Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-09-02, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. september 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 5 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 168 - 2. september 2000 Nr. 168 - 2. september 2000 EIRIKUR LINDENSKOV Tey børn, sum í næstu viku fara í Føroya Spari- kassa at tøma sær spari- bússuna, Bassa, fáa eina spildur nýggja fløgu við Creamy, sum Føroya Sparikassi gevur út í sam- band við føðingardagin hjá Bassa. Tað eru tær báðar so kendu creamygenturnar, føroyska Rannvá Joensen Creamy á føroyskum og vinkona hennara Re- bekka Mathew, sum syngja teir fýra sangirnar, sum eru á fløguni. Tveir teirra eru føroyskir, annar eitur Bassi sært tú meg og hin so kendi tillukkusang- urin hjá Hera Nolsøe, sum eitur Tillukku í dag.. Hini bæði løgini á fløg- uni eru Æblemand og Krabbesang, sum tær gjørdust so kendir við í Danmark í fjør. Tær báðar Rannvá Joensen og Rebekka Mathew syngja fýra sangir á fløguni, sum Sparikassin gevur í sambandi við føðingardagin hjá Bassa JOHN JOHANNESSEN Týsdagin tosaðu Anfinn Kallsberg og Poul Nyrup Rasmussen saman í telefon um komandi samráðingar- fundin um ríkisrættarligu støðuna. Millum annað tosaðu løg- maður og forsætisráðharrin um nær, hvar og hvussu samráðingarnar verða hildnar. Men sambært løgmanni er enn ikki alment staðfest nær ella hvar samráðingar- nar verða. Hevur tosað við Nyrup Løgmaður og danski forsætis- ráðharrin hava aftur havt sam- band um komandi samráðingar- fundin Hvat annars kom burtur úr samrøðuni millum løg- mann og danska forsætis- ráðharran vil Anfinn Kalls- berg einki siga um. Útvarpið visti fyri fáum døgum síðani at siga, at danska stjórnin helst ikki fer at koma til Føroya at sam- ráðast í oktober, eins og ætl- að. Hetta fór ikki at liggja fyri, tí tað fór ikki at bera til at fáa tað at passa soleiðis saman, at allir lyklaráðharr- arnir kundu koma til Føroya samstundis í oktober. Somuleiðis visti Útvarpið at siga, at embætismenn løgmans í fjúrtan dagar til fánýtis høvdu roynt at fing- ið fatur á Nyrup, soleiðis at løgmaður slapp at tosa við hann. – Hvaðani Útvarpið hev- ur hesi tíðindi veit eg ikki. Men teir hava tey í øllum førum ikki frá mær. Eg havi ongar viðmerkingar til nær samráðingarnar verða, og eg havi heldur ongar við- merkingar til, hvussu ofta eg tosi við Poul Nyrup Ras- mussen, sigur løgmaður. EIRIKUR LINDENSKOV Á komandi fundi hjá nevnd- ini fyri Tórshavnar Havn, fara limirnir at umrøða navnaspurningin á havnar- lagnum. Í Sosialinum fyrr í vikuni nevndi Poul Mohr, skipa- smiðjustjóri, at tað var sera óheppið, at fólk eru farin at kalla nýggja havnarlagið, sum bygt er á Skansaboðar, fyri Nyhavn. Hann helt ikki, at hetta var eitt navn, ið sømdi seg. Finnur Johansen, fyrrver- andi býráðslimur vísti eisini á, at hann fyri nógvum árum síðani hevur reist spurning- in fyri býarmyndugleikun- um. Poul Mohr helt, at eitt hóskandi navn kundi verið »Skansabryggjan«, og hetta helt Tórfinn Smith, formað- ur í Havnarnevndini eisini vera eitt hóskiligt uppskot. Marius Rein, sum í nógv ár starvaðist í útvarpinum, sigur við Sosialin, at at Niels Juel Arge, fyrrverandi útvarpsstjóri, tíðliga í sekstiárunum nýtti nøvnini »Skansabryggjan« um tað, vit vanliga nevna eystara- bryggja og »Gulaklets- bryggja« um tað, ið vit kalla Vestara Bryggja. Nøvn á havnarlagnum í Havn Í kvøld kl. 20.30 verður skipað fyri stórum »Summarbáli« á Sandin- um í Vági, vestan fyri Suðuroyar Ullvirki hjá Árna Brattaberg. Skipað verður fyri fe- lagssangi við luttøku av Hans Jakke Hjelm, An- Tiltak í Vági finni Thomassen, Niels Petur Nolsøe og øðrum. Lagursøla Føroya og VB-old girls bjóða ábit og kakao. Hondbóltskvinnurnar hjá VB skipa fyri dansi í VB-húsinum eftir tiltakið. Øll eru vælkomin. Á komandi fundi hjá Tórshavnar Havn verður spurningurin um nøvn á havnarlagnum umrøddur Mynd: Álvur Haraldsen Týsdagin hevði Anfinn Kallsberg seinast samband við Poul Nyrup Rasmussen um fullveldismálið Áttati ár í sama húsi EDVARD JOENSEN Við Gjógv: Mánadagin 4. september fyllir Andrea Sivertsen við Gjógv 100 ár. Hóast beinini eru viknað og hoyrnin eitt sindur skerd, er hon rætti- liga birg kortini. Vit sita og práta í stovuni. Andrea, sum fyllir hundrað ár fyrsta dagin, situr við stokkum, og hon hevur ong- ar brillur. Eygunum bilar einki, greiðir hon frá. Hon hyggur upp og kveitir yvir á veggin, har klokkan hong- ur, at vita hvussu nógv klokkan er vorðin í kvøld. Og tað má sigast at vera óført av 100 ára gomlum fólki. Andrea Sivertsen er ættað úr Jákupsstovu við Gjógv. Har vaks hon upp og giftist 20 ára gomul gjáarmann- inum Christiani Sivertsen á Fløtti. Tey fingu átta børn. Tey bygdu og fluttu í nýggj hús, og í hesum sama húsi býr Andrea enn dagin í dag, 80 ár seinni. Hon hevur ongantíð búð aðrastaðni enn við Gjógv. Tað man vera nakað nær einum meti. Tað er ivaleyst nakað gott at búgva við Gjógv, um far- ast skal eftir, hvussu nógv fólk náa høgan aldur. Andrea er triðja fólkið við Gjógv, sum innan rímiliga stutta tíð fyllir 100 ár. Hini bæði vóru Drikka á Fløtti, sum varð 105 ára gomul, og Dia í Jákupsstovu, sum varð 101 ára gamal. Drikka varð gift við verfaðir Andreu, meðan Dia var bróðir Andreu. Um tað er nakað serligt, sum ger tað, veit Andrea ikki at siga. Men hesum við kostinum, sum skal vera so sunnur, ivast hon kortini eitt sindur í. Tó eru tvey ting, hon ikki etur, greiðir hon frá. Tað eru spik og livur. »Men eg havi etið nógva tálg«, flennir hon. »Mær dámar so óalmindiliga væl øgiliga nógva tálg í knettir«. Nógv broytt Nei, Gjógv er ikki tann bygdin hon einaferð var, minnist Andrea, meðan hon hyggur út gjøgnum stovu- vindeygað, har Stórá fer skundandi framvið. Nú eru bara tvey skúla- børn í bygdini. Annað lívið var, tá hon gekk í skúla. Tá vóru út móti 50 børnum í trimum flokkum, sigur hon. Lærari var bara ein, og tey gingu í skúla aðruhvørja viku. Aðruhvørja viku var lærarin í Funningi. Men væl hevur ligið fyri kortini, tí øll dugdu tað, sum kravdist av teimum. Andrea var gift við Christiani á Fløtti. Um Christian fortelur Andrea, at hann misti mammuna sum smádrognur. Har var einki hjá pápanum at gera annað enn at taka drongin við til skips. So lítli Christian á Fløtti fór til skips við páp- anum,11 ára gamal. Og varð verðandi á sjónum alla sína tíð. »Tað man ikki vera so vanligt, at dreingir fara í land av skipi at konfirm- erast«, heldur Andrea. Men soleiðis var hjá Christiani. Andrea greiðir frá barna- árunum við Gjógv, sum vóru, sum tey vóru hjá flestu børnum á bygd. Skúli aðruhvørja viku, spæl og arbeiði, har tey kundu gera nyttu. Ongantíð ov lítið Tey vóru fimm systkin í Jákupsstovu. Pápin var út- róðrarmaður burturav, greiðir Andrea frá. Hann vann einans 100,- krónur við skipi alt sítt lív. Annars kom øll inntøkan frá út- róðrinum. Landið gav eitt sindur, men okkurt mátti keypast, og teir pengarnir komu av sjónum. Har var lítið at taka av, men ongan- tíð fór hon at keypa við ong- um pengum, sigur Andrea. Hon steðgar á og smá- flennir fyri seg sjálva. So sigur hon: »Christian plagdi at arga meg við, at eg var uppvaks- in við smáhøvdum í Jákups- stovu«. Maðurin, Christian førdi skip, so hann helt ivaleyst, at høvdini á suðurlandstosk- unum mundu vera frægari enn tey, gjáarmenn fingu á útróðri í Miðhavinum. Hóast 100 ára gomul, fylgir Andrea við. Og í poli- tikkinum er hon ikki eiða- sør. Sjálvsstýrisfólk er hon og fjalir tað ikki. »Eg havi búð í 80 ár í egnum húsi og vil ikki hava nakran at koma her at halda hús fyri meg. Soleiðis eigur tað eisini at vera við landin- Andrea Sivertsen við Gjógv fyllir 100 ár mána- dagin 4. sep- tember. Tá Andrea giftist Christiani á Fløtti frá Gjógv í 1920, fluttu tey í nýggj hús. Nú, 80 ár seinni, býr Andrea framvegis í sama húsi Andrea v.m. og Drikka á Fløtti avmyndaðar, tá Drikka fylti 100 ár um«, er hennara meining. Hon sigur, at í hennara ungu døgum vóru bara tveir møguleikar at velja í. Sam- bandsflokkurin og Sjálvs- stýrisflokkurin. Í Jákups- stovu valdu tey Sjálvsstýris- flokkin. Og Christian á Fløtti, sum Andrea giftist við, var sannførdur sjálvs- stýrismaður. Bóndansmað- ur. Tað gav at býta, tá Jó- annes Patursson kom til Gjáar at halda politiskan fund. Eingin vildi lata hon- um hús. Tá helt Christian á Fløtti, at tað skuldi ikki verða. Hús skuldi »Bóndin« fáa. »Hann ruddaði so húsið í neðra. Bar alt innbúgvið upp á loftið og koyrdi meg upp aftan á við øllum børn- unum«, greiðir Andrea frá. So varð hildin politiskur fundur, har »Bóndin« talaði. Og tað var »smekkfult« hús. Hon steðgar á og hyggur upp á blaðmannin. Hvussu nú? Best at vera eitt sindur fyrivarin, nú tað er Sosial- urin, sum vitjar. So sigur hon: »Eg havi ein granna, sum er so óføra trúgvur at vitja meg. Hann er líkasum meira til Sosialin«. Andrea Sivertsen við Gjógv fyllir 100 ár mánadagin Mynd: Jens K. Vang