týsdagur 12. apríl 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 68 - 12. apríl 2005
23
Nú er kravið
full úrtøka
Sum trífaldir meistarar er
einki at siga til, um HB-
leikararnir kenna seg eitt
sindur kroystar, nú fyrstu
tríggir dystirnir bara hava
kastað eitt stig av sær.
Hetta ásannaði Jákup á
Borg eisini eftir dystin í
Vági, og hóast talan hevur
verið um truplar uppgáv-
ur, so helt hann framvegis
ikki, at HB hevur staðið
seg nóg væl higartil.
- Enn er helst nakað
tíðliga at tosa um nakra
kreppu, men tað er einki
at ivast í, at vit fegnir
vildu havt fleiri stig á
kontini. Talan er sjálvandi
um truplar uppgávur í
Klaksvík og í Vági, men
at vit einki fáa nakra
staðni av hesum, er ikki
nóg gott. Innsatsurin hev-
ur annars verið á eini heilt
góðari leið, men vit fáa
ikki nóg nógv burtur úr
leikligu yvirvágini. Hesa-
ferð haldi eg í øllum før-
um ikki, at vit áttu eitt tap
uppiborið.
Spurdur, hvørjir trupul-
leikarnir eru á liðnum,
heldur Jákup, at tað part-
víst er, at teir nú mugu
spæla øðrvísi.
- Við mær og Tór-Ingar
í álopinum, kunnu vit ikki
spæla á sama hátt, sum vit
gjørdu við Rógva og
Heina. Luftbóltar eru ikki
akkurát okkara styrki, og
tí mugu bóltarnir koma
bæði øðrvísi og skjótari
inn um verjuna, um veru-
ligir møguleikar skulu
spyrjast burturúr. Tað
tekur sjálvandi tíð at finna
rætta lagið í hesum, og
tað má helst henda skjótt,
staðfestir hann.
Komandi tríggjar ferð-
irnar skal HB spæla á
heimavølli, og eftir úr-
tøkuna higartil heldur
Jákup, at kravið nú er
púra greitt.
- Vit skulu vinna. Allir
tríggir dystirnir mugu og
skulu geva fulla úrtøku.
Somikið einfalt er tað.
-jm
Tað var sjálvandi ein
fegin VB-liðskipari, sum
vit fingu orðið á, eftir at
vágbingarnir við sínum
fyrsta sigri lættu sær
nakað á á stigatalvuni.
- Ja, tað var deiligt við
einum sigri. Ikki minst
eftir at vit tvær ferðir hava
tapt fyri ÍF á heimavølli.
Javnleikin í Klaksvík
iðraðu vit okkum eisini
um, so sum dysturin leið,
men undan tí dystinum
høvdu vit so verið nøgdir
um javnleik.
Um dystin sunnudagin
helt Bjarni annars, at teir í
VB hildu seg hava sigurin
uppibornan.
- Hesaferð riggaði tað
væl á miðvøllinum, har
vit fingu takið á teimum.
Og hóast talan ikki var
um so nógvar møguleikar,
so var tað nokk í lagi, at
vit vunnu.
Sjálvur hevði Bjarni
eisini eina roynd, sum
rakti tvørtræið, og mál-
verjin staðfesti eftir dyst-
in, at hetta ikki var nøkur
tilvild.
- Eg sá, at Bárður var
langt úti úr málinum, og tí
royndi. Tað var so eisini
nær við, at tað eydnaðist,
men bólturin fór so á
tvørtræið,
sigur
hann
flennandi.
-jm
Gott við
einum sigri
Eftir at HB tvey ár á
rað hevði fingið fult í
útidystinum, settu
vágbingar tingini upp
á pláss, tá teir við ein-
um ansnum verjuav-
riki hildu tørn móti
meistarunum
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
So er alt, sum tað plagar at
vera, mundu tey hugsa í
Vági sunnudagin.
Fyrr varð útidysturin í
Vági roknaður sum kanska
truplasti dysturin á árinum
hjá HB. Hóast gullið ofta
endaði í Havn, so var tað
ikki takkað verið stigum úr
Vági, har HB nærum hvørja
ferð dróg svart. Soleiðis
vóru árini 1992-2002 púr-
asta uttan HB-sigur í Vági,
men í fyrraárið bragdaði
brádliga, tá Andrew av
Fløtum við einum hat-tricki
sendi stigini til Havnar. Eis-
ini í fjør endaði tað við HB-
sigri, og tí var nakað um
tosið, at HB hevði vent
hagtølunum í Vági.
Bjarni rakti tvørtræið
Men hetta vildi VB broyta
sunnudagin. Verjuparturin
á liðnum hevur riggað væl
higartil í ár, men hinvegin
hevur tað ikki rigga so væl
longur frammi á vøllinum.
Hendan partin royndu
vágbingar at betra sunnu-
dagin við einum partvíst
yvirfólkaðum miðvølli, har
Nenad dróg langt aftur á
vøllin. Og hetta riggaði eis-
ini á tann hátt, at VB meira
ella minni vann slagið um
miðvøllin.
Teir heilt nógvu møgu-
leikarnar gjørdist talan tó
ikki um. Fyri steðgin var
nakra ferðirnar heilt nær
við eftir hornaspark, og
eisini hevði Bjarni Johan-
sen eitt langt útspark, sum
støkk upp um HB-mál-
verjan og á tvørtræið.
HB var annars liðið, sum
hevði bóltin meira, men tað
gekk striltið at fáa nakrar
veruligar møguleikar burt-
urúr. Sum ikki einaferð í ár,
so tykist tað enn vera trup-
ult hjá liðnum at spæla
álopsleikararnar, nú hesir
eru av minna slagnum, sum
helst skulu hava bóltin í
beinini heldur enn høvdið.
Nakrar ferðir var tó nær
við. Millum annað var Tór-
Ingar ta einu ferðina púra
leysur, men hesum fekk
Bjarni Johansen í málinum
tó vart fyri.
Talvan lýgur ikki
Eftir steðgin helt javna leik-
gongdin fram, men gott
korter fyri leiklok eydnaðist
so VB at avgera dystin.
Milan Kuljic kom at standa
væl fyri, og hann sveik ikki,
tá møguleikin beyðst.
Seinastu løtuna royndu
gestirnir at trýsta fyri út-
javningini, men hetta eydn-
aðist ikki. Hinvegn kundi
VB kanska økt, tá Símun
Samulsen smekkaði til, men
bólturin tók í stólpan.
Heilt móti dystarloki
hevði HB sína bestu roynd,
men Páll M. Joensen kundi
bara staðfesta, at hetta ikki
var teirra dagur, tá hann sá
skotið hjá sær smella í
stólparótina, áðrenn hann
rullaði tvørtur um málið.
Kanska eitt tekin um, at
árið higartil hevur verið
stongina og út enn inn, og í
øllum førum lýgur stiga-
talvan ikki. Hon staðfestir,
at HB longu nú hevur tapt
tvær ferðir. Tað gjørdu teir
bara eina ferð í fjør, men
enn er langt eftir á mál í
kappingarárinum.
Talan var ikki um teir nógvu møguleikarnar, men einar tvær ferðir var VB heilt nær við at skora eftir hornaspark
Mynd: Áki Bertholdsen
VB-HB 1-0 (0-0)
VB: Bjarni Johansen – Mortan í Hørg, Anders
Sørensen, Michael í Lágabø, Kári í Lágabø – Poul
N. Poulsen (Eyðstein í Lágabø, 86.), Milan Kuljic,
Evrad Ble, Símun Samuelsen – Nenad Zivanovic,
Dan Djurhuus
GK: Símun Samuelsen 69., Evrad Ble 79., Eyðstein
í Lágabø 90.
HB: Bárður Johannesen – Hans á Lag (Hallur
Danielsen, 63.), Jóhannus Joensen (Svenn Jacobsen
86.), Rasmus Nolsøe, Janus M. Joensen – Rókur
Jespersen, Rúni Nolsøe, Kári Nielsen, John Heri
Dam – Jákup á Borg, Tór-Ingar Akselsen (Páll M.
Joensen, 61.)
GK: Hans á Lag, 28., Rasmus Nolsøe, 86.
Dómari: Lassin Isaksen
FAKTA UM DYSTIN
VB-HB 1-0 (0-0)
Vágbingar aftur
omaná