Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-12, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. apríl 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 68 • týsdagur • 12. apríl 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Jón varð ársins leikari síða 25 Chelsea og United snávaðu síða 7 GÍ hevur framvegis einki fingið síða 27 Tvær ferðir bank til Tjaldur síða 33 Um tað hevði gingið, sum tað var ætlað, so hevði høvuðstinni verjuspælarin ikki verið í Føroyum, tá ið ÍF stríddist á Skála, men ætlanirnar vórðu broyttar, og so átti Bartal stóran lut í, at ÍF varðveitti odda- sessin ODDALIÐIÐ Jóannes Hansen Tað er greitt, at Bartal Elia- sen ikki verður við á Skála, tí hann skal av landinum. Tað var ein av søgunum í upptaktini fríggjakvøldið, og hóast skálamenn ynskja fuglfirðingum alt tað besta, so mundu teir einki hava ímóti at lesa ta søguna, tí teir roknaðu tað sum serliga styrki hjá ÍF, at teir ivaleyst vóru stinnari í luftspælinum, enn skálamenn vóru tað. Soleiðis vísti tað seg eisini at vera í ódnarveðr- inum. Høgni Zachariassen skoraði eitt mál við høvdin- um, og tá ið nógv bendi á, at øll stigini skuldu enda á Skála, var Bartal Eliasen hægstur, tá ið hann við høvdinum stýrdi bóltin til innskifta veteranin Magna á Lakjuni, sum takkaði fyri og sendi bóltin í kassan til 3-3. Tá hevði Bartal í roynd at javna til 3-3 verið eina løtu í fremstu røð. Tá Magni hevði skorað og tað aftur stóð á jøvnum, fór Bartal stunandi aftur í miðverjuna fyri at halda tørn, og tað eydnaðist. Men hvussu bar tað til, at søgan fríggjadagin var, at Bartal skuldi av landinum, og at hann kortini spældi á Skála. Tað eydnaðist ikki at fáa fatur á Bartali fyrra- partin í gjár, men ÍF venjar- in, Petur Simonsen, vísir staðiliga aftur, at hann royndi at lumpa kollegaðan og vinmannin Johan Nielsen, sum hevur ábyrgdina av Skála: - Ætlanin var, at Bart- al skuldi av landinum. Men eftir venjingina f r í g g j a - kvøldið vísti tað seg, at sjúka var komin uppí. Soleiðis var tað eisini fyrrapartin leygardagin, og tá ið læknin hevði rátt Bartali og teimum frá at fara av landinum við dóttrini, sum hevði fepur, so settu vit sjálvandi Bartal á liðið. Har hevur hann orsaka av skaða ikki verið millum teir fyrstu fyrr í ár, men nú var hann komin í venjing, og vit mettu, at hann serliga í høvuðspælinum fór at vera góður ímóti Skála, og tað vísti seg so at halda. So vit kunnu siga, at tað var held í óheld, sum tað plagar at verða tikið til, at Bartal var á vøllinum á Skála, sigur Petur Simonsen. Sær betri út Tá ið tað restaðu tíggju minuttir av fyrra umfarin- um lá ÍF málverjin, Allan Joensen, flatur í illveðrin- um á Skála. Tað sá álvars- ligt út, og Allan varð skiftur út við Emil Toftegaard. Í ÍF leguni kvíddu teir fyri, at talan var um álvarsligan løst, sum kanska kundi halda Allani Joensen burtur frá fótbólti í fleiri vikur, men soleiðis vísti tað seg í gjár ikki at vera: - Eg var bangin fyri óst- beininum, men tað sá eg heilt skjótt ikki var brotið. Allan hevði nógva pínu, og so hugsaði eg um møgu- leikan, at okkurt lítið bein í økslini var brotið. Tí var Allan í røntguni fyrrapartin mánadagin. Tíbetur vísti tað seg, at einki var brotið. Um økslin hevur verið úr lið, so var hon komin upp á pláss aftur. Allan hevur gott mót um, at hann verður førur fyri at spæla ímóti B36, og tað vóna vit eisini, at hann verður, sigur Petur Simonsen. Bartal gjørdist høvuðs- leikari Sjúka hjá dóttrini forðaði Bartali Eliasen í at fara av landinum, og í Fuglafirði fegnaðust tey ivaleyst um, at hann soleiðis kundi vera partur av ÍF-liðnum sunnudagin HF- genturnar fingu gull síða 30