Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-12, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. apríl 2005síða 30

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 68 - 12. apríl 2005 Rúni og Tromsø vunnu fyrsta finaludystin Føroyski flogbóltsútisetin í Noreg, Rúni Weihe, vann saman við liðfeløgunum sín- um í BK Tromsø fyrra finaludystin um norska meistaraheitið leygardagin. FLOGBÓLTSÚTISETI Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Ikki kann sigast annað, enn at tað hevur gingið væl hjá Rúna Weihe í norskum flogbólti. Síðani Rúni flutti til Tromsø í norður-Noregi, hevur hann spælt við lokala felagnum BK Tromsø, og í fjør gjørdu teir ikki mætari enn at vinna norsku greipuna. Nú nærkast endin á hes- um kappingarárinum, og Tromsø er í finaluni um meistaraheitið. Kunnu tryggja meistaraheitið leygardagin BK Tromsø fekk akkurát bjargað sær sess í finaluni, har mótstøðuliðið er Nyborg, sum vann grunnspælið. Leygardagin var so fyrsta finalan á skránni, og hon var leikt á heimavøllinum hjá Rúna og liðfeløgunum í Tromsøhallen. Tromsø fekk eina heldur trilvandi byrj- an upp á dystin, og teir taptu eisini fyrsta settið 20-25. Men so kom heimaliðið fyri seg, og í veruleikanum var eingin ivi um, hvagar sigurin fór, tá ið Tromsø kom í gongd. Teir vunnu trý tey næstu settini trygt 25-18, 25-17 og 25-19. Harvið hevur Tromsø tikið eitt stórt stig móti at endurvinna norska meistaraheitið, og komandi leygardagin kunnu teir tryggja sær meistara- heitið, tá ið tær skulu spæla móti Nyborg á útivølli í Bergen, har liðið er heimahoyrandi. Coventry mátti lúta Hóast teir nú hava lyft seg upp um niðurflytingarstrik- una, so mátti Coventry taka til takkar við einum greið- um tapi, tá teir um vikuskiftið vitjaðu hjá West Ham. Úrslitið av dystinum gjørdist 3-0 til vertirnar, sum eru beint undir plássunum, sum geva møguleika at spæla um pláss í Premier League. Tað gekk tó long tíð, áðrenn West Ham vissaði sær stigini. Fyrstu fimm korterini megnaðu Coventry at standa ímóti trýstinum, men tá Richard Shaw var óheppin at gera sjálvmál, fall alt saman. Bobby Zamora og gamli kenningurin, Teddy Sheringham skoraðu tey bæði seinastu málini. Coventry vann fyrr í seinastu viku 2-0 á Nottingham Forest, og tí eru teir nú fimm pláss oman fyri niður- flytingarstrikuna. Tryggir eru teir tó langt ífrá, tí tað eru bara tvey stig millum Coventry og hóttandi strik- una. Claus Bech Jørgensen var ikki í hópinum hjá Coven- try hesaferð. -jm Enn einaferð hevur eitt føroyskt fimleika- lið gjørt vart við seg í kapping í Danmark. Leygardagin luttóku smágenturnar hjá Havnar Fimleikafelag í DM fyri lið, og før- oysku genturnar gjørdust greiðir vinn- arar FIMLEIKABRAGD Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Um vikuskiftið vóru smá- genturnar hjá Havnar Fim- leikafelag í Danmark, har tær tóku lut í kappingini um Danmarksmeistaraheit- ið. Kappingini fór fram í Odense, og kappast var í tveimum íðkanum. Nógv fremstar Smágentuliðið hjá Havnar Fimleikafelag gjørdust fyrr í ár føroyameistarar, og leygardagin var so kappast móti bestu donsku liðun- um. Donsku liðini høvdu frammanundan kappast um at vinna sær sess í finalu- umfarinum, og sjey lið høvdu vunnið sær rætt til at dystast um meistaraheitið saman við føroysku gent- unum. Sum áðurnevnt var kapp- ast í tveimum íðkanum. Ein íðkan var frí, meðan hin var við einum hondamboði. Øll tey donsku liðini høvdu valt at nýta vimplar í am- boðsíðkanini, meðan tað føroyska liðið royndi seg við gjarum. Ferðaleiðarin hjá liðnum hjá Havnar Fimleikafelag í Danmark, Guðrun Guð- jónsson, sigur, at tað gekk stak væl hjá gentunum á gólvinum, men hon heldur tó ikki, at tað gekk óvanliga væl. Føroyska liðið var síðsta liðið, ið royndi seg, og tá ið tær fingu metingina frá dómarunum stutt eftir, var greitt, at tær høvdu vunnið kappingina bæði væl og virðiliga. Liðið hjá Havnar Fimleikafelag fekk 34,45 stig, meðan besta danska liðið fekk 32,35 stig. Í fim- leikahøpi er hetta ein rættu- liga greiður munur. Høgri støði í Føroyum enn í Danmark Guðrun Guðjónsson sigur, at í Danmark undrast tey á, hvussu tað ber til, at støðið innan rútmiska fimleikin í Føroyum er so høgt. Tað er einki at taka seg aftur í, at støðið í Føroyum er væl hægri enn í Danmark, sigur Guðrun. Sjálv heldur Guðrun, at ein av orsøkunum til høga støðið í Føroyum er tann, at kappingin her heima er ógvuliga hørð. Tær før- oysku genturnar venja van- ligani tvær ferðir hálvan- annan tíma um vikuna, og er hetta áleið tað sama, sum donsku liðini gera. Tá ið smágentuliðið hjá Havnar Fimleikafelag kom heim aftur til Føroya sunnukvøldið, var skipað fyri móttøku fyri teimum við hornblástri og øðrum góðum. Heilt fitt av fólki var komið saman á farstøðini at taka ímóti og heiðra gent- unum. Umboð fyri Fim- leikasamband Føroya hand- aðu gentunum medaljur, tí av tí at tær vóru gestalut- takarar í kappingini í Dan- mark, fingu tær ikki me- daljur í Odense. Eisini helt Heðin Mortensen, borgar- stjóri og ÍSF-forseti, røðu, og tað sama gjørdi Anni Kyster Durhuus, formaður í Havnar Fimleikafelag. Horsens og Sønder- jyskE tykjast hava beina kós ímóti bestu deildini, meðan tað gongur striltið hjá Fremad Amager, sum ikki hevði Andrew av Fløtum millum teir fyrstu ellivu DANMARK 1./2. DEILD Jóannes Hansen Jón Rói Jacobsen er væl umtóktur í Frem, har hann eigur rimmar fast pláss í miðverjuni. Umframt at hann verður mettur sum sera hollur verjuspælari, so hava teir í Valby eisini fing- ið eyguni upp fyri, at før- oyski spælarin hevur góðar álopsdygdir. Hesa ferð var Frem í Næstved, sum ikki hoyrir heima millum tey stinnu í deildini. Hjá Frem hevur tað ikki gingið meiri enn passaligt í vár, men hesa ferð var eingin slingur í valsinum. Frem vann 3-0, eftir at støðan í steðginum hevði verið 2-0. Jón Rói Jacobsen skoraði til 3-0, tá ið seinna umfarið var fimm minuttir gamalt. Hann var hægstur og setti krúllin undir hornasparks innlegg. Í Sundby gekk ikki væl hjá Fremad Amager og Andrew av Fløtum. Sønd- erjyskE, sum er á øðrum uppflytara plássinum, vitj- aði, og teir fóru aftur til Ha- derslev við øllum stigun- um. Úrslitið var 1-3, og hetta var triðja tapið hjá Fremad Amager í ár. And- rew av Fløtum var ikki millum teir fyrstu ellivu. Hann slapp ikki framat, fyrrenn tað restaðu trettan minuttir, og støðan var 3-1 til gestirnar. Hjá Horsens gongur tað sum eftir ánni í landskapp- ingini. Stóri lúsingurin í steypakappingini, har Hor- sens mikukvøldið í fyrru hálvfinaluni í steypakapp- ingini á heimavølli tapti 4-0 ímóti FCM, tóktist ikki vera við í ferðalagnum, tá ið Horsens sunnudagin var í Gladsaxe og vitjaði AB. Horsens skoraði einasta málið í 1. hálvleiki, og har- við varðveittu Johan B. Hansen og liðfelagarnir fremsta plássið. Gamli NSÍ spælarin, Ulrik Balling, skoraði til 2- 0, tá ið Vejle hevði vitjan av Fredericia. Tað var longu í fimta minutti. Vejle vann 4- 3. Einki serligt Í 2. deild hilnaðist tað einki serligt hjá teimum báðu føroysku feløgunum. Hol- sterbro, sum hevur John Petersen á liðnum, spældi á heimavølli ímóti Hjørring. Úrslitið var 3-3, men John Petersen taldist ikki millum málskjúttarnar hjá Holster- bro. Sambært heimasíðuni hjá felagnum legði John upp til eitt mál, og hann hevði ein so góðan møgu- leika, at heimasíðan heldur, at hann átti havt skorað. Holsterbro var framman- fyri 3-1, áðrenn gestirnir svaraðu tvær ferðir aftur. Holsterbro misti ein mann, so misti Hjørring ein mann, og í næstsíðsta minuttinum var enn ein Holsterbro spælari rikin av vøllinum. Lyngby, sum næstsíðsta sunnudag vann stórsigur, var hesa ferð í Holbæk. Heimaliðið vann 1-0, og harvið mistu Christian Lamhauge Holst og liðfel- agarnir eitt sindur í topp- stríðnum. Føroyski landsliðsleikarin, Rúni Weihe, og liðfelagar hansara úr Tromsø, vunnu um vikuskiftið fyrru finaluna um norska meistaraheitið 3-1 á Nyborg. savnsmynd Føroyskt fimleikabragd í Danmark Jón Rói brúkti aftur høvdið Katrin Abrahamsen og Elið Heðinsdóttir Joensen handaðu vegna fimleikasambandið smágentunum gullmerkir. Av tí at genturnar bert vóru gestaluttakarar í DM, fingu tær onki gullmerkir í Danmark. Mynd: Pætur Niclasen