Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-12, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. apríl 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Jóna Højgaard Jensen Ljósmóðir (sjúkrasystir) Føroya fólk hevur í sein- astuni kunna fylgt við í fjølmiðlunum hvussu, millum aðrar, forkvinnan í felagnum Føroyskir Sjúkra- røktarfrøðingar, hevur brúkt tíð og orku uppá at fortelja um tann stóra vandan, ið vildi staðist av at ljósmøður eftir barnsburðin skuldu ansa barnakonum og børnum teirra. Ljósmøðurnar hava ikki yngst at luttikið í hesum orðaskifti, tí vit hava mett hesa skriving at verða á ein- um støði, ið á ongan hátt tænir barnakonunum og familjum teirra, men tvørt- urímóti fremur ótryggleika og misálit á teir persónar, ið tey skulu seta sítt álit á. LJÓSMØÐRAFAKLIG ÁBYRGD: Sum ljósmøður hava vit fakliga ábyrgd, og tí eiga vit at tala at, tá beinleiðis ósannleikar verða bornir fram viðvíkjandi útbúgving og førleika okkara! SJÚKRASYSTRA- ÚTBÚGVINGIN: Nú var eg sjálv í teirri støðu, at eg, áðrenn eg byrj- aði á ljósmøðraskúlanum í Keypmannahavn, hevði út- búgving sum sjúkrasystir (sum tað æt tá) á L.S. í Tórshavn Eg arbeiddi á føðideildini á L.S. í 15 ár. Hendan tíðin gav mær sjálvsagt lívsroyndir og eina holla vitan um barna- konuna og nýfødda barn hennara, og gav íblástur til mítt ynski um at fáa eina útbúgving sum ljósmóðir. Mín útbúgving sum sjúkrasystir, gevur mær førleika til at arbeiða, so at siga, á øllum deildum á Landsjúkrahúsinum. Sjálv- sagt hevði hetta kravt eina upplæring ella eina dag- føring, men við míni sjúkrasystraútbúgving og míni lóggilding (autorisa- tión) frá Heilsustýrinum kann eg arbeiða á einum breiðum øki innan sjúkra- røktina. LJÓSMØÐRA- ÚTBÚGVINGIN: Heilt øðrvísi er við míni Ljósmøðraútbúgving. Hendan útbúgving gevur mær eina servitan og ein førleika innan eitt ávíst øki —"Barnakonuøkið". Fyri at royna at greiða frá, hvat ljómøðraútbúgv- ingin umfatar og gevur før- leika til, kann eg beinleiðis citera nøkur økir, íð verða umrødd í "Cirkulære om jordemodervirksomhed"(út givið av Heilsustýrinum) ið sambært lóg staðfestir ar- beiðsøkini hjá ljósmøðrum: Jordemoderen kan som led i sin virksomhedsud- øvelse konstatere gravidi- tet. Jordemoderen kan fore- tage behovsundersøgelser under svangerskabet, og undersøgelser med hen- blik på at diagnosticere svangerskab med øget risi- ko. Jordemoderen kan end- videre undersøge, obser- vere, pleje og deltage i be- handling af syge svangre, herunder hvor barnets fødsel søges udsat ved særlig behandling. Jordemoderen kan yde selvstændig fødselshjælp ved spontane fødsler, som forløber uden komplika- tioner. Jordemoderen kan i bar- selsperioden forsat vare- tage observation, pleje og behandling af kvinden og barnet. Ved barselsperiod- en forstås her de første 14 dage efter fødselen. I tilfælde af sygelige til- stande hos kvinden eller barnet i barselperioden kan jordemoderen foretage undersøgelser observation, pleje samt deltage i be- handlingen. Jordemoderen skal ved alle sygelige fund, kom- plikationer eller mistanke herom hos kvinden, fosteret eller barnet, henvise til eller tilkalde læge. Jordemoderen er kvali- seret til at deltage i be- handling og yde fødsel- hjælp og jordemoderfaglig omsorg også i disse situa- tioner. Soleiðis kundi eg hildi áfram, men øll, ið nýta eitt sindur av sunnum hugflogi mega skilja, at ein ljós- møðraútbúgving við tí frá- læru, ið krevst fyri at náa hesum umrøddu málum, saman við lóggildi (auto- risatión) frá Heilsustýrin- um, sjálvandi gevur fullan førleika til at loysa hesar uppgávur til fulnar, uttan at verða útbúgvin sum sjúkra- røktarfrøðingur. Eg veit í hvussu so er, at tað ikki er mín sjúkrasystraútbúgving, ið hevur givið mær henda førleika, men harafturímóti mín ljósmøðraútbúgving. Eg havi líka stórt álit á øll- um mínum starvsfelagum, avgjørt ikki bert teimum, ið hava eina sjúkrarøktarfrøð- inga - útbúgving, men tí tær hava eina ljósmøðraút- búgving og eina lóggilding (autorisatión) frá Heilsu- stýrinum, ið er prógv um, at tær allar sum ein hava alla ta vitan og tann førleika, ið krevst fyri at kanna, obser- vera, vegleiða, vissitera, taka sær av røktanini og um neyðugt luttaka í viðgerðini av mammu og barni, líka frá gitingini til 14 dagar eftir at barnið er føtt. SJÚK / OV TÍÐLIGA FØDD PINKUBØRN: Ein annar skeivleiki, íð er borin fram av sjúkrarøktar- frøðingunum er, at ljós- møður vilja troka sjúkra- røktarfrøðingar, við servit- an um viðgerð av sjúkum og/ella ov tíðliga føddum pinkubørnum, út av føði- deildini. Hetta er beinleiðis ósatt!!! Rætt er, at sum ljós- møðralesandi fær tú holla frálæru um bæði tað fríska, men sanniliga eisini um observatión og viðgerð av tí sjúka pinkubarninum, og skal lúka próvtøku í hesi lærugrein, men ljósmøður kenna sítt "kompetencu- økið", og at ansa og viðgera hesi børn krevur hallgóða nýtímans vitan, eisini um tey tól, ið verða nýtt í við- gerðini á L.S. Hetta er eitt økið, ið ljós- møðurnar á L.S. ikki arbeiða við í dag, og hevði tí sjálvsagt kravt neyva dagføring. NIÐURSTØÐA: Vísandi til omanfyristand- andi, vóni og trúgvi eg, at allar barnakonur og familj- ur teirra eru fullkomiliga tryggar við at verða ansaðar av ljósmøðrum, bæði í við- gongutíðini, burðartíðini og barsilstíðini, hóast for- kvinnan í Sjúkrarøktara- felag Føroya, fyri at bjarga nøkrum sjúkrarøktar-frøð- ingastørvum, velur at sáa mistrúgv og misálit á før- leikan hjá ljósmøðrunum. ÁHEITAN: Til seinast fari eg inniliga at biðja forkvinnuna í Sjúkrarøktarfelag Føroya um at gevast við at spjaða ótryggleika og misálit mill- um barnakonurnar og fa- miljur teirra. Hetta borgar ikki fyri góðari sjúkrarøkt !!!!!!!!! 12 Nr. 68 - 12. apríl 2005 Finnleif Guttesen Torir landsstýrið at leggja miðnámsskúla og heilsuskúla í Hovi, ella vilja teir sleppa sær undan ábyrgd við einki at gera, tí at kommun- urnar ikki kunnu semj- ast? Kjakið í sjónvarpinum hósdagin 31.mars 2005 um viðurskifti í Suður- oynni, vísti, at onki veruligt ynski er millum kommunustýrislimir av Tvøroyri og úr Vági um, at samansjóða hesa vøkru oyggj. Og tíverri er støðan ringast millum okkara fólkavaldu løgtings- menn, so frá hasum kunnu suðuroyingar ikki vanta nakra broyting til tað betra. Lokal áhugamál og kenningar politikkur er orsøkin til alla orrust- una, tí hevði ein fyrr- verandi mentamálaráð- harri ikki avtikið ella broytt lógina um, at Hov skuldi verða skúlamið- depil í Suðuroy, so hevði verandi ósemja ikki verði. Men, at misnýta gaml- ar syndir fyri at onki skal henda, soleiðis sum kommunalpolitikarar gera, skaðar bert suður- oyingar. Í dag er stórur ótti í Vági fyri, at miðnáms- skúlin blívur fluttur á Tvøroyri. Fyri at stoppa hesum ótta má lands- stýrið tora at skera ígjøgnum, og ikki blíva við, at trekkja málið út. Brúki avsettu pengarnar til at byggja skúlar í Hovi fyri, tí tað er eingin annar, ið eigur avgerð- ina, enn landsstýrið. Í kjaksendingini vístu lokalpolitikarnir, at teir tora ikki at broyta mein- ing, teir tonkja bert um egnan dunnuhyl og ikki uppá heildina. Alt skal verða sum tað plagar, eingin broyting, eingin nýhugsan, frægast er at lata standa til, má niður- støðan verða. P:S Tað má pínadoyð verða onkur, ið hevur so frætt av dirvið, at hann torir at bjóða av og taka eina endaliga avgerð, sjálvt um ikki øll verða nøgd, tí tað er vónleyst. Politikkur er at tora, eisini í Suðuroy VIÐMERKINGAR Gevst við at spjaða ótryggleika og misálit millum barnakonur og familjur teirra Malmberg D. Olsen Alt meðan várið ger seg til at floyma inn yvir oyggj- arnar við eini lívgevandi megi, sum bara kann koma frá skaparans hond, har alt sum hevur lívgevandi røtur vaknar úr vetrarsins myrka dvala til lív, sum er ein frøi fyri eyga frá skaparans hond. Tjøldrini eru komin langvegis frá, flúgva yvir oyggjar okkara við sínum lívgevandi ljóði: Her vilja tey dvølja eina korta tíð á oyggjum okkara, fyri at gera reiður og fáa ungar, so tað framvegis verða tjøldur, sum koma at leita sær friðskjól á hesum oyggjum til at nørast og geva tað lívgevandi ljóðið frá sær, sum ber boð um, at her eru møguleikar fyri lívi. Men tað er ikki vanda- leyst at reiðrast her, um somu tíð eru Ravnar og Likkur, sum hava eitt vakið eyga við reiðrinum, fyri at týna eggini áðrenn ungin fær lív. Eg havi við sorg, og ikki sørt skelkaður, lisið grein í dimmu nr. 66 um eina vitjan, sum Føroya Arbeið- arafelag hevur havt av nøkrum donskum kvinn- um, sum siga seg vilja loysa allar føroyskar kvinn- ur úr trælabandi, sum mennirnir halda teimun bundnar í. Um tað er fak- felagsrøslan, sum hevur sent eitt neyðarkall eftir teimun, fái eg meg illa til at trúgva. Tað má heldur vera til at hjálpa tjóveldiskvinn- uni, sum verður nevnd í blaðnum, at danakvinnur- nar hava neyð fyri at hjálpa. Her á oyggjunum siga vit "Ja til lívið" framvegis. Samanbering verður gjørd við fiskin í havinum, at hann bítur á, men eg vil leggja aftrat, at hann bítur ikki á skøtagn. Tit áttu at vita, at vit Føroyingar hava sett eitt dygdargott tiltak í verk, fyri at verja fiskin, sum leitar inn á grunnar okkara. Um okkara fiski- menn fframhaldandi skulu føra fong innum nes og tanga vita teir, at hetta er neyðugt. Og aðrar tjóðir hava vent eyguni henda vegin og spyrja, hvussu vit bera okkum at við at verja fiskastovnin. Á sama hátt skal okkara tjóð verða ein fyrimynd, at verja tað verjuleysa fostrið í móðurlívið, fyri ravni og likku, sum vilja týna ungar- nar. Háttvirdu politikarir. Setið framhaldandi mann- garð um lívið, sjálvt um týnandi vetrarvindar blæsa inn yvir oyggjar okkara og vilja niðurleggja tann verndargarð, sum gevur vernd og skjól fyri spírin- um í móðurlívið. Forløg míni eygu tíni sóu, og í tína bók vóru skrivaðir allir teir dagar, íð avmáldir vóru, áður enn nakar av teimun var til. Sám.139, 16. Pro Vita takk fyri tað arbeiðið, tit gera. Vónandi fer limatalið, at fleirfaldast eftir hesa vitjan av dana- kvinnum. Guð signi mítt føðiland Føroyar. Tøkk til Pro Vita