týsdagur 12. apríl 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 68 - 12. apríl 2005
Bygdirnar hyggja niður á høvuðsstaðin
Eftir trý tey fyrstu
umførini eru ábend-
ingar um, at margin-
alirnir ikki eru eins
nógv í parti við trý
faldu meistarunum,
sum teir hava verið
seinastu árini, og
uppflytararnir tykjast
ikki ætla sær at geva
skarvin yvir beinan-
vegin
3. UMFAR SAMANUM
Jóannes Hansen
Tá ið tú á støðutalvuni ert
frammanfyri HB og eisini
hitt havnarfelagið, so eigur
tað ikki at standa heilt illa
til. Tí tey bæði feløgini í
høvuðsstaðnum fara heilt
víst at vera við, har tað er
mest hugaligt at kappast.
Tað er bara ein spurningur
um tíð. Soleiðis tók ein fót-
bólts hugaður bygdarmaður
til sunnudagin, og tað er ikki
so torført at fylgja honum.
Í fjør endaði B36 næst-
fremst, og HB vann steypa-
kappingina og meistara-
skapin fyri triðju ferð á rað.
HB og B36 plaga at enda
millum tey fremstu, og tað
fara tey ivaleyst eisini at
gera, tá ið kappingin í ár 22.
oktober verður 27 umfør
gomul. Men higartil hevur
ikki hilnast nakað serligt hjá
havnarfeløgunum,
og
sunnudagin tapti HB fyri
aðru ferð í trimum um-
førum. Í fjør taptu teir bara
eina ferð í átjan umførum.
Tá ið HB hevur verið
meistari trý tey undanfarnu
árini, hevur tað eitt nú verið
tí, at teir hava havt serliga
gott hegni at tiltuska sær
fulla úrtøku, tá ið tað hevur
riðið um snarið, sum maður-
in plagdi at taka til. Í Vági
sunnudagin tóktist tað sum
um, at gongdin í 2. hálvleiki
skuldi bera triðja sigurin á
rað í Vági við sær. Men so
fekk VB mál og øll stigini.
Úrslitið í Vági smakkaði
ivaleyst øllum væl, sum
ikki eru svorðin HB við-
haldsfólk, og tað mundi
vera orsøkin til, at bygdar-
maðurin legði sær orðini
sunnudagin, sum tað er
nevnt omanfyri.
Veðrið argaði
Triðja umfarið varð eykent
av, at nógvi vindurin argaði
alla staðni. Tá ið havt verð-
ur í huga, at tað í vikuni
hevði verið fitt av kava, so
var tað ikki so galið, at tað
bar til at spæla. Men spurn-
ingurin er, um tað ikki átti
at havt verið eitt sindur
lagaligari. Hetta skal skilj-
ast soleiðis, at tað var
harmuligt,
at
vindurin
skuldi darva so nógv, sum
hann slapp at gera.
Tað er væl skiljandi, at
HB og VB royndu at spæla
í Vági, og tað er væl skilj-
andi, at TB og NSÍ royndu
at spæla í Runavík. Tað
hevði kenst tungt at verið
ávikavíst sunnanfyri og
norðanfyri Suðuroyarfjørð,
uttan at nakað sum helst
hevði havt verið avgreitt.
Men tað hevði einki havt
gjørt, og eingin hevði havt
tikið skaða av tí, um teir í
Sundalagnum
fóru
úr
Gundadali við óavgreiddari
søk, og um fuglfirðingar og
klaksvíkingar fóru til hús,
uttan at dystirnir høvdu
havt verið spældir á ávika-
víst Skála og í Gøtu.
Í gjárkvøldi ella kanska í
kvøld verða fótbóltslíkind-
ini væl betri, enn tey vóru
sunnudagin, og so hevði tað
í fleiri uppgerðum verið
møguleiki fyri at verið
eygnavitni til flótandi og
hugflogsríka spælið, sum
liðini tóktust hava hug at
vísa sunnudagin, men sum
tað ikki bar teimum til at
vísa, tí vindurin var so mik-
ið nógvur.
Talvan
Eftir javnleikin á Skála er
oddaliðið tað sama, sum
tað var eftir annað umfarið.
Skála var oddalið eftir
fyrsta umfarið, men tvær
tær næstu ferðirnar hevur
ÍF verið oddalið. ÍF og KÍ
hava sjey stig, og hjá báð-
um er málmunurin pluss
tvey mál. Men ÍF er fremri,
tí teir hava skorað eitt mál
meiri, enn KÍ hevur skorað.
Saman við ÍF og KÍ er
Skála eisini ósigrað.
Í botninum sær tað fram-
vegis svart út hjá gøtu-
monnum. Teir hava einki
stig fingið, og tað er merk-
isvert, at teir hava tapt tvær
ferðir á heimavølli. Nú
skulu teir tvær ferðir spæla
á útivølli. Á pappírinum
tykist tað trupult, tí GÍ skal
til Vágs og í Gundadal at
spæla ímóti HB, áðrenn teir
fara at fáa vitjan av Skála.
Sambært veddingar hag-
tølunum, so var mest óvænt-
aða úrslitið hesa ferð, at TB
megnaði at fara úr Runavík-
ini við einum stigi. Tvørá-
menn hava framvegis ikki
roynt at vinna, síðani teir
fluttu upp. Men nú hava teir
við javnleikum ímóti B36
og NSÍ stabiliserað seg eftir
lúsingin á Skála í fyrsta um-
farinum. Um sigurin fer at
koma í fjórða umfarinum er
tó ein heilt onnur søga, tí tá
skal TB spæla í Gundadali
ímóti svanga HB liðnum.
Næsta sunnudag verður
annars spælt soleiðis: KÍ og
Skála fara at spæla topp-
dyst í Klaksvík, og tað
verður rættuliga áhugavert,
tá ið B36, sum framvegis
tykist hava stórar trupul-
leikar í framrættaða part-
inum, fer at vitja ársins lið
higartil — ÍF. Hinir dystir-
nir eru VB-GÍ og EB/-
Streymur-NSÍ.
Fótbóltsskipanin hevur
ikki sæð dagsins ljós enn.
Tað ber til at síggja skránna
á heimasíðuni hjá Fótbólts-
sambandinum, football.fo,
og so ber til at halla seg at
skránni, sum í páskavikuni
varð prentað í fótbólts-
blaðnum hjá Sosialinum.
Nógv kann broytast til ta
tíð. Men fleiri hava fregn-
ast, nær tey bæði toppliðin
higartil, ÍF og KÍ, fara at
hittast. Svarið er, at tað
verður ikki fyrrenn í 9.
umfarinum, tá ið lok skal
leggjast á fyrsta triðingin í
nýggju og øktu kappingini,
at ÍF fer at fáa vitjan av KÍ.
Tað verður 16. mai, sum
verður 2. hvítusunnudagur.
Men tað er ikki víst, at tað
tá fer at verða talan um
toppuppgerð. Tað er møgu-
leiki fyri, at alt tá fer at
líkjast sær sjálvum soleiðis
at skilja, at bygdirnar fara
at líta upp til høvuðsstaðin.
TB hevur framvegis ikki fingið stig, men við javnleikum móti B36 og NSÍ hevur liðið stabiliserað seg
Mynd: Bárður Lydersen