týsdagur 12. apríl 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 68 - 12. apríl 2005
Fríggjadagin í farnu viku
flutti Sosialurin av Argjum
og inn í hjartað á Havnini.
Fyrsti
arbeiðsdagur
í
nýggju hølunum í Vágs-
botni var mánadagin.
Starvsfólk og leiðsla á
Sosialinum hava leingi glett
seg til innflytingardagin,
sum varð fluttur aftur nakr-
ar ferðir. Ætlanin var at
flyta inn áðrenn páskir,
men mongum brestir ætlan.
Fríggjadagurin tann 8. apríl
gjørdist so endiliga dagur-
in, har fjølbroytta miðla-
fyritøkan flutti av Argjum
og inn í gamla bygningin
hjá Valdemar Lützen í
Vágsbotni.
Aftaná næstan 25 ár úti á
Argjum er Sosialurin kom-
in inn í býin aftur. Jan
Müller, ábyrgdarblaðstjóri
á Sosialinum, sigur, at hetta
er ein nýggja byrjan fyri
blað- og miðlahúsið Sosial-
in.
- Vit á blaðnum fegnast
um hesa nýggju og spenn-
andi avbjóðingina og kunnu
eisini gleðast um, at vit
hava verið so heppin at fáa
atgongd til henda bygning
og hetta søguliga og sen-
trala stað, sigur Jan Müller.
Almenn móttøka verður í
nýggja miðlahúsinum hjá
Sosialinum
fríggjadagin
tann 15. apríl frá klokkan
15 til 17. Øll eru vælkomin
á gátt.
-hkm
Nýggja m
Sosia
Jonhard Hammer,
marknaðarleiðari: Vit
dáma væl í Vágsbotni,
og júst í hesi løtu eru vit
ígongd við at dekorera
húsið saman við Sansir.
Tað skal vera elegant og
fella inn í býarmyndina.
Annars sær tað út til, at
øll hyggja inn á kontórið
hjá mær, sum vendir
beint út ímóti gøtuni.
Redaktiónin hjá Sosialinum
Sosialurin verður umbrotin á teknisku deild
Vágsbotnur í dagsins Tórshavn