Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-12, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. apríl 2005síða 29

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 68 - 12. apríl 2005 29 rsta málið an Mørkøre stútaði innlegg tvørtur um málið, og eina løtu tóktist dysturin at opna nakað. Hetta dovnaði tó skjótt aftur, og alt tóktist enda við javnleiki. Fram til seinasta B36- álopið í dystinum, tá inn- skiftu spælararnir hjá B36 fingu høvuðsleiklutin. Allan Mørkøre sendi út til Levi Hanssen, og tá hesin sendi innfyri, var Óbi fyrst- ur á við stórutánni. Eftir 269 minuttum hevði B36 soleiðis skorað fyrsta málið, og hjá árstalsfelagn- um við teimum stóru vón- unum mundi hetta kennast, sum ein Óbi-skriviligur lætti. Fyri tað nógva var B36- miðvøllurin fullkomuliga uttan sjálvsálit og myndguleika Mynd: Sofus D. Johannesen B36-EB/Streymur 1-0 (0-0) 1-0: Obele Okeke Onyebuchi, 90. B36: Jákup Mikkelsen – Kenneth Jacobsen, Pól Thorsteinsson, Herbert í Lon Jacobsen, Alex dos Santos – Ingi Højsted (Bogi Hermansen, 70.), Fróði Benjaminsen, Mikkjal Thomassen (Obele Okeke Onyebuchi, 78.) – Bergur Midjord (Levi Hanssen, 46.), Allan Mørkøre, Eyðun Højgaard GK: Fróði Benjaminsen, 52., Mikkjal Thomassen, 56. EB/Streymur: Gunnar á Steig – Ólavur Poulsen, Egil á Bø, Andrzej Pacek, Esmar Eiðisgarð (Jóhan á Stongum, 62.) – Bárður Olsen (Eyðfinn Joensen, 71. (Sonni L. Petersen, 90.)), Marni Djurhuus, Knút Vesturtún, Gert Hansen, Hans Pauli Samuelsen – Sorin Anghel GK: Hans Pauli Samuelsen, 10. Dómari: Súni Johansen. Dømdi tað, sum skuldi dømast, uttan stórvegis roks FAKTA UM DYSTIN Neistin-VÍF 32-19(15-6) Sannførandi Neistasigur Tað var ongantíð nakar ivi um sigurin, tá ið Neistin sunnudagin hevði vitjan av VÍF í høllini á Hálsi. Longu frá fyrsta bríksli setti heimaliðið seg á dystin, og vestmannakvinnur fingu ongantíð fótin fyri seg í dystinum. Eina løtu í fyrra hálvleiki sá tað út til, at talan fór at gerast um tað heilt stóra skrædli, tí tá ið fimm min- uttir vóru til hálvleiks, var Neistin á odda 14-3! VÍF ressaðist tó eitt sindur, soleiðis at talan ikki gjørdist um nakað veruligt sorl. Men dysturin var tíð- liga avgjørdur, og spenn- ingur kom ongantíð í aftur. Enn einaferð var Simona Petersen besti málskjútti hjá Neistanum, og enn einaferð var Ioana Rapa drúgvast hjá VÍF. tn Neistin-VÍF 32-19(15- 6) Neistin: Simona Petersen 10(1), Annika Thomsen 6, Kára á Dunga 5, Marjun Tróndarson 3, Mia Kára- dóttir 3, Lív Reynheim 3(2), Jórun Ludvík 1, Unn Kragesteen 1 VÍF: Ioana Rapa 8, Bar- bara á Rógvu 3, Manuela Stan 2, Nikolina Eyð- bjørnsdóttir 2, Alis Høg- hamar 1, Linda Johannesen 1, Torgunn Jónolvsdóttir 1, Annfríða Helgadóttir 1 Brotskøst: Neistin 4(3) Útvísingar: Neistin 1, VÍF 1 Dómarar: Dánjal Samu- elsen og Kristian Johansen Kyndil-VB 17-38(9-20) Gott hál hjá VB Vágskvinnur gjørdu tvey góð hál, tá ið tær um vikuskiftið vóru norðan- fjørðs og spældu móti teimum báðum niðastu lið- unum í Sunset-kappingini. Fríggjakvøldið var dyst- ast við Tjaldur, og leygar- dagin var túrurin so komin til Kyndil, ið eisini fekk oyruni í VB-maskinuna. Ikki kann sigast annað, enn at tað koyrir ómetaliga væl hjá VB-liðnum, og neyðars Guðrun í Lágabø í Kyndils- málinum hevði úr at gera í dystinum móti barndóms- felagnum. Enn einaferð vísti Daiva Tomaite seg sum tann stóri málskjúttin hjá oddaliðn- um, men hesaferð var Christina Holm undir liðini á henni við eins nógvum málum. tn Kyndil-VB 17-38(9- 20) Kyndil: Randi Wardum 5, Sólvá Eystberg 3, Ann- Mari Wang 3, Hildur Høg- hamar 2, Súsanna Hansen 1, Kari-Ann Petersen 1, Súsanna Petersen 1, Linda Weihe 1 VB: Christina Holm 11(4), Daiva Tomaite 11(1), Laila Jespersen 5, Rannvá Aug- ustinussen 4, Sólrun Krosslá 2, Margreth Aug- ustinussen 2, Aukse Vysniaskaite 2, Arnleyð Hjelm 1 Brotskøst: Kyndil 2(0), VB 6(5) Útvísingar: Kyndil 4 Dómarar: Eyðun Samu- elsen og Hartvig Joensen Søljan-StÍF 29-21(12-11) Tvey stig til Søljuna Søljan heldur fast í pláss- inum í ovara hálvu á stiga- talvuni í Sunset-kapping- ini. Sunnudagin hevði vágaliðið vitjan av StÍF, og hóast tað gekk javnt á í fyrra hálvleiki, so var eing- in ivi um, hvat var betra liðið, tá ið avtornaði. Strandakvinnur spældu annars fult upp við heima- liðið fyri steðgin, men beinan vegin í seinna hálv- leiki setti Søljan ferð á, og so var einki at gera hjá StÍF. Søljan avgjørdi í veruleik- anum dystin fyrstu tíggju minuttirnar av seinna hálvleiki, tá ið tær nærum skoraðu eftir vild, og StÍF hevði einki mótvápn. Enn einaferð var tað Nicoleta Radu Hansen, ið var besti málskjútti hjá Søljuni, meðan tær báðar Rebekka Justinussen og Poula D. Olsen vóru rask- astar at skora fyri StÍF. tn Søljan-StÍF 29-21(12- 11) Søljan: Nicoleta Radu Hansen 12, Lina Andriulyte 5(1), Heidi Maria Akselsen 3, Hertha J. Simonsen 3, Fía Selma Nielsen 2, Petra Thomassen 2, Arnleyg Har- aldsen 1, Erla Samuelsen 1 StÍF: Rebekka Justinussen 5(3), Poula D. Olsen 5, Súnfríð B. Jacobsen 4, Johanna í Króki 2, Rósa Johansen 2, Paula B. Høgnesen 2, Malan Peter- sen 1 Brotstkøst: Søljan 1(1), StÍF 3(3) Útvísingar: Søljan 3, StÍF 1 Dómarar: Hannis og Uni Wardum Lesið Sosialin - so eru tit við