týsdagur 12. apríl 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 68 - 12. apríl 2005
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Omma livdi eitt langt og gott lív. Tó so,
hon hevði eisini mótgongd í lívi sínum;
men hetta dugdi hon so ómetaliga gott at
bera. Hon hevði eitt sera lætt lyndi, látur
og lívsgleði fylgdi henni altíð. Hon var
so vælsignað lívsglað, at hon altíð gleddi
og lyfti hini upp, hóast hon mangan -
serliga seinastu 33 árini var tann sum átti
at tørva troyst og uppmuntran.
Jütta Sophie Jørgensen var dóttir Hans
(f. 11.01.1874) og Onnu Sofíu Jørgensen
( f. 09.09.1881) í Miðvági. Hans var son-
ur Niclas (f. 04.06.1840) og Ellen
Jørgensen ( f. 09.04.1835) og abbasonur
Jørgen Frants Jacobsen ( f.01.061811)
sum kom úr Bayansstovu í Havn vestur
til Miðvágs at halda skúla í 1829. Fyrsti
skúli á bygd í Føroyum varð bygdur í
Miðvági í 1830, og hevur ættarfólk
hansara síðani verið rópt "í Skúlanum", tí
tey eru uppvaksin har. Framvegis eru ætt-
arfólk í hesum yrki í Miðvági.
Jütta giftist 6. desember 1936 Johan
Hendrik Jacobsen á Bakka á Glyvrum ( f.
17.11.1903 - d. 23.01.1987). Abbi var ein
sera skemtingarsamur maður, dámdi væl
at taka speiskliga til. Tey 21 árini mær
untist at hava saman við honum, minnist
eg hann sum ein góðan vin. Vit vóru sera
væl, prátaðu um mangt og hvat. Serliga
hevði hann áhuga í tí vinnuliga, sum fyri-
fórst á Bakka. Var sera spentur í hvussu
tað gekk. Hann dámdi væl at siga frá
søgum og siga frá gamla bygdalívinum á
Glyvrum. Hann var við at byggja kirkj-
una á Glyvrum í árunum 1925-1927, og
var eisini við at byggja aðrar kirkjur í
Føroyum, m.a. í Vági. Hann var góður
smiðjur, og smíðaði eisini fleiri hús sam-
an við pápa mínum.
Johan Hendrik var ættaður av Glyvr-
um, úr bóndahúsinum í Niðristovu á
Glyvrum. Hann var sonur Rasmus Jacob-
sen (f. 26.11.1866) og Jóhonnu f. Isaksen
(f. 31.03.1863) ætta av Húsum. Mamma
Johan Hendrik var seinna konan í hjúna-
lagi við Rasmus Jacobsen. Fyrra konan
var Rasmina Maria Isaksen (f. 1866),
sum var yngra systir Jóhonnu. Rasmina
átti Christian, Jákup, Mariu og Martin.
Jóhanna átti Meinhard, Johan Hendrik og
Clement.
Omma segði um abba og brøður hans-
ara, at sera gott samanhald millum brøð-
urnar. Teir áttu alt í felag og róku virki
niðri á Bakka. Teir fingust við handils-
virksemi og høvdu turkihúsið.
Ættarbondini millum bóndahúsið í
Niðristovu á Glyvrum og skúlahúsið í
Miðvági vóru sterk. Hetta gjørdi at
omma kom inn á Glyvrar sum umleið 16
ára gomul. Elin - mamma Hans Jørgen-
sen var elsta dóttir bóndan í Niðristovu á
Glyvrum Jákup Christiansen (f. 29.07.
1793 d. 15.11.1883). Bróðir hennara
Christian Jacobsen (f. 05.03.1827 d.
09.12.1918) var næstelstur, og festi í
Niðristovu 24. januar 1859, sonur hans-
ara Rasmus Jacobsen (f. 26.11.1866 d.
29.12.1931) var pápi Johan Hendrik.
Omma fór í 1933 til Íslands, og var har
í eitt ár og tænti á einum garði. Hon varð
altíð sera glað fyri hesa tíðina. Eg haldi
hetta varð viðvirkandi til at hon altíð
hevði sera lætt við at ferðast. Tá børnini
vóru komin undan, var hon nakrar ferðir
uttanlanda, hóast abbi ongantíð vildi fara
við. Hann fór ongantíð útum landoddar-
nar. Eg minnist í 1972 tá hon var í Dan-
mark á ferð keypti hon mær og Jákup
Paula hvør sítt ur, sum vit kundu brúka tá
vit fóru í skúla - eg hevði tað inntil eg var
fermdur og tá fekk eitt nýtt. Hon varð í
útlondum og ferððist nakrar ferðir, og
fyri eini 3 árum síðani var hon aftur á
ferð í Danmark og vitjaði skildfólk. Hon
helt tað var sera lætt at ferðast ídag.
Tá Omma kom aftur úr Íslandi í 1933,
stóðu húsini liðug. Upprunaliga var
ætlanin at hon skuldi læra at seyma hjá
skómakaranum í Gøtu; men Elin og
Hanna fingu hana at koma til Íslands
ístaðin.
Hon búði á Glyvrum í bóndahúsunum,
og eisini í húsunum á Bakka hjá Mein-
hard og Minu, men tá tey giftust í 1936,
fluttu tey so í húsini, sum høvdu staðið
liðug í eitt ár. Brúdleypið stóð í egnum
húsum.
Jütta var sætta í einum systkinnaflokki
uppá 11 systkin. Elstur var Niclas, so
kom Sofía, Hanna, Ellen, Jørgen Frantz,
Jütta, Joen Pauli, Hans, Alfred, Rickhard
og Betti. Hóast omma fekk heilabløðing
sum 61 ára gomul og tá var illa stødd, so
livdi hon longst av systkjunum; men nú
eru so øll farin.
Á ættarstevnuni ífjør, tá ættarfólk eftir
systkini hjá Jüttu vóru boðin saman, vóru
367 núlivandi fólk skrásett í ættini, og vit
vita um fleiri sum eru komin síðani, so
sigast má at ættin er stór.
Jütta og Johan Hendrik fingu 5 børn
saman. Jóhanna, Hans, Róland, Hallgerð
og Martin. Samanlagt eru eftirkomarar
eftir Jüttu nú 49 í tali, sum øll eru á lívi.
Heim teirra var á Bakka á Glyvrum, har
eitt trygd og fjálgt heim fyri teirra børn,
abba og ommubørn og langommubørn
var. Heimið var ein miðdepil fyri familj-
una, har hugni, gleði, stuttleiki og kær-
leiki stóðu í hásæti. Omma dugdu uttan
tað stóra hóvástákið at savna og vera
tann, sum lærdi okkum ikki at stúra fyri
morgindegnum.
Hóast omma nú bert manglaði 33
dagar í at gerast 91 ára gomul - og ald-
urin harvið kann sigast at vera rokkin - so
verður saknurin stórur nú hon ikki er
millum okkum longur. At fara niðan at
vitja hana fríggjadag og drekka ein
kaffimunn saman við henni og fáa eitt
prát. Hon væntaði meg altíð, hóast eg
ikki kom altíð, so vildi hon vera klár um
eg kom niðan. Og Martin, ja hann skuldi
koma hósdag. Soleiðis var síðstu árini alt
í síni føstu legu hjá henni. Øll vóru javn-
an og vitjaðu ommu, tí tað var so stuttligt
at vitja hana. Og um onkur ikki kom, ja
so saknaði hon tey.
Í "Fløvanum" var hon regluliga saman
við øðrum "tilkomnum" fólki. Serliga
væl dámdi henni at spæla "bodja" - hon
ætlaði sær til stórkapping í hesum spæli
nú um nakrar vikur; men tað verður so
ikki.
Tá eitthvørt var hon skuldi til, ja so var
hon klár í góðari tíð. Skuldi hon gera
eitthvørt, ja - so kundi henda at hon fór
upp kl 6 á morgni so hon var vís í at hava
alt klárt til tíðina. Omma var røsk og
vildi hava alt ordna í góðari tíð. Í betri
árum var hon av raskastu konum í fiska-
arbeiði. Eg havi hugt í onkrar av bókun-
um har skrivað var hvussu nógv hvør
persónur skrædlaði av sild í árunum 1970
- 1971, og har havi eg sæð at omma
rættuliga ofta var hon sum var kvikast til
hetta arbeiði. Eisini vaskaði skúlan á
Glyvrum fleiri ár; men tá hon varð rakt
av heilabløðing í hampuliga góðum
árum, varð hon munandi likamliga skerd.
Førleikan fekk hon ongantíð aftur, hóast
hon kláraði seg væl.
Omma var við í kvinnufelagnum á
Glyvrum, hesar kvinnurnar vildu gera
mun og ávirkan. Tær vildu betra sam-
felagið tær livdu í, og ynsktu at gera sítt
til at so bleiv. Ídag hoyrist javnan um
kvinnufelagshúsið á Glyvrum, sum er ein
av varðunum eftir arbeiðið hjá hesum
kvinnum. Samfelagið er nógv broytt
síðani tá, og kvinnurnar hava sín náttúr-
liga leiklut í dagsins samfelagi, hóast tað
framvegis kundi verið enn betur.
Tvær ommudøtrar eru uppkallaðar
eftir tær, eisini dóttir mín er uppkallað
eftir tær - omma, eg eri takksamur fyri at
mær untist at hava teg sum ommu. Tú var
ein undangongukvinna, sum eg síggi upp
til. Takk fyri alt.
Regin Jacobsen
Minningarorð um Jüttu S. Jacobsen (á Bakka)
f. 10.05.1914 Jørgensen í Miðvági d. 07.04.2005