Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-12, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. apríl 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 68 - 12. apríl 2005 Eiði: Komandi leygar- kvøld verður Ítróttar- høllin á Eiði karmur um tvær rættiliga ymiskar konsertir – ein konsert fyri kór og ein meiri traditionell gospelkon- sert seinni sama kvøld. Tann fyrra konsertin, ið byrjar kl. 19 verður ein sjáldsom blanding av góðum gospelkórum, tá fyrst Siloakórið, og síð- ani Vox og at enda United Voices fara at syngja. Við hesa konsertina verður eisini felagssang- ur, har Eyðun á Lakjuni fer at spæla undir. Seinni sama kvøld – kl. 22:30 – verður ein gospelkonsert, har fýra bólkar fara at spæla. Hesir bólkar eru MMM, Direct Level, Proclaim og Braquet. Konsertin verður fyri- skipað í samband við at ein bólkur av ungfólkum fer á missiónsferð til Kina í summar. Til hetta endamálið krevst sjálv- andi peningur, og tí kunnu fólk stuðla hesum ungu, samstundis sum tey eru við til eina sera fjølbroytta konsert. sb. 350 úlvaungar úr øllum landinum savnaðir til stórt tiltak í Kvívík leygar- dagin SKÓTALÍV Snorri Brend Myndir: Jens Kr. Vang Kvívík: Veðurforsøgnin var ikki tann besta fyri Kvívík henda leygardagin. Veðurmenninir boðaðu frá nakað av vindi, eins og tað skuldi vera yvirskýggj- að og regn av og á. Og teir fingu rætt í tí. Men hetta helt kortini ikki aftur teimum 350 úlvungum og leiðarum teirra, sum fyrrapartin leygardagin løgdu leiðina til Kvívíkar. Her hevði skótaleiðslan fyrireikað seg til eitt rættiligt "ryk-ind", nú árligi úlvadagurin stóð á skránni. Onkur óttaðist fyri, hvussu tað mundi fara at ganga, tá so nógvir úlvar komu saman. Um tað vóru nóg nógvir leiðarar í bygdini og so framvegis. Men tað bilti ikki. Eftir tiltakið kundu øll bert staðfesta, at hetta hevði verið ein framúr góður dagur, hóast ein hevði kunnað ynskt sær meiri sól og nakað minni av ælingi. Eftir kappingar, mat, og mong onnur tiltøk endaði dagurin, soleiðis sum rættir skótar gera tað, nevniliga við einum stórum legubáli. Seint seinnapartin kundu so allir úlvaungarnir fara glaðir – men kortini troyttir - heim aftur til húsa. Líka so vist sum at eitt pluss eitt er tvey, er tað at ein av gøtun- um í Gøtu eitur Tróndargøta. GØTUNØVN Snorri Brend Gøta: Í eina tíð hevur verið arbeitt við at fáa gøtunøvn- ini í teimum fýra bygdun- um í Gøtu kommunu enda- liga uppá pláss. Ein bólkur hevur sitið og arbeitt við málinum við m.a. Árant Hansen úr Norðragøtu Norðragøtu og Karl Thom- sen umboðandi Syðrugøtu. Gøta er jú gomul og kend søgulig bygd, og tað hevur hesin bólkurin eisini lagt sær í geyma. Tí eru m.a. allir Skeggjarnir "kallaðir" upp, eins og Tróndur í Gøtu. Uppskotini til hesi nýggju gøtunøvnini í Gøtu hava eisini verið løgd fram fyri almenningin. Og eftir nakrar smærri broytingar eru nøvnini nú endaliga góðkend av øllum myndug- leikum, verður sagt frá Gøtu bygdaráð. Í farna mánaði kundi so bygdaráðið kunngerða hesi nøvnini, og vísa til møgu- leikan hjá almenninginum at síggja, hvussu gøtan hjá øðrum fólkum í bygdini eitur. Í næstum verður farið undir at fyrireika skelting og annað, ið skal gerast í hesum sambandi. Fiskiveiða: Henda sein- asta mánaðin hava út- lendsk fiskifør úr einans trimum londum veitt í føroyskum sjóøki. Tilsamans hava hesi fiskiførini veitt í 673,5 tons, harav nógv tann størsti parturin av veið- uni var longa – 230 tons. Umframt longuna hava hesi skipini eisini veitt 161 tons av brosmu, 75 tons av langasporli og sløk 68 tons av upsa. Skipini, ið hava veitt í føroyskum sjóøki í mars mánaði hava verið úr Noregi, Fraklandi og Bretlandi. Av hesum trimum tjóðunum eru tað tey norsku sum eiga bróðurpartin av veiðuni, nevniliga 422 tons. Hinvegin hava eingi russisk skip verið her og fiskað, og tí er t.d. held- ur eingin svartkjaftur veiddur í farna mánaði. sb. 673 tons í mars mánaði Bert fiskiskip úr trimum londum hava roynt í føroyskum sjóøki henda seinasta mánaðin Nøvn á gøtur í Gøtu Rættir úlvar ræðast ikki regn Kórkonsert og bólkar hittast á Eiði Sosialurin Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Skráir Sosialurin Lýsingar Bilar Veð ð