Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-12, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. apríl 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Uttan ein teknmáls- tulk fingu tey deyvu bert ein part av tí við, sum verður sagt t.d. í sjónvarpinum DEYVLEIKI Snorri Brend snorri@sosialurin.fo - At samskifta við onnur. Tað er ein tann mest grundleggjandi rætturin hjá menniskjum, - hetta at kunna tosa við onnur, líkamikið um tú hevur allar sansir, ert deyvur ella tú ert blindur. Nógvir hentleikar eru komnir fram tey seinnu árini samstundis við ta teknisku menningina. Men hjá teimum deyvu er kortini teknmálið og teknmálstulk- ingin tað, sum hevur verið brúkt í langar tíðir. Í Føroyum hava tey deyvu eisini havt møgu- leika at kunna samskifta við tey hoyrandi gjøgnum teknmálstulkar, og í dag er skipað ein serstøk Tekn- málstulkatænasta. Til hesa tænastuna hevur Edni Poulsen verið knýtt at sum einasta starvsfólk, men síðani 1. mars í ár hava tær verið tvær, nú Rannvá Eiriksdóttir varð sett í starv hálva tíð. Ein av hennara uppgáv- um er at tulka tíðindasend- ingina í sjónvarpinum fyri teim deyvu. Annars fer hon út í arbeiði sínum, tá t.d. føðingardagar, fundir og onnur tiltøk eru á skránni sum teknmálstulkur. Og samrøðan við Ás- mund á hesi síðuni er eisini gjørd við hennara hjálp. Tí kann ein siga, at arbeiðið hjá teknmálstulkinum er líka so nógv eitt arbeiði fyri tey hoyrandi sum fyri tann deyva. Einføld innrætting Seinasta fríggjamorgun var hon aftur til arbeiðis í høl- unum hjá Sjónband, har tíðindasendingin verður tulkað. Kvøldið fyri hevði sjón- varpið havt eina av sínum regluligu "Dagur og Vika"- tíðindasendingum, og fríggjakvøldið skuldi hon so endursendast við tulk- ing. Rannvá hevði framm- anundan sjálv sæð hesa sendingina hóskvøldið kl. 20, tá hon varð send, og hevur síðani hugt eftir henni fleiri ferðir. At byrja við hugdi hon eftir eini slíkari tíðinda- sending upp í tíggju ferðir, fyri líkasum at fáa alt við - árstøl, nøvn og nógv onnur fakta – tí sjónvarpsfólkini tosa so skjótt. – Men nú eri eg komin í meiri venjing, so nú hyggi eg eftir sendingini einar 3-4 ferðir, áðrenn eg byrji at tulka, sigur Rannvá. Hon kemur til arbeiðis sum vanligt, og fer so niður í eitt rúm í kjallaranum, sum er innrættað til henn- ara arbeiði. Tá sagt verður "inn- rættað" so er tað bert part- víst rætt, tí innrættingin er sera einføld: Ein hvítt-mál- aður veggur sum bakgrund, og síðani eitt video og eitt sjónvarp frammanfyri, har sendingin er at síggja. Út frá hesum er tulkar hon so tíðindini, sum tann vanligi hyggjarin eisini kann síggja, tá sendingin verður endursend kl. 18:05. Og hon veit, at ein teirra sum so trúfastur situr frammanfyri sjónvarpið kl. 18:05 er Ásmund Reyð- berg. Uttan hennara arbeiði hevði hann ikki fingið meiri enn helmingin við av tíðindasendingini. Nú kann hann av álvara fylgja við í samfelagstjakinum. Nr. 68 - 12. apríl 2005 19 Hóast Ásmund er deyvur, so er tað eingin forðing fyri at hann eisini hevur eyga fyri tí vakra og hevur kenslur mótvegis konufólki DEYVLEIKI Snorri Brend – Ja, eg eri faktiskt for- lovaður við eini danskari damu, ið eisini er deyv, sigur Ásmundur uttan at smæðast. Henda gentan – Gudrun - er hálv donsk og hálv grønlendsk, og eigur frammanundan ein son, sum altso er hoyr- andi. Tey møttust á nýggjár- inum fyri sløkum 1 1/2 ári síðani, tá Ásmund var á vitjan í Danmark. – Eg var eitt sindur smæðin tá, men hon virkaði fitt og vit tosaðu eisini saman. Í mai mánaði í fjør kom hon til Føroyar at ferðast. Tá hitti eg hana aftur, og tá blivu vit av álvara forelskað. – Men tað var tá eg var niðri í Danmark í fjør summar, at vit byrj- aðu at ganga saman. Og tað hava vit gjørt síðani tá, sigur Ásmund. Tá tvey soleiðis byrja at ganga saman er tele- fonin eitt hent amboð fyri at halda sambandið viðlíka. Men hesin møguleikin er ikki eins lættur hjá tveimum deyvum, sum eru góð hvørt við annað. Tey funnu tó upp á ráð: Tey byrjaðu at chatta saman, og tí dag er hátøknin komin í hásætið umvegis web- myndatólini. – Gjøgnum hetta myndatólið kunnu vit halda sambandið við- líka. Jú, hetta mynda- tólið er heppið tá ein er forelskaður, sigur Ás- mund. Ábyrgdari Í mong ár hava tey deyvu havt møguleika at gera nýtslu av teknmáls- tulkinum Edni Poulsen. Men frá 1. mars í ár er nú ein slíkur tulkur komin aftrat, nevniliga Rannvá Eiriksdóttir – uttan hana, var henda samrøðan við Ásmundi ikki gjørlig. Fyri Ásmund og hini deyvu kring landið er henda tænastan óund- verulig. Uttan tulk fáa tey deyvu bara helvtina við av tí, sum fer fram rundan um tey. – Tá vit hava ein tulk við, so kunnu vit fáa alt við. Tey tulka tað sum verður sagt, og tí er tað ein stórur tryggleiki í tí, at tað sum verður sagt, eisini verður tulkað á rættan hátt, sigur hann. Ein slíkur tulkur er serliga heppin í ávísum førum. Ásmund hevur sjálvur við takksemi brúkt henda tulkin sum sambindingarlið, tá okkurt hevur verið galið við bilinum. Ella tá hann skal keypa sær ein nýggjan bil, og tá ein skal samráðast um ein prís. Ásmund er eisini í familju við ábyrgdar- persón í Norðoya Spari- kassa, og tí er hann sjálvandi eisini ein av teimum mongu ábyrgd- arunum í hesum spari- kassanum, hvørs heim- staður er Klaksvík. – So tá ábyrgdara- fundur hava verið í sparikassanum, so biði eg altíð ein tulk koma við á hesar fundir. – So veit eg, at eg fái alt við av tí sum verður frásagt, sigur Ásmund. Forlovaður við danskari gentu beiða saman og tosa deyva- mál saman, sigur Ásmund. Parabol Í lívinum hjá Ásmundi er ikki bert arbeiði á skránni. Hann hevur íbúð í Havn og hevur fleiri ítriv í frítíðini. Íbúð hevur hann í Deyva- húsinum við Íslandsvegin í Havn. Har býr hann í einum kamari saman við tveimum øðrum deyvum monnum. Har hava teir eitt kamar í part, men hava felags køk, bað og matstovu. Í eina tíð hava teir bert verið tveir- einir í húsi, tí tann eini hev- ur verið til skips. Hann er afturkomin nú, so nú eru teir tríggir. Ásmund dámar væl at lesa. Hann lesur tey før- oysku bløðini og annað. Og so hyggur hann nógv í parabol, serliga eftir fót- bólti, sum jú ikki krevur so nógvar frágreiðingar um tað, sum fer fram. Annars so eiga foreldur hansara seyð í Kunoy, og sjálvur eigur hann eisini seyð har. Tíðindasending Eitt er tó fast púra fast á skránni hjá Ásmundi. Tað er endursendingin av tíð- indasendingini "Dagur og vika" . Hann arbeiðir til kl. 17:30 og skundar sær síð- ani heima, tí hann veit at kl. 18:05 kemur ein av send- ingunum, sum hann veru- liga og allarmest vil sleppa at síggja. Hetta er jú tíðindasend- ingin frá kvøldinum fyri, og sum nú verður tulkað fyri teimum deyvu. Og hin- vegin, tey hoyrandi sum ikki sóu hana kvøldið fyri, kunnu so bara hyggja eftir henni tá ístaðin fyri. Men var tað ikki fyri tulkingini, so hevði Ás- mund verið henda møgu- leikan fyri uttan, at kunna fylgja við í teim tíðindun- um, sum sjónvarpið hevur valt at borðreiða fyri hyggj- arunum. Einasti trupulleikin hjá Ásmundi í so máta er um summarið, tí tá verður hon send eitt sindur fyrri um kvøldið - kl. 17:30. – Tá nái eg ikki heim til hon byrjar, men tá plagi eg bara at taka hana upp á videoband, sigur Ásmund. Færri til hugnaløtur Eitt annað fast punkt á vikuskránni hjá Ásmundi er hugnaløtan í Deyvahús- inum. Henda hugnaløtan verður hildin annaðhvørt mána- kvøld. Her koma tey deyvu sam- an at hugna sær. Tey lesa bløð, tey práta saman og tey spæla eisini onkur spøl saman. Onkutíð er spurnar- kapping á skránni. Meðan tey fyrr vóru munandi fleiri til hetta hugnaliga tiltakið, eru tey nú sum oftast bert eini trý- fýra savnaði saman. – Vit eru munandi færri nú, tí tey deyvu nú er spjødd meiri kring landið. – Tey hava sítt arbeiði, og orkaði kanska ikki so væl at koyra til Havnar eftir lokn- an arbeiðsdag, heldur Ás- mund. Sæð, men ikki hoyrt Eitt mánakvøld herfyri gjørdu tey kortini eitt sind- ur meiri burturúr hesi hugnaløtuni. Frammanundan hevði ein sera áhugaverd sending verið í sjónvarpinum um arbeiðið inni í tunlinum undir Leirvíksfjørð. Ásmund hevði bara SÆÐ sendingina, men hann hevði ikki HOYRT alt tað sum har varð sagt. Hetta evnið hevði jú hansara stóra áhuga sum tað hevur fyri ein rættan klaksvíking. Hann tók sendingina uppá band, og bílegði síð- ani ein tulk til at tulka send- ingina fyri teimum deyvu. Og hetta kvøldið var so Norðoyatunnilin á skránni, tá tey deyvu hittust til hugnakvøldið í Deyvahús- inum. – Hetta var ein sera áhugaverd sending, sum eg nú fekk nógv meiri burtur- úr, sigur hann. Rannvá tulkar fyri teim deyvu Rannvá Eiriksdóttir er nýsett í starv sum teknmálstulkur, og er er í ferð við at tulka eina av tíðindasendingunum hjá Sjónvarpinum