leygardagur 2. september 2000síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
15
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 168 - 2. september 2000
Nr. 168 - 2. september 2000
Lesið eisini
ÍtróttaSosialin á
alnetinum:
www.sosialurin.fo
Tað eru ikki stórvegins út-
skiftingar í landsliðshópi-
num. Spælararnir eru so at
siga teir somu hvørja ferð.
Teir hava verið ofta saman,
og teir flestu kenna allar
hinar stak væl.
Tá landsliðið vandi á
Svangaskarði í fyrrakvøld-
ið, var ein nýggjur maður í
hópinum. Hann eitur Johan
Byrial Hansen, og hann
hevur ongantíð spælt í før-
oyskum fótbólti.
At ein spælari kemur í
landsliðshópin, uttan at
hann hevur umboðað eitt
føroyskt felag, er spildur-
nýtt. Ikki færri enn ellivu
av teimum átjan, sum í hes-
um døgum eru á Svanga-
skarði, umboða útlendsk fe-
løg. Men burtursæð frá
nýggja manninum, sum eit-
ur Johan Byrial Hansen,
hava allir hinir, sum hava
verið og eru í landsliðshóp-
inum, spælt í einum av før-
oysku feløgunum, tá teir
fyrstu ferð fingu landsliðs-
boð.
Familjan
Eingin ivi er um, at Johan
Byrial Hansen hevur rætt at
umboða Føroyar í altjóða
fótbólti. Mamman eitur
Árna. Hon er av Toftum –
systir Jógvan Martin Olsen,
hjálparvenjara hjá Allani
Simonsen. Pápin er hálvur
føroyingur og hálvur dani:
– Abbi mín er úr Kollaf-
irði. Hann eitur Johan Han-
sen. Hann hevur verið trú-
boðari, og í síni tíð var hann
fyristøðumaður á sjómans-
heiminum í Havnini. Tað
var tá, at pápi mín, sum eitur
Leivur, og mamma hittust.
Tey hava búð í Horsens, har
eg eri føddur og uppvaksin.
Hvat sigur familjan til, at
tú nú ert úttikin at umboða
Føroyar í fótbólti?
– Mamma heldur tað vera
sera spennandi, og henni
dámar tað væl. Abbi er bein-
leiðis stoltur av, at eg havi
fingið møguleikan at koma
í landsliðshópin í føðiland-
inum hjá honum.
Hvar sigur felagið hjá tær
til landsliðsmøguleikan?
– Teir í OB ynsktu mær
tillukku, og so mintu teir
meg á, at um eg spældi eina
ferð á føroyska landslið-
num, so kundi eg ongantíð
spæla á danska lands-
liðnum.
Og hvat segði tú til tað?
– Tað var eg greiður yvir,
og tað havi eg ongar trupul-
leikar av. Eg fái møguleikan
at spæla á einum landsliði
nú, og eg veit ikki, um eg
nakrantíð fái hann aftur.
Kennir tú teg sum før-
oying?
– Eg eri uppvaksin í Dan-
mark, og danskt er fyrsta
málið hjá mær. Men eg havi
a.ltíð vitað, at eg havi djúpar
familjurøtur í Føroyum, og
um tað ikki gongur alt ov
skjótt, so skilji eg eisini tað,
sum verður sagt.
Er tað langt síðani, at tú
vart í Føroyum síðst?
– Eg var og ferðaðist á
Toftum fyri níggju árum
síðani. Tá vandi eg við B68,
og eg minnist, at eg spældi
venjingardyst við ung-
lingunum ímóti einum av
yngru landsliðunum. So tað
er ikki púra fremmant, at
vera í hóslag við eitt føro-
yskt landslið.
Nær gjørdist tú greiðir yvir,
at møguleikin fyri at spæla
á føroyska landsliðnum ikki
var púra burtur?
– Mikudagin ringdi Allan
Simonsen. Hann boðaði frá,
at eg var úttikin. Tað var
fyrsta ferðin, at eg fekk eina
ítøkiliga fráboðan um, at eg
var inni í myndini. Síðsta
vetur var upp á tal, at eg í
ár skuldi spæla í føroysku
landskappingini. Tá var
møguleikin fyri landslið-
num nevndur. Eg endaði í
OB, og so datt tað tosið
burtur.
Venjarin kendi mannin
Johan Byrial Hansen verður
25 ár 18. september. Inntil í
summar hevur hann bara
búð í Horsens, og tað er har,
at hann hevur spælt fótbólt:
–Tey fyrstu árini í vak-
stramannafótbólti var eg á
seriuliðnum hjá Horsens.
Seinni kom eg á divisións-
liðið, og har havi eg spælt
120 dystir – eitt skifti saman
við Jan Allani Müller, og
Jens Erik Rasmussen var
eisini har nakrar mánaðar.
Horsens er í næstbestu
deildini, men tá sáttmála-
skeiðið við teir var liðugt í
vetur, gjørdi eg av at royna
okkurt nýtt. Tá OB í vár var
áhugað at bjóða mær sát-
tmála, gjørdi eg av at taka
av.
Vart tú fulltíðar yrkisspæl-
ari í Horsens?
–Yvirhøvur ikki. Har fór
bara ein brøkpartur av tíðini
til fótbóltin. Í OB er tað
nógv øðrvísi, har eru vit
umleið 20 fulltíðar yrkis-
spælarar. Hetta er púra nýtt
fyri mær, men eg skal ikki
klaga. Higartil havi eg spælt
partar av seks dystum. Vón-
andi verður tað heilt skjótt,
at eg fái pláss ímillum teir
fyrstu ellivu.
Hvussu ber tað til, at OB
vísti akkurát tær áhugað?
– Tað man hava verið
venjarin, sum hevur havt ein
fingur við í spælinum. Ven-
jarin hjá OB eitur Troels
Bech. Í 1999 var hann ven-
jari hjá okkum í Horsens.
Hann flutti úr Horsens og
til Ikast. Hetta var stutt
frammanundan, at Ikast og
Herning gjørdu av at fara
Abbin er sera stoltur
Johan Byrial Hansen heldur, at møguleikin at spæla á føroyska landsliðnum kann læta dyr upp fyri honum, sum
annars ongantíð høvdu farið úr lási
saman í FC Midtjylland. Tá
varð yvirskot av spælarum
og venjarum í nýggja felag-
num. Troels Bech, ið er gift
við Maluni, sum eisini er úr
Føroyum, flutti til Odense,
og so var tað, at felagið sen-
di boð eftir Johan Byrial
Hansen.
Møguleikarnir
Johan Byrial Hansen letur
væl at móttøkuni, sum hann
fekk hósdagin seinnapart:
·
– Eg havi ikki fingið muss
og klemm, sum man sigur,
men tað hevur næstan verið
tætt við. Vit hava verið lítið
saman enn, men spælararnir
skulu eiga, at teir hava verið
framúr vinarligir.
Johan Byrial Hansen dug-
ir einki at siga um, hvørvítt
hann verður á liðnum í mor-
gin ella ikki:
– Um Allan Simonsen
sigur, at eg skal spæla, so
verði eg sera fegin. Um
hann heldur, at eg skal sita
á beinkinum so skilji eg
hann væl. Tað er sjáldan at
ein nýggjur maður kemur í
hópin og fær pláss á liðnum
upp á standandi fót.
Kanst tú brúka føroyska
landsliðssessin til nakað?
– Eg havi, sum allir aðrir
fótbóltsspælarar hava tað,
nakrar dreymar. Tað at
spæla á einum landsliði er
altíð eitt stórt upplivilsi,
sum vónandi eisini ber
møguleika fyri ferðaminn-
um við sær. Altjóða fót-
bóltsdystir geva royndir,
sum eiga at koma til góða í
felagnum, og møguleikin
fyri at fremmand feløg fáa
áhuga fyri tær økiswt, um
tú ert landsliðsspælari.
Droymir tú um at gerast
yrkisspælari í útlandinum?
– Tað gera allir fótbólts-
spælarar. Men eg veit, at tað
er torført. Fyrsta treytin er
at spæla á felags liðnum
hvørja ferð. Málið hjá mær
er at gerast fastur maður á
liðnum hjá OB. Um tað
eydnast, rokni eg við, at
møguleikin fyri plássi á før-
oyska landsliðnum verður
størri. Men tað skal arbeið-
ast miðvíst fyri at røkka
málinum.
JH
Abbi er beinleiðis stoltur av, at eg havi fingið møguleikan at koma í landsliðshópin í
føðilandinum hjá honum, sigur Johan Byrial Hansen millum annað
Mynd: Jonhard Hammer
Tað at spæla á einum landsliði er altíð eitt stórt upplivilsi, sum vónandi eisini ber
møguleika fyri ferðaminnum við sær
Mynd: Jonhard Hammer
STEFAN Í SKORINI
Eftir at Slovenia sera ó-
væntað megnaði at spæla
seg í EM-endaspælið í
summar, varð liðið heiðrað
við eini virðisløn frá FIFA.
Virðislønin var fyri at
verða tað liðið, sum hevði
tikið seg flest pláss fram á
FIFA styrkilistanum í 1999.
Henda virðisløn verður latin
á hvørjum ári. Hetta var eftir
at Slovenia endaði á øðrum
plássi í sínum bólki. Síðani
vann Slovenia samanlagt 3-
2 á Ukreina í tveimum dyst-
um, sum hevði við sær, at
Slovenia fyri fyrstu ferð var
at síggja í einum endaspæli.
Undankappingin til HM í
Frankaríki í 1998 miseydn-
aðist skammiliga hjá slo-
venum. Liðið megnaði bara
at fáa tað eina stigið til høld-
ar og var vánaligast í sínum
bólki. Føroyska landsliðið
kláraði seg tá betur enn mót-
støðuliðið sunnudagin.
Í undankappingini til EM
í summar var liðið ikki til
at kenna aftur. Nýggjur ven-
jari hevði tikið við, og hann
dugdi at fáa optimalt burt-
urúr spælarunum. Sloven-
ska liðið tók øll á bóli, tá
teir eftir ein 1-1 javnleik í
Kiev móti Ukreina høvdu
spælt seg í endaspælið.
Fyrri dysturin endaði 2-1 til
slovenar.
Í endaspælinum væntaðu
nógv, at liðið fór at vera
kanonføði hjá liðum sum
Jugoslavia, Spania og No-
reg. Aftur hesaferð stóðu
teir fyri tí óvæntaða. Tvey
stig og ein málúrtøka á 4-5
eftir tríggjar dystir var ikki
at skammast yvir, men held-
ur at fegnast um. Tað kundi
tó lættliga verið enn betri,
um Slovenia hevði megnað
at hildið fast um eina 3-0
leiðslu móti Jugoslavia,
sum eisini spældi við tíggju
monnum.
Hetta ber boð um, at liðið
avgjørt hevur sínar veikleik-
ar, og okkara menn tí hava
ein møguleika at fanga teir
á skeiva beininum.
Fyri góðum tveimum vik-
um síðani spældi Slovenia
ein
venjingardyst
móti
Kekkia, sum er á fjórða
plássi á FIFA styrkilista-
num. Dysturin í Prag endaði
við 1-0 sigri til slovenar. Tað
var enntá uttan besta spæl-
aran Zlatko Zahovic. So tað
er líkt til, at liðið er sera væl
fyri í løtuni, og tað verður
tungt hjá føroysku spæla-
runum.
Bara átta ára royndir
Hóast slovenska fótbólts-
sambandið varð sett á stovn
í 1920, so fekk tað ikki full-
an limaskap í UEFA fyrr
enn í 1992 og í FIFA í 1993,
av tí at landið ikki var sjálv-
støðugt fyrr enn um tað
mundið. Fyrsti altjóða skrá-
setti dysturin var í 1992
móti Estlandi, og hann end-
aði við javnleiki 1-1.
Slovenia var fyrstu ferð í
eini undankapping í 1994,
tá dystast skuldi um pláss í
EM-endaspælinum í Ong-
landi í 1996. Fyrsti dysturin
tá var móti HM finalistu-
num Italia og endaði 1-1,
men seinni hevur úrtøka
verið lakari.
Slovensk feløg hava eisini
staðið seg avbera væl í eu-
ropeiskum kappingum. Í
fjør var Maribor Teatanic úr
Slovenia við í fyrsta bólka-
spælinum í Champions
League, og á vegnum sendu
teir franska liðið Lyon úr
kappingini.
Hóast landið er lítið við
bara 2 milliónum íbúgvum,
og best umtóktu ítrótta-
greinarnar eru skí og kurva-
bóltur, so er tað eisini
eydnast teimum at gera vart
við seg á altjóða fótbólts-
pallinum.
Zahovic og Katanec
Teir týdningarmiklastu lim-
irnir á slovenska landslið-
num eru venjarin Srecko K-
atanec og stjørnuspælarin
Zlatko Zahovic.
Eftir at Katanec tók yvir
sum venjari á sumri í 1998,
hevur liðið tikið seg ómet-
aliga nógv fram. Hann hev-
ur givið spælarunum tað
neyðuga sjálvsálitið, sum
skal til fyri at spæla seg í
eitt endaspæl.
Katanec hevur eina fortíð
í Stuttgart og Sampdoria,
har hann vann italska meist-
araheitið, steypakappingina,
Europa Cup fyri steypa-
vinnarar. Eisini spældi hann
í Europa Cup finaluni í
1992.
Hann leggur stóran dent
á tað taktiska, og hvør spæl-
ari hevur eina ávísa upp-
gávu á vøllinum. Undan-
takið er Zahovic, ið fyri tað
mesta ger tað, sum hann
finnur best. Vanliga nýtir
hann 3-5-2 skipanina við
einum aftasta manni, og
verjan plagar at trýsta langt
frammi á vøllinum.
Zlatko Zahovic er einasta
veruliga stjørnan á liðnum,
og hann er eisini langt fram-
manfyri hinar, hvat bóltfør-
leikanum viðvíkur. Hann er
maðurin, sum skal standa
fyri tí óvæntaða í álopsspæl-
inum.
Vanliga liggur hann á off-
ensiva miðvøllinum, beint
aftanfyri áleypararnar. Eis-
ini hevur Katanec onkuntíð
sett Zahovic fram í álopið
móti sterkari tjóðum fyri at
fáa meira arbeiðsmegi á
miðvøllinum. Hetta ger
venjarin neyvan móti Før-
oym, og Zahovic verður
væntandi á miðvøllinum.
Zahovic hevur víst seg at
verða sera vandamikil, ikki
bara sum uppleggjari, men
kanska serliga sum mál-
skjútti. Í níggju dystum í
undankappingini til EM í ár,
skeyt hann níggju av teim-
um fimtan málunum, sum
liðið fekk. Í EM-endaspæl-
Slovenar hava framvegis
nakað at prógva
Eftir 2–0 tapið ímóti Dan-
mark helt Todi Jónsson ikki,
at tað var rætt, at føroyingar
framvegis lata sær lynda at
tapa við einum ella tveim-
um málum ímóti teimum,
sum vitja í Føroyum. Men
hann vísti samstundis á, at
um føroyingar skulu fáa mál
og harvið betri úrslit, so er
neyðugt, at tað viðhvørt
verður lopið meiri sannfør-
andi á. Tað vil við øðrum
orðum siga, at fleiri spæl-
arar flyta seg longri fram á
vøllin.
John Petersen er á mest
framrættaða plássinum á
miðvøllinum, og hann er
ikki ósamdur við Toda:
– Vit megna ikki at leggja
trýst á mótstøðumenninar,
men í onkrum støðum
kunnu vit verða betri til at
leypa á. Eg hugsi um støð-
ua, tá vit vinna bóltin av
teimum frammarlaga á vøll-
inum. Tá kemur tað við-
hvørt fyri, at vit ikki skunda
okkum nóg nógv, og so fáa
mótstøðumenninir tíð til at
fáa javnvág í verjupartin.
Viðhvørt skulu vit brúka fá-
ar millumstøðir, tá vit flyta
okkum fram á vøllin.
Eingin kapprenning
Jens Kristian Hansen er ein
av royndastu spælarunum á
føroyska liðnum. Liðfor-
maðurin hevur spælt 35
landsdystir, og hann ávarar
ímóti, at føroyingar fara ov
langt fram á vøllin:
– Sterkasta síðan hjá okk-
um er, at vit eru væl skipaðir
í verjupartinum. Fyrsta mál-
ið er at halda teimum burtur
frá okkara máli. Um vit
megna tað nóg leingi, so
fara teir at leypa framav. Tað
ræður um at hava tol, heldur
Jens Kristian Hansen.
Tað verður ofta tikið til,
Millumstøðirnar skulu vera færri
Framrættaðu menninir vilja, at tað viðhvørt skal gerast
skjótt av, og liðformaðurin ávarar ímóti, at tað verður
kapprunnið ov nógv við mótstøðumenninar
at føroysku spælararnir tyk-
jast vera í betri venjing nú,
enn teir hava verið áður.
Jens Kristian er ikki ósamd-
ur í hesum, men hann held-
ur, at tað framvegis er mun-
ur á:
– Tað sæst væl í 2. hálv-
leiki. Tá eru vit altíð móðari
enn hinir, og so er vandin
fyri mistøkum størri. Um vit
fara at kapprenna við mót-
støðumenninar, so minkar
møguleikin hjá okkum, tí so
møðast vit skjótari. Men eg
skilji væl sjónarmiði og taki
undir við, at vit gera skjótari
av, tá vit vinna bóltin fram-
marlaga.
JH
Hóast nøkur framúr úrslit seinastu tvey árini, so skulu slovensku spælararnir í hesum endaspælinum prógva, at teirra
góðu avrik ikki bara eru eitt upplop, men at teir veruliga hoyra heima millum tungu dreingirnar
inum var hann eisini ein
vandamikil harri við trim-
um málum.
Hagtølini tala fyri seg. Í
49 landsdystum hevur 29
ára gamli Zahovic skotið 25
mál, so sjálvt um hann er
miðvallari skýtur hann eis-
ini málini á landsliðnum.
Zahovic hevur eisini vakt
undran við sínum avrikum,
og hann hevur í summar
gjørt sáttmála við Europa
Cup finalistarnar Valencia í
Spania. Áður hevur hann
spælt fyri Porto í Portugal
og Olympiakos í Grikka-
landi.
Ofta standast trupulleikar,
har Zahovic er í nánd, og
hann er ein sera umstríddur
spælari. Hann var ikki við í
dystinum móti Kekkia, tí
hann og venjarin høvdu ver-
ið ósamdir. Í Olympiakos
fór hann í verkfall fyri at
sleppa til annað felag.
Flestu spælararnir koma
úr miðalfeløgum í Eystur-
ríki, Sveis, Belgia, meðan
nakrir eisini spæla í Jugo-
slavia og Kroatia.
Av øðrum vandamiklum
spælarum kann nevnast
Miran Pavlin. Hann stóð seg
so væl í EM, at Porto hevur
gjørt sáttmála við hann.
Undirmeta ikki
føroyingar
Katanec leggur doyðin á, at
hansara spælarar ikki skulu
undirmeta føroyska liðið.
Nú hava teir sjálvir verið
undirmettir av øðrum størri
tjóðum og hava eisini tikið
fleiri teirra á bóli. Teir hava
ongar ætlanir um at fella í
somu grøv, men taka upp-
gávuna í størsta álvara.
Ein skal ansa sær ikki at
leggja ov nógv í tað, sum
venjarar og spælarar siga
undan einum dysti, tí tað eru
altíð væl tugdar orðingar,
sum verða nýttar aftur og
aftur.
Tó skal havast í huga, at
slovenar hava verið undir-
mettir líka síðan teir komu
við í altjóða fótbólt. Teir
kenna tí alt til vandarnar við
ikki at taka allar dystir í
álvara.
Hetta endaspælið fer at
avgera, um slovenska liðið
veruliga er ment at klára seg
millum fremstu fótbólts-
tjóðir í heiminum. Fleiri eru
framvegis ivasom um dygd-
irnar á liðnum og vænta
ikki, at tað fer at eydnast
teimum at vera í pottinum,
tá lutakastið til HM-enda-
spælið verður. Luttøkan í
EM-endaspælinum var tí
bara eitt upplop, sum kemur
fyri av og á innan fótbólt.
Hesar ákærur skulu slo-
venar nú rista av sær, og
fyrsta stigið á leiðini verður
tikið inni á Svangaskarði
sunnudagin, har 11 svangir
føroyingar eru klárir at taka
dystin upp.
Todi Jónsson heldur, at
føroyingar eiga at leypa
meira sannførandi á,
soleiðis at sannlíkið fyri
málum verður størri