Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-12, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. apríl 2005síða 25

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 68 - 12. apríl 2005 25 Sjálvs- álitið í toppi Hóast tað ikki eydnaðist at fáa fult hesaferð, so er einki at ivastí, at sjálvs- álitið hjá fuglfirðingun- um er betri nú, enn tað var størsta partin av árinum í fjør. Eyðolvur Petersen, sum nú stórtrívist á høgra bakki, helt sjálvur eftir dystin, at avrikið mundi vera tað besta hjá ÍF higartil í ár. Ikki minst fegnaðist hann um, at tað bar til at koma aftur, hóast teir tríggjar ferðir sóu Skála leggja seg á odda. – Orkan hjá okkum er munandi betri nú, enn hon hevur verið, og menn trúgva veruliga upp á tað. Hóast hinir koma á odda, so halda vit á at stríðast, og tað gevur nakað, heldur hann. Komandi vikuskifti skal ÍF royna seg á heimavølli móti B36. Tann dysturin endaði í fjør við javnleiki. Spurdur um vónirnar, tykist Eyðolvur enn einaferð at undirstrika, at sjálvsálitið er í lagi. – Vit hava heimavøll í tí dystinum, so vit fara eftir sigrinum. Vit skulu halda fram á sama hátt, sum vit eru byrjaðir, so í útgangsstøðinum má tað væl merkja, at vit skulu eftir sigrinum hvørja ferð, staðfestir altso Eyðolvur Petersen at enda. -jm vnið trýst á mótstøðuna. Og har liðið í øgiligari ferð megnar at umstilla seg, tá bólturin er vunnin. Tað tók nógv lið á bóli í fjør, men hóast hesi nú eru ávarað, so er ilt at byrgja fyri slíkari – hitsighet, segði Drillo – í umstill- ingsspælinum. At liðið so eisini megnar hetta, hóast teimum enn restar tríggjar útlendskar leikarar, sum helst skulu teljast millum teir berandi, er framúr flott, og sigur eisini nakað um tær dygdir, sum búgva í liðnum. Hesa ferð rakk tað so ikki til trý stig, men tað rakk til trý mál og ein fínan fótbóltsdyst. Og hóast teir iðraðu seg um seinu út- javningina, so er helst einki at ivast í, at Skála – eisini hesaferð - kann draga nógvar positivar lutir úr dystinum. Leygarkvøldið var árliga gallaveitslan hjá flogbóltin, har millum annað ársins leikarar vóru kosnir. FLOGBÓLTSGALLA Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað er við árunum blivin siðvenja, at tær ymsu ítróttargreinararnar hava eina gallaveitslu, tá ið kappingarárið er at enda. Soleiðis er eisini við flogbóltinum, sum leygarkvøldið hevði sína árligu gallaveitslu á Hotel Føroyum. Karin og Jón Hæddarpunktið á árligu gallaveitslunum er kjósanin av ársins leikarum hjá bæði kvinnum og monnum. Hjá kvinnunum stóð kappingin millum Mjølnir- veteranarnar, Marjun Kalsø og Margit G. Joensen, og so unga stjørnuskotið úr Sørvági, Karin Mikkelsen. Hóast SÍ endaði aftast í meistaradeildini hjá kvinnum, so merkir hetta ikki, at tær ikki hava nakrar góðar spælarar, tí Karin Mikkelsen bleiv vald til ársins leikara. Hjá monnunum stóð kappingin millum tveir av leikarunum hjá greipuvinnarunum úr SÍ, Jóan Petur á Stongum og Jón Nielsen, og fuglfirðingin Bartal Eliasen. Her gjørdist tað favoritturin, SÍ-liðskiparin, Jón Nielsen, ið vann heiðurin. Tey bæði Karin Mikkelsen og Jón Nielsen vunnu tilsamans fimm heitir til sørvingar. Karin fekk trý, ársins leikari, ársins stjørnuskot og ársins áleypari, meðan Jón vann tvey, ársins leikari og ársins áleypari. Leikandi venjarin hjá mansliðnum hjá SÍ, Rajko Petrovic, vann eisini tvey heiti, ársins venjari og ársins útlendingur. SÍ, sum í ár fyllir 100 ár, vann tilsamans ikki færri enn níggju av teimum tilsamans sekstan heitunum, ið vóru at vinna í kappingini. Mjølnir vann seks heitir, og Fram vann eitt. Annars er vert at nevna, at veteranurin Marjun Kalsø, sum hevur boðað frá, at hon nú gevst við flogbólti á hægsta støði, triðja árið á rað gjørdist ársins hevari hjá kvinnum. Sørvingar fóru við tí mesta Vinnarayvirlit Kvinnur: Menn: Ársins áleypari: Karin Mikkelsen, SÍ Jón Nielsen, SÍ Ársins blokkleikari: Lena í Búð, Mjølnir Jón Falkvard, SÍ Ársins verjuleikari: Margit G. Joensen, Mjølnir Jóan Petur á Stongum, SÍ Ársins hevari: Marjun Kalsø, Mjølnir Hans Fróði Jensen, Fram Ársins stjørnuskot: Karin Mikkelsen, SÍ Jón Syderbø, Mjølnir Ársins venjari: Todor Marinov, Mjølnir Rajko Petrovic, SÍ Ársins útlendski leikari: Eliza Bogeva, Mjølnir Rajko Petrovic, SÍ Ársins leikari: Karin Mikkelsen, SÍ Jón Nielsen, SÍ Liðskiparin hjá SÍ, Jón Nielsen, sum her tekur móti steypinum eftir steypafinalusigurin á Mjølnir, var kosin bæði ársins leikari og ársins áleypari hjá monnum. Mynd: Álvur Haraldsen Máttu skifta málverja Einar fimm minuttir fyri hálvleik fekk ÍF ein rætti- ligan skelk. Allan Joen- sen, sum í ár verjur málið hjá fuglfirðingum, tveitti seg eftir einum skoti. Hann toygdi seg væl og virðiliga, og kanska var hetta orsøkin til, at hann ikki fekk tikið fyri seg á veg niður. Tað sá álvarsligt út, tá hann varð borin av vøllin- um, men fyrstu melding- arnar úr Fuglafirði bera tó boð um, at talan helst ikki var um álvarsligan skaða. Allan var hjá lækna sunnukvøldið, men økslin var hvørki brotin ella farin úr lið, og í Fuglafirði vóna tey, at hann verður tøkur aftur, tá liðið komandi vik- uskifti fær vitjan av B36. Fyri Allan Joensen kom Emil Toftegaard í málið at standa. -jm