týsdagur 12. apríl 2005síða 32
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Manchester United
tapti óvæntað ímóti
Norwich, ið liggur á
aftasta plássi, og
Chelsea fekk bert
javnleik á heimavølli
ímóti Birmingham.
Everton liggur nú aft-
ur væl fyri at vinna
sær fjórða plássið og
atgongd til Champi-
ons League
ENSKUR FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
stefan_skorini@hotmail.com
Hetta umfarið í Premier
League vóru fleiri óvæntað
úrslit at síggja, men tað er
framvegis lítil ivi um, at
Chelsea fer at vinna meist-
araheitið.
Mest merkisverda úrslit-
ið var 2-0 tapið hjá Man-
chester United fyri botnlið-
num Norwich. Við hesum
sigrinum hevur Norwich
framvegis ein lítlan møgu-
leika at lívbjarga sær í
bestu deildini.
Ferguson
hevði
latið
Rooney,
Nistelrooy
og
Ronaldo sitað á bonkinum
frá byrjan í hesum dysti-
num. Hetta merkti, at Saha
og Smith sluppu at byrja
inni í álopinum, men teir
báðir
vóru
eiðasørir
frammanfyri málinum.
Málini hjá Norwich skor-
aðu Dean Ashton og Leon
McKenzie, og Norwich
hevur nú fimm stig upp til
eitt trygt pláss í stigatalv-
uni.
Ferguson hevur í vikuni
viðgingið, at hann var ov
bráður at fáa Nistelrooy aft-
ur at spæla eftir skaða. Tann
annars
málvandamikli
áleyparin hevur upplivað
ein málturk, síðan hann fór
at spæla aftur, og ein av
orsøkunum er, at hann ikki
hevur verið heilt klárur, tá
hann byrjaði aftur.
United hevur so at siga
bert annaðplássið at spæla
fyri í Premier League, men
nú eru trý stig upp til Arse-
nal, ið vann 1-0 á Middles-
brough á útivølli.
Robert Pires fekk einasta
málið í dystinum, tá seinni
hálvleikur varð gott og væl
hálvrunnin. Arsenal kann
annars gleða seg til, at
sterki verjuleikarin Sol
Campbell nú skjótt verður
at síggja aftur í Arsenal
búnanum. Hann hevur ver-
ið skaddur í longri tíð, og
tað hevur eisini merkt
verjuspælið hjá Arsenal
seinastu tíðina.
Meistararnir úr London
hava nú ellivu stig upp til
Chelsea, og bert seks dystir
eru eftir at spæla. Kanska
Wenger í sínum stilla sinni
vónar, at Chelsea fer at fáa
gummibein móti endanum
av kappingini, hóast hann
fyri langari tíð síðani hevur
avskrivað møguleikarnar
hjá Arsenal.
Chelsea snávaði
Oddaliðið hevði hesuferð
vitjan av Birmingham, og
dysturin endaði 1-1, eftir at
Birmingham enntá hevði
verið á odda í seinna hálv-
leiki.
Walter Pandiani, ið Bir-
mingham hevur lánt í De-
portivo La Coruna, legði
Birmingham framum, tá
sekstifimm minuttir vórðu
leiktir. Hetta var ein stórur
skelkur fyri oddaliðið, men
tað eydnaðist tó at fáa út-
javnandi málið tíggju min-
uttir fyri leiklok.
Tað var tann altíð vanda-
mikli Didier Drogba, ið
fekk tað málið. Hóast stórt
Chelsea trýst móti enda-
num mátti Chelsea taka til
takkar við einum javnleiki.
Birmingham gjørdi alt fyri
at steðga tí skjóta álops-
spælinum hjá Chelsea, og
tað eydnaðist væl.
Mourinho var aftur at
síggja á síðulinjuni, eftir at
hann hevði leikbann ímóti
Bayern München miku-
kvøldið í Champions Lea-
gue.
Møguliga hugsaðu leik-
arar og venjari ov nógv um
seinna fjórðingsfinaludyst-
in ímóti Bayern týskvøldið.
Mourinho hevði nevniliga
givið Drogba og Gudjohn-
sen høvi at hvíla seg á
bonkinum hetta umfarið,
og Kezman byrjaði inni í
álopinum. Kezman var tó
tikin út í steðginum, og teir
báðir meira føstu áleyparar-
nir komu inn í seinna hálv-
leiki.
Gott vikuskifti
hjá Everton
Everton og Liverpool berj-
ast framvegis um fjórða
plássið, og hetta vikuskiftið
legði Everton sjógv ímill-
um seg og arvafíggindarnar
úr Liverpool.
Liverpool tapti nevniliga
1-0 á útivølli ímóti Man-
chester City, og hesum
gjørdi Everton sær dælt av,
tá teir vunnu ein greiðan 4-
0 sigur á Crystal Palace.
Liverpool spældi ein fan-
tastiskan dyst ímóti Juven-
tus týskvøldið í Champions
League, men einki var at
síggja til tað góða spælið
leygardagin, tá Liverpool
vóru gestir hjá Manchester
City. Møguliga sat dysturin
framvegis í beinunum, og
møguliga var fokus longu
flutt til dystin í Torino, sum
verður mikukvøldið.
Kiki Musampa skoraði
einasta málið í dystinum,
beint tá vanliga leiktíðin
var farin. Hetta var ein
uppiborin sigur hjá City, og
um Liverpool skal gera sær
nakrar vónir at basa Juven-
tus, so skulu aðrir bollar í
suppuna.
Everton spældi sunnu-
dagin, og leikararnir vistu,
hvussu týdningarmikil ein
sigur var. Og tað var heldur
ongantíð nakar ivi um, at
Everton fór við øllum stig-
unum.
Spaniólin Mikael Arteta
legði Everton framum tíð-
liga í dystinum, og Tim Ca-
hill økti til 2 og 3-0. Síðsta
málið skoraði Stevie Vaug-
han, og hann er yngsti mál-
skjútti í Premier League
nakrantíð. Hann var bert 16
ár og 271 dagar, tá hann
fekk málið.
Nú er Everton fýra stig
frammanfyri Liverpool, og
vónirnar um at vinna sær
eitt Champions League
pláss fyri fyrstu ferð í søgu
felagsins eru tískil góðar.
Bolton lættan sigur
Bolton liggur framvegis
væl fyri at kvalifisera seg
til UEFA Cup komandi ár,
og tað er fyrstu ferð í søgu
felagsins.
Hetta vikuskiftið vann
Bolton 3-1 á Fulham, ið
hevur havt eitt skuffandi
kappingarár.
Jay-Jay
Okocha legði Bolton fram-
um frá brotssparksbletti-
num, eftir at danin Claus
Jensen varð rikin av vølli
eftir bert tólv minuttir.
Kevin Nolan og Stelios
Giannakopoulos skutu hini
bæði málini hjá Bolton, og
Louis Boa Morte fekk mál-
ið hjá Southampton.
West Bromwich Albion
liggur nú aftur omanfyri tað
niðurflytingarøkið. Hetta
eydnaðist við einum 1-1
javnleik ímóti Aston Villa.
Darius Vassell hevði annars
lagt Villa framum, men
Paul Robinson javnaði í
evstu løtu.
Niðurflytingin
verður
óivað avgjørd ímillum Cry-
stal Palace, Southampton
og West Bromwich Albion,
har tvey av hesum fara nið-
ur saman við Norwich.
32
Nr. 68 - 12. apríl 2005
Úrslit
9. apríl
Blackburn-Southampton
3-0
Bolton-Fulham
3-1
Chelsea-Birmingham
1-1
Manchester City-Liverpool
1-0
Middlesbrough-Arsenal
0-1
Portsmouth-Charlton
4-2
Norwich-Manchester Utd.
2-0
10. apríl
Aston Villa-WBA
1-1
Everton-Crystal P.
4-0
Tottenham-Newcastle
1-0
Chelsea og United snávaðu
Walter Pandiani legði
Birmingham framum, men
oddaliðið, Chelsea, megnaði
kortini at stríða seg upp á
javnt
Mynd: Reuters