Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-12, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. apríl 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Seinasta leygardag, 9. apríl, fylti fyrrverandi ríkisum- boðsmaðurin Leif Groth 75 ár. Hann fylti sostatt 10 ár sama dag, sum týskarar hersettu Danmark. Leif Groth, sum loysti Mogens Wahl av sum ríkis- umboðsmaður, var føddur í Keypmannahavn. Foreldr- ini itu Vita Andersen og Helge Groth. Hann er út- búgvin cand.polit. Hann fekk starv í danska for- sætisráðnum, fyrst sum skrivari í 1959 og sum full- trúi frá 1967. Í 1972 kom hann til Før- oya at vera ríkisumboðs- maður og var her í 9 ár. Tað var júst, meðan hann røkti hetta starv, at tað umsit- ingarliga virkisøkið hjá Ríkisumboðnum minkaði nógv, tí í sjeytiárunum kom ferð á yvirtøkurnar, sum høvdu ligið á láni mestsum síðan 1948, tá Heimastýrið varð stovnað og tær fyrstu yvirtøkurnar vórðu framd- ar. Í sjeytiárunum yvirtók Landsstýrið umsitingina av skúlaverkinum og al- mannaverkinum, og tað minkaði nógv um virkis- økið hjá ríkisumboðsmann- inum. Tað er vanligt, tá ríkis umboðsmenn fara úr Før- oyum, at teir fáa eitt amt- mansstarv í Danmark. Leif Groth gjørdist statsamt- maður og stiftsamtmaður í Århus til 1999, tá hann fór frá fyri aldur. Leif Groth hevur verið giftur tvær ferðir. Fyrra konan æt Gudrun Rachel Mathorne og tann seinna Charlotte Merete Back. Dagurin 12. apríl. Julius, deyður í 352. Til minnis um pávan Julius I. Rómverskt ættarnavn. Jütta Jacobsen á Bakka Heilsan til mammu Tú ert perlan hjá okkum, dýrgripurin vit fingu. Tú gavst okkum lívið, sum smá vit um teg gingu. Tú vart eins og morgunglæman, hvussu myrk náttin var, so var ljósið frá tær, brátt til áljósan dag. Tú vart gleðin í heimi, ein kjarni av kæti. Barnanna kelda við gleimi, sálanna fylla av mati. Lívsgleðin hjá tær tín styrki, trúðfestið í tær tín verja. friðsælan um teg títt yrki, tí kundi einki teg berja. Tú dýrabara perla sum gulleplið í hjarta, vit teg goyma. Takk at vit fingu teg, tú leiddi okkum lívsins veg. Hans Jacobsen Leif Groth 75 Tøkk Hjartaliga takki eg øllum tykkum, sum minstust meg á 85 ára føðingardegi mínum. Takk fyri vitjanir, blómur, heilsanir og fjarrit. Eina serliga tøkk til børn, ommubørn, lang- ommubørn og oldurommubørn fyri at tit gjørdu mær dagin so hugnaligan við sangi, mati og blíðskapi. Stóra tøkk øll somul. Heilsan Beata í Dali Tøkk Øllum tykkum, sum gleddu meg á 80 ára føðingardegi mínum við uppringingum, telegrammum, vitjan og gávum takki eg hjartaliga. Heilsan Sigurd Nybo Ole Friederich, oberst- løjtnantur, er nýggjur ovasti hjá Færøernes Kommando. Starvssetanin, sum varð lýst av Margretu Drotning, tók gildi 1. mars, og frá 1. apríl at rokna avloysti Ole Friederich Ole Ryberg. Hesin fer framyvir at virka í leiðsluni fyri Flyvestation Aalborg. Ole Friederich hevur seinastu fýra árini verið leiðari fyri Air C2 støðina hjá Nato í Ramstein í Týsklandi. Hetta er annars ikki fyrsta ferðin, at Friede- rich starvast í Føroyum. Árini 1981-1983 var hann operatiónsoffiserur á Flyvestation Tórshavn. Rætting Í samband við at vit skrivaðu um móttøkuna, Eirargarður 25 ár, í blaðnum 8. apríl 2005, kom av misgávum eitt navn og starvsheiti skeivt fyri. åVit skrivaðu at Jóannes Dalsgarð var leiðari fyri heimarøktina og serforsorgina. Hetta er ikki rætt. Jóanes N. Dalsgaard er leiðari fyri Serstovna- deildina, sum er deild undir Heimarøktini og Serforsorgini. Leiðari fyri Heima- røktina og Serforsorgina er Mary í Garði. Vit biðja orsaka mistakið Sosialurin Nýggjur ovasti í Mjørkadali Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæri maður, pápi, verfaðir, abbi og langabbi okkara Ottar Jacobsen andaðist leygarmorgunin 9. apríl, 73 ára gamal. Kistan fer av Landssjúkrahúsinum heim í Havnar kirkju týsdagin 12. apríl kl. 17.00. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju mikudagin 13. apríl, kl. 13.00. Vegna familjuna Hildigunn Tey, ið vilja minnast Ottar, kunnu lata Føroya Felag Móti Krabbameini eina peningagávu.