týsdagur 12. apríl 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 68 - 12. apríl 2005
17
miðlahúsið
alurin
Edvard Joensen, blaðmaður: Mær dámar ikki at arbeiða í
einum opnum kontórlandslagi. Men her er nógv betri pláss í
nýggju hølunum. Í sambandi við flyting og tílíkt, so haldi eg, at
tað var skeivt at leggja lokalredaktiónirnar niður.
Terji Nielsen, blaðmaður: Eg eigi nógv fótaspor her niðri á
leiðini. Sum tólv ára gamal var eg støðmaður og
agnseljari við bensinpumpuna í Vágsbotni. So her fari eg
at kenna meg aftur.
Snorri Brend, blaðmaður: Nú havi eg bert verið her í
einar tríggjar tímar, men mær dámar væl. Eg eri spentur
upp á at sleppa at arbeiða á eini felagsredaktión. Men um
eg kundi valt, so hevði eg valt eitt kontór fyri meg sjálvan.
Magnus Gunnarson,
blaðmaður: Mær
dámar væl. Tað er
lættari at samskifta
við starvsfelagarnar
og við blað-
redaktiónina.
Eydna Skaale, blaðkvinna: Fínasta slag, men mann skal
venja seg við, at øll sita saman.
Jákup Mørk, blaðmaður: Super, men tað er farligt at vera
so tætt at matstovuumhvørvinum.
Tóki Højgaard, fíggjarleiðari: Her liggur væl fyri. Tað er
lætt at koma til, og hølisumstøðurnar eru góðar. Tað er
lættari at fáa fatur á fólki, og harumframt er tað sera
gjøgnumskygt í bygninginum.
Eirikur Lindenskov,
blaðstjóri: Hetta er
fantastiskt. Vit hava
arbeitt við at fyrireika
flytingina í fýra mánaðir,
og endaliga úrslitið livir
avgjørt upp til vónirnar.
Her niðri í Vágsbotni
angar av søgu og gomlu
Havnini. Og so er tað
tann snøgga, nýggja
adressan: Tórsgøta 1, 100
Tórshavn. Her verður
hugaligari at arbeiða, og
tað vænti eg kemur at
síggjast aftur á blaðnum.
Simona Weihe, tekniska deild: Her eru góðar
arbeiðsumstøður og hugnaligt umhvørvi.
Ann Christiansen, bókhald: Tað hevur gingist væl higartil,
og okkum dámar væl at vera í Vágsbotni mitt í býnum.
Jens Kr. Vang, myndamaður:
Nú eri eg nógv tættari upp á
tað heila, og tað er skjótari
at koyra runt og taka
myndir.
Gott sýni er inn í kontórið hjá Jonhard Hammer,
marknaðarleiðara á Sosialinum
Vágsbotnur fyri góðari øld síðani