týsdagur 12. apríl 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 68 - 12. apríl 2005
Fleiri vænta, at tann
svarti kardinalurin
Francis Arinze hevur
teir bestu
møguleikarnar at
vinna pávavalið
PÁVAVAL
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Seinastu dagarnar hava
fleiri
veddingarfyritøkur
veddað, hvør fer at taka við
eftir Jóhannes Páll páva.
Serliga í Írlandi er áhugin
fyri pávavalinum stórur, og
har eru fólk ikki í iva um, at
nigeriski kardinalurin Fran-
cis Arinze hevur teir bestu
møguleikarnar at gerast
tann næsti pávin.
Næstbestu møguleikarn-
ar hevur erkabiskuppurin í
Milano í Italia, Dionigi
Tettamanzi, og triðbestu
møguleikarnar
hevur
meksikanski kardinalurin
Rodriguez
Maradiaga.
Minstu møguleikarnar hev-
ur egyptiski kardinalurin
Stephanos Ghattas.
Tað verður eisini gitt,
hvat pávanavn næsti pávin
fær. Summi vænta, at tað
verður Jóhannes Páll Triði,
men tað er eisini hugsandi,
at hann fær navnið Bena-
dikt. Onnur nøvn, ið verða
nevnd, eru Urban, Felix og
Boniface.
Á flog í mai
Vanlukkan við rúmdarferjuni »Columbia« tann 1.
februar í 2003 gjørdi, at amerikanarar góvust við
ferjuflúgvingini, men nú ætla teir at royna aftur.
Í síðstu viku varð rúmdarferjan »Discovery« flutt
til útskjótingarstøðina á Cape Caneveral í Florida,
haðani hon ætlandi skal sendast út í rúmdina eina ferð
ímillum tann 15. mai og tann 3. juni. Tað er longu
avgjørt, at ein kvinna verður skipari á ferðini. Tað er
Eileen Colins, og umframt hana verða fimm amerik-
anarar og ein japani við »Discovery«.
Sjey rúmdarmenn doyðu, tá »Columbia« sprongd-
ist, og kanningar hava avdúkað, at eitt petti av fóðr-
ingini datt av ferjuni og niður á annan vongin, so ein
riva kom í hann. Tað hendi longu undir útskjótingini,
og tá ferjan kom aftur inn í atmosferuna á veg niður-
aftur, sluppu gass og hiti inn ígjøgnum rivuna, so ferj-
an sprongdist. Síðani hevur rúmdarumsitingin NASA
brúkt einar sjey milliardir krónur til at bøta um
fóðringina, so slíkt ikki skal henda aftur, skrivar AP.
Sharon í Texas
Ísraelski forsætisráðharrin, Ariel Sharon, var í gjár í
Texas, har hann hitti George W. Bush, forseta. Hetta
er tíggjundu ferð, at Sharon er í USA, síðani hann
gjørdist forsætisráðharri, men hetta er fyrstu ferð, at
Bush hevur boðið honum til Texas.
Trygdartiltøkini vóru sera umfatandi, tá Sharon
kom til býin Waco sunnukvøldið. Allastaðni vóru
løgreglumenn og trygdarmenn at síggja, og lastbilar
vóru settir tvørtur um vegirnar fyri at steðga ferðsluni
við hotellið, sum Sharon býr á. Fundurin við Bush
var á garðinum, sum forsetin hevur í Crawford, ið er
einar 25 kilometrar frá Waco.
Høvuðsmálið á fundinum ímillum Sharon og Bush
var ísraelska afturtøkan úr Gaza-geiranum. Bush
hevur fyrr sagt, at hann tekur undir við avgerðini,
men hann hevur samstundis sett seg upp ímóti, at
niðursetubygdirnar á Vestara Áarbakka verða bygdar
út.
Tríburðar eita eftir
pávanum
Jóhannes Páll pávi Annar er longu uppkallaður. Eini
hjún í Pólandi, sum fingu tríburðar í síðstu viku,
gjørdu alt fyri eitt av at geva teimum trimum dreingj-
unum navn eftir pávanum. Ein teirra hevur fingið
navnið Karol, sum pávin æt, og hinir báðir eita Jan og
Pawel, sum svara til nøvnini Jóhannes og Páll.
Foreldrini og teir tríggir dreingirnir búgva í býnum
Byton har suðuri í Pólandi. Mamman, Kinga Ada-
miec, sigur sambært BBC, at hon vildi sleppa at
heiðra tann gamla pávan við at geva dreingjunum
navn eftir honum.
Sambært polsku tíðindastovuni PAP hevur ein
annar smádrongur eisini fingið navn eftir pávanum.
Hann varð føddur í einum sjúkrabili beint við bisk-
upshúsini í býnum Krakow tann 2. apríl. Jóhannes
Páll pávi var prestur og erkabiskuppur í Krakow,
áðrenn hann gjørdist pávi.
500 umsóknir
til hvørt starv
Tá flogfelagið SAS herfyri søkti eftir tíggju fólkum,
fekk felagið ikki færri enn 5.000 umsóknir.
Leiðslan í SAS sigur, at meiri enn 3.000 sviar eru
ímillum umsøkjararnar. Hini eru 1.100 danir og 900
norðmenn. Í fyrsta lagi er ætlain at viðgera umsókn-
irnar, soleiðis at umleið 100 umsøkjarar eru eftir. Tey
skulu so til nakrar serligar royndir, og so verða 24 tik-
in burturúr. Tey sleppa so at royna seg í átjan mánaðir,
og ikki fyrr enn tá verða tey seinastu tíggju sett í
starv, skrivar Aftenposten.
SAS leggur so stóran dent á at finna tey røttu
ímillum allar umsøkjararnar, at sjálvur aðalstjórin,
danin Jørgen Lindegaard, er við til at velja tey
seinastu burturúr.
Í USA eru republik-
anararnir farnir
undir eina herferð,
sum skal forða fyri, at
Hillary Clinton skal
gerast fyrsta kvinnan
í amerikanska
forsetaembætinum
USA
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
– Tað týdningarmesta, sum
tú eg og kunnu gera tey
bæði næstu árini, er at
steðga Hillary Clinton.
Orðini eru úr einum
brævi, sum formaðurin hjá
republkanarunum í New
York, Stephen Minarik,
hevur skrivað, og sum
hevur til endamáls at savna
pening til eina herferð
ímóti Hillary Clinton, sum
er demokratiskur senatorur
í New York.
Í brævinum, sum er sent
republikanskum flokslim-
um og einstaklingum og
fyritøkum, ið plaga at lata
republikanarunum fíggjar-
ligan
stuðul,
skrivar
Stephen Minarik, at hann
hevur sett sær fyri at halda
eygað við Hillary Clinton
og at avdúka lygnir henn-
ara.
Hillary Clinton hevur
boðað frá, at hon stillar up
til senatsvalið í New York
næsta ár, og republikanar-
arnir stúra fyri, at senats-
embætið bara er ein lopfjøl,
og at hennara veruliga mál
er at stilla upp á forsetaval-
inum í 2008.
Eygleiðarar siga við tíð-
indastovuna AP, at trupul-
leikin hjá republikanarun-
um er, at teir hava einki val-
evni at stilla upp ímóti Hill-
ary Clinton, um hon ger av
at stilla upp á næsta forseta-
valinum, og teir hava hel-
dur ongan, sum kann bjóða
henni av á senatsvalinum,
siga teir. Republikanski
guvernørurin,
George
Pataki, hevur sagt, at hann
stillar ikki upp til Senatið.
Hann verður annars nevnd-
ur sum møguligt forsetaval-
evni hjá republikanarunum
í 2008.
UTTAN ÚR HEIMI
Vænta ein svartan páva
Herferð ímóti Hillary
Hillary Clinton. Nú royna republikanararnir í New York at
forða fyri, at hon kann gerast tan næsti amerikanskir forsetin
Nigeriski kardinalurin Francis Arinze (hm. á myndini) verður hildin at hava bestu møguleikarnar at taka við eftir Jóhannes Páll
páva Annan