týsdagur 12. apríl 2005síða 27
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 68 - 12. apríl 2005
27
GÍ-KÍ 1-2 (0-0):
Øll stigini blást úr Gøtu
Hóast gøtumenn
javnaðu, so vístu
klaksvíkingar tyngd-
ina undan vindinum,
sum var neyðug fyri
at fáa alt í Sarpigerði,
har nógvi vindurin
darvaði samanspæl-
inum, sum báðir
partar arbeiddu fyri
at ala fram
GÍ-KÍ
Jóannes Hansen
Gøtumenn eru framvegis
sørir. Og klaksvíkingar eru
heilt frammi í toppinum.
Fjórða árið á rað fór KÍ úr
Sarpigerði við øllum stig-
unum. Hesa ferð vunnu teir
2-1.
Sigursmálið skoraðu teir
stutt undan leikloki. Mál-
skjútti var liðformaðurin
Atli Danielsen. Hann var
ísakaldur og púra tryggur,
tá ið hann skuldi avgreiða
úr ellivu metrum. Birgir
Sondum hevði bríkslað fyri
brotssparki, tá ið innskifti
Kaj Ennigarð á málstrikuni
hevði bjargað við hondini. Í
trunkastøðu eftir KÍ horna
úr høgru royndu Erling Fles
og onkur annar úr stuttari
fjarstøðu at senda ímóti
málinum.
Gøtumenninir
ofraðu seg og vardu fyri
tríggjar ferðir, uttan at tað
eyndaðist teimum at rudda
burtur. Í fjórða førinum var
tað við hondini, at teir
vardu, og so fall avgerðin
úr ellivu metrum.
Lítla løtu frammanundan
tóktist avgerðina at vera
fallin. Julian Samuelsen,
sum akkurát var skiftur inn
í KÍ álopið, gjørdist púra
leysur eitt vet til høgru,
eftir at hann hevði fingið
bóltin stungnan fram ímill-
um tunnu GÍ verjuna.
Gøtumenn vóru frammar-
laga staddir í royndini at
koma aftur í aftur, eftir at
KÍ var komið framum.
Julian setti ferð á ímóti GÍ
málinum. Tá ið hann var
komin væl inn í brotsteigin,
royndi hann at seta seg
framvið málverjanum, men
Hallur Hansen vann tví-
dystin teirra millum.
Lítla løtu seinni fekk GÍ
fríspark mitt fyri og 25
metrar úr málinum. KÍ setti
manngarð, men Súni Olsen
skrúvaði bóltin út um
verjugarðin, bólturin rakti
ein av klaksvíkingunum og
fór dygst inn við stólpa-
rótini. Eftir hesi lítlu løtuni
- frá tí at KÍ hevði havt
møguleika at økja til 2-0,
og til GÍ hevði javnað til 1-
1 - tóktist avgerðin at vera
fallin.
Men so var tað, at GÍ
gjørdi brotsspark, og at Atli
Danielsen skoraði.
Báðir partar skulu eiga
rós fyri, at teir royndu at
spæla. Viljin at temja og at
spæla frá bláum og til bláan
og frá gulum og til gulan
var góður, men nógvi og
tráði vindurin hevði við
sær, at tað í nógvum førum
uppstóðu heilt øðrvísi støð-
ur, enn spælararnir høvdu
ætlað, og báðir málverjar-
nir høvdu trupulleikar, tá ið
teir skuldu sleppa sær av
við bóltin.
Møguleikarnir
Leingi sá tað út til, at einki
mál skuldi koma. Upp-
løgdu
málmøguleikarnir
høvdu ikki verið so nógvir.
Í 1. hálvleiki hevði GÍ vind-
in undan. Tá var KÍ ógvu-
liga varðið í útgangsstøð-
uni. Erling Fles var einsa-
mallur heilt frammi á topp-
inum, og Hjalgrím Elttør
arbeiddi nógv aftanfyri
hann. Í høgru avloysti blað-
ungi Kristoffur Jacobsen
Arnhold Joensen, sum síðst
í vikuni var vorðin sjúkur.
Tvær ferðir í 1. hálvleiki
slapp KÍ til baklinjuna í
høgru, men eingin var
undir málinum at umseta
innleggini til royndir móti
málinum.
GÍ hevði vandamiklaru
atsóknirnar undan steðgin-
um. Einar tríggjar ferðir
vóru teir heilt vandamiklir,
men Karstin Joensen í KÍ
málinum, sum eftir skaða-
steðg í nógvar vikur var
aftur millum stólparnar, var
sera tryggur og sannur
brandur. Í tí eina førinum
var nógv fólk fyri, og sýnið
mundi vera vánaligt, tá ið
Bjarni Justinussen, sum
fyri fyrstu ferð var millum
teir fyrstu ellivu á GÍ liðn-
um, heilfluktaði flatt, men
Karstin tveitti seg og helt
bóltinum.
Eina aðru ferðina í 1.
hálvleiki fekk Poul Arni
Jacobsen bóltin stungnan
fram ímillum. Hann rann
frá eitt sindur tungu mið-
verjuni, men Karstin rann
út ímóti og tveitti seg
óræddur fram og taklaði
bóltin burtur. Og triðju
ferðina var tað Hans Pauli
Petersen, sum varð leysur í
høgru og smekkaði til, men
Karstin Joensen bjargaði
við fínari beinparadu.
Eftir steðgin átti KÍ
møguleikarnar. Hjalgrím
Elttør fekk sama slag
møguleika, sum Hans Pauli
Petersen hjá GÍ hevði
fingið undan steðginum, og
Hallur Hansen bjargaði við
fínari beinparadu. Kanska
skuldi Hjalgrím Elttør tá
havt spælt tvørtur um til
Erling Fles.
Týdningarmikla 1-0 mál-
ið hjá KÍ skoraði Heðin á
Lakjuni, sum alla tíðina
arbeiddi nógv. Vongverjin í
vinstru, Eyðun Klakstein,
lyfti bóltin framum GÍ
vongverjan í høgru. Heðin á
Lakjuni var í vinstru í brots-
teiginum fyrri á bóltinum
enn málverjin, og Heðin
lyfti sera hegnisliga bóltin
upp um málverjan og dygst
inn við handara stólpanum.
Hesa ferð høvdu vit
tolið, sum skal til,
heldur KÍ framherj-
in, Erling Fles, sum
ásannar, at tað er
neyðugt at vinna á
útivølli, um liðið skal
gera seg galdandi
KÍ
Jóannes Hansen
Klaksvíkingar vóru, sum
rímuligt var, vælnøgdir, tá
ið teir fóru um Leirvíks-
fjørð við øllum stigunum.
- Um vit skulu gera okk-
um galdandi í toppinum,
og tað vilja vit fegnir, so er
tað neyðugt at fáa stig og
sigrar á útivølli. Hesa ferð
vunnu vit, og nú er takið
hjá okkum at syrgja fyri, at
tað eisini fer at eydnast at
vinna á heimavølli.
Hvør var munurin á hesi
uppgerðini, og so tá ið tit á
heimavølli fingu eitt stig
ímóti VB?
- Á heimavølli ímóti VB
megnaðu vit ikki at halda
fast um okkara uppskrift.
Vit lótu okkum ávirka av,
at teir dugdu so væl at taka
tað róligt, og so gloymdu
vit okkum sjálvar. Hesa
ferð høvdu vit avtalað, at
vit ímóti vindinum skuldu
halda fast, soleiðis at teir
ikki fingu mál. Tað eydn-
aðist, og í steðginum tos-
aðu vit um, at nú skuldu vit
flyta okkum eitt sindur
longri fram. Vit ivaðust
ikki í, at møguleikarnir
fóru at koma fyri at gera
mál, og tað eydnaðist.
Men so fór eitt mál
ígjøgnum ímóti vindinum?
Ja, tað tóktist sum um at
løtan, tá ið vit misnýttu
stóra møguleikan at økja til
2-0, og tá ið teir so javn-
aðu, skuldi vera avgerandi.
Men eg haldi, at vit, eftir at
teir høvdu javnað, høvdu
tyngdina, sum skuldi til
fyri at skora sigursmálið,
og tað fingu vit við
brotssparki.
Hvussu
sást
tú
ta
støðuna?
- Eftir horna royndi
Høgni Madsen at skjóta og
Ovi Nysted at skalla, og so
royndi onkur annar eisini,
áðrenn bólturin støkk út til
mín. Eg var stutt úr málin-
um, tá ið eg smekkaði til,
og Kaj Ennigarð kundi
einki annað gera enn at
brúka hondina. Tíbetur var
Atli Danielsen tryggur, tá
ið hann endiliga fekk
bóltin at liggja.
Tað var ongantíð panikkur
NSÍ-TB 1-1 (0-1)
0-1: Óli Johannesen 6.
1-1: Andy Olsen 90.
Dómari: Eiler Rasmussen
NSÍ: Jens Martin Knudsen - Brynjolvur Nielsen, Óli
Hansen, Viggo Johannesen, Einar Hansen - Andy
Olsen, Dániel Hansen, Kári Hansen (Jústinus R.
Hansen, 76.), Jónstein Petersen (Gert Langgaard,
68.), Christian Høgni Jacobsen, Ike Onyema
Gult kort: Jústinus R. Hansen
TB: Predrag Markovic - Predrag Zivkovic, Óli Jo-
hannesen, Aca Petrovic, Jon Johannesen - Allan
Poulsen (Niels Rødgaard, 89.), Alexander Jovevic
(Birgir Rasmussen, 50.), Einar Petersen, Búi Mort-
ensen (Mortan Enni, 63.) - Daniel Nyarko, Olivur
Abrahamsen
Gult kort: Predrag Markovic
Reytt kort: Predrag Zivkovic (2 gul) 76.
FAKTA UM DYSTIN
Klaksvíkingar vóru varnir í
útgangsstøðnum, men tað
eydnaðist at fáa øll stigini
við sær aftur um
Leirvíksfjørð
Mynd: Bárður Lydersen