leygardagur 2. september 2000síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Viðvíkjandi viðmerkingum
og greinum, sum hava stað-
ið í bløðunum Brandværn
og Dimmalætting um m.a.
nýstovnað felag fyri sløkki-
liðsleiðarar, loyvi eg mær at
gera hesar einastu og enda-
ligu viðmerkingar.
Soleiðis, sum eg síggi
gongdina út frá eini grein
herfyri í Dimmalætting um
eitt nýstovnað felag fyri
sløkkiliðsmanningum í Før-
oyum, so er støðan tann, at
leiðarin á brandstøðini í
Tórshavn nú hevur stovnað
eitt nýtt felag fyri sløkki-
liðsleiðarum í Føroyum. Fe-
lagið er ein partur av For-
eningen af Kommunale Be-
redskabschefer í Danmark.
Endamálið við stovningini
er, at hetta felagið skal bøta
uppá tað vánaliga lagið,
sum valdar millum komm-
unalu sløkkiliðini í Føroy-
um. Eg síggi eisini í eini
grein í einum blaði í Dan-
mark, sum eitur Brandværn,
ið kemur út eina ferð um
mánaðin í 8500 eintøkum,
at Føroyar verða ikki júst
róstar fyri síni avrik í tíðar-
rokningini »áðrenn ein ávís-
ur maður kom higar«.
Greinin sigur millum ann-
að, at sløkkiliðið í Tórshavn
er sum »pigerne i Nyhav«
og gera, hvat tað skal vera
fyri at tjena pengar. Hetta
nýggja felagið vil við hjálp
frá meginfelagnum eisini
virka fyri at gera seg gald-
andi, eitt nú við at ávirka
lógarreglur fyri byggingum
í Føroyum, sum sambært
greinini skulu vera so
mangulfullar.
Eg havi annars roynt at
fáa orðið á stigtakaran til
nýggja felagið at spyrja
nærri um hetta, men hann
er vist nokk staddur í Dan-
mark, har hann á kredsfor-
mansfundi í móðirfelagnum
umboðandi Føroyar.
Mín viðmerking, sæð frá
mínum sjónarhorni er, at
forvirringurin verður to-
talur, tá íð tílíkar løgnar
konstruktiónir verða gjørd-
ar. Støðan er einfalt, at ein
maður fær arbeiði á brand-
støðini í Tórshavn, sum síð-
ani ferðast oyggjarnar runt
og kemur helst fram til, at
her er einki líkinda skil á
og tekur síðani stig til, at
tað gjøgnum felagið fyri
Kommunalar Beredskabs-
chefar í Danmark, skal set-
ast skil á her heima.
Hetta minnir um son Dá-
vid kong, Absalom í bíbliu-
søguni, sum í síni trongd at
sleppa at upp í part at ráða,
setti seg so uttarlaga í borgs-
høllini, at fólk, ið komu at
vitja
myndugleikarnar,
noyddust at hitta hann fyrst.
Á henda hátt bleiv hann
landsins ráðgevi, og Abs-
alom fekk stilla sína trongd.
Ein sera talandi mynd!!
Persónliga meti eg av-
gjørt hetta verða nakað rót,
tí hetta merkir, at vit nú
hava tvey feløg fyri sløkki-
liðsmanningar. Annað teirra
er eitt danskt filial, hitt er
reint føroyskt. Tað føroyska
felagið, íð telur fleiri hundr-
að limir er myndugleika-
viðurkent og luttekur á yms-
an hátt í tí almenna til-
búgvingarliga arbeiðinum
her heima. Hvat nú við hes-
um alternativa felagnum, ið
telur einar 13 limir, og sum
kanska er íkomið av at stig-
takarin hevur betri stundir
at vera brunaligur ráðgevi
kring oyggjarnar enn onn-
ur?
Skal hetta alternativa
felagið nú eisini uppí part ?
Tað Føroyska felagið er
væl umboðað í síni nevnd
av fólki kring um í land-
inum. Eg kann nevna, at
Landsfelag
Sløkkiliðs-
manna (tað føroyska felag-
ið) virkar aktivt fyri allar
oyggjarnar, millum annað
hetta, at landið setir skipaða
útbúgving á stovn til tess at
menna bæði støði og sam-
starv. Høvuðsumboðanin í
kreds 15, sum er tað før-
oyska liðið í tí danska felag-
num, virkar av royndum
fyri, at Tórshavnar Sløkki-
lið skal útbúgva, menna, og
ráðgeva okkara sløkkiliðum
og kommunum, eins og
gjørt var herfyri í einum til-
taki í samstarvi við Bered-
skabsstyrelsen í Danmark.
Spola vit nú eitt sindur
aftur, so eru tað skjótt 25 ár
síðani, at øll fakfeløg og
faklig áhugafeløg (t. d.
verkfrøðingafelagið og tí-
lík) valdi at blíva føroysk
burturav. Man tók ábyrgd
av sær sjálvum og sínum
Viðmerkingar:
egnu viðurskiftum og hevur
hetta síðani, eftir vanligum
byrjanartrekleikaum, virkað
sera væl.
Hondina á hjartað, - Hetta
nýggja lagið er ikki vegurin
fram. Hetta er klandur,
spjaðing og tann reini for-
virringur.
Eg meini heilt avgjørt, at
hetta við kommunalari til-
búgvingin, menning av
sløkkiliðunum, samstarvi
og útbúgvingum o.t. er ein
uppgáva, sum má og skal
lyftast av okkum sjálvum
heima - hjá okkum sjálvum.
Tað eru vit, sum her búgva,
ið skulu mynda samfelagið.
Tað er ikki gott, um tað er
so, at fólk kanska við turist-
Savnsmynd
Sigur Petur á Lava Olsen frá Brunaumsjón Landsins í sambandi við, at
leiðarin á brandstøðini í Tórshavn nú hevur stovnað eitt nýtt felag fyri
sløkkiliðsleiðarum í Føroyum
Forvirringurin verður totalur
Í prátinum við nýggju eig-
ararnar av Café Nátúr fyrr í
vikuni, Petur Olsen og Toni
Dam skrivaðu vit, at Café
Nátúr hevði eina millión
krónur í halli, tá teir tóku
yvir felagið.
Hetta er komið í bland, tí
tað var Club 20 , sum hevði
eina millión í halli, tá teir
keyptu tað felagið á aðal-
fundi í limafelagum, Club
20, í mars í fjør.
Vit fara at biðja nýggju
og gomlu eigararnar á Cafá
Nátúr umbera okkum mis-
takið.
Blaðm.
Club 20 hevði 1 mió í undirskoti
innliti og við hópin av hug-
skotum um, hvussu vit
skulu innrætta okkum, taka
og kontra tær ofta veiku
royndirnar, sum vit sjálvi
royna at fáa upp at standa.
Eg vil mæla til, at sløkki-
liðsmanningar stuðla tí før-
oyska felagnum, gera sína
ávirkan galdandi í felagnum
og syrgja fyri, at júst hetta
felagið ger eitt so gott ar-
beiði í okkara samfelag sum
tilber. Tað eru ríkir møgu-
leikar at virka fyri menning,
við útgangsstøði í okkara
egna felag.
Petur Olsen
Mikkjalstrøð 8
Tórshavn
Endamálið við felagnum er
at samla motorsúkklu-koyr-
arar og motoráhugaði í ein-
um felag fyri at røkja felags
áhugamál, at arbeiða fyri
skilakoyring og at skipa fyri
felagstúrum og ítróttarkapp-
ingum.
Ein áhugabólkur hevur í
eina tíð kannað umstøður-
nar og undirtøkunafyri at
gera eitt meira skipað um-
hvørvi fyri flest øll, sum
hava motorakfør ella hava
áhuga fyri hesum. Ein ætlan
er at arbeiða fram ímóti at
gera eitt sum á donskum
verður nevnt »køreteknisk
anlæg«. Tað vil siga, at har
er ein koyribani, sum kann
brúkast til nógv ymisk
endamál, millum annað til
frálæru hjá koyrilærarum.
Har kann eisini skipast fyri
fleiri sløgum av motorsporti
so sum go-kart-, knallert-
og motorsúkklukoyring.
Hetta verður nógv brúkt í
okkara grannalondum, og
tað hevur víst seg at hava
sera positiva ávirkan, ser-
stakliga á ungdómin, tí hann
fær roynt síni evnir á einum
slíkum bana. Hetta hevur
víst seg at minka nógv um
ta skilaleysu koyringina úti
á alfara vegi.
Samband hevur verið við
Road Racing Herning, sum
í mong ár hevur skipað fyri
koyring við m. a go-kart og
motorsúkklukoyring, teir
eru sera glaðir fyri ta ávirk-
an, hetta hevur havt á ung-
dómin har. Har verður gjørt
nógv burturúr trygdini, og
tað ringasta óhappið, teir
hava havt, er eitt broti øs-
bein. Hetta má sigast at vera
gott, tá havt verður í huga,
at har verður koyrt næstan
hvørt vikiskiftið.
Staðið, har banin liggur,
skal eisini hava aðrar hent-
leikar til koyrifrálæru m.a.
hálkubreyt . Hetta er krav í
flestu londum rundan um
okkum. Vit hoyra hvønn
vetur um bilar, bussar og
trailarar, sum fara útav veg-
num vegna hálku, og við
frálæru
í
hálkukoyring
kundu vit kanska sloppið
undan fleiri av hesum
óhappum.
Áhugabólkurin
hevur
eisini verið í samband við
fleiri stovnar og einstakling-
ar um hetta, og hevur tað
verið sera positivt móttikið
allastaðni.
Meira um alt hetta verður
at hoyra á fundinum, sum
verður á Føroya Maskin-
meistaraskúla sunnudagin 3
september kl 16.
Felag fyri motoráhugað
verður nú stovnað
STEFAN Í SKORINI
O
14. september fáa sviar
møguleika at ogna sær fløg-
una hjá Malin Zachariassen,
sum fyri einum ári síðani
varð givin út í Føroyum.
„Drekka av vatninum“
var heitið á fløguni, og hon
hevur selt hampuliga væl.
700 av teimum 1000 ein-
tøkunum eru tikin av hill-
Malin gevur fløgu út í Svøríki
Lovsongsfløgan, sum Malin Zachariassen gav út í oktober í fjør, verður nú
útgivin á móðurmáli hennara svenskum
unum higartil.
O Talan er um somu fløgu,
ið nú eisini verður givin út
í Svøríki. Tónleikurin frá
fyrru útgávuni er goymdur,
og hann er nú nýttur
umaftur. Bara sangurin er
sungin umaftur. Til tað hev-
ur plátufelagið fingið nakrar
norskar sangarar til vega.
Malin hevur verið í einum
upptøkuhøli í Noregi og
sungið saman við teimum.
Hetta eru fulltíðar tón-
leikarar, sum bara fáast við
at syngja. Norsku sangar-
arnir syngja tó bara bak-
grundsrøddirnar,
meðan
Malin framvegis er høvuðs-
sangarin á fløguni. Upp-
tøkurnar vórðu gjørdar fyri
trimum mánaðum síðani.
O
Elsebeth skal loysa
málspurningin
Føroyski landsstýrismaðurin í mentamálum heldur danska mentamálaráðharran hava ábyrgdina av at tryggja føroyska
málinum virðiliga rættarstøðu
JOHN JOHANNESSEN
Eftir fatan landsstýrisins
staðfestir evropeiski sátt-
málin frá 1992 um økismál
og minnilutamál, at før-
oyskt er minnilutamál, nú
danski uttanríkisráðharrin,
Niels Helveg Petersen, hev-
ur undirritað hann.
Hetta hevur danski uttan-
ríkisráðharrin gjørt hóast
mótmæli frá landsstýrinum.
Tí vil føroyski landsstýr-
ismaðurin í mentamálum,
Tórbjørn Jacobsen, nú hava
at vita, hvat danski menta-
málaráðharrin,
Elsebeth
Gerner Nielsen, heldur um
hesa handfaring.
Skal hjálpa
føroyingum
Tórbjørn Jacobsen vísir
Elsebeth Gerner Nielsen á,
at danskir myndugleikar eru
hægstu myndugleikar á lóg-
arøkinum – eisini fyri Før-
oyar. Hann sigur, at mynd-
ugleikarnir
eru
danska
stjórnin, har hon hevur
ábyrgdina fyri mentamál-
um.
Tí heldur føroyski lands-
stýrismaðurin í mentamál-
um, at danski mentamála-
ráðharrin hevur skyldu at
tryggja føroyska málinum
eina virðiliga rættarstøðu og
fáa tað javnsett við onnur
mál.
Ellivu spurningar
Tórbjørn Jacobsen vil hava
danska mentamálaráðharr-
an at svara sær ellivu spurn-
ingum.
Millum annað spyr Tór-
bjørn Jacobsen, um Else-
beth Gerner Nielsen heldur,
at danska stjórnin hevur
moralskan rætt til einvíst at
Alt var klárt
Malin hevði ikki stórt stríð
við at umseta orðini til hesa
nýggju útgávuna, tí alt lá
klárt frammanundan.
- Eg hevði í veruleikanum
umsett allar sangirnar til
svenskt, áðrenn teir vóru
sungnir inn á føroyskum, tí
eg hugsaði tá, at kanska var
eisini møguleiki fyri eini
svenskari útgávu einaferð
seinni, sigur Malin Zachari-
assen.
Malin skuldi bara fín-
pussa sangirnar og málber-
ingina, og til tað fekk hon
góða hjálp frá foreldrunum.
Alt tilfarið lá tískil meira
ella minni klárt áðrenn.
Malin hevur sjálv skrivað
tekstirnar til allar sangirnar
á fløguni.
Tað er Marcus Musik,
sum stendur fyri útgávuni,
og teir taka sær av útbýting
og marknaðarføring av
fløguni í Svøríki. 3000 ein-
tøk verða prentað í fyrsta
upplagi.
O Avtalan millum Malin og
Marcus Musik kom í lag,
við at ein vinmaður hennara
hoyrdi fløguna í Svøríki.
Hann arbeiðir hjá Marcus
Musik, og Malin varð síðani
ringd upp av teimum. Hon
hevur tískil ikki sjálv gjørt
serliga nógv burturúr sær í
Svøríki. Aðrir útgevarar
áseta rættarstøðunma hjá
føroyskum máli beint ímóti
viljanum hjá føroyingum.
Eisini spyr landsstýrismað-
urin, hvat mentamálaráð-
harrin ætlar at gera fyri at
fáa uttanríkisráðharran at
gera fyri at broyta avgerð
sína, um hon heldur hann
hava borið seg skeivt at og
æi hvønn mun hon sær tað
sum sína uppgávu at tryggja
føroyskum máli eina rætt-
arstøðu, sum er í samsvari
við tann mentanarliga veru-
leikan.
lógu eisini framvið, men
Marcus Musik gjørdi mest
burturúr, og tí skrivaðu tey
undir við tað felagið.
O Tað er stórur marknaður
fyri andaligum lovsongs-
tónleiki í Svøríki, og tí hava
tey góðar vónir. Nøkur ein-
tøk koma óivað eisini
hendavegin, so føroyingar
eisini kunnu ogna sær fløg-
una á svenskum.
Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður í mentamálum, vil nú hava danska mentamálaráð-
harran, Elsebeth Gerner Nielsen, at loysa málspurningin
8
9
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 168 - 2. september 2000
Nr. 168 - 2. september 2000
Vit søkja eftir einum
MARKNAÐARFÓLKI
at byrja beinanvegin
P/F VIT er ein KT-fyritøka, sum arbeiðir við menning av dynamiskum webloysnum, ráðgeving innan e-business & umsiting
av teldunetum. Umframt hetta eigur og rekur P/F VIT internetportalin in.fo. 10 starvast í løtuni hjá P/F VIT.
Farodane eigur 80% av P/F VIT og starvsfólkini eiga hini 20%.
P/F VIT - undir Bryggjubakka 17 - FO-100 Tórshavn
tel. 31 99 14 - e-mail: vit@vit.fo - url:www.vit.fo
Ert tú civil/marknaðarøkonomur ella hevur útbúgving/royndir á
sama stigi og heldur tú, at hugtøk sum "KT", "e-business",
"Extranet", "World Wide Web", "Portal", "The New Economy",
"Nasdaq" og "Internet" ljóða spennandi, so er starvið sum
marknaðarfólk hjá okkum kanska nakað fyri teg.
Sum marknaðarfólk hjá okkum fært tú m.a. ábyrgd av at selja
og marknaðarføra:
- Internetportalin in.fo
- Dynamiskar webloysnir
- e-business loysnir
- Standardskipanir
Bæði í Føroyum og uttanlands.
Hevur tú hug at royna teg sum marknaðarfólk í einari
dynamiskari og spennandi fyritøku í vøkrum umhvørvi
undir Bryggjubakka, so er bert at senda okkum eina
umsókn við upplýsingum um útbúgving, royndir o.a.
Løn og arbeiðstíðir verða at avtala nærri.
Um tú hevur hug at vita meira um starvið sum marknaðarfólk
hjá okkum, ert tú vælkomin at ringja 319914 og spyrja eftir
Óla Olsen.
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi
15. september 2000
Back-up!?
Sosialurin - 311820
Tel. 22 17 87 • geymar@post.olivant.fo
Hygg eisini á www.ecrix.com
Hans Eliesar, Herbein og Snorri Fjallsbak eiga Geymar
Sp/f GEYMAR
At brúka eina VXA-bandstøð krevst,
at tú hevur eitt SCSI-móti, eitt
backupforrit og nøkur (nógv) dáta,
sum tú heldur, eru verd at goyma
trygt (til dømis eina nýggja uppseting
av Bíbliuni). Meira næstu ferð.