Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-12, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. apríl 2005síða 28

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 68 - 12. apríl 2005 Í seinasta minuttinum av vanligu leiktíðini eydnaðist suðurafr- ikanska Óbi at skjóta fyrsta B36-málið í ár. Í einum tomum dysti var hetta nóg mikið til trý stig FÓTBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo »Óbi-skriviligur lætti« So- leiðis skrivaði heimasíðan hjá B36 sunnudagin. Og einki er at ivast í, at stórur álvari liggur handan orða- spælið. Óbi var nevnliga mað- urin, sum endaði málturkin hjá B36, sum altso skuldi gerast 269 minuttir, áðrenn fyrsta landskappingarmálið 2005 gjørdist veruleiki. Dyrgdu eftir javnleikinum Undan hesum høvdu áskoðararnir í Gundadali verið vitni til ein fótbólts- dyst av tí heilt linliga slagnum. Ein dyst, har gestirnir fyri tað mesta tóktust nøgdir um mál- leysan javnleik, og har vert- irnir í alt ov lítlan mun megnaðu at vísa, at tað vóru teir ikki. Gestirnir stillaðu upp í eini varisligari 4-5-1 upp- stilling, har Sorin Anghel var einsamallur á toppin- um. Fyrst og fremst, so hevði hetta við sær ein yvirfólkaðan miðvøll, har B36 hevði ilt við at spæla seg ígjøgnum, og har kant- arnir fyri tað nógva vóru væl bakkaðir upp. Álops- parturin var so fyri tað mesta latin yvir til Sorin Anghel, tó at hesin við- hvørt fekk hjálp frá dribli- snildunum hjá Hans Paula Samuelsen. Og sum heild riggaði spæliætlanin hjá EB/- Streymi eisini. B36 var kanska liðið, sum hevði bóltin meira, men møgu- leikar gjørdist talan at kalla ikki um. Fyrsta veruliga royndin kom heldur fyrr enn um miðjan hálvleikin, og so er kanska skilligt, at tosað hevur verið um álopstrupulleikar hjá B36. Steindeyður miðvøllur Her vónaðu tey í B36 ann- ars, at tey høvdu funnið loysnina við suðurafrik- anska Óbi, men sunnudagin var hesin í øllum førum settur á beinkin. Ístaðin var álopsparturin so mannaður við Bergi Midjord og Eyðun Højgaard á hvør sínum kanti, meðan Allan Mørkøre so hevði heldur óvanda leiklutin sum cent- er-forward. Kropsliga er Allan ein leikari, sum kann megna hendan leiklutin, men hesaferð var í øllum førum sera avmarkað, hvat hann hevði at arbeiða við. Hóast B36-miðvøllurin telir nakr- ar av sterkastu miðvallar- unum í landinum, so var ófatuliga lítið, sum hesir fingu á skaftið. Ingi Høj- gaard og Mikkjal Thomas- sen fingu lítið annað enn alibi-líknandi bóltflytingar burturúr, og Fróði Benja- minsen í einum framr- ættaðum leikluti var alt ov lítið íblandaður spælinum. Størsti trupulleikin í hesum var helst vantandi sjálvsálit. Eftir at teir aftur í ár hava styrkt um B36- liðið, var ein topp-plasering kravið frá áskoðarunum, og tá hendan ikki er komin enn, setur tað eisini merki í hópin. Tað gav útslag í, at alt ov fáir leikarar bjóðaðu seg til. Framdriftin í spæl- inum var at kalla eingin, og skipað spæl niðan eftir kantunum, sum eru so týdningarmiklir í eini 4-3-3 skipan, var at kalla als ikki til. Stóratá úr Suðurafrika Hjá EB/Streymi tóktust leikararnir hinvegin at trívast fínt, sum dysturin leið. Í royndunum at leggja størri trýst á fór B36 eftir steðgin at flyta fólkið longur niðan á vøllin, og hetta mundi kostað. Fyrst var Anghel nær við, eftir at hann hevði snarað seg ígjøgnum B36-verjuna, og løtu seinni varð Jákup Mikkelsen kroystur at fremja dagsins bjarging, tá Egil á Bø var fyrstur á innleggi úr vinstru, men nærri enn hesum komu gestirnir altso ikki. Millum hesar hevði B36 sín besta møguleika, tá All- Nýggjur í álopinum Ikki síðani onkra tíð í smádreingjadeildini ella har á leið hevur Allan Mørkøe roynt seg sum centerforward, men tað var so leiklutur hansara sunnudagin. Og hóast óvanur á plássinum, so segði Allan, at hann treivst hampuliga væl í leiklutinnum. - Eg havi so eisini roynt tað í onkrum venjingar- dysti í ár. Spælir hitt liðið nógv við longum bóltum, so kann tað jú vera ein fyrimunur at hava ein stóran mann í álopinum. Og har havi eg so verið royndur av og á. Men er tað ikki tungt at spæla sum einsamallur miðframherji, tá tú ert vanur við, at fleiri leikarar eru rundan um teg? - Jú. Tú stendur ofta øgiliga einsamallur, og tá spælið ikki koyrir, so kann tað vera trupult at gera nakað sum helst. Eg haldi, at eg bara ein skall- ara móti málinum fyri steðgin, so nógvar møgu- leikar gjørdist talan ikki um. Møguleikar var heldur ikki tað, sum B36 skapti sær mest av í dystinum. Leingi var líkt til, at teir fyri triðju ferð í slag skuldu málleysir av vøll- inum, og Allan viðgekk eisini, at tað var ein lætti, tá Óbi skoraði avgerandi málið. - Tað var ordiliga for- loysandi. Eisini tí at spælið hjá okkum ikki hevur koyrt serliga væl. Tað hevur annars gingið fínt í venjingardystum, men við eini slíkari byrjan upp á landskappingina eru nervar og annar kom- ið í spælið. Spælararnir fara kanska at ivast í egn- um dygdum, og tá verður tað krampaktugt, heldur hann. Og hóast spælið sunnu- dagin ikki var nakað at reypa av, so heldur Allan, at stigini kunnu vera tað, sum kemur at lyfta liðið til røttu hæddirnar. - Nú hava vit so ÍF næstu ferð, og tað rokni eg við fer at hóska okkum væl. NSÍ, TB og EB/- Streymur hava øll spælt við longum bóltum, har miðvøllurin verður lopin um, og tá verður ofta lítið skipað fótbóltsspæl. Fugl- firðingum plagar at dáma væl at spæla fótbólt, og tað vænti eg eisini hóskar okkum betri, staðfestir Allan Mørkøre at enda. -jm Allan Mørkøre hevði óvandan leiklut sum sentralur áleypari, tá B36 gjørdi enn eina roynd at loysa álopstrupulleikan hjá felagnum Mynd: Sofus D. Johannesen - Ja, tað er altíð keðiligt, tá mál fer ígjøgnum somikið seint í dystin, staðfesti Gunnar á Steig alt fyri eitt, tá tosað verður um dystin sunnudagin. EB/Streyma-málverjin hevði annars ikki ein av sínum strævnastu døgum, og hann helt avgjørt, at teir høvdu havt takið á B36. - Eg skal ikki siga, at talan var um ein so góðan fótbóltsdyst, men vit vóru í øllum førum fult so góðir sum teir, heldur hann. Spurdur, hvørt tað var javnleikin, ið teir komu til Havnar eftir, helt hann, at tað var í øllum eitt úrslit, sum teir høvdu verið nøgdir um. - Vit royndu at halda tætt, og so kanska taka møgu- leikan, um hesin beyðst, og tað var eisini nær við, at tað eydnaðist. Handan royndin frá Egil hevði helst eisini farið inn hjá einum og hvørjum øðrum málverja. - Og so skora teir altso ístaðin. Vit fáa ikki ruddað burtur, og tá innleggið kemur, er Óbi akkurát skjótari enn eg á bóltinum, suffar Gunnar. Nøgdir um byrjanina Hóast tapið sunnudagin, so tykjast spælararnir hjá EB/- Streymi tó at vera hampu- liga væl nøgdir um fyrstu trý umførini. - Vit hava so fingið fýra stig, so tað er ikki heilt so galið. Vit hava eisini havt bæði sjúkar og skaddar spælarar, og við útidystum móti GÍ og B36 og einum heimadysti móti Skála, hevur talan heldur ikki verið um lættar uppgávur. - Verupartin hava vit í øllum førum verið sera væl nøgdir um, men enn restar so nakað í, áðrenn álops- parturin riggar nóg væl. Og Gunnar staðfestir at enda, at málið hjá felagnum enn einaferð er at betra seg. - Tað er so tað, sum vit medda eftir. Og eg haldi eisini, at vit eiga at hava møguleikan at lyfta okkum upp um miðjuna í ár, staðfestir hann at enda. -jm B36-EB/Streymur 1-0 (0-0): 269 minuttir um fyr Hildu teimum væl Gunnar og Jákup Martin Joensen tosa saman beint eftir dystin. Ivaleyst iðrandi um málið, sum B36 fekk seinasta minuttin