, at hetta kundi
styggja fleiri av oljufeløgunum burt. Nú gera so
formenninir í báðum teimum stóru andstøðuflokk-
unum aftur vart við hetta mál og siga, at tað var
eitt stórt mistak, sum landsstýrið gjørdi, tá tað
ikki tók almennu luttøkuna longu frá byrjan í størri
álvara. Edmund Joensen og Jóannes Eidesgaard
eru sera avgjørdir og samdir. Landsstýrið hevur
avreitt nýggju vinnuna til privat áhugamál og hevur
fullkomiliga gloymt almennu Føroyar.
LANDSSTÝRIÐ hevur í sera stóran mun fylgt
tilmælunum tað hevur fingið frá sínum embætis-
fólkum. Nú kann verða spurt, um hetta var røtt
ella skeiv ráðgeving. Oljumálastýrið hevur eisini
havt sínar ráðgevar, sum uttan iva hava mælt til
ikki at hava almenna luttøku við frá byrjan men
heldur seta treytirnar inn í skattapartin. Spurn-
ingurin er: var hetta ein røtt avgerð? Í november
fer løgtingið undir eitt aðalorðaskifti um oljutil-
gongdina, og tá fer hesin spurningurin uttan iva
at standa sera frammaliga saman við spurn-
inginum um avleiðingarnar nýggja vinnan fer at
hava á føroyska samfelagið.
Ping-pong-spælið millum
lands- og kommunular
myndugleikar um hvør
hevur ábyrgdina, tænir
bert einum endamáli:
Tey heimleysu gerast alt
fleiri. Og fyri land og
kommunur gerst tupul-
leikin ein enn størri
skaði og skomm
At Frelsunarherurin ger eitt
stórt vælgerandi arbeiði eru
helst øll samd um. At aðrir
vælgerandi
felagsskapir
eisini gera eitt stórt arbeiða
til frama fyri tey veikastu í
samfelagnum, eru helst eis-
ini øll samd um. Hesum
setur eingin eitt einasta
spurnartekin við. Spurnar-
teknini, fólk seta, er við tað
almenna. Hvat ger landið og
hvat gera kommunurnar.
Nógv verður tosað um
býtið millum land og
kommunur. Og tað av røtt-
um. Men eftir mínum tykki
eigur eisini eitt kjak at fara
fram um býti av uppgávum
á sosiala økinum, um hvør
skal taka sær av uppgáv-
unum: Privatir felagsskapir
ella tað almenna.
Skal tað framhaldandi
vera uppgávan hjá eitt nú
Frelsunarherinum at taka
sær av teimum veiksastu í
samfelagnum ella er tað ein
Heimleys í Havn
– heimleys í Føroyum
Viðmerkingar:
samfalagsauppgáva?
Eftir mínum tykki er heilt
greitt, at tað er hægsti al-
manna
myndugleikin
í
landinum, sum stingur út
leiðina.
Og hetta av teirri einføldu
orsøk, at uppgávan kann
rætt og slætt ikki loysast
kommunalt,- væl at merkja,
um javnbjóðis rættur skal
standa øllum borgarum
landsins í boði. Og somu-
leiðis øllum kommunum
javnbjóðis rættindi og
skyldur. Verða tænastur sum
t.d. barnaansing, at hjálpa
teimum heimleysu, eldra-
forsorg ella aðrar sosialar
fyriskipanir og tænastur ikki
stungnar út í kortið frá
landspolitiskari síðu, fáa vit
eina sera óhepna ójavnvág,
soleiðis at kommunur, sum
átaka sær hesar skyldur í
álvara, verða alt ov hart
tyngdar av teimum fíggjar-
ligu byrjum, sum hesar
somu skyldur bera í sær.
Áheitan mín til landsstýr-
iskvinnuna í almannamál-
um skal tí vera, at hon, ong-
antíð ov skjótt, ger greitt ein
almannapolitikk í breiðastu
merking fyri alt landið, so
fólk hava møguleika at bú-
leikast og trívast í heimstaði
sínum ella so nær honum
sum gjørligt. Verður tað ikki
gjørt, loysa vit ongan
trupulleika,- vit flyta hann
bert úr einum stað í annað.
Spurningurin er fyrst og
fremst ein spurningurn um
hugburð. Er vilji til at
hjálpa teimum veikastu í
samfelagnum ella ikki. Um
hvussu fíggjarliga býtið
millum land og viðkomandi
kommunur skal verða, er
ein einfaldur matematrisk-
ur spurningur.
Tórfinn Smith,
býráðslimur í Havn
Aðalmálið hjá sitandi lands-
stýri er eftir øllum at døma
ikki at tryggja føroyingum
eitt lív í sátt og semju í Før-
oyum. Aðalmálið er har-
afturímóti at finna útav,
hvussu landsstýrið kann
skaða viðurskiftini í ríkis-
felagsskapinum
mest
møguligt.
Hetta minnir ikki sørt um
støðuna, tá irakiski herurin,
undir tí sonevnda flógva-
krígnum, ongan møguleika
sá sær longur at vinna
kríggið. Tá byrjaðu teir at
seta eld á oljuútbúnaðin í
Kuveit, tí hóast tú ikki kanst
vinna, so kanst tú altíð
oyðileggja mótpartin.
Brævið til ST
Nú frættist at landsstýrið
hevur sent bræv til ST, har
teir kæra sína neyð um sam-
ráðingargongdina
við
donsku stjórnina. Millum
annað verður sagt, at danska
stjórnin vil ikki akta ein
stóran meiriluta á Føroya
Løgtingi.
(Av
góðum
grundum verður einki sagt
um, hvussu stórur hesin
meiriluti er).
Endamálið við brævinum
er heilt greitt at seta donsku
stjórnina í ringt ljós, bæði
millum føroyingar og úti í
stóru verð.
Hetta er enn eitt dømi um
tann Sadam Huseinska tak-
tikkin. Nú landsstýrið ong-
an møguleika sær fyri at
vinna
fullveldisstríðið,
skulu ríkisfelagsskapurin og
Danmark oyðileggjast mest
møguligt.
Alternativt bræv
Hóast brævið til ST ikki er
stórt í vavi, so gevur tað
eina skeiva fatan av viður-
skiftunum í ríkisfelagsskap-
inum.
Eitt alternativt bræv til
Kofi Anand kundi tí meira
hóskandi ljóðað nakað so-
leiðis:
Góði Kofi.
Vit eru eitt lítið land og
tralkað fólk í danska konga-
ríkinum. Hetta hevur verið
okkara støða síðani 1380.
Líka síðani tá hava kongar
og stjórnir kúgað okkum.
Síðani 1948 hava vit havt
eina sokallaða heimastýris-
skipan (home rule), sum
hevur tikið alla ábyrgd frá
okkum. Hetta førdi við sær,
at vit í nógv ár keyptu, uttan
at gjalda nakað fyri tað.
Sum tygum skilja góði
Kofi, so mátti hetta enda
við, at vit fóru á húsagang.
Og sum tygum eisini duga
at síggja, so vóru tað ikki
vit- men danskarar, sum
høvdu skuldina.
Umframt hetta so fáa les-
andi føroyingar í Danmark
ein
sokallaðan
føroya-
frádrátt, sum hevur við sær,
at tey ikki sleppa at gjalda
skatt til danska statin, fyrr
enn tey hava vunnið yvir
70.000 krónur, og harum-
framt noyðast tey at mót-
taka hægsta lestrarstuðul í
heiminum (3.500 krónur
um mánaðin). Ja tað er enn-
tá so gali, at sjálvt um tey
fara í onnur lond enn Dan-
mark at lesa, so forfylgir
hesin stuðul teimum.
Av tí at vit soleiðis eiga
nóg mikið av lummapen-
ingi, eru vit eitt ferðandi
fólk. Men eisini her renna
vit okkum í tann imper-
ialistiska múrin. Tí um vit
fáa hjálp frá donskum am-
basadum í fremmandum
londum, so sleppa vit ikki
at gjalda fyri tað.
Eina ferð um árið móttaka
Nú síggi eg í bløðunum, at
Jákup Egholm Hansen, sam-
an við øðrum, er farin at
gremja seg um, at fiskimála-
ráðharrin hevur ætlanir um
at geva tvey rækjuloyvi aftr-
Søkir sjálvur um bæði loyvini
at, tí dagarnir verða ikki brúktir.
Jákup Egholm Hansen
átti nú at unt øðrum eisini
at sloppið framat. Og ikki
er neyðugt hjá honum at
gremja seg heldur, tí sami
Góði Kofi
vit ein kekk á 125 milliónir
dollarar frá donsku stjórn-
ini. Vit sleppa ikki at gera
herðskildu, sum aðrar fræls-
ar tjóðir, og eisini finnast
fleiri onnur ræðandi dømi
um
okkara
avmarkaða
frælsi.
Sum tygum skilja, so
finna vit okkum ikki í hesi
eyðmýkjandi støðu longur.
Um tygum hyggja út
ígjøgnum vindeygað, so
síggja tygum einki føroyskt
flagg. Hetta prógvar enn
einaferð, at Føroyar eru eitt
kúgað land.
So góði Kofi. Tað vildi
glett okkum, um tygum
kundu greitt okkum frá
hvørjar mannagongdir hava
verið nýttar, tá aðrar tjóðir,
sum hava livað undir líkn-
andi korum sum vit (um
nøkur finst) eru loystar úr
sínum trælabandi.
Tað skal undirstrikast, at
ætlanin er ikki at nýta hetta
bræv, ella eitt møguligt svar
frá tygum til nakað sum
helst.
NB! Vinarliga vís ikki
danska
sendiharranum
brævið.
Jóhan Petur Johannesen
maður hevur havt eitt gull-
randað tunfiskaloyvi, sum
hann hevur selt í fleiri ár til
japanar og eisini er hann
saneraður fyri einar 17
milliónir krónur!
Kenni eg Jákup Egholm
Hansen rætt, so hevur hann
søkt um bæði rækjuloyvini
frá Fiskimálastýrinum!
Ólavur í Beiti