Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-12, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. apríl 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 68 - 12. apríl 2005 - Tað var eitt sindur strævið at byrja við í nýggja arbeiðinum. Eg hevði eitt sindur ilt við at skilja hinar, og hinir at skilja meg. Men eg haldi allíka- væl, at tað gekk sera gott, sigur Ásmund Reyðberg úr Klaksvík, sum hevur verið deyvur tey seinastu 34 árini DEYVLEIKI Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Myndir: Jens Kr. Vang Hann kennir ikki til annað enn at vera deyvur – hin 36 ára gamli Ásmund Reyð- berg úr Klaksvík. Síðani hann var 1 1/2 ára gamal hevur hann ikki hoyrt eitt einasta orð. Men hetta hevur ikki forðað honum í at hava fingið eitt innihaldsríkt lív sum deyv- ur í tí føroyska samfelag- num. Hann hevur gingið í skúla. Hann hevur arbeitt á flakavirki. Hann hevur fingið sær útbúgving sum timburmaður – og hann hevur í dag fast arbeiði, kamar í býnum og er har- aftrat forlovaður við eini gentu, sum býr í Danmark. Tey møttust fyrstu ferð fyri 1 1/2 ári síðani, og hava tey dagligt samband hvør við annan, hóast bæði eru deyv. – Hvussu vit samskifta? Jú, tað er við at brúka tøknina, sum nútíðin hevur givið okkum – gjøgnum eitt web-camera. Uttan tað, hevði tað ikki verið so lætt, sigur hann. Ásmund arbeiðir dagliga hjá Litaval á Hjalla, har hann hevur ábyrgdina av málingagoymsluni. Og skal ein trúgva starvsfelagum hansara so er hann bæði røkin og dugnaligur í ar- beiðinum. Praktisk linja Ásmund er føddur í Klaks- vík og er eisini vaksin upp har. Hann hevur kortini ikki altíð verið deyvur. Fyrsta hálvtannað árið var hann hoyrandi, meðan síðani hvarv hoyrnin, og tí varð neyðugt hjá honum at fara á dagstovn í Havn. Hetta var ein serstakur dagstovnur fyri deyv børn, og har var hann saman við fýra øðrum, ið høvdu sama likamliga brek sum hann. Tá skúlagongdin byrjaði í 1. flokki fór Ásmund ikki í vanligan barnaskúla, men byrjaði á Skúlanum á Trøðni – tað sum í dag eitur Sernámsdepilin. Eftir skúlagongdina í Føroyum lá leiðin til Dan- markar, har tey deyvu hava ein skúla – Castberggård Højskole – har góðir møgu- leikar vóru at fáa kunnleika til nógv ymisk ting. – Har vóru fýra ymiskar linjur, og eg valdi so at fara á ta praktisku linjuna. – Her gjørdu vit alt møguligt – vit plantaðu trø, plantaðu blómur, gjørdu gøtur og so gjørdu vit eisini snikkaraarbeiði. Tað dámdi mær sera væl, sigur Ás- mund. Viðarlund í Kunoy Eftir at skúlatíðin var liðug flutti hann aftur til Klaks- víkar, har hann byrjaði at leita sær eftir onkrum arbeiði. Tað eydnaðist honum eisini, og fekk so arbeiði á einum av flakavirkjunum í býnum í eina tíð. – Men eg hevði kortini hug at royna okkurt annað - okkurt praktiskt. – Og soleiðis gekk tað til, at eg kom í læru sum timburmaður hjá Klaksvík- ar Byggivirki tey fýra árini frá 1988 til 1992, sigur Ásmund. Hetta vóru buldralig ár fyri tann føroyska búskap- in, og tá hann so var út- lærdur sum timburmaður í 1992 var ikki gjørligt hjá honum at halda fram í fyri- tøkuni. Sum so mong onnur gjørdist hann tí arbeiðs- leysur, men hann flutti kortini ikki av landinum eins og onnur vórðu noydd at gera. Ásmund gavst ikki so, men royndi alla tíðina at fáa sær arbeiði. Hetta var ikki so lætt, tí vánirnar fyri bú- skapin vóru ikki av teimum bestu beint tá. Men eydnan var við hon- um: Mamman fekk fatur á góðum og røttum fólki, og soleiðis bar tað til, at Ásmund kom við í tiltakið "Ung í arbeiði". Hann hevði framman- undan ávíst samband við Kunoyar bygd, og tað var júst í hesi bygdini at brúk var fyri arbeiðshugaðum ungdómi. Her var kommunan í ferð við at hampa um viðar- lundina í bygdini, og hevði tí brúk fyri trimum ung- dómum at arbeiða har ísenn eitt ávíst tíðarskeið. – Eg var her í tríggjar mánaðir, og mær dámdi hetta arbeiðið sera væl, sig- ur Ásmund, sum jú framm- anundan hevði verið í líkn- andi arbeiði á háskúlanum í Danmark. Ein ordans maður Hetta arbeiðið í viðarlund- ini í Kunoy fekk so ein enda, men enn var líka trupult at finna sær nakað fast arbeiði. Ásmund gekk tískil ar- beiðsleysur í eitt ár, til hann at enda var so heppin at fáa arbeiði á Kósavirkinum ein vetrardag í 1993. Og her var hann so í samfull sjey ár, fram til ársenda í 2000. Hann søkti tá eitt arbeiði sum goymslumaður í mál- ingini hjá Litavali á Sand- víkahjalla, og har er hann enn í fullum starvi. Hetta arbeiðið á høvuðs- goymsluni innan máling hjá stóru fyritøkuni er at taka ímóti ordrum um mál- ing frá hinum deildunum kring landið og síðani fáa teir avgreiddar skjótt og væl. Hetta arbeiðið krevur sín mann og at viðkomandi hevur ordan í systeminum. Og er tað nakað, sum ser- merkir hansara arbeiði á Litavali, so er tað ordan, siga hini starvsfólkini um hann. Dugdu teknmál Nú var fyritøkan ikki heilt óvon við deyv fólk, tí ein annar deyvur – Hermundur Zachariassen – hevur í mong ár starvast í Málinga- handlinum. Fyri Ásmund sjálvan var hetta ein stór gleði, men tað var ikki altíð so lætt í fyrstuni. – Nei, tað var eitt sindur strævið at byrja við. Eg hevði eitt sindur ilt við at skilja hinar, og hinir at skilja meg. – Men eg haldi allíkavæl, at tað gekk sera gott, sigur hann. Tíbetur fyri Ásmund dugdi onkur av starvsfelag- um hansara eitt sindur av teknmáli longu tá. Og í dag duga fleiri teirra meiri enn eitt sindur av teknmáli. Ein annar fyrimunur var, at ein drongur, sum ar- beiddi í Málingahandlinum dugdi nakað væl av tekn- máli. – Tað var Hermundur sum hevði lært hann hetta. Og fyritøkan var so beina- som at bjóða honum arbeiði her uppi á Sandvíkarhjalla, soleiðis at vit kundu ar- – Eg havi eitt vanligt lív – Eg eri altíð við, tá Norðoya Sparikassi hevur ábyrgdarafund, sigur Ásmund