Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-09-02, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. september 2000síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Seinnapartin í morgin verð- ur farið undir eina nýggja HM undankapping. Allan Simonsen heldur, at tað hevur stóran týdning fyri allar partar, at tað gonst væl fyrstu ferðirnar: – Fyri spælararnar ber ein góð byrjan styrkt sjálvsálit við sær, og sjálvandi verður tað hugaligari hjá áskoða- runum at fylgja við, um úr- slitið verður á einari góðari leið. Hvat er tað? – Slovenia hevur eitt fínt fótbóltslið. Tað varð aftur undirstrikað 16. august, tá teir vunnu 1–0 í Prag. Vit eru framvegis smáir, men avrikini tey seinnu árini hava verið so mikið góð, at vit altíð eiga at fara á vøllin við vónini og ætlanini um at vinna í hvussu so er eitt stig. Framrættaðir Undir EM endaspælinum í summar var Allan Simon- sen í Hollandi og Belgia: – Eg fylgdi serliga væl við dystunum hjá Slovenia. Spælið hjá teimum var framúr undirhaldandi, og tað kom ikki óvart á meg, at teir stóðu seg so væl. Veikleikin hjá teimum var, at teir allir vóru so ógvuliga fegnir fyri at spæla fram- rættað. Ímóti Jugoslavia vóru teir frammanfyri 3–0. Jugoslavar vóru undir- mannaðir, men teir megn- aðu alíkavæl at javna. Slo- venararnir høvdu ikki tol og spælarar at leggja seg aftur á vøllin og at taka ferðina úr dystinum. Tí mistu teir sigurin í síðstu løtu. Allan Simonsen sigur seg vita, at veikleikin hjá slo- venunum er í verjuparti- num, har tað meiri enn so kemur fyri, at teir gera stór- ar brølarar, men venjarin heldur møguleikan vera lít- lan fyri, at føroyska liðið skal kroysta teir at gera mis- tøk: – Vit skulu vera opnir fyri møguleikanum, men spæl- býtið fer at koma av sær sjálvum. Teir fara at trýsta okkara spælarar langt aftur á vøllin. Teir hava síðuspæl- Slovenarnir eru stórund- irhaldarar Veikleikin hjá teimum er í verjupart- inum, men Allan Simonsen roknar við, at tað verður torført hjá hansara monnum at leggja trýst á arar á sera høgum støði, og teir hava miðvallarar og á- lopsspælarar á hægsta støði í Europa. Tí verður okkara lutur fyri tað mesta at vera væl skipaðir og at verja. Men vit fáa í hvørjum dysti málmøguleikar, og tað fara vit eisini at fáa hesa ferð. So er spurningurin, hvussu stór úrtøkan verður. Hvussu metir tú mótstøðu- liðið í morgin í mun til dan- ska liðið, sum var her fyri tveimum vikum síðani? – Slovenararnir spæla meiri undirhaldandi, men teir taka meiri lætt upp á verjupartin. Bara smávegis broytingar Allan Simonsen vil einki siga um, hvussu føroyska liðið fer at síggja út, men hann ætlar sær ikki at gera stórvegis broytingar. Tí er tað rættuliga sannlíkt, at lið- ið fer at síggja soleiðis út: Jákup Mikkelsen – Hans Fróði Hansen, Óli Johann- esen, Jens Kristian Hansen – Allan Mørkøre, Julian Johnsson, John Petersen, Sámal Joensen, Øssur Han- sen – Uni Arge, Todi Jóns- son. Sammett við dystum í- móti dønum, so kann tað væl hugsast, at venjarin fer at skifta um, soleiðis at Sámal Joensen verður meiri í vinstra borði, og at Julian Johnsson verður í høgru síð- u. Julian var framúr væl fyri ímóti Danmark. Hann breyt ígjøgnum við stórari megi og sannføring, men nyttan burturúr skjótleikanum var ikki optimal, tí hann fleiri ferðir kendi seg noyddan at venda út frá aftur og so leggja innfyri við vinstra beini. Í Sogndal er Julian alla tíðina í høgru síðu, og fyri leiklutin hjá Sámali Jo- ensen – at bakka upp og fylgja bóltføraranum hjá mótstøðumonnunum – hev- ur tað minni týdning, um útgangsstøðan verður í høg- ru ella í vinstru síðu. JH Besti møguleikin hjá føroyska landsliðnum er, um teir gloyma at leggja nóg stóran dent á verjupartin, heldur Allan Simsonsen Mynd: Jonhard Hammer 16 17 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 168 - 2. september 2000 Nr. 168 - 2. september 2000 gult cyan magenta svart Football is coming home, sungu tey, tá EM endaspæl- ið var í Onglandi fyri fýra árum síðani. Ivaleyst hava tey somu kensluna á Svangaskarði, sum eing- ilsktmenn høvdu í 1996. 9. juni í fjør – tá Føroyar megnaðu 2–2 ímóti Bosnia – var 20. landsdysturin á Svangaskarði. Síðani hevur landsliðið spælt fýra ferðir á Tórsvølli. At tað aftur ber til at spæl- a landsdystir á Toftum kem- st av, at stadion nú lýkur FIFA krøvini um, at áskoð- ararnir skulu hava hvør sítt setur. Tær seinastu vikurnar hevur verið nógv virksemi á Svangaskarði. Kvinnur og menn hava sett setur saman og skrúvað, og mitt í vikuni vóur øll 4000 setrini tøk. Tofta Ítróttarfelag hevur keypt setrini, sum eru blá, úr Danmark. Tey hava áður verið á Gladsaxe stadion, har AB hevur heimavøll. AB hevur altíð havt grønar Tey bíða á Svangaskarði Hesar síðstu vikurnar eru 4000 setur sett upp á Svangaskarði, har tað í morgin verður landsdystur fyri 21. ferð Tann tíðin er farin, tá føroyska landsliðið var mannað við óroyndum monnum, sum stríddust ímóti mótstøðumonnum, ið høvdu nógv fleiri landsdystir á baki. Teir átjan spælararnir, sum eru í føroyska hópinum, hava tilsaman spælt 474 landsdystir. Slovenararnir hava tilsaman umboðað sítt føðiland 468 ferðir. Samlaða føroyska talið var upprunaliga 513. Men Jan C. Dam, sum síðani 1989 hevur spælt 39 landsdystir, noyddist at geva avboð. Nýggi maðurin, Johan Byrial Hanssen, hevur ongantíð spælt á landsliðnum. Orsøkin til at Jan C. Dam týsdagin kendi seg noyddan at geva avboð er Føroyingarnir hava fleiri royndir Samlaða talið av landsdystum hjá føroysku spælarunum er hægri, enn talið hjá slovenunum er troyggjur, og í summar skiftu teir lit á stadion. Nú eru stólarnir har grønir. Niclas Davidsen, formað- ur í Tofta Ítróttarfelag legg- ur ikki í at upplýsa, hvussu nógv teir hava keypt setrini fyri. Felagið hevur sjálvt fíggjað ein part, ein partur er fíggjaður við stuðulsinn- tøkum frá virkjum, skipum og fyritøkum, og so hevur landið stuðla sambært lóg- arsettu ásetingunum. Málini Føroyska liðið skoraar ikki mál í hvørjum dysti. Í teim- um 67 altjóða skrásettu landsdystunum, sum higar- til eru spældir, hava før- oyingar skorað 40 mál. Tað seinasta varð skorað í Lik- tinstein 26. apríl, tá Føroyar vunnu 1–0. Tað seinasta á heimavølli varð skorað ímóti Bosnia 9. juni í fjør. Síðani tá hevur landsliðið spælt fýra ferðir 90 minuttir uttan at fáa mál. Tapini hava verið 0–1 ímóti Íslandi, 0–2 ímóti Estlandi, 0–1 ímóti Litava og 0–2 í- móti Danmark. Hagtølini siga altso, at í morgin fer Slovenia at vinna 1–0! Í teimum 20 landsdyst- unum, sum eru spældir á Svangaskarði, hevur lands- liðið skorað sekstan mál. Í níggju av teimum 20 dyst- unum hevur tað ikki eydnast at skora. JH Seinast Føroyar skoraðu í altjóða dysti, var tá Uni Arge legði Føroyar framum í dystinum móti Bosnia trupulleikar við knænum. Tað var um reppið, at Jan Dam ikki var førur fyri at spæla við B68 ímóti gomlu liðfeløgunum í KÍ. Knæið var bundið væl og virðiliga inn, og tá stórsigurin var komin til høldar, tók Jan seg av vøllinum. Hann hevur ikki vant við B68 í vikuni, og stóri spurningurin hjá toftamonnum er, um verjumaðurin verður tøkur, tá teir um eina viku skulu til Runavíkar. Stór tøl Jens Martin Knudsen hevur spælt 51 altjóða skrásettar landsdystir. Hann hevur alla tíðina meðan Allan Simonsen hevur verið venjari átt metið, men tað kann hugsast, at Allan Mørkøre kemur undir liðina á honum í morgin. Tað ger Mørkøre maðurin, um hann er á liðnum, og um Jens Martin Knudsen verður á beinkinum. Um tað gongst, sum tað sær út til, so verður Óli Johannesen næsti maður í lítla 50 dysta liðnum. Í morgin verður superligu maðurin hjá AGF á landsliðnum fyri 46. ferð. Nógvir aðrir hava ofta verið á landsliðnum: Todi Jónsson hevur spælt 40 landsdystir, Øssur Hansen verður í morgin á liðnum fyri 40. ferð, Jens Kristian Hansen og Henning Jarnskor hava síðani í 1994 umboðað Føroyar 35 ferðir, og landsdysturin í morgin verður tann 35. hjá Juliani Johnsson. JH Óli Johannesen er væl ávegis teimum 50 landsdystunum