týsdagur 12. apríl 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 68 - 12. apríl 2005
Í umleið fimti ár var føroyskur trygdarpolitikkur mest
sum eitt tabuevni í føroyskum politikki. Verður sæð
burtur frá afturvendandi roki um støðirnar á Sornfelli
og á Eiði, hevur ikki verið nakað beinleiðis trygdar-
politiskt orðaskifti í Føroyum fyrr enn í ár. Sum
flestøllum kunnugt lýsti Løgtingið í 1940 Føroyar sum
uttanveltaðar. Við støði í hesi yvirlýsing hevur fleiri
ferðir verið samtykt, at Føroyar skuldu vera uttan fyri
hernaðarligar trætur millum stórveldi. Hetta var
ivaleyst skilagóður politikkur og henda støða Løg-
tingsins elvdi til virðing uttanlanda hjá teimum, sum
sóu vandan við kalda krígnum.
Men so endaði kalda kríggið og onnur tann stóra hern-
aðarsamgongan Warzawasamgongan fór í søguna.
NATO broyttist frá at vera ein verjusamgonga vend
ímóti Sovjetsamveldinum og gjørdist til eitt slag av
heimsins politisti undir leiðslu av USA. Fyrrverandi
Warzawa samgongulimir komu upp í NATO og einki
var sum fyrr. Fullveldissamgongan fór at tala um før-
oyskan NATO limaskap og málið alt varð knappliga
umgyrt av einum heilt nýggjum opinleika og NATO
gjørdist knapliga akseptabult hjá nøkrum av teimum
vinstrahallu, sum mestsum høvdu livað av at finnast at
NATO! Vit vita lítið um, hvat føroyingar halda um hesa
nýggju gongdina. Føroyingar hava altíð verið skeptiskir
til hernaðarmál. Hetta hevur sínar søguligu orsøkir.
Men nú hava so løgting og landsstýrið hálsað um og
vilja sleppa at vera við, vilja takast uppá ráð, tá ið teir
stóru leggja sínar hernaðarætlanir fyri framtíðina. Tað
man vera ein stórur spurningur, hvussu stóra ávirkan
Føroyar fáa á politikkin hjá NATO. Tað stendur á hjá
stórveldum sum Fraklandi og Týsklandi at gera seg
galdandi. Í NATO ráða USA og Bretland at kalla einsa-
møll. So er spurningurin, um okkara trygdarpolitikkur
er annað enn ein táta. Fáa vit nakra veruliga ávirkan á
trygdarpolitikkin um okkara leiðir? Tað vil tíðin vísa.
Jóannes Eidesgaard, løgmaður, fer at hitta aðalskrivaran
í NATO, Jaap de Hoop Scheffer. Fundurin verður eftir
ætlan á NATO-høvuðsborgini í Brússel tann 12. apríl.
Fundurin millum løgmann og NATO-aðalskrivaran er
komin í lag í sambandi við at løgmaður vitjar í Evropa-
samveldinum í døgunum 10. til 13. apríl. Er hetta skila-
gott? munnu mong spyrja. Er hetta ikki bert eitt ritual?
Hvat fær løgmaður burtur? Tað er eingin ivi um, at tað
er bæði rætt, skilagott og neyðugt at vitja ES. Vónandi
eydnast tað løgmanni at bróta ísin bæði úti og heima við
vitjan síni á ES høvuðsborgini. Men NATO? Vit loyva
okkum at ivast eitt sindur. Vit halda eisini, at tað kanska
er í so tíðiliga, at ein javnaðarløgmaður vitjar NATO, tá
hugsað verður um, hvat Svartabók og Reyðabók hava
avdúkað. Kanska skuldi løgmaður latið eitt sindur av tíð
gingið, latið hetta sodna eitt sindur. NATO hevur broytt
politikk og kós, men ivasamt er, um NATO er vorðið
stovureinari fyri tí. Demokratiið í NATO kann enn sum
áður liggja á einum lítlum plássi. Tað hava
hendingarnar seinastu árini tíverri avdúkað. Livst so
spyrst.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Føroyskur trygdar-
politikkur - ein táta
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Viðmerking til meining
hjá Annemi Joensen í
Dimmalætting 4. apríl
2005
Majbritt Mohr
forkvinna í Almanna- og
heilsurøktarafelagnum
At tørvur er á øllum starvs-
bólkunum
í
føroyska
heilsuverkinum er púra
vist. Annað er so, at okkara
framúr góðu og royndu
sjúkrahjálparar, sum hava
lært heilsuatstøðingar og
sjúkrarøktarfrøðingar nógv,
nú eru við at verða avloystir
av heilsuatstøðingum. Men
sjúkrahjálparar hava ong-
antíð trýst nakran sjúkra-
røktarfrøðing úr nøkrum
starvi. Tað er heldur ikki
tað, ið heilsuatstøðingarnir
ynskja. Men okkara út-
búgving er sum kunnugt
fakliga góð og breið, og tí
kunnu vit brúkast í breiðari
høpi enn sjúkrahjálpararnir
kundu.
At læra til heilsuatstøð-
ing tekur 2 ár og 10 mánað-
ir. Undir útbúgvingini lærir
tú millum mangt annað at
taka tær av heilsu- og
sjúkrarøktaruppgávum til
likamliga sjúk og sálarsjúk.
Ítrivsvegleiðing er eisini
partur av útbúgvingini. Út-
búgvin kanst tú arbeiða
nógvastaðni í almanna- og
heilsuverkinum;
nevnast
kunnu sjúkrahús, sálar-
deildir, ellis- og røktar-
heim, heimarøkt, tilhald og
sambýli fyri eldri, sálarsjúk
og evnaveik.
Fakliga góða og breiða
útbúgvingin til heilsuat-
støðing ger, at tað nú er
neyðugt
at
endurskoða
samansetingini og tørvin á
starvsfólkabólkum nógva-
staðni í almanna- og heilsu-
verkinum. Eg haldi ikki, at
tað er rætt at siga, at ein
bólkur eigur ávís størv av
søguligum orsøkum. Men
ein ávísur bólkur kann vera
betur skikkaður at røkja
ávís størv, og eg haldi, at
munur er á hesum báðum
hugtøkunum. Sjúkrarøktar-
frøðingar starvast har, ið
teirra útbúgving er kravd,
men teir starvast eisini
nógvastaðni, har ið teirra
førleiki ikki neyðturviliga
er kravdur. Á nógvum ar-
beiðsplássum er okkara
førleiki hóskandi, og aðra-
staðni er fakliga skilabest,
at fleiri starvsbólkar sam-
starva. Hetta prógva drúgv-
ar royndir aðrastaðni; til
dømis í øðrum norðurlond-
um.
Tað eigur at vera felags
fyri øll røktarstarvsfólk, at
vit arbeiða miðvíst fyri
einum góðum og vælvirk-
andi almanna- og heilsu-
verki, har ið allir brúkarar
kunnu fáa røttu og bestu
viðgerðina og ta bestu røkt-
ina. Hetta gerst best við
tvørfakligum
samstarvi,
har ið vit øll hava okkara
týdningarmikla leiklut. Til
dømis eru heilsuatstøðingar
í Danmørk við í alskyns
verkætlanum, eins og tær
assistera
við
skurðvið-
gerðir. Og væl útbúnir
heilsuatstøðingar í øðrum
londum eru leiðarar – eisini
hjá sjúkrarøktarfrøðingum.
Tá ið Annemi Joensen í
lesarabrævi sínum stúrir
fyri, at heilsuatstøðingar
fara at ganga arbeiðsleysir í
Suðuroy, má eg svara, at eg
haldi hetta uppáhald vera
merkt av svartskygni. Okk-
ara fakbólkur kann jú, sum
eg áður havi nevnt, starvast
nógva aðrastaðni enn á
ellis- og røktarheimum. Og
sjúkrahús er sum kunnugt
eisini í Suðuroy, eins og
heimarøkt og sambýli, ið
eisini eru uppløgd starvs-
øki.
Harumframt
eigur
økispsykiatri eisini at vera í
Suðuroy, so at byrgjast
kann fyri, at sálarsjúk í
oynni noyðast at lata seg
leggja inn á sálardeild í
Tórshavn, hóast tað ikki er
neyðugt.
Tilhald
og
verkstøð til eldri fólk ella
aðrar samfelagsbólkar, ið á
einhvønn hátt hava tørv á
aktivering ella stuðli, hava
eisini størv, ið heilsuatstøð-
ingarnir hava førleika at
røkja.
Orsøkin til at heilsu-
skúlin á Tvøroyri fer at út-
búgva heilsuatstøðingar er
tískil ikki, at summi spáa,
at trot fer at vera á sjúkra-
røktarfrøðingum í Føroy-
um. Nei, tað er ein ásannan
av, at heilsuatstøðingar fara
at vanta í í tvørfakliga sam-
starvinum, um skúlin ikki
fer at útbúgva heilsuat-
støðingar. Somuleiðis átti
Annemi Joensen at vitað, at
útbúgvingin til heilsuat-
støðing eisini er komin í
staðin fyri millum annað
útbúgvingina til pleygara.
Verður útbúgvingin av ong-
um,
fer
starvsfólkatrot
skjótt at tyngja sálardeild-
irnar í Tórshavn.
Jógvan Poulsen
Øllum føroyingum verður
send ein tøkk fyri næstra-
kærleikan til óføddu børn-
ini.
Í grein 7. apríl 2005 í
Dimmalætting
skrivar
George L. Petersen um 4 av
23 kvinnum, ið eru skelk-
aðar av, at fosturtøka ikki er
frí í Føroyum. Eg má við-
merkja, at eg eri skelkaður
av, at menniskju kunnu vera
so ómenniskjalig, at tey
vilja døma hesi smáu,
verjuleysu menniskju til
deyðis.
Minstakrav fyri deyða-
dómi má verða ein rættvís
rættargongd, og at allir
partar verða hoyrdir í mál-
inum.
Kvinnurnar vísa á, at fólk
í Danmark kundu komið
hvørjum øðrum meiri við,
og at sami nærleiki ikki er
har, eins og hann er í Før-
oyum. Ein av orsøkunum til
hetta kundi verið, at í Før-
oyum virða vit framvegis
mannalív.
Mín fatan er, at Halgabók
hevur givið føroyingum
hesa virðing fyri mannalívi.
Tey lívsvirði, ið Bíblian
boðar, eru enn í dag verd at
halda høgt og at byggja lív
og land okkara á.
Eg vóni ikki, at føroysk
fakfeløg skulu verða nýtt til
at taka grundarlagið undan
samfelagi
okkara,
og
hereftir at taka lívið av
verjuleysum fostrum.
Eftir míni fatan avdúkar
kjakið um fría fosturtøku
endaleysa
tómleikan
í
gudsavnoktan og evolu-
tionslæru.
Føroyingum at takka er
fosturtøka ikki frí í Før-
oyum. Saman eiga vit eisini
at virka fyri, at talið av
fosturtøku verður minkað í
mest møguligan mun. Før-
oyska samfelagið er ikki
nóg gott, fyrr enn øllum
gitnum fostrum er tryggjað
lív, framtíð og vón.
Orðið um Kristus er tað
einasta, ið kann verja lív og
samfelag okkara ímóti tí
roti, sum treingir seg á,
bæði innanífrá og uttan úr
heimi. Tí vil eg heita á
hvønn einstakan føroying
um at granska Halgubók og
at blíva persónliga frelstur.
P.S.: Ein av fyrstu døgunum
fari eg at lima meg inn í
felagið ProVita, ið ynskir at
verja lív.
Tvørfakligt samstarv heldur enn
faktvørligan sjálvdrátt
Føroyskur næstrakærleiki til ófødda barnið