Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-12, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. apríl 2005síða 31

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 68 - 12. apríl 2005 31 Álopsparið hjá FCK var í hopla, tá ið heimaliðið í Parkini vann 3-0 á Brøndby, og nú er fjarstøðan frá toppliðnum og aftur til FCK minkað úr sekstan og til seks stig SUPERLIGAN Jóannes Hansen Tað er bæði altjóða snitt og ikki so lítið bygdaligheit í superliguni. Sunnudagin vóru 40.654 til lokal upp- gerðina í Parkini, meðan tað vóru 1.304 á Herfølge stadion, har AGF vitjaði! Í Parkini var eingin ivi. Eftir eitt sindur trilvandi fyrstu tíggju minuttirnar, tá ið FCK noyddist at skifta Michael Silberbauer út orsaka av brotnum kjálka- beini við Jesper Bech, sum var sera væl upplagdur, so var heimaliðið greitt omaná. Ofta er lítið komið burturúr hjá FCK álopspar- inum, sum Hans Backe hevur givið óvanliga langar teymar, men hesa ferð vóru Zuma og Álvaro ógvuliga væl upplagdir. Zuma skor- aði fyrsta málið, eftir at álopsmakkarin hevði spælt hann leysan, og so var sjálvsálitið hjá suðurafrik- anska spælaranum so mikið stórt, at hann tóktist kunna gera, sum hann vildi ímóti neyðars verjuspælarunum, sum ikki vistu hvørjum beini teir skuldu standa á. Undan steðginum økti miðvallar stríðsmaðurin Hjalte Bo Nørregaard til 2- 0. Eisini hesa ferð var Álvaro upphavsmaðurin. Hann sneiddi seg leysan í høgru, Brøndby málverjin hálvbjargaði, og brasiliu- maðurin lyfti hegnisliga til handara stólpan. Eftir steðgin royndi Brøndby at koma fyri seg, og teir høvdu møguleikar. Svenski Johan Elmander fekk besta møguleikan, men hann misnýtti, og so varð alt avgjørt, tá ið norski Magne Hoseth við frísparki úr 30 metrum, sum tók í verjuspælara og harvið snýtti málverjan, økti til 3- 0. Í vetrarsteðginum var munurin frá Brøndby og til FCK 16 stig. Eftir fýra um- før í vár er munurin mink- aður til seks stig, og tað er nú ikki bara lítil møguleiki, men heldur rættuliga sann- líkt at FCK orduliga skal hótta BIF í stríðnum um DM. Brøndby hevur fingið tvey stig í fýra dystum, og teir hava ikki megnað at fingið mál í trimum teim- um síðstu royndunum. So soltið hevur tað ikki verið hjá teimum við málskjót- ingini síðani í 1985, tá ið teir í trimum royndum á rað spældu málleysar javn- leikir. Todi Jónsson fegnast sjálvandi saman við liðfel- øgunum um góðu gongd- ina, sum nú hevur borið FCK fram á næstfremsta plássið, men tað er ikki pláss fyri honum á liðnum. Umframt Álvaro og Zuma vóru Jesper Bech og Peter Møller álopsspælarar hesa ferð, og teir vóru allir fýra á vøllinum í senn. Umframt Jesper Bech, sum varð skiftur inn beinanvegin, so kom Peter Møller á vøllin, tá ið tað restaðu tíggju minuttir. Hann avloysti miðverjan og liðformannin, Bo Svensson. Langt til tey næstu FC Midtjylland hevur leingi verið á plássinum undir Brøndby. Hesa ferð átti FCM heimavøll ímóti Silkeborg. Grannauppgerð- in leygardagin endaði við málleysum javnleiki, og tað høvdu teir á heimaliðnum størstu orsøkina at fegnast um, tí Silkeborg var tættast við at fáa mál. Síðani FCM í fjør fekk nýtt stásiligt stadion, hava teir ikki tapt á heimavølli. Hetta var nítjanda ferðin, at teir tóku seg aftur, uttan at teir høvdu mist øll stigini á heimavølli. Tað eru fýra stig frá FCM, sum er eitt stig aftan- fyri FCK, og aftur á fjórða plássið. Viborg, sum hevur stríðst fyri at halda seg á heiðursmerkjaplássum, tapti 4-1 í Esbjerg, sum ikki hevur verið serliga sannfør- andi í ár. Serligur áhugi varð sýndur Jan Kristiansen hjá Esbjerg. Hann skoraði fyrsta málið og legði upp til eitt annað. Danskir fjøl- miðlar og leiðslan í Esbjerg rokna við, at hann verður seldur uttanlands heilt skjótt. Sunnudagin vóru ikki færri enn seks umboð frá Werder Bremen og sýn- aðu hann. Tað verður tikið sum tekin um, at sáttmáli skjótt fer at verða undir- skrivaður. OB og AaB eru á næstu plássunum undir Viborg. Hesa ferð eydnaðist tað AaB at vinna sannførandi 2-0 á heimavølli ímóti FCN, meðan OB ikki megnaði meiri enn 1-1 á útivølli í Randers. Trý renna undan tveimum Tvey feløg skulu niður í næstbestu deildina. Tað er spenningur um, hvør tað skal verða. Trý feløg stríð- ast fyri at sleppa undan hes- um báðum plássunum. Tey eru FCN, Randers og Herfølge. Besta úrslitið í hesum umfarinum rakk Herfølge. Teir vunnu 1-0 á heimavølli ímóti AGF. Hetta var fyrsta ferðin í ellivu royndum, at Herfølge fekk fult. Einsa- malli málskjúttin var annar av venjarunum og fyrrver- andi Tottenham spælarin, 34 ára gamli Allan Nielsen, sum varð skiftur inn, tá ið ein tími var farin. Trettan minuttir seinni skoraði hann málið, sum eftir 33 umfør kann fara at vísa seg at hava heilt stórt virði. Nú er Herfølge fyri fyrstu ferð í fleiri umfør omanfyri niðurflytingar strikuna. Í Randers harmaðust teir um, at tað ikki hevði eydnast teimum at fáa fulla úrtøku ímóti OB. Krúnu jydarnir mettu seg at hava havt størstu møguleikarnar at fáa fleiri mál, men úrslitið gjørdist 1-1. Í Farum og Norðursæ- landi stendur einki serligt til. Eftir 2-0 tapið í Aalborg eru teir niðast á støðu- talvuni, og avrikið hesa ferð var ikki sannførandi. Danska superligan v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Brøndby (S) 22 13 - 6 - 3 32 15 17 45 2 FCK (M) 22 11 - 6 - 5 42 28 14 39 3 FCM 22 11 - 5 - 6 30 28 2 38 4 Viborg 22 9 - 7 - 6 27 25 2 34 5 OB 22 9 - 5 - 8 44 27 17 32 6 AaB 22 9 - 5 - 8 35 29 6 32 7 Esbjerg 22 8 - 6 - 8 41 34 7 30 8 AGF 22 8 - 5 - 9 34 36 -2 29 9 Silkeborg 22 8 - 4 - 10 34 37 -3 28 10 Herfølge 22 5 - 4 - 13 17 42 -25 19 11 Randers FC 21 4 - 6 - 11 22 39 -17 18 12 FC Nordsj. 21 4 - 5 - 12 23 41 -18 17 Føroyskir leikarar: Todi Jónsson (FCK) Danska 1. deild v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 AC Horsens 19 15 - 2 - 2 39 13 26 47 2 Sønderjyske E 19 13 - 3 - 3 54 21 33 42 3 Frem 20 11 - 6 - 3 43 17 26 39 4 Køge 19 10 - 6 - 3 42 23 19 36 5 HIK 19 10 - 4 - 5 36 25 11 34 6 Vejle 19 9 - 3 - 7 41 37 4 30 7 Fredericia 19 7 - 7 - 5 34 27 7 28 8 Fremad Am. 19 7 - 6 - 6 29 21 8 27 9 Skjold 19 7 - 4 - 8 26 33 -7 25 10 AB 17 6 - 3 - 8 30 31 -1 21 11 NFA 18 5 - 3 - 10 32 43 -11 18 12 Brønshøj 18 4 - 5 - 9 27 39 -12 17 13 Næstved 19 5 - 2 - 12 20 43 -23 17 14 Ølstykke 20 4 - 3 - 13 26 55 -29 15 15 Dalum 19 4 - 1 - 14 31 63 -32 13 16 B 93 19 2 - 6 - 11 31 50 -19 12 Føroyskir leikarar: Gunnar Nielsen Jón Rói Jacobsen (Frem), Andrew av Fløtum (Fremad Amager), Johan Byrial Hansen (AC Horsens) Danska 2. deild v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Brabrand 18 13 - 2 - 3 41 19 22 41 2 Kolding FC 19 13 - 0 - 6 34 23 11 39 3 Holbæk 18 10 - 4 - 4 34 20 14 34 4 Lyngby 17 10 - 1 - 6 40 23 17 31 5 Glostrup 17 9 - 4 - 4 38 28 10 31 6 Jetsmark 19 9 - 3 - 7 43 35 8 30 7 Slagelse 18 8 - 5 - 5 32 20 12 29 8 Næsby 18 8 - 3 - 7 30 24 6 27 9 B 1909 19 6 - 5 - 8 15 24 -9 23 10 Aarhus Fr. 17 6 - 3 - 8 28 27 1 21 11 B 1913 18 5 - 6 - 7 27 33 -6 21 12 FC Roskilde17 7 - 0 - 10 21 33 -12 21 13 Hjørring 18 3 - 7 - 8 22 30 -8 16 14 Værløse 18 5 - 1 - 12 21 51 -30 16 15 Holstebro 19 4 - 3 - 12 26 44 -18 15 16 Kalundborg18 3 - 3 - 12 26 44 -18 12 Føroyskir leikarar: Christian Holst Lamhauge (Lyngby), John Petersen (Holstebro) Enska Premier League v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Chelsea 32 25 - 6 - 1 62 12 50 81 2 Arsenal 32 21 - 7 - 4 73 33 40 70 3 Man. Utd. 32 19 - 10 - 3 48 19 29 67 4 Everton 32 16 - 6 - 10 39 33 6 54 5 Liverpool 32 15 - 5 - 12 44 32 12 50 6 Bolton 32 14 - 7 - 11 41 36 5 49 7 Tottenham 32 13 - 7 - 12 39 35 4 46 8 Middlesbr. 32 12 - 9 - 11 45 43 2 45 9 Charlton 32 12 - 8 - 12 39 48 -9 44 10 Aston Villa 32 11 - 9 - 12 38 40 -2 42 11 Man. City 32 10 - 10 - 12 38 36 2 40 12 Newcastle 31 9 - 11 - 11 41 49 -8 38 13 Birmingham32 9 - 10 - 13 35 39 -4 37 14 Blackburn 32 8 - 12 - 12 28 37 -9 36 15 Portsmouth 32 9 - 7 - 16 37 51 -14 34 16 Fulham 31 9 - 6 - 16 37 51 -14 33 17 WBA 32 5 - 13 - 14 31 52 -21 28 18 Southampt. 32 5 - 12 - 15 34 51 -17 27 19 Crystal Pal. 32 6 - 8 - 18 33 54 -21 26 20 Norwich 32 4 - 11 - 17 32 63 -31 23 Enska League Championship v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Sunderland 42 26 - 6 - 10 69 37 32 84 2 Wigan 42 23 - 10 - 9 73 33 40 79 3 Ipswich 41 23 - 10 - 8 76 49 27 79 4 Preston 42 20 - 11 - 11 61 52 9 71 5 Derby 41 19 - 10 - 12 63 52 11 67 6 Reading 42 18 - 13 - 11 48 37 11 67 7 West Ham 41 19 - 8 - 14 59 50 9 65 8 Sheff Utf. 41 18 - 11 - 12 54 49 5 65 9 Millwall 42 16 - 10 - 16 47 43 4 58 10 Leeds 42 14 - 15 - 13 47 48 -1 57 11 QPR 41 16 - 9 - 16 51 53 -2 57 12 Stoke 41 15 - 10 - 16 32 36 -4 55 13 Wolverh. 41 11 - 20 - 10 60 54 6 53 14 Burnley 41 13 - 13 - 15 33 37 -4 52 15 Plymouth 42 14 - 9 - 19 51 59 -8 51 16 Leicester 40 10 - 19 - 11 44 41 3 49 17 Coventry 42 12 - 11 - 19 51 66 -15 47 18 Gillingham 42 12 - 11 - 19 41 60 -19 47 19 Cardiff 41 11 - 13 - 17 43 46 -3 46 20 Crewe 42 11 - 13 - 18 62 77 -15 46 21 Watford 42 10 - 15 - 17 49 57 -8 45 22 Brighton 42 12 - 9 - 21 35 61 -26 45 23 Notm For. 41 8 - 15 - 18 37 60 -23 39 24 Rotherham 42 5 - 13 - 24 36 65 -29 28 Føroyskir leikarar: Claus Bech Jørgensen (Coventry) FCK er nú í hølunum á Brøndby