Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-09-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. september 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 7 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 168 - 2. september 2000 Nr. 168 - 2. september 2000 STEFAN Í SKORINI O Hetta er ikki ein handil, sum nógvir aðrir har um leiðir, ið selja klæðir. Hesin leggur dent á at hava eitt gott útboð av evropeiskum vørum, sum Janita heldur verða ein trotvøra har um leiðir. - Tá eg kom yvir her at búgva fyrstu ferð, legði eg beinanvegin merki til, hvussu lítið útboðið av veruligum evropeiskum klædnavørum var. Tað var mest í amerikanskum sniði, og tað er ikki nóg gott, sigur Janita. O Føroyskt/Spanskt samstarv Janita er ikki einsamøll um hesa nýggju verkætlanina. Yvonne Grim úr Spania er eisini partaeigari av handl- inum, og tær reka hann saman. Eisini er tað fyri tað mesta tær báðar, sum standa aftanfyri diskin og taka ímóti Gloucester búgvum, sum fegnir vilja klæða seg í pløgg, framleidd í okkara heimsparti. Eisini hava tær tvey onnur starvsfólk, sum tó ikki eru fulla tíð. O Tá Janita flutti til Glou- cester á øðrum sinni, men hesuferð við manni sínum, arbeiddi hon í eini vakur- leikastovu í eini fjúrtan mánaðar, har hon mest fekst við at røkja negl hjá fólki. Á sama arbeiðsplássi ar- beiddi eisini Yvonne sum massøsa. O Sum evropearar saknaðu tær ein part av teimum heimligu vørunum, og tí valdu tær at sláa seg saman og lata ein handil upp, sum serliga leggur seg eftir at selja evropeisk klæði. Av fyrstan tíð var ætlanin at gera eina café við navninum Taste og Europe, men tað gjørdist klæðir ístaðin. Ætlanin við café´ini eru tó ikki heilt lagdar til viks, men eitt ting í senn. O Tað liggur eisini í navn- inum, Touch of Europe, at hetta er ein handil, sum hev- ur ein serligan evropeiskan dám. Handilin er mitt í bý- num og kundi tí ikki ligið betur fyri. Eitt høli er leigað í eini handilsmiðstøð, sum er í høvuðsgøtuni í Glou- cester. Tá handilin lat upp, hevði eitt av lokalbløðunum har eisini eina grein um nýggja handilin. O Gongur væl Í tær fýra mánaðirnar, sum handilin hevur verið opin, hevur tað gingið avbera væl. Janita sigur, at undir- tøkan hevur verið sera góð og nógv betri, enn tær sjálv- ar høvdu torað at vóna frammanundan. O - Tað gongur sera væl við handlinum, og tað er heilt vist, at tørvur er á einum slíkum handli, sigur før- oyska handilskvinnan í USA. O - Orsøkin, til at tað hevur gingið so væl í hond, er kanska tann, at flest fólk her hava djúpar røtur handan Atlantshavið, og tey hava framvegis ein evropeiskan samleika eftir, sjálvt um tað eru øldir síðani, at teirra ætt- fedrar settu búgv í hesum heimspartinum. Tí vilja tey eisini fegin hava hendur á klæðum og øðrum, sum er framleitt í Evropa, greiðir Janita frá. O Handilin hevur havt nógv viðskiftafólk, og longu nú leggja tey merki til, at nøkur teirra leggja leiðina framvið aftur Touch of Europe, eftir at tey hava verið har eina- ferð. Tó heldur Janita, at tað er nakað tíðliga at siga, hvussu tað fer ganga í longdini. O Tær hava lagt seg eftir at gera nakað øðrvísi enn allir hinir klædnahandlarnir, og tað vísir seg at virka væl. Janita greiðir frá, at útboðið av klæðum er ómetaliga stórt, men eingin hevur sel- ur sovorðin klæðir, sum tær. O - Um viðskiftafólk skulu hava nakað øðrvísi, so skulu tey vita, júst hvar tey skulu leita, ella er tað næstan ógjørligt at finna fram til tað, man vil hava. Tá so fólk koma í okkara handil vita tey, at tey her kunnu ogna sær nakað heilt øðrvísi enn vanligu handlarnir selja, sigur Janita. O Sum nú er fáa tær mest danskar og spanskar vørur, tí tað er mest natúrligt hjá teimum at samstarva við framleiðarar úr hesum báð- um londunum. Janita hevur eitt systkinabarn, sum ar- beiðir í Klivanum í SMS, og haðani hevur hon fingið at vita, hvønn hon skal venda sær til í Danmark. Av donskum merkjum er tað mest Day Birger et Mikk- elsen og Imitz, sum tær selja. Størsta partin av skógvunum og ein part av klæðunum fáa tær úr Spania. Eisini fáa tær vørur úr Italia, Frankaríki og Hollandi. Tað er ikki bara klæðir, sum Janita og Yvonne selja, men eisini fáast tær kendu Bodum kannurnar hjá teim- um. Tað er tó fyrst og fremst ein klædnahandil, og eini 80% av teirra vørum eru klæðir. O Janita hevur verið nógv runt Janita hevur ferðast nógv runt um okkara leiðir á norðaru jarðarhálvu, men hon hevur nú sett búgv í lítla fiskibýnum Gloucester í Norðuramerika. Meira ná- greiniliga liggur býurin á North Shore, sum tað verð- ur nevnt har yviri, í statinum Massachusetts. Nærmasti kendi býurin er Boston, sum eisini er høvuðsstaðurin í Massachusetts. Hann liggur 50 kilometrar frá Gloucest- er. Boston er ein av teimum elstu býunum í USA, ið eru grundlagdir av norður- evropearum, og var hetta øki var ein týdningarmikil miðdepil í amerikanska Janita selur Evropa í USA 6. mai í ár læt ein handil upp í amerikanska býnum Gloucester nevndur Touch of Europe. Aftanfyri nýggja klædnahandilin stendur føroyska Janita Vermundsdóttir Powell, og hon leggur seg serliga eftir at selja evropeiskar vørur í USA frælsisstríðnum seinasti í 1700-talinum. New England, sum fevnir um ein stóran part av eyst- urstrondini í USA, er fram- vegis tann mest evropeiski parturin av USA, men ikki nóg europeiskur til Janitu, og tað hevur hon eisini gjørt nakað við. O Hon flutti úr Føroyum sum 19 ára gomul fyrst í nítiárunum. Hon hevur tikið FHS á Handilsskúlanum í Havn og fór so niður til Danmarkar á hægri handils- skúla. Síðani fór hon í læru innan útflutning, og hon hevur arbeitt hjá Føroya Fiskavirking í Danmark, Týsklandi og USA. Har trú- lovaðist hon við stjóranum á tí fyritøkuni, hon var í starvsvenjing hjá. Tey gift- ust í Keypmannahavn og fluttu aftur til Gloucester, har tey hava búð seinastu trý árini. O Hon eigur nú tveir dreing- ir saman við manninum Frank. Tann eldri er hálvt- annað ára gamal og eitur Frank Junior eftir pápanum. Tann eldri eitur Andreas og er hálvttriðja ára gamal. O The Perfect Storm Býurin Gloucester var karmur um kenda og væl umtókta filmin The Perfect Storm, har George Clooney hevði høvuðsleiklutin, sum skiparin, ið gekk burtur við skipi sínum í einum av ring- asta ódnarveðrinum, sum hevur verið har um leiðir í nýggjari tíð. O Janita sigur, at nógv fleiri ferðafólk enn vanligt hava vitjað býin í summar, og tað er orsaka av filminum. Hetta hava tær eisini merkt í handlinum. Gloucester er ein legendariskur fiskibýur, og ein bók hjá kenda rit- høvundanum Rudyard Kipling gongur eisini fyri seg á einum báti úr Glou- cester. O Fyri Janitu Vermunds- dóttir Powell hevur henda verkætlanin eydnast væl, og handil hennara við heimligu vørunum hjálpir eisini eitt sindur uppá heimlongsulin hjá teimum báðum útisetun- um í Gloucester. Janita Vermundsdóttir Powell saman við manninum Frank JOHN JOHANNESSEN Reportaga: Norðoyingar fingu so nógva grind hesa vikuna, at tað vóru ikki øll, ið hvødu pláss at goyma hesar vælsignaðu bitar. Men einki skuldi burt av gávuni. Tí gløddu telefon- linjurnar úr Norðoyggjum inn á meginlandið allan hós- dagin. Norðoyingar buðu skyldfólki og vinum at koma norður at fylla sær kaggarnar, so tey eisini kundu leska sær av hesum góðu bitum. Hetta sást eisini á ferju- leguni í Leirvík seinnapart- in. Har var ein øðilig rokan av fólkum, ið runnu aftur og fram við kaggum, balj- um, plastiksekkjum og øðr- um íløtum. Møguleikin at ogna sær eitt kók skuldi ikki fara fram við borðinum. Tað var sum í grind! Biladekkið á Dúgvuni minti mest um eina bryggju, har menn júst eru lidnir at Siðirnir halda Norðoyingar prógvaðu í seinastu grindini, at gomlu føroysku siðirnir at geva øðrum burturav eru varðveittir skera upp. Slipsaklæddu fundarmenninir, sum komu heim aftur úr Havn, máttu hyggja seg væl fyri og leypa millum mongu hyljarnar, fyri ikki at oyðileggja leð- urskógvarnar og væl press- aðu brøkurnar av sniki og blóði. Hinvegin runnu vása- klæddir meginlandsmenn í land við vognum, fyltum av kaggum, baljum og sekkj- um at fylla í viðførisrúmið. Fyri hvønn túrin hjá Dúgvuni gjørdist ferðaætl- anin alt meira óreglulig. Grindin mátti og skuldi á- og avskipast. So mátti ferðaætlan vera ferðaætlan. Í egningarskúrum í Klaksvík stríddust sveitt- andi menn við at fáa grind- ina til høldar. Og tá megin- landsmenn komu við kagg- unum, var einki annað at gera, enn bert at standa og hyggja at, meðan kaggarnir vórðu fyltir. Kanska onnur hondin bleiv skitin... Sjálvandi var eisini steðg- ur, meðan menn eftir gomlum siði fingu sær ein ráka. Nóg mikið var ikki við meginlandsíløtunum. – Eitt ílat afturat til tín og eitt til Velbastaðvegin og eitt til Eiðis. Jú, tit hava pláss! Síðani aftur at rokast inn eftir biladekkinum á Dúgvuni. Nú var hon nógv seinkað. Og bilarøðin í Klaksvík rakk frá ferjuleguni og heilt norð til Solo. Summi sluppu ikki heim aftur tann dagin. Men hvat um tað, veitslurómur var. – Hvør segði, tað var neyðugt at stjala sær grind? Nei, frægast mann vera at fáa hana erliga. Manga takk! Vásin var nógvur í Klaks- vík hósdagin, tá menn fingu sær grind til høldar. Neyðugt var hjá handlunum at sýta fólki í snikutum skóm atgongd Norðoyingar eru seinastu dagarnar vælsignaðir við heilum trimum grindum -Góðir brúktir frá REYNI SERVICE REYNI SERVICE OpiÝ: M‡n.-fr’. 8.00-17.00 Vegurin Langi -188 Hoyvík - Tel. 313040 Sosialurin - 311820 Sýnaður 8/00 TOYOTA CARINA E 2,0 GLi SEDAN Skrás.: 17-08-92 Km.: 95.000 Prísur: 85.600,- Garanti* TOYOTA CARINA E 2,0 Gli AUT. GEAR Skrás.: 13-06-96 Km.: 82.000 Prísur: 127.600,- Garanti* TOYOTA CARINA E 2,0 Gli SED. Skrás.: 30-04-98 Km.: 24.000 Prísur: 167.600,- Garanti** TOYOTA CARINA E 1,6 Xli Skrás.: 30-01-96 Km.: 48.000 Prísur: 110.600,- Garanti* TOYOTA CARINA E 2,0 Gli SED. Skrás.: 03-04-96 Km.: 122.000 Prísur: 127.600,- Garanti* TOYOTA COROLLA 1,3 STW. Skrás.: 01-06-92 Km.: 82.000 Prísur: 62.600,- Sýnaður 2/99 TOYOTA COROLLA 1,3 STATION Skrás.: 13-04-92 Km.: 110.000 Prísur: 57.600,- TOYOTA CARINA E 1,8 Gli Skrás.: 28-06-95 Km.: 72.000 Prísur: 108.600,- Garanti* TOYOTA YARIS 1,0 TERRA Skrás.: 07-05-99 Km.: 30.000 Prísur: 112.600,- Garanti** TOYOTA YARIS 1,0 TERRA Skrás.: 21-04-99 Km.: 26.000 Prísur: 118.600,- Garanti** TOYOTA CARINA 2.0 Gli Skrás.: 02-07-90 Km.: 170.000 Prísur: 65.600,- VOLVO 460 SEDAN Skrás.: 25-05-90 Km.: 92.000 Prísur: 48.600,- TOYOTA COROLLA 1,3 H/B Skrás.: 20-04-99 Km.: 7.000 Prísur: 128.600,- Garanti** HONDA CIVIC 1,4 Skrás.: 07-04-97 Km.: 52.000 Prísur: 110.600,- Garanti* * Brúktir bilar yvir 75.000 kr. verða seldir við BRÚKTBILAVÁTTAN ** TOYOTA bilar hava 3 ára garanti frá fyrstu skrás. dato FORD MONDEO 2,0 AIR-CON Skrás.: 02-07-96 Km.: 52.000 Prísur: 120.600,- Garanti* KIA SEPHIA 1,5 Skrás.: 17-04-97 Km.: 59.000 Prísur: 68.600,- VOLVO 240 GL AUT. Skrás.: 04-06-86 Km.: 165.000 Prísur: 22.600,- NISSAN PATROL 4x4 Skrás.: 01-07-89 Km.: 197.000 Prísur: 55.600,- FORD COURIER DIESEL Skrás.: 22-05-94 Km.: 91.000 Prísur: 48.600,- VW LT 35 VAN Skrás.: 30-06-93 Prísur: 39.600,- VW TARO 4x4 PICK-UP Skrás.: 05-11-91 Km.: 175.000 Prísur: 72.600,- TOYOTA COROLLA 1,3 GALLA Skrás.: 01-05-95 Km.: 139.000 Prísur: 87.600,- Garanti* VØRUVOGNAR AVHEINTINGARTILBOÐ OPEL ASTRA 1,8 STATION Skrás.: 09-11-95 Km.: 71.000 Prísur: 79.600,- Garanti* FORD ESCORT 1,8 T-DIESEL STW. Skrás.: 08-10-97 Km.: 24.000 Prísur: 132.600,- Garanti* FORD ESCORT 1,8 Skrás.: 21-08-95 Km.: 81.000 Prísur: 65.600,- TOYOTA COROLLA 1,3 TERRA Skrás.: 16-03-98 Km.: 50.000 Prísur: 112.600,- Garanti** Sýnaður 12/99 Sýnaður 6/99 Sýnaður 3/00 TOYOTA CARINA 2,0 Xli Skrás.: 19-10-90 Km.: 122.000 Prísur: 57.600,- TOYOTA CARINA 2,0 Gli L/B Skrás.: 14-08-91 Km.: 69.000 Prísur: 72.600,- Garanti* Sýnaður 5/99 Sýnaður 5/99 Sýnaður 12/99 TOYOTA CARINA 1,6 Xli Skrás.: 27-07-92 Km.: 131.000 Prísur: 58.600,- Sýnaður 8/00 TOYOTA LANDCRUISER 4,0 TURBO Skrás.: 20-10-88 Km.: 159.000 Prísur: 99.600,- Sýnaður 12/98 TOYOTA LANDCRUISER 2,4 DIESEL Skrás.: 05-11-86 Km.: 230.000 Prísur: 48.600,- TOYOTA CARINA 1,6 XL SEDAN Skrás.: 19-10-87 Km.: 175.000 Prísur: 7.000,- TOYOTA DYNA 150 V/LAST Skrás.: 24-02-97 Km.: 100.000 Prísur: 90.600,- Sýnaður 10/98 FORD SIERRA 1,6 Skrás.: 10-05-89 Km.: 110.000 Prísur: 15.000,- Sýnaður 5/00 FORD ESCORT Skrás.: 14-03-88 Km.: 177.000 Prísur: 9.000,- Sýnaður 3/99 FORD ESCORT Skrás.: 18-06-87 Km.: 168.000 Prísur: 8.000,- OPEL ASCONA 1,6 Skrás.: 01-01-87 Prísur: 3.000,- Sýnaður 5/99 HONDA ACCORD Skrás.: 09-04-87 Km.: 179.000 Prísur: 14.000,- Sýnaður 5/98 NISSAN BLUEBIRD Skrás.: 12-06-87 Km.: 157.000 Prísur: 12.000,-