týsdagur 12. apríl 2005síða 26
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Trond
heldur
tað var á
góðari
leið
Fyrrverandi álops-
maðurin á FM
liðnum hjá TB er
nú liðleiðari, og
hann heldur avrik-
ið í Runavík at vera
á góðari leið
TB
Jóannes Hansen
Trond Nolsøe var saman
við tvíburðabeiggjanum
Ásmundi eitt av kendu
nøvnunum á góða TB
liðnum, sum miðskeiðis
í sjeyti árunum vann
tvey FM og fram í áttati
árini var við til at seta
dám á kappingina.
Í Runavík var Trond
Nolsøe liðleiðari, og
hóast TB í evstu løtu
misti tvey stig, so heldur
hann, at teir á Tvøroyri
kunnu vera nøgdir:
- Vit vórðu kroystir í 2.
hálvleiki, og hóast NSÍ
ikki megnaði at spæla
seg til upplagdar møgu-
leikar, so lá tað í luftini,
at teir kundu fáa mál. Eg
haldi tað var eitt sindur
bíligt, tá ið vit mistu ein
mann, og tað gjørdi ikki
støðna betri. Men so-
leiðis vísir tað seg ofta,
at luturin hjá teimum
veikaru er. At vit vóru
noyddir at gera fleiri
broytingar orsaka av
skaðum sást aftur. So alt
í alt eiga vit at vera
nøgdir við, at vit hesa
ferð fingu eitt stig, held-
ur TB veteranurin Trond
Nolsøe.
Næsta ættarliðið hjá
gomlu TB meistarunum
er um at koma fyri seg.
Hesa ferð var ein, sum
eitur Niels Rødgaard
settur á vøllin. Hann er
sonur John Rødgaard,
sum var sera stinnur á
TB miðvøllinum í sjeyti
árunum.
NSÍ-TB 1-1 (0-1):
Tvørámenn høvdu stinnan skansa
Royndu menninir í
aftastu røðini stóðu
stinnir, tá ið NSÍ alt
seinna umfarið royndi
at leggja trýst á, og
ikki fyrrenn í evstu
løtu eydnaðist tað NSÍ
at tryggja sær eitt stig
NSÍ-TB
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Tvørámenn fóru úr Runa-
víkini við einum stigi. Tað
vóru teir bæði nøgdir við
og ikki nøgdir við. Teir
vóru nøgdir, tí vánirnar
vóru einki serligar undan
dystarbyrjan. Eitt var, at
teir sum uppflytarar vórðu
roknaðir sum kanónføði.
Og meiri týdningarmikið
og svárt fyri TB var tað, at
teir undan dystinum vóru
illa raktir av skaðum, og tað
gjørdist ikki betri, sum
tíðin gekk.
Í tveimum teimum fyrstu
umførunum høvdu Hallur
Christiansen og Emmanuel
Larby verið teir fremstu.
Larby var skaddur undan
fráferðini av Tvøroyri. Hall-
ur Christiansen var eisini
skaddur, men hann royndi at
hita upp, áðrenn tað varð
staðfest, at tað ikki bar
honum til at spæla. Tað vil
við øðrum orðum siga, at
Daniel Nyarko og Olivur
Abrahamsen vóru nýggir
álopsspælarar.
Á miðvøllinum var Alex-
ander Jovevic, sum í fjør
spældi við NSÍ, týdningar-
mikil í 1. hálvleiki. Hann
megnaði at halda upp á
bóltin, tá ið tað var neyð-
ugt, og hann tordi at royna
og harvið at risikera at gera
mistøk. Tíðliga í 2. hálv-
leiki noyddist hann at taka
seg aftur. Hóast nýggju
menninir gjørdu sítt besta,
so sigur tað seg sjálvt, at
tað kostaði at missa lykla-
spælaran á miðvøllinum.
Út frá lasarettstøðuni er
tað einki at siga til, at teir í
TB vóru nøgdir. At teir
vóru eitt sindur misnøgdir
komst av, at teir høvdu
hildið tørn um 1-0 leiðslu,
inntil tað bara var minni
enn ein hálvur minuttir eftir
av yvirtíðini. Tá javnaði
Andy Olsen, eftir at horna
var bent út frá til Christian
Høgna
Jacobsen,
sum
spældi til málskjúttan.
Borgin
Tað er stór avbjóðing at
vera lásasmiðjur á heima-
vølli ímóti verju, sum er so
stinn og væl skipað, sum
tann hjá TB var í 2. hálv-
leiki. Tað noyddust teir í
NSÍ at staðfesta.
Undan steðginum vóru
tvørámenn væl vil. Upp-
løgdu
málmøguleikarnir
vóru ikki so nógvir, men
Christian Høgni Jacobsen
var tætt við, tá ið hann
beindi bóltinum í stólpan.
Eftir steðgin vóru teir
fýra óføru í TB verjuni ofta
í egnum brotsteigi, og
miðvøllurin ofraði seg væl,
tá ið NSÍ royndi við lang-
skotum. At TB verjan stóð
so aftarlaga bar við sær, at
møguleikin at leggja inn
um verjuna ikki var til stað-
ar. Tí var ofta talan um
skrásendingar í brotsteigin,
og tað var matur fyri Óla
Johannesen
og
Aca
Petrovic.
Í 74. og 76. minutti fekk
Predrag Zivkovic gult kort,
og tá ið TB var undirmann-
að síðstu løtuna, gjørdist
trýstið uppaftur størri.
Fimm
minuttir
vóru
lagdir afturat, og klokkan
vísti 94.40, tá ið Andy Ol-
sen sendi bóltin í málið og
harvið javnaði til 1-1.
Tað høvdu teir í Runavík
neyvan verið nøgdir við
undan dystarbyrjan. Men tá
ið teir ikki megnaðu at
spæla seg skjótt ígjøgnum
tøttu verjuna, og tá tað har-
við í 2. hálvleiki, tá ið tíðin
bar uppaftur størri mót-
brekku við sær, fyri tað
mesta var talan um stórt
trýst, men bara hálvar
møguleikar og minni enn
tað, so var tað kanska ikki
so galið.
Christian Høgni
Jacobsen ásannar, at
tað var sera torført
hjá teimum, tá ið TB
verjan lá so aftarlaga
og var bæði tøtt og
stór
NSÍ
Jóannes Hansen
Christian Høgni Jacobsen
var um reppið at javna til 1-
1 í 1. hálvleiki, men bóltur-
in endaði á stólpanum.
Fram ímóti dystarenda átti
hann næstsíðsta fótin á, tá
ið Andy Olsen javnaði og
harvið syrgdi fyri, at eitt
stig var í Runavík.
- Hatta var ikki nóg gott.
Vit fingu eitt mál ímóti
okkum beinanvegin, og
talan var um púra óneyðugt
mál. Talan var um aftur-
legging til Jens Martin,
sum fór so mikið skeiv, at
bólturin fór út til horna. At
teir skoraðu skakaði okkum
heilt týðuliga, og tá ið vit
ikki megnaðu at gera mál í
1. hálvleiki bar tað við sær,
at tíðin kendist ganga eyka
skjótt eftir steðgin, heldur
Christian Høgni Jacobsen.
Tit kunnu ikki vera nøgd-
ir við eitt stig á heimavølli
ímóti uppflytarunum?
- Um vit skulu vera við í
toppinum, so krevst tað, at
vit vinna á heimavølli, men
tað evnaðu vit ikki hesa
ferð. Vit megnaðu ikki at
taða verjuna sundur. Teir
lógu aftarlaga, og Óli og
hin stóri maðurin í miðverj-
uni dugdu væl at stýra. Um
vit høvdu havt skorað fyrst
og kanska tíðliga, so hevði
talan ivaleyst verið um heilt
øðrvísi gongd. Men tað
gjørdu vit ikki, og so gekk
tað fyri seg eftir teirra treyt-
um, staðfestir Christian
Høgni Jacobsen.
Hetta var ikki nóg gott
NSÍ-TB 1-1 (0-1)
0-1: Óli Johannesen 6.
1-1: Andy Olsen 90.
Dómari: Eiler Rasmussen
NSÍ: Jens Martin Knudsen - Brynjolvur Nielsen, Óli
Hansen, Viggo Johannesen, Einar Hansen - Andy
Olsen, Dániel Hansen, Kári Hansen (Jústinus R.
Hansen, 76.), Jónstein Petersen (Gert Langgaard,
68.), Christian Høgni Jacobsen, Ike Onyema
Gult kort: Jústinus R. Hansen
TB: Predrag Markovic - Predrag Zivkovic, Óli Jo-
hannesen, Aca Petrovic, Jon Johannesen - Allan
Poulsen (Niels Rødgaard, 89.), Alexander Jovevic
(Birgir Rasmussen, 50.), Einar Petersen, Búi Mort-
ensen (Mortan Enni, 63.) - Daniel Nyarko, Olivur
Abrahamsen
Gult kort: Predrag Markovic
Reytt kort: Predrag Zivkovic (2 gul) 76.
FAKTA UM DYSTIN
TB var undir stórum trýsti at
kalla allan seinna hálvleik,
men kortini var um reppið,
at teir fingu øll trý stigini
Mynd: Bárður Lydersen
Vit mugu
taka tað
her frá
Pauli Jarnskor
ásannar, at GÍ í løt-
uni er ikki topplið,
men hann hevur álit
á, at teir fara at ar-
beiða seg burtur úr
tronganum, sum
teir nú eru í
GÍ
Jóannes Hansen
Trý umfør og einki stig.
Støðan er ikki vanlig í
Gøtu, og tað var neyvan
undan kappingarbyrjan
roknað við, at GÍ einki
stig skuldi hava, tá ið trý
umfør vóru runnin, men
soleiðis er støðan.
Sjálvandi ber hetta trýst
við sær, men í Gøtu hava
teir ikki mist mótið:
- Vit hava ikki megnað
uppgávurnar, sum á papp-
írinum kanska hava sæð
lættari út. Nú standa tor-
førar
uppgávur
fyri
framman. Vit plaga at
standa okkum væl í Vági.
Takið verður at fokusera
upp á tað avbjóðingina í
staðin fyri at hava tapini í
trimum teimum fyrstu
umførunum í viðførinum
suður, sigur Pauli Jarn-
skor, hjálparvenjarin hjá
GÍ, sum dómarin var so
rísin inn á, at hann vísti
honum út um girðingina.
Av órøttum heldur Pauli
sjálvur.
Plágar tað tykkum ikki,
at tit einki hava fingið
burturúr?
- Sjálvandi vita vit, at
tað er neyðugt at venda
gongdini, og tað hevði
havt verið hugaligari, um
vit høvdu havt fleiri stig,
men vit mugu taka tað
herfrá. Vit arbeiða fram-
vegis við at spæla nýtt lið
saman, og vit hava ikki
hildið okkum hava tilfar
til toppplasering, men vit
halda okkum hava neyð-
uga førleikan til bestu
deildina. Einki kemur av
sær sjálvum. Tað skal ar-
beiðast fyri tí, og eg
halda, at bæði liðini
royndu at spæla fótbólt,
hóast umstøðurnar vóru
út av lagi vánaligar, stað-
festir GÍ hjálparvenjarin.
26
Nr. 68 - 12. apríl 2005