týsdagur 12. apríl 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 68 - 12. apríl 2005
MARKNAÐARRÁK
Evropiski miðbankin, ECB,
hevði rentufund í farnu
viku, har tey valdu at halda
rentuna á 2,0%. Hetta var
júst
sum
marknaðirnir
væntaðu. Rentan hevur
verið óbroytt síðan juni
2003. Á tíðindafundi legði
miðbankastjórin, Trichet,
dent á, at høgi oljuprísurin
er eitt ok á veika evropiska
búskapinum.
Hann tosaði eisini eitt
sindur um vandan fyri, at
høgi oljuprísurin elvur til
størri prísvøkstur. Hann
legði tó dent á, at prísvøkst-
urin ikki er ein vandi í løt-
uni. Í februar var hann
2,1%. Frároknað olju og
matvørur er hann einans
1,4%, og tað er væl lægri
enn í USA. Hetta er millum
annnað við til at halda láns-
brævarentunum í Evropa á
einum væl lægri stigi enn
tær amerikonsku.
Lánsbrævarenturnar
lækkaðar
Endiliga breyt 10-ára rent-
an út úr tí 3,75%-3,90%-
strekkinum, hon helt seg
innan fyri í einar 6 vikur.
Og tað varð niðureftir, hon
er í løtuni um 3,64%. Tað
hevði við sær, at realkred-
ittlánsbrøvini ikki kundu
fylgja við statspappírunum.
Hóast tað metir Kaupthing,
at flestu realkredittpappír
enn eru ov dýr í mun til
statspappír.
Oljan ikki stimbrað
partabrøv enn
Oljuprísurin liggur nú útvið
7% lægri enn tá mánaðin
byrjaði. Í sama tíðarskeiði
eru norðurlendsk partabrøv
hækkaði 1,5%, meðan tey
amerikonsku einans eru
hækkaði 0,7%. Mett verð-
ur, at oljan skal lækka
nakað enn, áðrenn ávirkan-
in veruliga kemur parta-
brøvunum til góðar. Rokn-
skaparkunngerðir fara at
hava størstu ávirkanina
næstu vikurnar. Hóast eitt
nú Ford hevur kunngjørt
døpur tíðindi verður vænt-
að, at roknskaparkunngerð-
irnar kunnu fara at stimbra
marknaðirnar í næstum.
Hesa vikuna
Hetta verður ein evru-
dollaravika burturav, og tað
verða sum ikki einaferð
tíðindi úr USA, sum fara at
gera munin. Haðani koma
tøl fyri handilsjavnan fyri
februar og útlendskt keyp
av virðisbrøvum í mars.
Oljuprísurin kann økja
munandi um handilsjavna-
undirskotið, og tað kann
leggja rentur og partabrøv
undir trýst hesa vikuna.
Oljuprísurin tyngir evropiska búskapin
Donsk 10-ára renta
Vísital fyri norrøn partabrøv
Gjaldoyru
Íløgufeløg
Kursur
+/- %
Kursur
+/- %
USD
5,76
-0,2%
Lánsbrøv í DKK
107,72
0,2%
JPY
5,32
-0,8%
Evru Lánsbrøv
172,47
0,2%
GBP
10,86
0,0%
Norrøn Partabrøv
89,98
2,1%
NOK
0,91
0,2%
Altjóða Vøkstur
61,45
2,0%
Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan.
3,5%
4,0%
4,5%
2004
2005
700
800
900
2004
2005
Vika 15, 2005
www.kaupthing.fo
Hans Pauli Strøm megnar
ikki starvið
– Hetta er ikki ein per-
sónlig ákæra ímóti
landsstýrismannin-
um, men ein ákæra
ímóti politisku skip-
anini sum heild. Al-
manna- og Heilsu-
málaráðið átti at verið
býtt sundur aftur,
heldur Bill Justinus-
sen, tingmaður fyri
Miðflokkin
YVIRLÝSING
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Leygardagin hevði Mið-
flokkurin landsfund í Norð-
urlandahúsinum.
Eini
hálvthundrað fólk vóru
møtt, og yvirlýsingin, ið
kom eftir fundin, kom ikki
heilt óvæntað. Nakrar orð-
ingar vóru tó kanska hvass-
ari enn vant
Ein av tilmælingunum frá
Miðflokkinum snýr seg
nevniliga um at býta økini
almannamál og heilsumál
sundur aftur, »tí greitt er, at
landstýrismaðurin
ikki
megnar at røkja bæði«.
Heilsumál gerast
taparin
– Grundgevingarnar fyri
hasi útsøgnini um, at
landstýrismaðurin
ikki
megnar bæði økini, eru
fleiri.
M.a.
var
ein
fíggjarlóg samtykt beint
fyri jól, men longu tveir
mánaðri seinni, sást, at
heilar níggju milliónir vant-
aðu í. Tá er okkurt ov illa
planlagt, heldur Bill Just-
inussen.
Hann vísir á, at Al-
manna– og Heilsumál er
eitt ógvuliga stórt økið,
sum fevnir sera vítt, og sum
allatíðina fær nógvar spurn-
ingar. Tað var eisini orsøkin
til, at teir á skiltu økini
sundir á sinni.
– Almannamál eru ofta
sera átroðkandi, og tí er tað
stórur vandi fyri, at heilsu-
mál gerast stóri taparin. Tað
síggja vit longu nú, við
øllum ófriðinum, sum í
hesum døgum er úti á
Landssjúkrahúsinum,sigur
Bill Justinussen.
Bill Justinussen sigur
víðari, at ein landstýris-
maður má geva sær sera
góðar stundir at lurta eftir
øllum bólkunum, sum eru
innblandaðir í eitthvørt
mál, ið viðkomandi umsitir.
Men tá økið er so stórt, sum
tað, Hans Pauli Strøm um-
sitir, verður tað ógjørligt at
hoyra allar bólkar.
– Bara sjúkrahúsið er ein
kókandi grýta, sum krevur
sera nógv. Afturat tí, kemur
so restin av heilsumálun-
um, umframt alt almanna-
økið. Tað er ein sera stórur
biti at skula gloypa, heldur
Bill Justinussen.
Galið við skipanini
– Hetta er ikki eitt álop á
Hans Paula Strøm, men á
skipanina. Vit hava í fleiri
umførum róst honum, og at
hann hevur megnað tað so
mikið væl, er einans tí, at
hann er ein ekstremur ar-
beiðshestur. Men tað skerst
ikki burtur, at tá tú hevur so
nógv at umsita, so fer
annað økið at líða undir
hinum, sigur Bill Justin-
ussen.
Hann vísir á, at bæði
økini eisini eru ser a út-
reiðslu tung, og at lands-
stýrismaðurin í heilum má
»plága« tingið um eyka-
játtanir.
– At enda verður hann
noyddur at velja hvat økið
hann biður um eykajáttan
til. Skal hann velja eina al-
mannajáttan
ella
eina
heilsumálsjáttan,
sum
báðar eru eins neyðugar,
spyr Bill Justinussen.
Hann greiðir frá, at tað í
útlondunum ikki kemur
fyri, at tvey so týðandi mál
liggja undir einum og sama
ráðharra. Tvørturímóti eru
hesi bæði økini ofta býtt
enn meiri sundur, í eini fýra
øki.
Spurdur um Miðflokkur-
in ikki dugir at síggja
nakran fyrimun av at hava
økini undir einum og sama
landstýrismanni,
svarar
Bill, at tað uttan iva eisini
eru fyrimunir at hava økini
saman. Men at økið fevnir
ov víða til, at fyrimunirnir
eru fleiri enn vansarnir.
– Vit halda avgjørt, at
økini áttu at verið býtt
sundur aftur. Vit mugu ikki
undir nøkum umstøðum
spara á hasum báðum økj-
unum, tí tað kann koma at
kosta okkum nógv í longd-
ini, sigur Bill Justinussen at
enda.
Aftursvarið frá Hans Paula Strøm og
yvirlýsingin frá Miðflokkinum standa
prenta á síðu 11
Miðflokkurin er, eftir landsfundin leygardagin, komin við eini
yvirlýsing, har sagt verður, at landsstýrismaðurin ikki megnar
at hava bæði almanna- og heilsumál undir sær