leygardagur 2. september 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í Útvarpi Føroya segði vara-
løgmaður millum annað, at
tað er ikki rætt at samráð-
ingar fara fram á ein slíkan
sjónleikarahátt. Høgni Hoy-
dal metir sostatt at samráð-
ingarnar við danir bert eru
ein reinur sjónleikur.
Hetta er ein syrgilig stað-
festing og eisini ein álvar-
som ákæra. Men at fara heilt
til ST og har skrivliga
skuldseta danir fyri bein-
leiðis ikki at vilja samráð-
ast, er tann grovasta og eis-
ini tann mest skaðiliga ákar-
an sum nakrantíð er komin
frá Føroya Landsstýri.
Hvar er tað sømuliga
markið?
Omaná tær mongu ákær-
urnar, sum settar eru, vil
varaløgmaður nú mæla til,
at vit samráðast sum fólk
heldur enn at lata okkur
trýsta eins og mýs, sum
verða fóraðar í búri.
Vit eru mong sum stórliga
undrast, og spyrja um vara-
løgmaður ikki kennir nakað
sømiligt mark?
Sjálvandi ber væl til at
samráðast bæði fólkaliga og
sakliga við danir, og har-
afturat er tað eisini líka eyð-
sýnt, at vit fáa júst tað úrslit,
sum fólkið ynskir. Varaløg-
maður hevur tí als onga or-
søk til at kenna seg sum eina
rædda og kroysta mús.
Loysing ella sjálvstýri
Um vit brúka teir møgu-
leikar, sum verandi skipan
gevur, kunnu vit frítt velja
millum loysing ella fult
sjálvstýri í einum nýggjum
felagsríki. Her finst als
eingin forðan, og tískil er
óneyðugt hjá varaløgmanni
at leggja so stóra orku í at
oyðileggja
viðurskiftini
millum føroyingar og danir.
Hóttan og ræðumyndir
byggja einki land.
Mannagongdin
skal
Viðmerking:
Fólk og mýs
Ikki kunnu vit siga annað enn at varaløgmaður higartil hevur havt eydnuna
við sær, tá talan er um at skaða viðurskiftini millum Føroyar og Danmark.
Henda fagra týsmorgun í
Nesi, tá tokan tók at lætta
og sólin fann inn í hvørt
skot, frættis deyðsboðini.
Okkara allra vinur Símun
var farin handa sýnina.
Ein bygdamynd er burtur.
Ongantíð aftur skulu vit
síggja Símun koma gang-
andi við stavi í hond á veg
út á Leitið at geva seyð-
unum. Ongantíð aftur sita
á onkrum garði og práta
um mangt og hvat.
Símun hoyrdi til her í
Nesi, og mong av okkum
hildu, at so fór altíð at
vera. Torført er tí at skilja
at hansara dagar nú vóru
taldir. Hann hevði líka-
sum ongan aldur og kundi
práta við øll. Frá barns-
beini av kendu vit henda
sjáldsama mann og allar
søgurnar hann hevði at
siga frá.
Hann dugdi væl at siga
frá, hevði upplivað nógv,
ið var serliga spennandi
hjá unglingum at hoyra.
Serliga søguna um slupp-
túrin undir Íslandi, teir
høvdu verið burturi í
langa tíð, og tá ið teir nær-
kaðist Føroyum aftur,
varð vindstilli og teir
komu ikki at landi. „Tá
var lagið alt annað enn
gott, tá tagdu menn“,
plagdi Símun at siga.
Hvørt barn í Nesi kendi
Símun, visti hvar hann
búði og vóru góð við
hann. Hesin gamli mað-
urin í føroyskari húgvu og
við stavi var vorðin ein
gerandismynd,
sum
hoyrdi til lívið. Okkara lív
verður hesa myndina fát-
ækari.
Henda mynd varð tikin í
maj. Veðrið var av tí besta
og Símun kom á vitjan. Vit
sótu uttanfyri og tosaðu um,
hvussu gott tað var fyri
menniskjasálina at merkja
sólina.
Her situr hann og nanar. Í
hesum fangi hava mong
børn gjøgnum árini sitið og
á henda hátt lært gamla, tó
unga Símun at kenna og
knýtt vinarbond.
Símun búði alt sítt lív í
barnaheiminum. Foreldrini
Ata og Pól gjørdist gomul,
Símun í Nesi farin
og Símun var um tey. 15
august 2000 gjørdist
brádliga øskukalt undir
Lítla Hamri. Vit fara øll
at sakna Símun.
Vit hava djúpa sam-
kenslu við tykkum øllum,
ið eru hansara nærmasta
familja. Tit og vit øll
hava mist ein góðan vin.
Æra veri minnið um
Símun Næs í Nesi.
Heilsan
skyldfólk í Nesi
broytast munandi, og so
røkka vit lætt tí máli, sum
føroya fólk ynskir, men
hetta skal eg venda aftur til
í eini komandi blaðgrein.
Tórshavn
tann 30.08.2000
Trygvi F. Guttesen
10
11
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 168 - 2. september 2000
Nr. 168 - 2. september 2000
Harald Mydland, blaðstjórI
á Troens Bevis skrivar:
– Tað er ein spurningur, ið
aftur og aftur verður settur
í tí umhvørvinum, vit eru í,
og tað er hesin: Hvat við
lyftunum um landið? Bara
í Ísrael í 1999 høvdu vit fýra
stevnur, har júst hetta við
landinum og landamarki
tess varð í miðdeplinum. Og
gudfrøðingar og vísinda-
menn úr øllum heiminum
komu og løgdu fram sínar
tolkingar og síni sjónarmið.
– Fyri okkum er hetta ein
veruligur trupulleiki, tí vit
búgva har altíð. Ofta er tað
ein spurningur um lív og
deyða, ja, nakað av sjálvari
nervuni í Miðeystur nagga-
tórnini. Bíblian sigur klárt,
at tað er Gud, sum eigur
allan heimin. Og sjálvandi
finnst tað eitt øki, ið er lov-
að Ísrael. Hetta varð givið
sum lyfti til Ábraham, Ísak
og Jákup. Tað er eingin ivi
um, at landið er teirra, eisini
við teimum mørkum, sum
Bíblian setur.
– Men hetta er eitt profet-
iskt orð, ið bert Gud sjálvur
vil uppfylla í tíð síni. Hann
hevur víst, at tá menniskju
royna at gera tað arbeiði,
sum bert Hann kann gera,
tá gera tey eitt vánaligt ar-
beiði. Øll søgan og Skriftin
sjálv vísa, at Gud er ein
góður leiðari. Hann hevur
sítt at gera og vit hava okk-
ara. Hann vakir yvir sínum
Orði og vil uppfyllla tað, tá
tíðin er inni. Eg trúgvi á
lyftini, men eg trúgvi ikki,
at vit hava rætt at spæla við
hesi tingini.
– Okkara uppgáva er at
liva í kærleika, semju og at
luttaka í tí, ið fremur rætt-
vísi og frið. Stutt sagt:
prædika evangeliið og kalla
fólk til umvending. Vit vita
ikki hvussu ella nær Hann
vil fullføra tey profetisku
orðini um landið. Men vit
vita, at Hann vil gera tað,
og prosessin er longu
byrjað.
Hetta siga David og Lisa
Loden, pastorpar í messi-
ansku samkomuni í Neta-
nya í Ísrael, og millum leið-
ararnar fyri teimum Jesus-
trúgvandi jødunum í Ísrael.
Í summar vóru tey gestir
á stóru summarstevnuni í
Sarons Dal, har tey luttóku
við talu og sangi. Stuttligt
og gott var at hoyra teirra
frálíku sangir á hebraiskum.
Síðsta summar luttóku tey
eisini saman við kórinum
frá Betlehem Bible College
og teirra rektara Bishara
Awad.
Elskið Ísrael eins og
Gud elskar tað
– Eg eri upplærdur í trúnni
at elska Ísrael. Uttan iva eru
tey flestu kristnu í Noregi
(Føroyum) eisini tað. Hesin
kærleiki hevur stóran týdn-
ing hjá Gudi. Men vit mugu
elska á sama hátt sum Gud
elskar. Tað er tápuligt, um
vit elska á nakran annan hátt
enn Hann ger, sigur David
Loden.
– Bíblian sigur nevniliga
eisini nógv um, hvussu vit
skulu fara við teimum
fremmandu millum okkara,
bæði tey, ið búgva í landin-
um og onnur, sum koma
higar. Hetta er galdandi
bæði moralskt, í samband
við rættvísi og reint løgfrøð-
isliga. Í samkomu okkara í
Ísrael, sum er 23 ára gomul,
eru vit mest upptikin av at
seta kærleika Guds fremst.
– Nógv kristin seta okk-
um nógvar spurningar um
trupul profetisk viðurskifti,
ið vit ikki vita svarið á. Men
vit hava sæð tað soleiðis, at
høvuðsuppgáva
okkara
fyrst og fremst er at geva tí
kristna kærleikshugtakinum
praktiskt innihald, eins og
stendur skrivað hjá Mika
kap. 6:8:
„Hann hevur opinberað
tær, menniskja, hvat gott er!
Hvat annað krevur Harrin
av tær, enn at tú skalt gera
rætt, fegin vísa kærleika og
liva eyðmjúkt við Gudi
tínum!“
Tað finnats loyndar-
mál, bert Gud veit um
– Tað finnast nógv løgin
menniskju í Ísrael. Um tú
vitjar landið kanst tú síggja
íðin menniskju, upptikin við
nógv ymist. Tey flestu av
teimum vilja verja tað, tey
eru í ferð við at gera út frá
átrúnaðarligum sjónarmið-
um, sigur David Loden.
– Á sama hátt vilja eisini
nógv kristin verja sínar
meiningar og gerðir út frá
skriftstøðum.Trupulleikin
er bert tann, at tú ikki kanst
taka eitt hvørt skriftstað,
leysrivið út úr sínum sam-
anhangi, og seta tey soleiðis
saman, at tey hóska til títt
tankamynstur.
– Nøkur skriftstøð standa
har til okkara kunning. Tey
eru ikki givin sum boð til
okkara. Vit kunnu ikki taka
slík orð og fara við teimum
sum um tað var nakað, vit
skulu uppfylla. Tað er mun-
ur á tí, ið er dult fyri okkum,
og tí sum er opinberað fyri
okkum.
– Tað finnast loyndarmál,
sum bert Gud veit um. Gud
elskar at opinbera loyndar
lutir. Tí vil ein dagur eina-
ferð upprenna, tá øll Guds
loyndarmál verða kend.
Men í dag kenna vit ikki øll.
Nøkur ting eru goymd og
verða opinberaði, tá tíðin er
inni.
– Veitst tú, at tað gingu
300 ár áðrenn hetta við trí-
eindini varð opinberað sam-
komuni? Hetta stendur ikki
beinleiðis í Bíbliuni. Ein
annar týðandi sannleiki:
Læran um rættvísgering við
trúgv, var jú duld í 1400 ár,
áðrenn hon varð opinberað.
Og loyndarmálið um frelsu
Ísraels er blivið opinberað
nú ta síðstu tíðina.
– Gud tekur hesi duldu
tingini og opinberar tey í tí
løtu, tað tænir ætlan hans-
ara, leggur David Loden
dent á.
Tríggir møguleikar fyri
ísraelska fólkið
– Tað, at jødarnir nú venda
aftur til land sítt, er í veru-
leikanum ongin einastand-
andi hending í søguni. Tað
hendi tvær ferðir áður. Hetta
er triðja ferðin. Vit hava
onga trygd fyri, at hetta er
síðstu ferð, hóast vit jú
trúgva, at hetta er síðstu
ferð, sigur Loden.
– Tað er ikki trupult at
fara inn í landið. Tað er
nógv truplari at vera verandi
har. Hetta kann bert henda,
um vit eru líðin mótvegis
Guds orði, sigur Bíblian. Og
hetta merkir, at vit mugu
koma til trúgv á Jesus sum
Messias. Um vit vilja venda
hjørtum okkara til Hansara
og tilbiðja Hann, so fáa vit
lut í tí frelsu, Gud hevur
givið okkum. Ikki fyrr enn
tá hava vit Guds lyftir um,
at Hann vil geva okkum
tryggleika í landinum.
– Akta vit ikki Harran og
verða frelst gjøgnum blóð
sonar hansara, er tað skriv-
að tríggjar ferðir, at landið
sjálvt vil „spýggja okkum
út!“ Tað eru bara tríggir
møguleikar fyri Ísrael; Tann
eina er, at fólkið vil venda
sær til Harran í eini veldug-
ari veking. Tað næsta er, at
Gud noyðist at spjaða okk-
um av nýggjum út millum
tjóðirnar. Hetta er í veru-
leikanum ein møguleiki,
sjálvt um eg ikki trúgvi, at
tað vil henda.
– Og tað triðja er ein
ræðulig tíð við dómi og
reinsan fyri fólk okkara. Vit
biðja øll um, at fyrsta loysn-
in skal henda. Eg trúgvi ,at
nógv verða frelst, men eis-
ini, at vit mugu rokna við
eini tíð við dómi og reinsan.
Ísraels fólk vil ikki kunna
verða verandi í landinum,
sum tað er í dag. Landið er
fult av synd og viðurstyggi-
ligum gerðum.
– Á nógvan hátt er landið
dálkað. Bert Gud í náði síni
kann nema við okkum. Tí
er bøn okkara: „Ver náðigur
móti okkum Gud, móti
landinum, móti fólkinum og
móti Jerusalem“. Vit vita, at
Harrin er trúfastur móti lyft-
um sínum. Vit vita, at tað er
nakað, vit ikki kunnu gera,
men vit vita, at Harrin er
trúfastur móti orði sínum og
vil uppfyllla tað, sigur
David Loden.
Meiningsleyst at
stuðla byggingini av
templinum
– Nøkur ynskja at byggja
templið í Jerusalem. Fleiri
staðir eru fólk farin í undir
at savna pening inn, ið skal
brúkast til hetta. Hetta ger
meg í veruleikanum í ørviti.
Skulu vit veruliga byggja
upp aftur eitt tempul og eitt
system, sum fedrar okkara
ikki kundu liva undir?
Kristin eiga at vita hvat tað
merkir, at vera frelst við
Jesu blóði. Gud sendi jú sín
egna son, ið ofraði blóð sítt
einaferð við alla. Hetta
David og Lisa Loden eru messianskir jødar:
Gud vil sjálvur uppfylla
profetiska orð sítt
reinsaði enntá samvitsku
okkara sambært Hebreara-
brævinum, sigur Loden.
– Okkara meining er, at
tað er skeivt og beinleiðis
meiningsleyst av kristnum
at stuðla tempulbyggingini.
Um vit sum trúgvandi vilja
tæna jødunum, er tað nógv
betur at biðja fyri teimum
og geva teimum evangeliið.
Tað var tað, ið Jesus gav
okkum boð um. Tað sær út
fyri mær sum um nógv
kristin meira síggja jødarnar
sum heilagar persónar, enn
sum menniskju, ið tørva
evangeliið.
– Eg trúgvi ikki Gud sær
tað soleiðis. Eg trúgvi, at
Gud sær til andaliga tørvin
hjá jødunum. Tí eiga vit at
samarbeiða við tí, ið Hann
ger í landinum, og geva
teimum evangeliið um Jes-
us Kristus sum Messias,
heldur David Loden.
– Harumframt eru bæði
tey jødisku og palæstinsku
trúgvandi ógvuliga fátæk.
Nógv kristin brúka pening
fyri at planta trø og halda,
at tey stuðla Ísrael á tann
hátt. Men ístaðin fyri at
planta trø skuldu tey heldur
keypt mat til teirra, ið
hungra. Í heila tikið áttu tey
kristnu at hugsa meira um
menniskjuni, sum eru teir
livandi steinarnir í Ísrael, og
ikki um tær politisku hend-
ingarnar.
Glað fyri Noreg
– Tað er ein frammíhjárætt-
ur fyri okkum at vera í No-
regi. Fólk her eru veruliga
seriøst upptikin av evangeli-
inum. Vit vilja fegin gera
okkara besta fyri at umboða
teir messiansku jødarnar,
sigur Lisa Loden, væl
vitandi um hetta ikki
umboðar fleirtalið millum
teirra.
– Fyri okkum hevur tað
umframt verið eitt stórt upp-
livilsi at fáa loyvi at koma
til Sarons Dal. Vit búgva
annars í Sarons Dal alt árið
(staðið í Ísrael sum Sarons
Dal er uppkallað eftir). Í
1996 vóru vit í Sarpsborg
og luttóku í eini veitslu
beint fyri jól. Tað var myrk
tíð og so kalt, at eg frysti
um fingrarnar, fortelur Lisa,
ið upplivdi hita og sólríkar
dagar í Sarons Dal, hetta
summarið.
– Tað er ótrúligt, so vakra
náttúru tit hava her í Noregi!
Ein dag vilja vit spyrja
Harran, hví hann ikki gav
okkum slíka vakra náttúru
og frálíkt vatn í Ísrael, sigur
hetta vakra parið, David og
Lisa Loden úr Ísrael, at enda
í samrøðuni við Troens
Bevis.
David og Lisa Loden
umsett Fríðtór Debes