Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-12, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. apríl 2005síða 3

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 68 - 12. apríl 2005 3 Høgni Mohr, fyrr- verandi skipari, havnameistari og býráðsskrivari í Havn er settur sum um- boðsmaður hjá olju- felagnum Geysir- petroleum OLJUVINNA Jan Müller jan@sosialurin.fo Oljufelagið, sum er skrásett í Islandi men sum hevur sín uppruna og serstøka undir- tøku í Noregi, fekk tillutað leitiloyvi í 2. útbjóðing á føroyska landgrunninum saman við tí føroyska olju- felagnum Atlants Kolvetni. Geysirpetroleum er fyri- støðufelag og eigur 60% av loyvunum, meðan føroyska felagið hevur 40%. Í slík- um føri skal útlendskt olju- felag lata upp skrivstovu og fáa sær umboðsmann í Før- oyum. Og her hevur felagið so valt at velja ein royndan og kenda Men hvussu ber tað til at ein maður, sum er vorðin 77 gerst umboðsmaður hjá einum oljufelag! -Tá man fær eina slíka áheitan og hetta jú er ein sera spenn- andi tíð kundi eg ikki lata vera at taka av. Og eg vil fegin taka eina hond í , har eg kann. Her er sjálvandi ikki talan um fulltíðarstarv, men skal eg røkja ymsar fyrisitingarligar uppgávur fyri felagið. Høgni Mohr, sum við sínum royndum sum skip- ari, havnameistari og bý- ráðsskrivari, heldur tað vera eina stóra avbjóðing at fáa slíkt tilboð. Sjálvur hevur hann stóran áhuga fyri øllum tí, sum fyriferst í samfelagnum og her ikki minst á vinnuliga økinum. - Eg lesi alt tað eg kann fáa hendur á um eitt nú oljuvinnuna og hennara framtíð, har vit eru vitni til himmalhøgar oljuprísir eitt nú orsakað av stóra eftir- spurninginum úr Kina. Vit eru vitni til eitt nýtt tíðar- skeið á olju- og orkuøki- num, og tað er sera áhuga- vert at fylgja við í. Verkfrøðingur til Fjarskiftiseftirlitið FJARSKIFTIS EFTIRLITIÐ NATIONAL TELECOM AGENCY FAROE ISLANDS Við tað, at eitt av starvsfólkunum á Fjarskiftiseftirliti- num fer frá vegna aldur, og at uppgávurnar á radiosam- skiftisøkinum eru øktar, verður søkt eftir verkfrøðingi at røkja radiosamskiftis- og fjarskiftistøknifrøðiligar uppgávur, sum stovnurin umsitur. Uppgávan hjá Fjarskiftiseftirlitinum er at umsita løg- tingslóg nr. 79 frá 23. mai 1997 um fjarskifti. Lógin hevur m.a. til endamál at skapa fortreytir fyri frælsari kapping, skilagóða nýtslu av tilfeinginum, tøkniliga góðsku og tryggleika, ótálmaða atgongd til almenn fjarskiftiskervi, umframt samskipan av fjarskiftiskervi og at áhugamál brúkaranna verða havd í huga. Fjar- skiftiseftirlitið umsitur innlendispartin av frekvens- ætlanini fyri Føroyar og hevur annars eftirlit við, at tey krøv, sum sett eru í nevndu lóg verða hildin og, at fre- kvenshavarar, kervis- og tænastuveitarar halda skyldur sínar. Harumframt er Fjarskiftiseftirlitið ráðgevi hjá landsstýrinum á fjarskiftisøkinum tá tað snýr seg um lógir og kunngerðir, liberalisering og fræls økir. Arbeiðið hjá verkfrøðinginum fevnir í høvuðsheitum um: • at umsita og menna frekvensætlanina fyri Føroyar • at menna tøknifrøðiliga førleika stovnsins á radiosamskiftis- og fjarskiftisøkinum • at fylgja altjóða menningini, m.a. ITU Radio Regulations, CEPT- og aðra altjóða umsiting á radiosamskiftisøkinum herundir ERC/REC, ERC/DEC, ETSI ásetingar o.a. • at menna førleika stovnsins á fjarskiftisøkinum • at menna eftirlitsvirki stovnsins • at gera kanningar um fjarskiftisviðurskifti • at tilevna reglugerðir og mannagongdir • at skriva frágreiðingar og vegleiðingar Harumframt kunnu møguliga verða uppgávur at loysa fyri Posteftirlitið, tryggingareftirlitið og Kappingar- ráðið. Umsøkjarar skulu hava: • Prógv sum verkfrøðingur, helst við radiosam- skifti sum sergrein ella líknandi • góð analytisk evni • góðan kunnleika til føroyskt og enskt • góðan kunnleika til IP- og teldutøkni Uppgávur hjá verkfrøðinginum Førleikakrøv Fjarskiftiseftirlitið kann bjóða Setanartreytir og umsókn. Eitt sera fjøltáttað og sjálvstøðugt starv við avbjóðandi uppgávum, sum eru persónliga og yrkisliga mennandi, umframt møguleika fyri nógvum samskifti við altjóða fjarskiftismyndugleikar og aðrar myndugleikar í Føroyum. Skeið og eftirútbúgvingarmøguleikar, umframt ráð- stevnur innan fjarskifti. Setanartreytir verða eftir galdandi sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og avvarðandi yrkisfelag. Setanin umfatar Vinnumálastýrið og stovnar undir tí, umframt løgmansskrivstovuna og onnur aðalstýrir. Roknast má við, at starvið sum frálíður broytist í trá við menningina á fjarskiftisøkinum. Umsóknir, saman við prógvum og møguligum um- mælum, skulu sendast til: og verða stovninum í hendi í seinasta lagi mánadagin tann 18. apríl 2005 kl. 12.00. Um tú ynskir nærri upplýsingar, kanst tú ringja til Jógvan Thomsen, stjóra, tel 356020 ella 216020. Fjarskiftiseftirlitið Skálatrøð 20 Postboks 73 FO-110 Tórshavn Fjarskiftiseftirlitið er stovnsett sambært løgtingslóg nr. 79 frá 23. mei 1997. Fjarskiftiseftirlitið hevur felags stjóra og skrivstovu saman við Kappingarráðnum, Posteftirlitinum og Tryggingareftirlitinum. Høgni Mohr umboð hjá Geysirpetroleum Lesið - so eru tit við Høgni Mohr, fyrrverandi havnameistari, sum nú verður umboðsmaður hjá oljufelagnum Geysirpetrole- um Mynd Jens K Vang