týsdagur 12. apríl 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 68 - 12. apríl 2005
Alex-
andur
vónar
Hóast góðu byrjanina
upp á kappingarárið, so
er einki at ivast í, at tey
á Skála høvdu ætlað sær
ein breiðari hóp til besta
mansliðið, enn tey hava
í løtuni.
Enn hevur felagið ikki
fingið spæliloyvini til
teir tríggjar útlending-
arnar, sum annars eru
komnir til landið, og
bara tað í sjálvum sær er
sjálvandi dyggur smeit-
ur.
Og hartil má liðið eis-
ini vera tveir av vanliga
føstu stuðlunum fyriutt-
an.
Arnhold
Berg
meiddi sær krossbandið
tíðliga í vár, og hann
verður møguliga als ikki
við í ár, og eisini Alex-
andur Johansen hevur
drigist við skaða sein-
astu tíðina.
– Talan er um bruna í
eini spong, og enn fái eg
so slettis ikki vant sam-
an við hinum.
Hvussu leingi roknar
tú við tað fer at ganga,
áðrenn tú aftur kanst
hjálpa liðfeløgunum.
– Tað verður helst ein
mánaður, áðrenn eg
kann hugsa um at verja
aftur. Vónin hjá mær er
at vera við, tá vit í juni
mánaði skulu spæla í
inter-toto
kappingini.
Og skal tað ganga, so
skal eg helst sleppa í
gongd við veruliga bólt-
venjing frá byrjanini av
mai mánaði. So má eg
bara royna at halda
kropsligu venjingini við
líka á annan hátt hesa
tíðina, og so bara geva
tol í aðrar mátar, stað-
festur Alexandur Johan-
sen.
-jm
Mongu áskoðararnir
á Skála fingu ein fín-
an fótbóltsdyst við
nógvum málum, tá
tvey av fremstu liðun-
um í landinum
sýndu, at stigatalvan
ikki ræður um tilvild
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hóast veðrið ikki var av tí
besta, so høvdu hópin av
áskoðarum leitað sær til
Skála, har oddadystur mill-
um Skála og ÍF var á
skránni. Tá tosað verður
um fyrstudeildarfótbólt, so
var talan her um heldur
óvanliga støðu, men dyst-
urin bar tó boð um, at hetta
als ikki er av tilvild.
Tí hóast veðurgudarnir
høvdu hug at arga, so fingu
mongu áskoðararnir ein
fínan fótbóltsdyst at síggja.
Ikki minst tí liðunum báð-
um dámar at spæla fótbólt.
Bólturin varð fyri tað nógva
hildin niðri á graslíkinum,
heldur enn at verða sendur
upp í vindin, og tí slapp
veðrið ikki at arga so nógv,
sum tað annars kundi gjørt.
Ferðin í topp
Og frá fyrsta minutti var
leikferðin høg. Skála hevði
vindin undan fyrstu trý
korterini, og tað tók teim-
um heldur ikki langa tíð at
gera sær dælt av hesum.
Fuglfirðingar høvdu tó
ongan hug at gevast, og so
stóð greitt, at talan skuldi
verða um dyst við ferð,
dramatikki og spenningi.
Og spenningurin helt sær
allan vegin. Tríggjar ferðir
vóru vertirnir á odda, men
eins ofta javnaðu gestirnir.
Eftir steðgin vóru tað fugl-
firingarnir, sum høvdu
vindin í bakið. Hetta gav
eisini at bíta seinasta kort-
erið ella so, tá teir trýstu
fyri útjavnandi málinum.
Bartal Eliasen, sum hesa-
ferð var við frá byrjan, varð
fluttur niðan í álopið, og so
kundu fuglfirðingarnir av
álvara byrja at senda bóltar
innfyri frá kantunum. Júst
hetta tykist vera stóra styrk-
in hjá liðnum í ár, og aftur
hesaferð var tað úr hesum
støðum, at málini komu.
Kanska er Skála verjan
ikki tann hægsta í landin-
um, men tað er tankavekj-
andi, hvussu væl fuglfirð-
ingarnir hava lagað spælið
til hesa styrkina. Spælt
verður fyri tað nógva upp
eftir kantunum, so sendast
kann innfyri, og eisini í
deyðbóltum er liðið sera
vandamikið.
Framfýsnir
skálamenn
Hjá Skála er styrkin aftur í
ár ein hart arbeiðandi mið-
vøllur, sum støðugt leggur
Skála-ÍF 3-3 (2-1):
Brakið livdi upp til nav
Tað var alla tíðina nógv ferð á, og liðini bæði tóku og góvu í nærdystunum. Her er tað Gunnar Nielsen, sum verður tacklaður av Iulian Florescu
Mynd: Bárður Lydersen
Skála-ÍF 3-3 (2-1)
1-0: Jónhard Frederiksberg, 6.
1-1: Pól Ennigarð, 11.
2-1: Bogi Gregersen, 28.
2-2: Høgni Zachariasen, 50.
3-2: Bogi Gregersen, 57.
3-3: Magni á Lakjuni, 87.
Skála: Eugen Voda – Bárður Danielsen, Pætur
Dam Jacobsen, Rúni Rasmussen, Iulian Florescu –
Bjarni Jørgensen, Nenad Stankovic, Pauli G. Han-
sen, Hanus Thorleifsson – Jónhard Frederiksberg,
Bogi Gregersen
GK: Hanus Thorleifsson, 5., Bjarni Jørgensen, 77.
ÍF: Allan Joensen (Emil Toftegaard, 39.) – Eyðolv-
ur Petersen, Bartal Eliasen, Pól Ennigarð, Fritleif í
Lambanum (Atli Petersen, 70.) – Hanus Eliasen,
Símun Eliasen, Høgni Zachariasen, Rúni Elttør –
Sylla D. Amed (Magni á Lakjuni, 53.), Gunnar
Nielsen
Dómari: Oddmar Andreasen
FAKTA UM DYSTIN
Málini
1-0: Jónhard Frederiks-
berg, 6. min
Skála spælir seg ígjøgnum
í høgru. Fuglfirðingar vilja
vera við, at talan er um
rangstøðu, men hetta
leggja hvørki Jónhard ella
Skála í, tá sent verður
innfyri.
1-1: Poul Ennigarð, 11.
min
Hanus Eliasen sendir
horna innfyri. Í fyrstu at-
løgu verður bólturin beind-
ur burtur, men tá Hanus
roynir aðru ferð, finnur
hann skallan á Poul, sum
ongar trupulleikar hevur at
finna meskarnar.
2-1: Bogi Gregersen, 28.
min
ÍF fær ikki ruddað bóltin
burtur, og tá sent verður
innfyri til ein leysan Boga
Gregersen, fremur hesin
dagsins detalju og saksa-
sparkar bóltin í kassan.
2-2: Høgni Zachariasen,
50. min
Aftur er talan um deyð-
bólt. Hesaferð verður frí-
spark sent úr vinstru, og so
er Høgni Z. enn einaferð
hægstur.
3-2: Bogi Gregersen, 57.
min
Eingin fuglfirðingur fær
tikið Boga, sum einsamall-
ur fer ígjøgnum verjuna, og
tá málverjin kemur ímóti,
verður bólturin lagdur
framvið honum
3-3: Magni á Lakjuni, 87.
min
Trýstið frá fuglfirðingum
tóktist vera av, men tá
Bartal leingir ein langan
bólt, stendur Magni brád-
liga púra blankur og fær
sent í málið