týsdagur 12. apríl 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 68 - 12. apríl 2005
5
Á Norðoya Heima-
virki eru tey farin at
brynja seg út til
summarið. Ætlandi
fer at verða meir gjørt
burturúr søguliga
umhvørvinum, har
handilin liggur, nú
ferðafólk eru byrjaði
at leita sær til Norð-
oyggjar
HEIMAVIRKI
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Klaksvík:
Á
Norðoya
Heimavirki eru tey so smátt
farin at fyrireika seg til
summarið og ferðafólkini.
Maria Marstein, sum dag-
liga starvast í handlinum og
eisini stendur fyri innkeypi,
heldur eitt vakið eyga við,
hvørjar vørur eru á lagri, og
hvørjar hon má skaffa meir
av. Onkrar av vørunun
keypir hon frá virkjum,
sum
framleiða
føroysk
pløgg, og aðrar keypir hon
frá limum í felagnum, sum
bæði virka pløgg og ymsar
lutir til handilin at selja.
Søguligt umhvørvið
Á hvørjum ári móti sumri
byrjar ein javnur streymur
av bussum við ferðafólki á
útferð til Klaksvíkar. Sum
oftast er ein vitjan inn á
Norðya Heimavirki ein
fastur táttur á hesum út-
ferðum, men Maria fílist
eitt sindur á, at so lítil tíð
ofta er sett av til at vitja í
handlinum. Tá ferðafólka-
bussarnir koma, verður
vanliga fyrst steðga við
Christianskirkjuna
og
síðani við Fornminnissavn-
ið. Síðani verður stegðað
við Heimavirkið á veg til
ferjuna aftur, men tá mugu
ferðafólkini sum oftast
skunda sær rættiliga nógv.
Og ofta vísir tað seg, at tey
høvdu havt hug at steðga
longri, tí tey vóru ikki greið
yvir, hvussu nógv ymiskt er
at fáa í handlinum.
- Nú ein dagin steðgaði
ein bussur við einum bólki
av kvinnum úr Danmark
her. Tær vóru púra ovfarnar
av stóra úrvalinum og
keyptu heilt fitt av vørum.
Men tað var ongin ivi um,
at tær fegnar vildu steðga
longri, men stundir vóru
ikki til tað, um tær skuldu
náa Dúgvuna, sigur Maria.
Maria vísir á, at Noroya
Heimavirki liggur beint í
einum tí søguríkasta stað-
num í Norðoyggjum. Hand-
ilin húsast á Biskupstø í
einum av gomlu bygning-
unum hjá Kjølbro, har
vakra
standmyndin
hjá
Hans Paula Olsen av Kjøl-
bro stendur í túninum
framman fyri handilin.
Navnframi Nólsoyar Páll
búði eisini beint við á
bóndagarðinum á Myrkjan-
oyri, og søguligi Bátaverk-
staðurin hjá Jákupi bónda á
Biskupstø er eisini nærm-
asti granni.
- Tað hevði verið huga-
ligt, um vit kundu fingið
onkran at greiða ferðafólk-
unum frá øllum hesum og
soleiðis gjørt vitjanina á
Norðoya Heimavirki enn
meir áhugaverda, heldur
Maria.
Føroysk klæðir av
landinum
Ferðafólkini, sum vitja á
Heimavirkinum, eru altíð
áhugað í at keypa føroyskar
troyggir, men áhugin fyri
teimum smærri heima-
gjørdu vørunum er serliga
stórur. Hesar hava tey sum
oftast á lagri, tí limirnir í
felagnum eru sera ídnir at
selja handlinum ymiskt
heimagjørt, bæði pløgg og
lutir. Handilin hevur gjørt
lítið við at upplýsa um, at
skóleistar, vøttir, hosir,
pannubond o.a er heima-
bundið, og tað eru ferða-
fólkini oftast sera ovfarin
av at hoyra, tí slíkt fæst
næstan ikki longur, hoyrir
Maria tey ofta siga.
- Vit føroyingar taka tað
jú sum eina sjálvfylgju at,
slík pløgg eru heimabund-
in, men tað gera ferða-
fólkini avgjørt ikki. So
kanska skuldu vit sett eitt
lítið merki í, har tað stóð
"Handmade in Klaksvík",
smílist Maria.
Á Heimavirkinum hava
tey eisini alt til føroysk
klæðir, og tey bjóða seg
eisini fram at seyma vestar
og skjúrt fyri fólk, um tey
ynskja tað. Eisini er tað
meir enn so komið fyri, at
handilin hevur fingið bí-
leggingar uppá føroyska
búnan aðrastaðni frá. Heilir
kvinnubúnar eru sostatt
fleiri ferðir sendir til Noreg
og Grønland, greiðir Maria
frá.
Føroyskar mótatuflir
Hesa løtuna, vit vitja inni á
Norðya Heimavirki, kemur
ein av limunum inn á gólvið
at práta við Mariu um
onkran lut, hann kundi
hugsað sær at farið í holt
við. Maria er sera spent at
vita, um hann møguliga
dugir at gera føroyskar tufl-
ir. Jú, heldur maðurin. Tað
skuldi nokk borið til, um
hon veit at siga honum, hvar
hann kann skaffa leður. Vit
spyrja Mariu, hvør er áhug-
aður í at keypa føroyskar
tuflur og fáa at vita, at eftir-
spurningurin millum føroy-
ingar eftir hesum tuflum er í
hæddini beint nú. Hond-
gjørdu føroysku tuflurnar
eru
nevniliga
vorðnar
hægsti móti aftur saman við
føroyska búnanum - bæði
hjá monnum og kvinnum.
Sum heild letur Maria
væl at stuðlinum, handilin
fær frá norðoyingum. Tað
er til dømis heilt vanligt, at
fólk velja at støkka inn á
gólvið hjá Heimvirkinum,
tá ein føðngardagsgáva ella
gávur til onnur serstøk høvi
skulu keypast.
- Jú, vit eru væl nøgd. Tá
vit byrjaðu, var tað onkur,
sum spáddi, at handlinum
kanska fór at vera lív lagað
í eini 10 ár. Nú havi vit
verið her í meir enn 20 ár,
og alt bendir á, at áhugin
fyri okkara vørum bara
økist, sigur ein bjartskygd
Maria Marstein.
Vit kunnu bjóða eitt gott arbeiðspláss við
góðum starvsfeløgum. Løn sambært avtalu.
Hevur tú spurningar, kanst tú seta teg í
samband við Ullu Joensen, telefon 34 51 00
ella á telduposti ulla@elektron.fo.
Send eina umsókn við persónligum
upplýsingum, útbúgvingum og starvsroyndum
til P/F Elektron, Staravegur 9, 110 Tórshavn,
í seinasta lagi hósdagin 20. apríl 2005.
Stíla umsóknina til Ullu Joensen.
Húsavørður til Elektron
Stephanssons Hús
Vit søkja eftir nýggjum húsavørði, at avloysa
okkara núverandi húsavørð, sum fer frá vegna
aldur.
At vera húsavørður í Elektron er ein fjølbroytt
uppgáva, sum bæði krevur góð evni sum hand-
verkari, tøkniligt hegni og góð samstarvsevni.
FØRLEIKAR:
Góðkendur el-innleggjari
Maskinmeistari
HÚSAVØRÐURIN HEVUR M.A. ÁBYRGDINA AV:
Øllum vanligum uppgávum sum húsavørður
Neyðstreymsveitingini og el-skipanini
Fráboðanarskipanum
Sløkkiútgerðini
Viðlíkahaldi av bilum
Tryggingarviðurskiftum
Viðlíkahaldi av VVS skipanum
UM ELEKTRON
Elektron er KT-veitari til føroyska
marknaðin. Størstu kundarnir hjá
Elektron eru føroysku peningastovn-
arnir og Toll- og Skattastova Føroya.
Størstu partaeigararnir eru Føroya
Banki, Føroya Sparikassi og Føroya
Landsstýri. Á Elektron starvast umleið
60 fólk og nettoumsetningurin
var umleið 50 mió.kr. í 2004.
PF ELEKTRON
STARAVEGUR 9 · P.O. BOX 3219
FO - 110 TÓRSHAVN
TEL.: +298 34 51 00 - FAX: +298 34 51 01
e-mail: info@elektron.fo
Norðoya Heimavirki
Ein søguligur miðdepil
Maria Marstein hevur starvast í handlinum hjá Norðoya Heimavirkisfelag í 11 ár. Limir støkka
ofta inn á gólvið í Norðoya Heimavirki til eitt prát ella at lata inn heimagjørdar lutir at selja í
handlinum