Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-12, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. apríl 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 68 - 12. apríl 2005 7 – Eg skilji ikki, at eldur ikki kom í á brúnni, soleiðis sum tað neistaði og brakaði í elektrisku tólunum á brúnni, sigur skiparin á Vesturleika, Sunnleif Fagradal FEKK SJÓGV Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað var ikki nøkur tespilig útpurring, teir fimm menn- inir umborð á ísfiskatrolar- anum, Vesturleika, fingu um 05-tíðina mikumorgun- in, tá ið teir lógu bakk eyst- ur úr Fugloynni. Stýrimaðurin, sum er sætti maðurin, var tann ein- asti av manningini, sum var uppi, tá ið teir fingu stóra sjógvin. Hann var júst farin av brúnni at vekja skiparan, sum skuldi upp at loysa hann av. Sjógvur allastaðni – Eg vaknaði av stoytinum og fekk sjógv niður yvir meg í kamarinum. Sjógvurin var so nógvur, at hann trongdi inn alla- staðni. Skiparin, Sunn- leif Fagradal, sig- ur, tað var ytsti rút- urin á brúnni í stýriborð, sum fór. – Sjógvurin var so mikið nógvur, at hann fylti brúnna, trappurnar niður og øll manningarrúmini fingu sín part. Hann vísir á, at eingin av manningini slapp turr- skøddur. – So nógvur sjógvur stóð niður gjøgnum trappurnar, at vit noyddust aftur ígjøg- num fabrikkina, út á dekkið og inn aftanfyri stýrhúsið. Stýrimaðurin var fremstur, og eg var í hølunum á hon- um. Sunnleif sigur, at tað gekst teimum væl at sleppa inn á brúnna tann vegin, men sjónin, sum møtti teimum á brúnni, var ikki tespilig: – Har var alt hultur og bultur, og neistarok og brak stóðu frá elektrisku tólun- um á brúnni. Skiparin heldur tað vera undarligt, at eldur ikki kom í, soleiðis sum út sá á brúnni. – Men tíbetur fingu vit nokso skjótt »kontroll« á støðuni, soleiðis at vit fingu lagt skipið undan. Boð til »makkaran« Hann vísir á, at trupulleikar vóru við róðrinum, sum í byrjanini slett ikki virkaði, sum tað skuldi, men tá ið teir høvdu sligið ymisk tól frá á brúnni, gekst betur at stýra skipinum. – Til alla lukku gekk maskinan alla tíðina, sigur skiparin. Hin báturin, sum Vestur- leiki partrolar saman við, Vestursøki, var staddur seks fjórðingar burtur, tá ið Vesturleiki fekk sjógvin. – Eg ringdi við tí eina WHF’inum, ið virkaði so dánt, men var ógvuliga veikur. Eg segði, hvat var hent, og Vestursøki andøvdi síðan ímóti okkum. Tað eydnaðist Vesturleika at sigla til lands við egnari hjálp. Ikki ódnarveður Sunnleif Rasmussen heldur ikki, at veðrið hendan morgunin, teir fingu sjógv- in, var av tí allar ringasta. – Tað var sjaskveður, men veðrið hevur onkuntíð verið verri á havinum enn hendan morgunin. Sjógvur- in, sum breyt brúgvarútin, hevur tó verið rættiliga stórur, og hann hevur rakt okkum ógvuliga meint, sigur hann. Skiparin vísir á, at tú gerst rættiliga skakkur, tá ið slíkt hendir. – Tú vaknar í koyggjuni av brestinum, og tað tekur sína tíð, áðrenn tú rættiliga veitst, hvat er hent. Tíbetur hendi eingin mansskaði, og tað er tað besta av øllum, sigur Sunnleif Fagradal, sum væntar, at tað fer at taka nakrar vikur, áðrenn Vesturleiki verður klárur aftur til fiskiskap. – Ætlanin var at byrja komandi túr í Grønlandi og síðan halda fram eystanfyri, men sáttmálin við grønlendingar er ikki komin upp á pláss enn, og tí er ikki vist, at hesin túrurin byrjar í Grønlandi sum ætlað, sigur Ólavur Petersen FISKIVINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Vesturvón hevur gjørt ein góðan túr eystanfyri. Eftir at hava roynt í norskum og russiskum sjógvi í tríggjar mánaðir, hevur skipið nú lagt veiðina upp í Kollafirði. Teir hava 685 tons í flaki, sum er ein góður túrur. Ólavur Petersen, reiðari, sigur, at veiðan verður fraktað til Grimsby, og hann væntar, at hon verður seld fyri einar 20 miljónir krónur. - Tað er eingin trupulleiki at selja veiðina. Pundið stendur seg hampiliga væl, og tí vænta vit, at sølan verður hampiliga góð. Spurdur, hvussu stórur manningarparturin verður hendan túrin, sigur Ólavur, at tað dugir hann ikki rættiliga at siga. Við Vesturvón vóru 36 mans, og skipari var Heðin Hansen úr Sørvági. Heðin og Tórfinn Johannesen, ið er sørvingur, sum býr í Havn, skiftast um at føra Vesturvón. Sáttmálin Ólavur Petersen sigur, at Vesturvón plagar at byrja henda seina vártúrin í Grønlandi og fiska har uppi í hálvan annan mánaða ella so. Síðan plaga teir at fara beinleiðis upp í Barents- havið og gera túrin lidnan har eysturi. – Í Eysturgrønlandi plaga vit at sleppa at royndarfiska eftir toski og royna eftir svartkalva í Vesturgrøn- landi. Men soleingi sátt- málin ikki er komin upp á pláss, er óvist, hvussu verð- ur í ár. Reiðarin sigur, at kemur sáttmálin við grønlendingar ikki upp á pláss rættiliga skjótt, fer Vesturvón vænt- andi nýggjan túr eystureftir komandi hósdag. Vesturvón góðan túr eystanfyri: Fiskaði fyri 20 miljónir í tríggjar mánaðir Skiparin bar ótta fyri eldi á brúnni – Tú gerst rættiliga skakkur, tá ið slíkt hendir. Tú vaknar í koyggjuni av brestinum, og tað tekur sína tíð, áðrenn tú rættiliga veitst, hvat er hent, sigur skiparin á Vesturleika, Sunnleif Fagradal Myndir: Jens Kr. Vang - Tað er eingin trupulleiki at selja veiðina. Pundið stendur seg hampiliga væl, og tí vænta vit, at sølan verður hampiliga góð, sigur Ólavur Petersen, reiðari Mynd: Vilmund Jacobsen