týsdagur 12. apríl 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 68 - 12. apríl 2005
9
Løgmaður er í hesum
døgum á sjarmuferð í
Brüssel, har hann
eisini fer at gera vart
við okkara sjónarmið
mótvegis
myndugleikunum í
evropasamveldinum
UTTANLANDSFERÐ
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Hetta er eitt frálíkt høvi
til at vísa Føroya fram. Men
hetta er samstundis eitt
givið høvi til at gera vart
føroysk sjónarmið á hesum
øki.
Tað sigur Jóannes Eides-
gaard, løgmaður, úr Brüs-
sel.
Hann er í ES høvuðs-
staðnum á hesum døgum á
eini ferð, sum bæði kann
sigast at vera ein sjarmu-
ferð fyri at gera vart við
Føroyar og sum ein ferð har
hann fer gjørt vart við før-
oysk sjónarmið á ymsum
økjum, har ES eisini hevur
sína ávirkan.
Løgmaður fór til Brüssel
sunnudagin og hann verður
aftur í morgin og tað er før-
oyska sendistovan í Brüss-
el, sum leggur vitjanina til
rættis.
Eitt endamál við ferðini
er at hitta umboð fyri polit-
iskar myndugleikar í ES
fyri at umrøða ymisk viður-
skifti, sum hava við ES og
Føroyar at gera og at skifta
orð um framtíðarviðurskifti
ímillum ES og Føroyar, sig-
ur Løgmaður
Hann sigur, at í samrøð-
um sínum við ES myndug-
leikar fer hann at umrøða
vinnumál, útbúgving og
gransking.
Løgmaður fer eisini at
hitta aðalskrivaran í EFTA,
William Rossier.
Á hesi uttanlandsferðini
hjá løgmanni er eisini ein
onnur forvitnislig vitjan á
skránni. Tað verður, tá í
Jóannes Eidesgaard fer at
hitta aðalskrivaran í NATO,
Jaap de Hoop Scheffer.
Vitjanin hjá løgmanni í
Evropasamveldinum endar
við eini stórari móttøku í
Brüssel í kvøld, har eini 70-
80 fólk eru innboðin.
Á móttøkuni er ætlanin at
profilera Føroyar og nakað
av tí, sum Føroyar hava at
bjóða og har fer Løgmaður
eisini at greiða eitt sindur
frá um føroysk viðurskifti.
Har fer ein av okkara
fremstu sangarum, Eivør
Pálsdóttir, at syngja og har-
umframt fáa gestirnir høvi
til at síggja føroyska máln-
ingalist, tí teir báðir lista-
menninir, Kári Svensson og
Sámal Toftanes fara eisini
at hava málningarframsýn-
ing á móttøkuni.
Sjálvsagt fáa útlendsku
gestirnir eisini høvi at
royna forkunnugar før-
oyskir brellabitar og har er
Birgir Enni ein av kokkun-
um, sum fer at gera okkurt
forkunnugt sjógæti.
Hugsar serliga um
svartkjaftin
Í gjáramorgun hitti Jóannes
Eidesgaard
ES-nevndar-
limum í fiskivinnumálum.
– Vit hava nógv samstarv
við ES á fiskivinnuøkinum,
tí vit hava bæði fiskivinnu-
sáttmála við ES og vit hava
felags áhugamál um svart-
kjaft, sild og rækjufiski-
skap.
Løgmaður sigur, at tað,
sum lá honum nærmast á
hjartað at umrøða við ES
nevndarlimum er spurning-
urin um Svartkjaftin.
– Fyri føroyingar er tað
ógvuliga umráðandi at fáa
tamarhald á fiskiskapinum
eftir
svartkjafti,
sigur
Jóannes Eidesgaard.
Hann sigur, sum sum
støðan er nú, er ein ávísur
rovfiskiskapur eftir svart-
kjafti, tí londini, sum fiska
svartkjaft, økja alsamt um
fiskiskapin.
Royndir hava verið gjør-
dar í fleiri ár at fáa fiski-
skapin
eftir
svartkjafti
undir skipað viðurskifti,
men enn hevur tað ikki
eydnast og í løtuni er
fiskiskapurin nógv hægri
enn tilráðingarnar eru.
– Tað hevur enntá verið
trupult at fáa samráðingar
um at skipa fiskiskapin
eftir svartkjafti.
– Vit halda, at tað er sera
umráðandi at fáa tamarhald
á støðuni, tí svartkjaftur er
eitt høvuðstilfeingi og hann
er rættiliga nógv inni á
føroyskum sjóøki og á ES
sjóøki.
Løgmaður sigur, at tí
hevði tað verið eitt stórt
framstig at fingið ES, sam-
an við okkum, at strongt á
at fingið gongd aftur á ting-
ingarnar um at áseta há-
mark fyri fiskiskapin eftir
svartkjafti.
À fundinum vóru báðir
partar samdir um, at teir
høvdu eina felags ábyrgd at
fáa gongd aftur á royna at
fáa gongd aftur á tinging-
arnar um at fáa fiskiskapin
eftir svartkjafti í skipaðar
karmar.
Í hesum sambandi skal
ein arbeiðsbólkur við um-
boðum fyri Føroyar og ES
setast at arbeiða víðari við
málinum, visti Útvarpið at
siga á miðdegi í gjár
Løgmaður skal eisini
hitta ES umboð, í hava við
útbúgving, gransking og
hann ferð somuleiðis at
tosa um, hvønn veg, fiski-
vinnupolitikkurin hjá ES
gongur, nú røddir eru
frammi um at broytingar
eru á veg.
Tá ið løgmaður fer at
hitta Nato-aðalskrivaran,
fer hann at greiða honum
frá okkara leikluti í kalda
krígnum, men hann fer eis-
ini at fortelja honum, at vit
hava samtykt at taka virkn-
ari leiklut í verjupolitikkin-
um framyvir.
Hinvegin vita vit eisini,
at røddir hava verið frammi
um at niðurleggja radar-
støðina og tað fer løgmaður
eisini at tosa við aðalskriv-
aran um.
– Hetta er eitt gylt høvi
hjá okkum at gera Føroyar
sjónligari í ES og tí hevur
tað stóran týdning at vit fáa
gjørt vart við okkum, sigur
løgmaður.
Løgmaður vísir Føroyar
fram í Brüssel
Løgmaður legði serligan dent á at svartkjaftin, tí tað er
umráðandi fyri føroyingar at fáa skil á fiskiskapin