leygardagur 2. september 2000síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
13
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 168 - 2. september 2000
Nr. 168 - 2. september 2000
og dansir. ADJ Sound
keypti í desember mánaði í
1997
kappingarneytan
CAL, og síðani hevur fel-
agið havt eina monopollíkn-
andi støðu, tá tað umræður
ljóðannlegg til størri tón-
leikatiltøk í høllum og
dansistøðum kring landið.
Tað var eisini við fleiri
leiguinntøkum í huga, at
Petur Jacobsen av fyrstan
tíð kom í samband við fólk,
sum gjørd útvarp. Petur var
boðin við til ein fund, har
ætlanin var at bjarga Atlan-
tic Radio. Hetta gjørdist ikki
til nakað, og tá ætlanin síð-
ani var at fara undir eina
nýggja útvarpsrás, var ADJ
Sound við í ætlanini.
- Eg kom eitt sindur eftir
liðini inn í Rás 2. Eg hugs-
aði í fyrstu syftu bara um,
at eg kundi leigað útvarp-
inum útgerð og harvið fáa
fleiri leiguinntøkur. Tað var
eisini tí, at eg var biðin um
at koma við. Men so við og
við vaks áhugin fyri út-
varpsrásini, og tá valið í
mars mánaði stóð ímillum
at gevast ella at yvirtaka
rásina, valdu vit at yvirtaka
meirilutan í Rás 2, sigur
Petur Jacobsen.
- Tá avgjørdu vit, at vit
skuldu gera eina seriøsa
roynd at gera eitt alternativ
til Útvarp Føroya. Og hend-
an royndin kemur at halda
fram. Nú seta vit ikki longur
pengar til, men vit skulu
hava fleiri inntøkur, so vit
kunnu fáa virksemi í eina
fastu legu og kunna bjóða
fólki meira løn.
- Eg trúgvi, at tað ber til
at hava eina slíka útvarps-
rás, tí tað verða brúktir
nógvir pengar til lýsingar í
Føroyum, og kundu vit bara
fingið ein lítlan part av hes-
um, so hevði tað borið til
hjá okkum.
Ein treiskur
enthusiast
Petur Jacobsen hevur tað
avgerandi orðið at siga í Rás
2, og hann er høvuðsorsøkin
til, at Rás 2 er blivið til tað,
sum tað er í dag. Sjálvandi
hevur hann dugnalig starvs-
fólk afturat sær, men tað er
Petur, sum satsar pengar, og
sum veruliga trýr upp á eina
handilsliga rikna útvarpsrás
í Føroyum.
Ein av teimum, sum hev-
ur kent Petur Jacobsen í
nógv ár, er Óla Jákup Ról-
antsson. Hann er program-
leiðari á Rás 2, og hevur
arbeitt tætt saman við Peturi
seinastu mánaðirnar.
- Petur er entusiastur. Fær
hann eitt hugskot, so skal
og má tað roynast. Og tað
skal roynast ordiligt, einki
er hálvgjørt. Riggar tað, so
er tað bara fínt - riggar tað
ikki, so smæðist hann held-
ur ikki fyri at viðurkenna
tað, sigur Óla Jákup Ról-
antsson.
Hann hevur kent Petur,
síðani Petur sum hálvvaksin
flutti úr Klaksvík og til Søl-
dafirðar at búgva.
- Vit eru bæði vinmenn
og skyldmenn, og vit hildu
nógv saman eitt tíðarskeið
sum ungir, men tú klárar
avgjørt ikki at lokka meg út
við nøkrum frá teirri tíðini,
sigur ein argandi Óla Jákup
Rólantsson.
Hóast Petur Jacobsen er
stjóri á Rás 2, og gjøgnum
felag sítt, ADJ Sound, eigur
útvarpsrásina, er hann ikki
einaræðisharri á støðini.
Hann fylgir væl við, men
blandar seg lítið uppí bein-
leiðis
programarbeiðið.
Hinvegin smæðist hann ikki
fyri at traðka til, um onkrum
berst frá at gera onkra send-
ing.
- Sum stjóri á Rás 2 hevur
hann higartil klárað væl at
útdelegera tað, sum hann
ikki dugir ella ikki vil duga,
men hann er ikki bangin fyri
at hjálpa til at gera send-
ingar, sjálvt um tað ikki
akkurát er tað, hann tímir
best.
Hann hevur yvirhøvur
ikki skil fyri at gera útvarp,
men er farin í holt við út-
varpsstøðina, bara tí hann
heldur tað verða eitt spenn-
andi hugskot, metir Óla
Jákup Rólantsson.
Kontantan stíl
Petur Jacobsen hevur altíð
familjuna hjá sær við í tí,
sum hann fæst við, og so-
leiðis hevur eisini verið í
Rás 2.
Konan og tey fimm børn-
ini hava øll havt ein fingur
við í spælinum á Rás 2, og
Petur heldur sjálvur, at tað
er so upplagt at arbeiða
saman við familjuni.
- Arbeiðir tú saman við
Peturi, so arbeiðir tú eisini
saman við tí mesta av fam-
iljuni hjá honum. Hann er
sera familjukærur, og fam-
iljan er altíð uppi í, sigur
Óla
Jákup
Rólantsson,
programleiðari á Rás 2.
- Vit hava havt sovorðin
arbeiði, sum hava gjørt, at
vit hava verið sjónlig. Tí
halda fólk, at vit eru so nógv
saman, men eg trúgvi at so-
leiðis er tað í so nógvum
føroyskum familjum, held-
ur Petur Jacobsen.
Petur er lættur av lindi,
men tey, sum kenna hann,
siga, at hann er treiskur og
avgjørdur.
- Hann er bersøgin,
kontantur, sera avgjørdur og
heilt ófatiliga tvørur, og tað
skulu sera góð argument til
at fáa hann at broyta hugs-
an. Og kanska riggar tað
ikki álíkavæl. Men afturfyri
veitst tú altíð, hvar tú hevur
hann. Hann er sera arbeiðs-
samur, og tað tykist ikki at
nerva hann at arbeiða, tá
onnur fólk hava frí. Tað
mugu øll hini bara laga seg
eftir, sigur Óla Jákup
Rólantsson.
Bersøgni og kontanti stíl-
urin hjá Peturi Jacobsen
hevur eisini við sær, at hann
við hvørt traðkar fólk yvir
tærnar.
- Eg sigi við hvørt ov
nógv við fólk, men tað
kemst helst av tí, at eg havi
ikki agg til nakran, fyri tað
um vit eru ella hava verið
ósamdir. Eg tími ikki at
ganga og hugsa um, hvønn
eg nú eri fornermaður við,
tí tú rennir teg altíð inn í
fólk, sum tú hevur havt
onkran dyst við, og tí dugi
eg onga meining at síggja í
at verða fornermaður, sigur
Petur Jacobsen.
Valmøguleikin
umráðandi
Rás 2 er einki gullnám hjá
Peturi Jacobsen ella Rás 2,
men hann vónar, at tað
verður útvarpsrásin, sum í
framtíðini fer at geva
dagligt breyð.
- Eg verði ikki ríkur av
Rás 2, men eg vóni, at vit
kunnu liva av tí framyvir.
Tað er so nógv, sum eg
kundi hugsa mær at gjørt,
men kroppurin klárar ikki
alt, og í so máta er Rás 2
eitt gott arbeiði hjá mær,
sigur Petur Jacobsen.
- Eg dugi ikki enn at siga,
um Rás 2 fer at bera seg,
men eg trúgvi uppá tað, og
tað er ein spurningur, um
vit duga at gera tað á rættan
hátt.
Og í royndini at fáa Rás
2 at bera til, er alneyðugt
hjá Rás 2 at lokka lurtarar
frá Útvarpi Føroya og at fáa
tey at skrúva fram við Lind-
ini.
- Í grundini kunnu vit ikki
kappast við Útvarp Føroya,
tí tað er eingin rættvís kapp-
ing. ÚF hevur ein umsetn-
ing, sum er meira enn 10
ferðir so stórur sum okkara.
Teir hava eina rúgvu av
fólki í føstum starvi, og teir
hava verið til í nógv ár, men
eg trúgvi framvegis, at vit
kunnu vera eitt alternativ
við síðuna av ÚF, sigur
Petur Jacobsen.
- Eg síggi tað heilt stóra
í, at fólk hava eitt val. At
tey kunnu flyta av ÚF, tá
tey ikki tíma at lurta har, og
at tey kunnu flyta av Rás 2,
tá tey ikki tíma at lurta har.
Valmøguleikin er umráð-
andi.
Meðan Útvarp Føroya er
tann stóra almenna, public-
service støðin, er Rás 2 tann
lítla handilsligt rikna støðin,
og munur er á rásunum,
heldur stjórin á Rás 2.
- Útvarp Føroya hevur
eina langa traditión aftan-
fyri seg, meðan Rás 2 er
nýggj og spontan, og vit
kunnu arbeiða skjótt.
- Men um Rás 2 skal
kunna halda fram, er tað
alneyðugt, at føroyingar eru
góðir við rásina. Uttan væl-
vild frá føroyingum ber tað
ikki til, sigur Petur Jacob-
sen.
Og at ein heilhjartað
roynd verður gjørd at fáa
Rás 2 at bera til, er tann
treiski Petur Jacobsen ein
trygd fyri.
- Um Rás 2 skal kunna halda fram, er tað alneyðugt, at føroyingar eru góðir við rásina. Uttan vælvild frá føroyingum
ber tað ikki til, sigur Petur Jacobsen, stjóri á Rás 2.
Mynd: Eyðun Klakstein
- Fyri Rás 2 er gott útvarp tað, sum nógv fólk tíma at lurta eftir. Vit hava einki lurtaragjalda at dúva upp á, og tí er tað
umráðandi hjá okkum, at nógv fólk lurta eftir okkara rás, sigur Petur Jacobsen
Mynd: Eyðun Klakstein
EYÐUN KLAKSTEIN
Ein stórur svartur Mercedes
stendur í túninum, men
gongdin
upp
gjøgnum
trappurnar í bygninginum
við Hoyvíksvegin boðar
ikki frá marglæti.
Og týska motorundrið
skal heldur ikki takast sum
eitt súmbol upp á støðuna
hjá útvarpsrásini Rás 2.
- Hatta er ein gamal bilur,
sum vit hava fingið okkum,
og hann sigur einki um,
hvussu vit hava tað her á
Rás 2, sigur Petur Jacobsen,
stjóri á alternativu útvarps-
rásini í Føroyum.
102 og 107. Okay.
Frekvensurin hjá Rás 2
verður uttan iva væl vitjaður
av føroyingum, sum hava
hug at flyta av almennu út-
varpsrásini, og á nýggju rás-
ini stórtrívist spontanitetur-
in, prátið og tónleikurin.
Tað er lætt og stílar ímóti
eini breiðari lurtarafjøld,
men soleiðis skal tað eisini
vera.
- Fyri Rás 2 er gott útvarp
tað, sum nógv fólk tíma at
lurta eftir. Vit hava einki
lurtaragjalda at dúva upp á,
og tí er tað umráðandi hjá
okkum, at nógv fólk lurta
eftir okkara rás, sigur Petur
Jacobsen.
Hann hevur sett seg á ein
stól á skrivstovuni, har hann
og Randi - konan og trúgvur
samstarvsfelagi í gerandis-
degnum - halda til.
- Útvarp Føroya hevur
nakrar skyldur, sum vit ikki
hava, og tí nýtist okkum
ikki at senda útvarp til
minnilutar. Vit skulu hugsa
um at røkka so breiðari fjøld
sum gjørligt, tí tað er á tann
hátt, at vit kunnu fáa okkara
lýsingainntøkur, sigur Petur
Jacobsen.
Byrjaði við konsertum
Stutt fyri jól í fjør fór Rás 2
í luftina fyri fyrstu ferð, og
eftir eina eitt sindur trilv-
andi byrjan, hevur Rás 2
ment seg til at verða ein
verulig útvarpsstøð, sum
bjóðar alskyns útvarpstilfar.
Stjórin í felagnum er eis-
ini maðurin, sum stendur
aftanfyri rásina. Gjøgnum
felagið ADJ Sound eigur
hann meirilutan í Rás 2, og
tað er hann, sum saman við
sínum nærmastu hevur av-
gerandi orðið at siga.
47 ára gamli Petur Jacob-
sen er uppvaksin í Havn,
Klaksvík og í Søldafirði.
Pápi hansara var byggi-
meistari, og virksemið hjá
honum hevði við sær, at
familjan flutti eitt sindur í
landinum. Hetta hevði eisini
við sær, at Petur Jacobsen
tíðliga gjørdist virkin í virk-
inum hjá pápa sínum. Hann
koyrdi ella arbeiddi upp á
maskinir, og longu sum 17
ára gamal átti hann sín
fyrsta lastbil.
Petur Jacobsen fór í læru
sum bilmekanikari, tá hann
sum 14 ára gamal flutti úr
Klaksvík til Søldafirðar, og
mesta av tíðini eftir tað hev-
ur hann brúkt til ymiskt
handverk.
Men fyrst í 90‘unum fór
hann at takast meira við at
skipa fyri konsertum, og
serliga vóru tað tær tiltiknu
gospelkonsertirnar,
sum
vóru í ítróttarhøllini í Runa-
vík fimm ár á rað. Tað vóru
risakonsertir, sum eisini
kravdu nógv av Peturi og
familjuni.
- Vit hildu so at siga ikki
jól hesi árini, tí tað fór so
nógv tíð til at leggja kon-
sertirnar til rættis, og vit
gjørdu rættiliga nógv burt-
urúr, minnist Petur Jacob-
sen.
Í 1995 gjørdi Petur og
konan bart, tá tey fóru til
Svøríki fyri at fáa tað kenda
Oslo Gospel Choir til Før-
oya at syngja. Hetta eydn-
aðist teimum, og tá Petur
skuldi leiga eitt ljóðannlegg
til hesar konsertir, helt hann,
at prísurin var órímiliga
høgur. Men ráð vóru fyri tí.
Hann keypti sítt egna ann-
legg.
- Tað kostaði okkum eina
hálva millión at fáa Oslo
Gospel Choir til Føroya,
men tá vit avgjørdu at keypa
okkara egna anlegg til kon-
sertirnar vóru vit alt í einum
farin í holt við eitt projekt,
sum samanlagt kostaði eina
millión krónur, greiðir Petur
frá.
Ætlaði sær ikki so
langt
Hetta var byrjanin til ADJ
Sound, sum síðani hevur
leigað ljóðannlegg út til
størri og smærri konsertir
Treiski stríðsmaðurin
Petur Jacobsen er høvuðsmaðurin aftanfyri Rás 2. Hann er avgjørdur og bersøgin, og hevur hann fingið eitt hugskot, er
hann ómetaliga treiskur í royndini at fáa tað at bera til