leygardagur 2. september 2000síða 10
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
19
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 168 - 2. september 2000
Nr. 168 - 2. september 2000
JÁKUP MØRK/
RÚNI HØGFELDT
Átta mans fara aftur í ár at
kappast um at gerast Atlant-
ic Giant, og tað er neyvan
at taka munnin ov fullan, tá
sagt verður, at feltið ong-
antíð hevur veirð so sterkt
áður.
Allir átta luttakararnir
hava verið finalistar í kapp-
ingini um at gerast heimsins
sterkasti, so lætt verður tað
ongan hátt hjá einum kom-
andi vinnara.
Niðanfyri hava vit, við
hjálp frá Regini Vágadal,
gjørt eina lítla lýsing av ein-
støku luttakarunum.
Tórfi Ólafson, Ísland
35 ára gamli íslendingurin,
sum dagliga arbeiðir við
menningartarnaðum børn-
um, er giftur og hevur fýra
børn.
Seinastu árini hevur hann
javnan luttikið í kappingum
fyri sterkar menn, og tvær
ferðir er hann komin í fin-
aluna í kappingini um at
gerast heimsins sterkasti.
Sum áskoðararnir helst
minnast frá kappingini í
fjør, so er Torfí ein sannur
meistari í at fáa áskoðara-
fjøldina við sær, tá kappast
verður. Hann ger snøgt sagt
kappingina til eitt show.
Kappingargreinin, sum
hann avgjørt stendur seg
best í, er tá barst verður við
viðarbulum, men hendan
kappingin er ikki við í At-
lantic Giant í ár.
Rene Minkwitz,
Danmark
Eftir at Flemming Rasmus-
sen nú roynir seg hjá øðrum
sambandi í kappingum fyri
sterkar menn, er tað nú ser-
liga Rene Minkwitz, sum
umboðar Danmark í hesum
sambandi.
31 ára gamli danin telist
við sínum 190 sentimetrum
og 150 kiloum millum teir
stóru menninar í kappingini.
Stødd hansara ger eisini, at
hann ikki er millum fimastu
luttakararnar, men haraftur-
ímóti er hann ógvuliga
drúgvur til aðrar lutir.
Sambært Regini er tað
serliga tá lyftast skal upp
um høvd, og tá ting skulu
togast, at Rene stendur seg
væl.
Umframt at hann í fjør
vann kappingina um at ger-
ast heimsins sterkasti, tal-
dist Rene millum finalist-
arnar, tá kappingin um at
gerast heimsins sterkasta
varð hildin fyri knøppum
mánaði síðani.
Hubert Dorer,
Eysturríki
Við sínum 34 árum telist
Hubert Dorer ikki millum
teir mest royndu luttakarar-
nar í kappingini. Einki er tó
at taka seg aftur í, at talan
her um ein mann, sum fer
at gera rættuliga nógv um
seg í styrkiskappingum
komandi árini.
Áðrenn hann fór upp í
kappingar av hesum slag,
varð hann heimsmeistari í
styrkislyfting, og eitt nú
megnaði hann í fjør at vinna
seg fram til finaulumfarið í
kappingini um at gerast
heimsins sterakasti.
Við fortíð sínari úr styrk-
islyfting undrar tað ikki, at
sterkasta síða hansara er. tá
lutir skulu lyftast og haldast,
so sum í eitt nú deadlift, har
roknast kann við, at hann
fer at teljast millum fremstu
íðkararnar.
Janne Virtanen,
Finnland
Skal nakar favorittur takast
fram um, tá mett verður um
ymsu luttakararnar, er einki
at ivast í, at hesin verður
Janne Virtanen. Eftir at
hann í fjør gjørdist nummar
tvey í kappingini um at ger-
ast heimsins sterkasti, eyd-
naðist tað honum í Suðura-
frika at vinna heitið, og
sjálvsagt fer hann eisini eftir
sigrinum í hesi kapping.
Finnar hava eina stolta
siðvenju í hesum kapping-
um, og millum annað var
vinnarin í fjør eisini finni.
Sterku síðurnar hjá heim-
sins sterkasta manni eru
sjálvsagt fleiri, men serliga
eru tað kappingargreinarnar,
sum snúgva seg um út-
haldni, sum Janne er drúgv-
ur í. Nakað sum ivaleyst
kemur honum til góðar, tá
seinna kappingin í dead-lift
verður.
Harumframt hevur hann
so at siga ongar veikar síður,
og megnar tí nærum altíð at
halda sær í ovara enda av
stigatalvuni.
Bob Dickson, Ongland
Hóast hann ikki er nakar
lítil maður, so er bretin
minstur av risunum, sum
fara at kappast í morgin.
Bob taldist millum teirra,
sum vann sær veg fram til
finaluumfarið í Suðurafrika,
men orsakað av skaða, fekk
hann
ikki
gjøgnumført
kappingina. Regin veit tí
ikki so nógv at siga um
hendan luttakaran, og hvør-
jar hansara sterku og veiku
síður eru.
Hann er ikki so kendur á
heimspallinum, men hevur
í fleiri ár luttikið í kapp-
ingum í Onglandi, og ber
hann eisini heitið, sum
sterkasti maðurin har.
Lasló Fekete, Ungarn
42 ára gamli ungarin er stóri
veteranurin í kappingini, og
hóast úrslit hansara hava
verið misjøvn gjøgnum ár-
ini, sohevur hann altíð havt
fjøldina aftan fyri seg. Lasló
er nevnliga kendur fyri at
flenna hart, meðan hann
kappast við hinar luttaka-
rarnar.
Hóast hann seinnu árini
er líkasum yvirhálaður av
yngru kappingarneytum, so
er hann framvegis sera virk-
in innan ítrótt sína, og hann
kann eisini líta aftur á tríggj-
ar finalusessir í kappingini
um at gerast heimsins sterk-
asti.
Áðrenn hann fór at kapp-
ast í styrki, var Lasló ein
kendur hondbóltsleikari í
heimlandi sínum, og helst
er tað frá hesum, at hann
eisini er sera sterkur, tá lutir
skulu tveitast.
Magnus Samuelson,
Svøríki
30 ára gamli sviin varð fyr-
sti maðurin, sum slapp at
rópa seg Atlantic Giant.
Hetta var í 1998, tá hann
gjørdist ein sannførandi
vinnari av fyrstu kapp-
ingini.
Sama ár vann hann, sum
fyrsti sviin nakrantíð, kapp-
ingina um at gerast heim-
sins sterkasti, og umframt
hetta hevur hann eisini
vunnið fleiri aðrar kapping-
ar, og hevur millum annað
verið sterkasti maður í
Svøríki fleiri ár á rað.
Dagliga starvast Magnus
sum bóndi á egna garði sín-
um í svøríki, so nakað av
venjing fær hann eisini í
gerandisdegi sínum.
Hann er sera góður í
kappingargreinum,
sum
krevja ferð, fimi og teknik,
og Umframt at hava verið
heimsins sterkasti maður,
hevur Magnus eisini verið
europameistari í sjómans-
taki.
Regin Vágadal,
Føroyar
6,1/287
Tann luttakarin, sum stend-
ur ovast á plakatini, men
sum vit her hava sett seinast,
er føroyski risin, Regin
Vágadal. At vit hava sett
hann niðast í hesum yvir-
litinum merkir tó ikki, at vit
á nakran hátt rokna við, at
hann fer at enda aftastur av
luttakarunum. Tvørturímóti
er vónin sjálvsagt, at Regin
fer at standa seg eins væl,
ella kanska betri, enn hann
gjørdi í fjør, tá talan varð
um silvurpláss.
Tá kappast varð á fyrsta
sinni um at gerast Føroya
sterkasti maður, í 1995, eyd-
naðist tað Regini at vinna
kappingina. Ein partur av
vinninginum var luttøka í
líknandi kapping uttan-
lands, og hóast mong høvdu
hug at smílast til hetta, so
tók Regin øll á bóli, tá hann
gjørdist nr. 2 í eini kapping
í Skotlandi.
Ikki bara her heima varð
lagt til merkis, hvussu væl
Regin stóð seg, og hann
varð eisini boðin við til at
kappast um at gerast heim-
sins sterkasti. Aftur her
gekk alt upp á stás, og í
fyrstu roynd sínari eydnað-
ist føroyska risanum at
vinna seg fram til finalu-
Teir átta risarnir
Neyvan hevur kappingin, Atlantic Gian, nakrantíð verið so hørð, sum hon er í ár. Allir átta luttkararnir hava verið
finalistar í kappingini um at gerast heimsins sterkasti, og millum luttakararnar eru tveir av vinnarunum seinastu trý
árini
umfarið.
Umframt at hann síðani
hetta hevur luttikið í fleiri
altjóða kappingum, hevur
Regin aftur í ár megnað at
vunnið seg fram til finalu-
umfarið, men eins og 1996
mátti hann hálvskaddur taka
til takkar við einum plássi
aftarliga í røðini.
Treiskni hansara hevur tó
altíð verið stórt, og báðu
ferðirnar hevur hann tó
megnað at fullført kapping-
ina, hóast skaðin av røttum
átti at viðført, at hann gavst
í kappingini.
Regin er vanliga sera
sterkur í teimum styrkis-
royndum, sum krevja skjót-
leika, og í so máta hóskar
kappingin um at gerast At-
lantsrisin rættuliga væl til
Regin. Um hetta er nóg
mikið til at tryggja honum
fremsta plássið fæst so at
vita leygardagin, men einki
er at ivast í, at stuðulin frá
áskoðarunum verður sera
dyggur.
Er væl fyri
Sjálvur sigur Regin undan
kappingini, at hann er sera
væl fyri í løtuni. Einki er at
siga til, at tað er við stórum
spenningi, at hann riggar
seg til kappingina í heim-
landinum, og hann hevur so
ongar ætlanir um at svíkja
vónríku áskoðarafjøldina,
sum vil hava hann upp á
ovastu rók.
Um skaðan, sum hann
fekk í økslina í kappingini í
Suðurafrika, sigur Regin, at
hann framvegis er har, men
at hetta tó ikki sær út til at
bila:
- Eg vandi nakað í gjár
(fyrradagin blðm.), og tá sá
tað út til, at skaðin ikki fór
at gera um seg, so eg rokni
við, at tað fer at ganga.
Annars heldur hann um
sjálva kappingina, at hon
hóskar sera væl til sín:
Standi eg meg væl áðrenn
vit fara út á Skansan til sein-
astu kappingarnar, rokni eg
við, at eg havi ein sera góð-
an møguleika at gera meg
galdandi. Allar fýra kapp-
ingargreinarnar á Skansa-
num eru greinar, sum eg
vanliga standi meg væl í, og
millum annað havi eg vant
sera nógv Wheel-Flip, sum
eg annars ikki havi verið so
góður til.
- Fyrsta árið varð eg
nummar 6, í fjør nummar
2, so í ár skal tað verða eitt
fyrsta pláss, sigur ein spent-
ur Regin Vágadal at enda.
So er bara hjá áskoðaru-
num at gera sítt til, at Regin
kann røkka ovastu tindu-
num leygardagin. Fyrimun-
urin av heimavølli eigur at
koma til sjóndar, og tað hev-
ur áður verið sjónligt, at
hetta kann hjálpa til, so før-
oyski risin fær givið seg tað
allarseinasta pettið, tá kapp-
ast verður.
Tveir av risunum, íslendski Tórfi Ólafson og føroyski Regin Vágadal, eru her avmyndaðir úti á Skansanum, har sein-
astu fýra kappingarnar verða avgreiddar
Mynd: Jonhard Hammer
JÁKUP MØRK
Leygardagin fara átta sterkir
menn at kappast um at ger-
ast sonevndi atlantsrisin.
Fríggjamorgunin
vóru
hesir savnaðir uppi á Hotel
Føroyum, har høvuðsdóm-
arin greiddi frá, hvussu
kappingin var fyriskipað.
Høvuðsdómari er annars
Jamie Reeves, sum í nógv
ár taldist millum sterkastu
menn í heiminum, og hóast
hann nú er givin við ítróttini
sum íðkari, so er hann fram-
vegis aktivur sum dómari
og hjálparmaður.
Eitt, sum Jamie legði sera
stóran dent á, var hvussu
væl kappingarnar hjá Reg-
ini hava verið fyriskipaðar.
Harumframt legði hann eis-
ini dent á føroyskan matin,
og kallaði hann millum ann-
að fyri »second to none«,
altso einki er betri.
Niðanfyri verður annars
greitt eitt sindur frá, hvussu
ymsu kappingarnar fara
fram, umframt at lutakastið
av nummarrøðini hjá lut-
takarunum eisini er prentað.
Regin er nýskapandi
Byrjað verður leygarmorg-
unin uppi á Hotel Føroyum,
har ein kappingargrein
stendur á skránni. Um
10’tíðina ella so verður farið
oman í Miðbýin, har triíggj-
ar tær næstu kappingarnar
skulu avgreiðast, og end-
iliga verður farið út á Skan-
san, har seinastu fýra kapp-
ingarnar eru.
Tað er ikki heilt ókent, at
tey tiltøk, sum Regin Vága-
dal er partur av, hava okkurt
óvanligt á skránni. fyri fáum
árum síðani hevði hann Ste-
vie Starr, ein einari á sínum
øki, við undir eini kapping,
og fyri teir áskoðarar, sum
sóu hetta, var talan um eitt
minni fyri lívið. Slík fram-
førsla hevði ongantíð áður
verið sædd í Føroyum, og
verður tað neyvan aftur í
bræði.
Hesu ferð fáa føroyingar
fyri fyrstu ferð høvi at upp-
livað fallskýggjaútlop, og
verður hetta gjørt úti á
Skansanum, meðan finalan
fer fram.
Atgongumerki til avger-
andi kappingarnar úti á
Skansanum kostar 150 kr.
fyri vaksin, meðan børn
rinda 50 kr. Kappingarnar
við Hotel Føroyar og í Mið-
býnum eru ókeypis.
Niðanfyri verður stutt
greitt frá ymsu kappingu-
num, sum altso allar verða
leygardagin.
Trucktowing
9.00 við Hotel Føroyar
Eins og navnið sigur, er her
talan um at togað ein lastbil.
Sterku menninir halda øð-
rum endanum, meðan hin er
festur í lastbilin, og so ræð-
ur um at nýta so stutta tíð
sum gjørligt, um at flyta
lastbilin ein ávísan tein.
Luttakararnir fáa 60 sek-
undir hvør, og er lastbilurin
ikki togaður allan teinin
innan hetta, verður mált,
hvussu nógvar metrar talan
er um.
Húsafell-stone
10.00 við býráðshúsið
Fyrstu ferð kappast varð í
hesum var í fjør, tá Regin
var næstbestur av teimum
átta luttakarunum. Húsafell-
ssteinurin, sum vigar á leið
190 kg., skal lyftast, og síð-
ani berast eftir vøllinum
eystan fyri býráðshúsið.
Vinnarin er sjálvsagt tann,
sum nýtir minst tíð um teir
30 metrarnar. Í ørðum lagið
verður eftir, hvussu langt
teir megna at bera steinin.
Deadlift
Í deadlift ræður um at lyfta
so tunga byrðu sum gjørligt.
Eftir fyrsta lyftið, hevur
hvør luttakari fýra royndir,
og so at siga avgera teir
sjálvir, nær teir nýta hesar
royndir. Treytin er tó, at
byrðan ongantíð gerst lætt-
ari at lyfta, og tí hevur tak-
tiski parturin ein ógvuliga
stóran leiklut í hesi kapping.
Millwalk
í Klingruni
Nýggja Klingran er sum
skapt til at kappast í Mill-
walk. Her verður ein vekt
upp á 400 kg fest í eina
stong, sum melur runt um
ein aksil at kalla. Síðani
ræður um at lyfta stongina
upp í føvningin, og síðani
bera hana so oftani runt sum
yvirhøvur gjørligt. Vinnarin
er so tann, sum megnar at
ganga longsta teinin sam-
anlagt.
Vanliga stendur Regin seg
væl í hesi kapping, og í fjør
gjørdist hann nr. 2 í hesum.
Loading event, stones
16.00 úti á Skansanum
Hetta er vælkenda styrkis-
royndin, har 5 steinar, hvør
tyngri enn annar, skulu lyft-
ast upp á sín sess. Í fyrstu
atløgu ræður um at lyfta all-
ar steinarnar upp á pláss, og
Alt er klárt hjá Regini
Triðja árið á rað fáa føroyingar høvi at síggja nakrar av heimsins sterkastu
monnum dystast, og líkt er til, at menninir í ár eru sterkari enn teir nakrantíð
hava verið
í aðru atløgu skal hetta ger-
ast so skjótt sum yvirhøvur
gjørligt.
Í kappingini um at gerast
heimsins sterkasti forðaði
skaðin Regini í at gera seg
galdandi í hesi kapping,
men vónandi fer hetta ikki
at henda úti á Skansanum.
Hetta er nevnliga ein av
sterkastu síðunum hjá Reg-
ini, og vann hann eisini hesa
kappingargreinina í fjør.
Wheel Flip
Úti á Skansanum
Fyri áskoðararnar er hetta
ein av teimum heilt stuttligu
kappingargreinunum, tí ser-
liga er tað ferðin, sum her
er avgerandi. Tveir og tveir
kappast luttakararnir um,
hvussu skjott teir megna at
flyta eitt stórt dekk yvir eitt
ávíst strekki. Hetta verður
gjørt við at bólta dekkið
frameftir.
Tá hann ikki er av størstu
monnum (í hesum sam-
bandi) hevur hetta ikki verið
millum sterkastu síðurnar
hjá Regini. Hann hevur tó
vant hetta sera nógv í sein-
astuni, og sjálvur sigur hann
seg vera nógv betri í hesum
nú, enn hann áður hevur
verið.
Deadlift, hold
Úti á Skansanum
Eins og í deadlift, er her
talan um at lyfta tungar
vektir upp frá. Tá talan er
um »hold« er tað tó í nógv
størri mun úthaldni, sum ger
seg galdandi. Talan er nevn-
liga um at lyfta 500 kg upp
frá, og síðani skulu hesi
haldast uppi longst gjørligt.
Vanliga stendur Regin seg
væl í hesum, men eisini
fleiri av hinum luttakaru-
num eru sera sterkir í hes-
um. Skaðin hjá Regini kom
í eini líknandi kapping í
Suðurafrika, so fyri føroy-
sku vónirnar er avgerandi,
er Regin kemur heilskapað-
ur burtur úr hesum.
Loading event, kegs
Úti á Skansanum
Aftur er her talan um eina
væl kenda kapping, sum
samstundis eisini er sera
undirhaldandi fyri fjøldina.
Eitt ávíst tal av kaggum
skal flytast úr einum staðið
til annað, og hetta skal
sjálvsagt gerast so skjótt
sum yvirhøvur gjørligt.
Vónandi hevur Regin
staðið seg væl, tá komið er
til hesa kappingargrein, tí
fáur, um nakar, megnar
hetta eins væl og Regin. Eitt
nú verður á heimasíðuni hjá
sterku monnunum tikið til,
at eingin í heiminum tekur
Regin á hesum øki.
Hetta kom eisini til sjón-
dar í fjør, tí hóast bæði
Jouko Ahola og Magnus
Samuelson vóru nær við, so
megnaði hvørgin teirra at
skumpað Regin av fremsta
plássinum í hesum.
Raðfylgjan
Á tíðindafundi uppi á Hotel
Føroyum í gjár, greiddi hø-
vuðsdómarin, Jamie Ree-
ves, frá, hvussu ymsu kapp-
ingarnar eru fyriskipaðar.
Hóast allir hava roynt seg
í hópin av líknandi kapp-
ingum, eru altíð spurningar
um onkrar smálutir, og tí er
týdningarmikið, at eingi
ivamál eru, tá kappast verð-
ur.
Eftir at kappingargreinar-
nar sostatt vóru gjøgnum-
gingnar hvør sær, varð at
enda boðað frá, í hvørjari
raðfylgju kappast verður.
Tað er nevnliga soleiðis,
at í hvørjari grein, er tað
aftasti maðurin í samlaðu
støðuni, sum roynir seg
fyrst, soleiðis at spenning-
urin verður varveittur sum
longst.
Til fyrstu kappingina er
tó neyðugt við lutakasti, og
her kann ikki sigast, at Reg-
in varð serliga heppin.
Hann verður nevnliga
fyrsti maðurin, sum skal í
eldin, tá lastbilatoganin
stendur á skránni. Vónandi
er hetta einasta ferð, at Reg-
in verður fyrsti maður at
royna seg, tí vit vilja heldur
hava hann í hinum enda-
num.
Raðfylgjan gjørdist ann-
ars hendan:
1 Regin Vágadal
2 Tórfi Ólafson
3 Magnus Samuelson
4 Hubert Dorer
5 Janne Virtanen
6 Lasló Fekete
7 Rene Minkwitz
8 Bob Dickson
Fríggjamorgunin fingu luttakararnir nágreinuiga at vita, hvussu farið verður fram í ymsu kappingunum, so nú er alt
klárt til leygarmorgunin, tá farið verður undir kappingina
Mynd: Jakup
Regin tóktist ikki vera
ovurfegin um lutakastið.
Hann verður fyrstur av
luttakarunum at royna seg
Mynd: Jákup