týsdagur 12. apríl 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 68 - 12. apríl 2005
13
Hergeir Nielsen
Ein størri politiskur sjón-
leikur er á palli, og sam-
gongumenn kappast um at
manna leiklutir sínar.
Ein jarðbundin floksfor-
maður í sambandsflokkin-
um vil vera við, at higartil
er ikki eitt komma broytt í
lóggávuni millum ríkispart-
arnar, meðan ein meira
loftborin
javnaðarmaður
lovprísar
løgmanni
og
hansara samráðingarevn-
um.
Teir tigandi - tað eru teir
sum stýra samfelagnum -
hava vit ikki hoyrt so nógv
til.
Men vit fara fara veruliga
at vóna, at teir koma at flyta
okkurt komma, áðrenn
leiktjøldini verða drigin
fyri fyri seinastu ferð.
Fyrsti partur
Vit sóu menn taka land í
Fámjin um dagarnar, har
danski uttanríkisráðharrin
og Føroya løgmaður skriv-
aði undir eina felags yvir-
lýsing um at gelda avgerð-
arrætt Føroya á uttanríkis-
og trygdarpolitiska økinum
framyvir, og løgmaður helt
væl til standa.
Tað var tann tíð, tá Jansa-
guttarnir í Fámjin bardu
ágangin niður, men soleiðis
er tað ikki meir. Teir høvdu
vent sær undir torvunum,
vistu teir til sín aftur.
Samgongumenn
halda
tað vera óført, um føroying-
ar sleppa at vera við, tá aðr-
ir fara at tingast um møgu-
ligar vandar um okkara
leiðir einafer langt inni í
framtíðini.
Føroyingar
hava
nú
skriva seg fastar her, tí teir
sleppa bara at vera við, men
ikki at taka avgerð um
nakað sum helst.
Aftan á eina møguliga
avgerð fáa teir so at vita, at
teir hava medábyrgd, tí teir
vóru jú eftir egnum ynski
við á fundi.
Hetta at "víðka um heim-
ildirnar" sum landsstýrið
kallar tað, eru nakrar orða-
blómur, sum køva tann
veruleika, at danir og ES
fara at reka føroyskan utt-
anríkis- og trygdarpolitikk
framyvir.
Fyrsta Merkið okkara
hekk sum tigandi vitni um
tann tjóðskaparliga vesala-
dóm og tað stjórnarskipan-
arliga máttloysið, ið gjørd-
ust okkara lutur í hesum
verki.
Annar partur
Um nakað skil var í at góð-
kenna
sjálvsavgerarrætt
okkara, so skuldi hetta
sjálvandi gerast mótvegis
altjóðasamfelagnum, men
so var ikki.
Tvørturímóti, so varð
staðfest í Keypmannahavn,
at
sjálvsavgerðarrættur
okkara lá undir donsku
grundlógini, og tað var
betri ógjørt.
Løgfrøðingar og fólka-
rættarsakkønir kappast nú
um at siga frá, at júst hend-
an avmarkaða viðurkenn-
ingin av, at føroyingar hava
sjálvsavgerðarrætt
undir
donsku grundlógini, gevur
ongar sjálvstøðugar heim-
ildir og eingi rættindi til
samskifti við altjóða stovn-
ar.
Ríkisfelagsskapurin hev-
ur ongantíð verið sterkari
enn nú, sigur formaður
sambandsfloksins, og tað
kann tað vera nakað um.
Fyri góðum ári síðan
vóru tær radikalu sjálvstýr-
iskreftirnar í samgonguni
ávaraðar móti, at lata arnar-
bøguna sleppa at klekja
"svørð til svangan fund,"
men har var tíverri talað
fyri deyvum oyrum.
Tá lógin um uttanríkis-
politiskar
heimildir
og
yvirtøkulógin, saman við
einari nýggjari stjórnar-
skipan eru samtyktar á
tingi, heldur sambands-
flokkurin, at nýskipanar-
uppskotið er endaliga sett í
verk, og tað hevur hann
rætt í.
Tá hava teir lagað Garðin
um ríkiseindina, so sum teir
lovaðu veljarum sínum í
samgonguskjalinum.
Hóast sambandsformað-
urin sigur, at eingin ein-
stakur persónur, ella ein-
stakur flokkur, hevur æruna
av hesum "frambrotum," so
er tað ikki heilt burturvið,
um onkur gipsfigururin
verður stoyptur av teimum
radikalu í fólkaflokkinum -
sum eina áminning - um
ikki annað.
Vónbrot okkara er stórt,
tað skal sigast.
Triði partur
Triði parturin er eisini ein
sorgarleikur, har ein heilur
flogvøllur kemur rekandi
inn í stjórnarskipanarligu
viðurskifti okkara.
Har er avtalað, at vit
skulu tøma Íleggingar-
grunnin til at útbyggja ein
flogvøll, sum ikki kemur at
nøkta verandi og so slett
ikki framtíðartørvin hjá
okkara samfelag.
Vit fáa framvegis ein
vánaligan flogvøll, og har-
afturat fáa vit ein tóman
Íleggingargrunn.
Stuttskygdar loysnir eru
altíð vánaligar loysnir, og
hendan ber av.
Kappingarføri okkara í
altjóðagerðini
fær
ein
mønustingin í hesum aftur-
stigi, sum fer at forða fyri,
at vit fáa avgreitt farma-
flogfør og størri ferða-
fólkaflogfør í allari framtíð.
Lógaruppskotið
Bretski kongurin, Johan
uttan land, skrivaði søgu, tá
hann í 1215 undirskrivaði
Magna Carta, hándfestn-
ingin, sum tók alt valdið frá
sær sjálvum.
Løgmaður okkara ger
nakað tað sama 800 ár
seinni.
Um vit fáa eitt lógar-
uppskot á tingborð, har
nakar møguleiki er at
broyta tilgongdina vita vit
ikki, men vit vóna tað.
Vit vóna ma., at vit undir
viðgerðini av hesum mál-
um fáa inn nakrar broyting-
ar um, at sjálvsavgerðar-
rætturin skal fráboðast al-
tjóðasamfelagnum, soleiðis
at hann fær eitt veruligt
virði í fólkarættinum.
Høgni Hoydal
Fámjinsskjal. Yvirlýsing
um sjálvsavgerðarætt og
yvirtøkulóg. Lóg um utt-
anríkispolitiskar heim-
ildir. Trý mál verða í
skundi trýst ígjøgnum
innanfyri sera avmarkað
tíðarskeið. Orsøkin er, at
danska stjórnin vil hava
hesi mál avgreidd, áðrenn
fólkaatkvøða verður í
Danmark um ES-grund-
lógina.
Einaferð var vanligt at
leggja Tjóðveldisflokkin
undir proklamasjónspoli-
tikk og at vilja fremja
loysingina á einum A4-arki.
Men tess meira kemur
undan kavi, tess meira
bendir á, at undirskrivingin
av felagslýsingum millum
Føroyar og Danmark er
berur proklamasjónspoli-
tikkur. Spurningurin er, um
nakað veruliga er nýtt, ella
um hetta bert er nýtt sam-
band á einum A4-arki.
Sjálvsavgerðarrættur
parkeraður
Løgmaður
boðaði
frá
mánadagin, at nú varð
sjálvsavgerðarrætturin hjá
føroysku tjóðini viðurkend-
ur og allar forðingar rudd-
aðar av vegnum í sjálv-
stýrismálinum.
Sjálvur úttalaði eg meg
sera positivt mótvegis hes-
um. Men sambært serfrøð-
ingum, er ikki talan um, at
veruligur sjálvsavgerðar-
rættur føroyinga er viður-
kendur. Danska stjórnin og
landsstýrið hava ikki av-
talað at fráboða nakra
viðurkenning av føroysku
tjóðini til altjóða stovnar.
Tá er lítið vunnið, tí tá
verður sjálvsavgerðarrætt-
urin parkeraður inni í
danska ríkinum og undir
donsku fatanini av grund-
lógini.
Tað er átaluvert, at løg-
maður skrivar undir og
boðar okkum øllum frá
stórbroytingum, um lands-
stýrið ikki hevur ráðført seg
við nakran altjóða serfrøð-
ing á økinum.
Avgreiðast áðrenn
fólkaatkvøðuna í
Danmark
Bæði løgmaður sjálvur og
Jenis av Rana hava gjørt
vart við, at Anders Fogh
Rasmussen hevur dugað
sera væl og verið snildur
mótvegis Føroyum.
Tað er púra rætt. Onkus-
vegna hevur hann drigið
løgmann uppá tráð til tess
at fáa hann at skriva undir
yvirlýsingar og at fremja
mál í stórum skundi.
Vit gloyma jú altíð í Før-
oyum, at sjálvandi hevur
danska stjórnin síni áhuga-
mál at røkja og hevur
sjálvsagt eina ætlan fyri at
varðveita danska eindar-
ríkið við teimum stóru
broytingum, sum henda í
Evropa og í heiminum í
dag. Onki løgið er í tí.
Endamálið hjá Anders
Fogh Rasmussen og donsku
stjórnini ar sjálvsagt at fáa
frið fyri føroyingum og at
gera eina heimastýrisskip-
an í nýggjum hami, áðrenn
danska fólkaatkvøðan um
ES-grundlógina verður í
september.
Tey hava heft seg við, at
fullveldiskreftirnar í Føroy-
um og Grønlandi strongja
á, nú Danmark leggur fleiri
og fleiri mál til ES at
umsita. Stjórnin hevur heft
seg við, at í Føroyum hava
bæði Tjóðveldisflokkurin,
Javnaðarflokkurin
og
Fólkaflokkurin boðað frá,
at vit eiga at taka yvir
uttanríkismál,
verjumál,
gjaldoyramál og rættarmál,
tá ið Danmark leggur av-
gerðarrætt til ES í hesum
málum.
Tí er málið, at fáa gjørt
onkra skipan, ið kann varð-
veita danska eindarríkið í
hesi gongdini. Tað er ætl-
anin hjá donsku stjórnini
við yvirtøkulógini og yvir-
lýsingunum. Har verður jú
sagt, at vit kunnu yvirtaka,
men ikki tey málini, ið
Danmark leggur til ES at
umsita.
Harafturat
verður
so
gjørd ein lóg um uttan-
ríkispolitiskar
heimildir.
Føroyar og Grønland skulu
kunna gera sáttmálar við
onnur lond sum "Konge-
riget Danmark forsåvidt
angår Færøerne og Grøn-
land". Og Danmark skal
framvegis góðkenna alt —
bæði fyri, eftir og undir
samráðingunum.
Við hesum amboðum vil
Danmark tryggja sær, at
danska ríkið ikki fer sundur
í ES-gongdini.
Alt verður skrumblað
ígjøgnum nú
Herfyri boðaði løgmaður
frá at landsstýrið kundi ikki
góðtaka, at grønlendska
lógin um uttanríkispolit-
iskar heimildir varð løgd
fram á Fólkatingi, áðrenn
ein semja varð funnin
millum Føroyar og Dan-
mark um føroysku uttan-
ríkisheimildirnar.
Breið semja er um í Før-
oyum, at grønlendska lógin
er eitt afturstig, og at tað
verður trupult at fáa aðra
loysn fyri Føroyar, um
grønlendska lógin verður
samtykt.
Kortini er grønlendska
lógin nú sett á dagsskránna
í Fólkatinginum til fyrstu
viðgerð 21. apríl.
So er spurningurin, um
løgmaður eisini hevur gjørt
onkra avtalu í hesum
málinum, og at ein loysn
fyri Føroyar skal skrumbl-
ast ígjøgnum nú, innan
summarið kemur.
Ongi av hesum málum
hava fingið nakra veruliga
politiska
viðgerð
í
Føroyum. Løgmaður tykist
ikki at hava givið sær far
um avleiðingarnar frameftir
ella at hava sett sær nøkur
mál fyri víðari gongdini. Tí
má Løgtingið nú taka sær
um reiggj og fáa lýst
veruligu avleiðingarnar fyri
framtíðarstøðu Føroya í
síni heild.
VIÐMERKINGAR
Er nýskipanaruppskot sambandsfloksins ávegis?
Er løgmaður drigin uppá tráð?