týsdagur 12. apríl 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
- aftursvar frá lands-
stýrismanninum í
almanna- og heilsu-
málum til súru boðini
frá landsfundi Mið-
floksins
Hans Pauli Strøm
landsstýrismaður í
almanna- og heilsumálum
Í síni fundarsamtykt sigur
Miðflokkurin um undir-
ritaða, sum umsitur bæði
almanna- og heilsumál, at
"greitt er at landsstýris-
maðurin megnar ikki at
røkja bæði".
Eg brýggi meg illa um at
gera tað, men tá ið Mið-
flokkurin roynir at sáða
misálit um míni evni at
røkja mítt starv, má eg
svara aftur. Og eg kann illa
gera tað øðrvísi enn at biðja
lesaran sjálvan taka dagar
ímillum, hvat ið henda
samgongan hevur megnað
á heilsu- og almannaøkin-
um í gott eitt ár, og hvat ið
t.d. Miðflokkurin megnaði
tey knappliga tvey árini
hann ráddi fyri heilsu-
málum.
Hinvegin skilji eg væl, at
tað má vera ein beiskur biti
hjá
Miðflokkinum
at
svølgja, at síggja hvussu
hendan samgongan longu í
sínum fyrsta ári fremur eina
rúgvu av stórum politiskum
málum á almanna- og
heilsuøkinum. Ikki minst tá
samanborið verður við tey
tvey árini, Miðflokkurin sat
og hugnaði sær í lands-
stýrinum við heilsumálum
burturav - men kortini lítið
og onki fekk av skafti.
So gallsúrur er Miðflokk-
urin um hetta, at nú biður
hann landsstýrið býta al-
manna- og heilsumálaráðið
sundur aftur, tí, sigur hann,
"greitt er at landsstýris-
maðurin megnar ikki at
røkja bæði.".
Men lat nú lesararnar
døma, hvør megnar hvat.
Lat okkum samanberu tey
tvey árini tá Miðflokkurin
sat við heilsumálum einsa-
møllum, við tað eina árið
Javnaðarflokkurin
hevur
umsitið bæði almanna- og
heilsumál.í hesi samgongu.
Skjótt er at telja avrikini
hjá Miðflokkinum. Tí har
kom onki mál ígjøgnum á
heilsuøkinum. Veit ikki um
nakað. Eg skal ikki siga, at
Miðflokkurin onki gjørdi
tey tvey árini í landsstýr-
inum. Jú, har vóru nógvir
planir, og byrjað varð uppá
nógv. Men Miðflokkurin
megnaði ikki at fáa nakað
sum hest ígjøgnum.
Vend kom í tá henda
samgongan tók við. Og tað
eru ikki smálutir, sum er
komið av skafti.
Lat okkum fyrst taka
heilsuøkið:
• Verklagslóg um talgilda
heilsuskipan, og við hes-
um er størsta KT-verk-
ætlan í Føroyum væl
ígongd.
• Føroyar hava fingið sína
fyrstu dopinglóg.
• 3 lógir um løggilding ella
autorisatión hjá heilsu-
starvsbólkum, ávikavist
laborantum, radiografum
og sjúkrarøktarfrøðing-
um.
• Nýggj tubbakslóg er løgd
fyri løgtingið.
• Avgjald lagt á tubbakk og
aðrar
ikki-heilsugóðar
vørur, m.a. fyri at útvega
fígging til heilsuátøk um
kostískoyti til skúlabørn.
• Nýggj sjúkrahúslóg er
løgd fyri løgtingið.
• Nýggj lóg um fyribyrgj-
andi heilsutænastur fyri
børn og ung er løgd fyri
løgtingið - eitt mál sum
úrslitaleyst stríð hevur
staðið um í nógv ár.
• Gransking í mannaíleg-
um, ella gengransking, er
nú sett á dagsskránna við
lóg sum er løgd fyri
løgtingið - eisini eitt mál
sum tøvt hevur verið í í
nógv ár.
• Stór framtøk á psyki-
atriska økinum, sum er
raðfest hægri enn í nógv
harrans ár bæði í íløgum
og rakstri. Økispsykiatri-
in er skipað og sett
ígongd, og somuleiðis
sosialpsykiatriin stovn-
sett og fingin væl ígongd,
og innan fyri sjúkrahús-
psykiatriina er barna- og
ungdómspsykiatri skip-
að. Tað er tí burturvið at
Miðflokkurin vágar sær í
yvirlýsingini at grenja
um at "psykiatriska økið
ikki
verður
raðfest
hægri". Tey tvey árini
Miðflokkurin
hevði
ábyrgdina av psykiatriska
økinum hendi onki !
Virðiligt var ikki klandr-
ið millum báðar lands-
stýrismenninar á ávika-
vist heilsu- og almanna-
økinum um hvør átti
ábyrgdina av eini sosial-
psykiatri, sum man ikki
fekk ígongd.
• Vit kunnu fara víðari á
heilsuøkinum og nevna,
at á øllum trimum sjúkra-
húsunum verða nú skipað
diabetes-ambulatorium.
• Á Landssjúkrahúsinum
verður skipað sonevnt
palliativt toymið at veita
doyggjandi sjúklingum
serliga umsorgan.
• Eitt avrik hjá Miðflokk-
inum skal nevnast, nevn-
liga at skerja møguleik-
arnar hjá sjúklingum at
koma
til
serviðgerð
uttanlands í fjórða árs-
fjórðingi í 2003, sam-
stundis sum ein fulltrúi
varð settur burturav til at
fylgja við gongdini og
seta tiltøk í verk til tess at
fáa betri tamarhald á
gongdini á hesum kostn-
aðarmiklu kontoini.
Samstundis
við
hesum
nógvu og stóru avrikunum
á heilsuøkinum er eisini
nógv spurst burturúr á
almannaøkinum hetta góða
árið.
• Størsta ódnartakið var at
fáa
nýggja
føroyska
barnaforsorgarlóg gjøg-
num løgtingið - enntá
einmælt samtykt..
• Samhaldsfasti er hækk-
aður fyri fyrstu ferð, sum
fyrsta stigið í eini ætlan
um ein reform á eftir-
lønarøkinum.
• Á pensjóns- og eldraøk-
inum er gjørdar fleiri
ábøtur í lógarverkinum,
sum hava verið kravdar í
langar tíðir, m.a. um
stuðul til umsorganar-
arbeiði, um persónliga
viðbót, um gjald fyri
umlætting o.a.
• Og so til seinast - men
ikki minst - so er vend
komin í ta afturvendandi
vánaliga støðuna á al-
manna- og heilsuøkinum
viðvíkjandi
manna-
gongdum, reglum og
kunngerðum,
sum
á
hvørjum árið hevur verið
fyri lemjandi atfinning-
um frá lands- og løg-
tingsgrannskoðanini. Við
støði í frágreiðingini hjá
landsgrannskoðanini í ár
skrivaði løgtingsgrann-
skoðararnir soleiðis í
uppskoti teirra til sam-
tyktar, sum herfyri var til
viðgerðar á løgtingi:
"Løgtingsgrannskoðararn
ir hava í áravís átalað, at
rúgvan av óloystum mál-
um undir almanna- og
heilsumálum veksur. Løg-
tingsgrannskoðararnir
fegnast um,
at henda
gongd er vend" !
Um Miðflokkurin fram-
vegis heldur, at almanna-
og heilsuøkið eiga at býtast
sundur aftur í tvey ráð og
millum tveir landsstýris-
menn, so kann grundgev-
ingin so ikki verða, at hetta
landsstýrið og hendan sam-
gongan ikki longu higartil
hevur megnað fult so mikið
og væl meira aftrat enn tað,
ið bæði Miðflokkurin og
Tjóðveldisflokkurin
til-
samans megnaðu á al-
manna- og heilsuøkinum
tey knappliga tvey árini,
teir høvdu ábyrgdina av
hesum.
Ein av grundunum til at
tað er gingið væl, er tað
breiða samstarvið sum tað
hevur eydnast at fingið um
almanna- og heilsumál í
løgtinginum. Her vil eg
m.a. takka fyri gott sam-
starv, eisini við Miðflokkin,
og vóna at tað kann halda
fram.
Nr. 68 - 12. apríl 2005
11
Kaj Leo Johannesen
Tað er ikki lukkuligt
sum John Johannesen
sólar sær, vegna seg
sjálvan og Javnaðar-
flokkin, í framstigunum,
sum nú eru gjørd í við-
urskiftunum
millum
Føroyar og Danmark.
Fakta er, at ikki eitt
komma og ikki eitt
punktum eru higartil
broytt í lóggávuni mill-
um ríkispartarnar, so
hetta er enn eitt arbeiði
sum er í gongd. Tað er
eingin einstakur persón-
ur, og tað er eingin ein-
stakur
flokkur,
sum
hevur æruna av hesum
frambrotum.
Sambandsflokkurin
metir hesar avtalur verða
tað sum vit í samgong-
uni samráddu okkum til,
og sum nú verður útint í
verki. Landstýrið við
Løgmanni á odda, er
higartil við góðum sam-
ráðingaranda og góðum
samráðingarvilja, komið
hertil sum vit eru í dag,
og tað eiga løgmaður og
landstýrið rós uppiborið
fyri.
Í dag mugu allir flokk-
ar viðurkenna, at sam-
starv er vegurin fram !
Sambandsflokkurin
vil til eina og hvørja tíð
fremja tær loysnir sum
tæna okkara fólki best,
og tá talan er um yvir-
tøkur so sigur Sam-
bandsflokkurin, at um
so er at hesar kunnu ger-
ast forsvarliga fíggjar-
liga og tær tæna Føroya
fólki, vilja vit verða
positivir hesum viðvíkj-
andi.
Endamálið hjá Sam-
bandsflokkinum er ikki
fullveldi ella loysing,
men heimastýrisskipan-
in hevur í hesum døgum
enn einaferð prógvað, at
hon er millum heimsins
bestu skipanir og innan
hesa skipan er høgt til
loft og vítt til veggja.
Sambandsflokkurin
tilevnaði í 1999 eitt ný-
skipanaruppskot, sum
greitt vísti, hvussu Før-
oyar kunnu vera eitt
sjálvstýrandi land í rík-
isfelagsskapinum. Sjálv-
ur ivist eg ikki í, at sum
heimurin sær út í dag,
bæði politiskt og hand-
ilsliga, so fáa vit størri
sjálvstýri við heima-
stýrisskipanini innanfyri
ríkisfelagsskapin, enn
vit kundu fingið sum
sjálvstøðugt fullveldis-
ríki við einans 50.000
íbúgvum mitt úti í At-
lantshavinum. Tí er ný-
skipanaruppskot Sam-
bandsfloksins rætta leið-
in at ganga.
Tá lógin um uttan-
ríkispolitiskar heimildir
og yvirtøkulógin, saman
við
einari
nýggjari
stjórnarskipan eru liðug,
metir Sambandsflokk-
urin at nýskipanarupp-
skotið er endaliga sett í
verk.
Ríkisfelagsskapurin
hevur ongantíð verið
sterkari enn nú.
Nýskipanaruppskot
Sambandsfloksins
Miðfloksins missión: at sáða misnøgd
og misálit ?
Landsfundur Miðfloksins
harmast:
- viðferðina,
tey sálar-
sjúku fáa í sambandi við
aktuellu sparingarnar á
landssjúkrahúsinum.
- at starvsfólk á vælvirk-
andi
føðideildini
á
Landssjúkrahúsinum
verða sett upp móti
hvørjum øðrum,
- at psykriatiska økið ikki
verður raðfest hægri.
Tí mælir Miðflokkurin
landsstýrinum til at býta
sundur aftur økini al-
manna- & heilsumál, tí
greitt er, at landsstýris-
maðurin megnar ikki at
røkja bæði.
Landsfundurin heitir á
fólkatingslimirnar um:
- at seta fram uppskot um,
at fólkatingið áleggur
stjórnini
at
boða
alheiminum,
herundir
ST, frá donsku viður-
kenningini av sjálvsav-
gerðarrætti Føroya, so
henda kann standa sína
roynd.
Landsfundurin metir, at:
- Føroyar eiga at yvirtaka
uttanríkispolitikkin.
- tá avgerðir verða tiknar
um einskiljing eiga hesar
at verða framdar fult út,
gangast skal burtur frá
skipanini um almen
partafeløg.
- bráneyðugt er við nýggj-
um og nútíðarførdum
skúla- og heilsupolitikki,
tí sum er, fylgja vit ikki
menningini
í granna-
londum okkara.
- viðferðin, ið tey fremm-
andu okkara millum
fáa, er óvirðulig, tá hesi í
mánaðir mugu bíða í
óvissu eftir umsóknar-
svari um uppihaldsloyvi.
Landsfundur Miðfloksins
heitir á landsstýrið um:
- at geva nýggjum vinnum
góðar karmar og stuðla
nýggj virkir við alterna-
tivum vinnum í eini
menningartíð.
- at avmarka atgongdina
hjá størra línuflotanum til
innaru fiskileiðirnar, so
smærru útróðrarbátar-
nir fáa støðugari atgongd
til fiskitilfeingið.
Landsfundurin tekur frá-
støðu frá økispolitikki
landsstýrisins, har m.a:
- óskiljandi flytingar av
toll- & skattstovuni flyt-
ur virksemi úr Norð-
oyggjum,
- sjúkrahúsráðini
á
smærru sjúkrahúsunum
verða niðurløgd
- medisinskur yvirlækni
á Suðriar sjúkrahúsi
verður
strikaður
í
nýggju sjúkrahúslógini,
og
- óhoyrdur ágangur verð-
ur framdur móti Suður-
oynni í samband við
miðnámsskúla og ellis-
og røktarheim í Vági.
Føroyar eiga at vísa
kvinnuni størri virðing, tí:
- fosturtøka er fremsta
kvinnukúganin,
so
leingi hendan verður
framd, tí vit ikki veita ta
hjálpina, sum er neyðug,
fyri at barnið kann verða
borið í heim.
Í nevnd Miðfloksins eru:
Terji
Vestergaard,
Skálafjørður
Svein
Askildsem,
Kollafjørður
Poul
Jóhan
Djurhuus,
Glyvrar
Allan Hjaltalin, Havnin
Álvur Kirke, Kaldbak
Yvirlýsing frá landsfundi Miðfloksins í Norðurlandahúsinum 09.apríl 2005