mikudagur 13. apríl 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 69 - 13. apríl 2005
Line-dansur
í Eydnuni
Nú Line-dansur er
alt meir og meir at
síggja við ymisk
dansihøvir, skipar
Eydnan á Oyrar-
bakka fyri skeiði í
Line-dansi
LINE-DANSUR
Skeiðið
verður
hildið
fríggjadagin 22. apríl, sum
er dýribiðidagur, og so
leygardagin
23.
Lagt
verður soleiðis til rættis, at
bæði tey, ið ikki hava lært
dansitrin áður, og tey, ið
hava lært at dansa framm-
anundan fáa væl burutúr.
Og tey, sum eru víðari
befarin fáa eisini væl
burturúr, tí talan er um ein
av fremstu undirvísarum í
Line-dansi úr Danmark,
Gitte Petersen.
Byrjað verður fríggja-
dagin seinnapartin, og
hildið verður fram til
nakað út á kvøldið. Byrjað
verður aftur leygardagin
og hildið verður fram til
seint seinnapartin.
Sum endabrestur á til-
takinum, spælir dansi-
orkestrið Driv til dans
leygarkvøldið.
Hornkonsert á
Glyvra skúla
KONSERT
Árliga
musikkstevnan
verður í ár í Klaksvík dýra
biðidag. Einir 200 spælar-
ar úr 8 orkestrum um alt
landið møta til hesa stevn-
una, sum má metast sum
hæddarpunktið í tónleika-
árinum hjá hornorkestrun-
um. Sum partur av fyri-
reikingunum til musikk-
stevnuna hava tey bæði or-
kestrini úr Eysturoynni
felags konsert á Glyvrum
sunnukvøldið kl. 18. Talan
er um Fuglafjarðar Horn-
orkestur og Nes Sóknar
Musikkfelag.
Á konsertini, sum verð-
ur í fimleikarhøllini í
Glyvra skúla sunnudagin
10. apríl kl. 18, spæla or-
kestrini
skránna,
sum
verður framførd á musikk-
stevnuni dýra biðidag, og
talan er um blandað úrval
av tónleiki, har eisini ungir
solistar sleppa at royna
seg.
Fuglafjarðar
Hornor-
kestur varð stovnað í 1969.
Í løtuni telur orkestrið 20
spælarar, og venjari og
dirgentur er Kjeld Orseth.
Nes Sóknar Musikk-
felag varð stovnað í 1962. Í
løtuni eru 30 spælarar, og
venjari og dirgentur er Ken
Jones.
Konsertin endar við, at
bæði orkestrini saman
spæla 2 marsjir.
Ikki færri enn 35 út-
lendsk ferðamanna-
skip hava boðað frá,
at tey ætla sær at vitja
á Havnini í summar
FERÐAVINNA
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Nú tað gongur móti ljósari
tíðum, nærkast vit eisini
tíðini, har fremmand ferða-
fólk vitja landið. Ein stórur
partur av teimum mongu
ferðafólkunum,
sum
á
hvørjum ári vitja her á
klettunum, koma hagar við
ferðamannaskipi og steðga
bara heilt stutt í Føroyum.
Nógv stór skip
Á skrivstovuni hjá Tórs-
havnar Havn verður upp-
lýst, at tey hava fingið frá-
boðanir um 35 útlendsk
ferðamannaskip, sum ætla
at vitja høvuðsstaðin í
summar.
Sagt verður, at nógv av
hesum skipum eru rættu-
liga stór og hava nógv
ferðafólk. Hvussu nógv
ferðafólk,
ið
tilsamans
koma á vitjan við hesum
skipum, ber ikki til at siga
heilt nágreiniligt, verður
sagt á havnarskrivstovuni,
men talan er um eitt tal, ið
er væl oman fyri 20.000
ferðafólk.
Tað fyrsta ferðamanna-
skipið, ið kemur á vitjan, er
Costa Allegra, ið kemur á
Havnina tann 10. juni. Við
tí skipinum verða fyrst og
fremst ferðafólk úr Italia,
og tey verða umleið 700 í
tali.
Seinasta
ferðamanna-
skipið, ið vitjar í ár, er Sea
Princess, ið kemur 14. sep-
tembur, og tá verða nærum
2.000 ferðafólk umboð á
stóra skipinum.
Heili 113 luttakarar
gjøgnumførdu heilsu-
renningina í Klaksvík
leygardagin, sum
Shell í Norðoyggjum
og Treysti skipaðu
fyri. Ikki færri enn
130 fólk nýttu eisini
høvið at máta sær
blóðtrýstið hendan
dagin
HEILSA
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Myndir: Bárður Lydersen
Klaksvík: - Eg eri sera
glaður fyri at hava verið við
til at skipa fyri einum slík-
um tiltaki til frama fyri
fólkaheilsuna, og eg má
viðganga, at eg var púra ov-
farin av stóru undirtøkuni.
Veðrið var jú ikki av tí
besta, sigur Niklas Heri
Jákupsson, leiðari á Shell-
støðini í Klaksvík. Hann
leggur afturat, at Hjartafe-
lagið, sum fleiri ferðir fyrr
hevur mátað blóðtrýstið hjá
fólki til slík tiltøk, ongantíð
hevði havt so nógv at gera,
sum hendan dagin í Klaks-
vík. Eisini Astma- og Aller-
gifelagið var við og mátaði
lunguorkuna hjá luttakar-
unum.
Yvirhálaður av
barnavogni
44 ára gamli Jákup Ludvík
Lydersen, lastbilaførari úr
Haraldsundi, var ein av
teimum, sum rann styttra
teinin. Jákup Ludvík hevði
sett sær fyri at kanna,
hvussu stóð til við kondi-
tiónini, eftir at hann sein-
astu 14 mánaðirnar stórt
sæð bara hevur sitið á aft-
urpartinum í førarahúsin-
um í lastbilinum, sum hann
tekur til.
- Eg hevði gott mót at
byrja við, men longu tá eg
kom fram við Statoil støð-
ini, føldist tað, sum eg rann
í froskmannafitjum. Og tað
var ikki beinleiðis stimbr-
andi fyri sjálvsálitið, tá eg
løtu seinni bleiv yvirhál-
aður av einum manni við
barnavogni. Tað kundi eg
ikki hava sitandi á mær, so
eg beit tennirnar saman og
gjøgnumførdi. Tá var eg
eisini meir deyður enn
livandi, so eg kom á mál í
berum treiskni, sigur Jákup
Ludvík.
Rennitúrurin leygardagin
hevur givið lastbilaføranum
úr Haraldsundi nakað at
hugsa um. Tað er als ongin
ivi um, at nógvir lastbila-
førarar hava ein sera ósunn-
an livihátt við lítlari rørslu
og langum arbeiðsdøgum,
og tað slepst ikki undan, at
hetta gongur út yvir heils-
una, sum frá líður, sigur
Jákup Ludvík.
- Eg havi ikki rættiliga
mót uppá at byrja at renna
enn, men nú havi eg roynt
at gingið frá Com Data í
Klaksvík til Haraldsund.
Tað er ein teinur uppá 5
km, so tað er ikki so galið.
Ein sjúkrasystir, sum var til
heilsurenningina
leygar-
dagin, segði mær, at tað ger
mun bara at ganga eini 500
m, so eg havi gott mót. Eitt
er vist - skal eg halda fram
sum lastbilaførari, má eg
gera okkurt eyka fyri heils-
una, sigur Jákup Ludvík av-
gjørdur.
Nýggja SISU og
heiðursmerki
Tað var Shell-støðin í
Klaksvík, sum saman við
Treystinum skipaði fyri
stóru heilsurenningini leyg-
ardagin. Hóast tað var bæði
vindur og regn, forðaði tað
ikki teimum 113 rennar-
unum í øllum aldri at
gjøgnumføra kappingina,
meðan ikki færri enn 130
fólk nýttu høvið at máta
sær blóðtrýstið.
Tá rennarnir komu á mál
fingu tey øll eina nýggja
SISU frá Føroya Bjór. Eftir
at úrslitini vóru greið,
handaði Rani Nolsø, for-
maður í Heilsunevndini hjá
Klaksvíkar býráð, vinnar-
unum í teimum ymsu bólk-
unum heiðursmerki. Eisini
vórðu 3 gávukort til bensin
og eitt Shell viðskiftakort á
1000 kr burturlutaði. Hepni
vinnarin av viðskiftakort-
inum gjørdist John Havn úr
Klaksvík.
Fyriskiparnir vóru so væl
nøgdir við góðu undirtøk-
una og tiltakið sum heild, at
teir longu nú hava gjørt av,
at
næsta
heilsurenning
verður í Klaksvík leygar-
dagin 13. august.
Heilsurenning:
113 komu
á mál
Fleiri enn 20.000 vitja Havnina í summar
Ikki færri enn 35 ferðamannaskip hava boðað frá, at tey koma
á vitjan á Havnini í summar
savnsmynd
Tað man vera
sjáldsamt, at
tað eydnast
eini heilari
familju at
vinna heiðurs-
merki
samstundis.
Men her er
familjan
Biskopstø á
sigursskamlin
um, f.v: Karin,
Emil, Borgar
og Monika
Tað eydnaðist lastbilaførar-
anum, Jákup Ludvík Lyder-
sen, at gjøgnumføra renni-
túrin. Men blóðtrýstið aftaná
gav honum nakað at hugsa
um ...
113 luttkararar í øllum aldri gjøgnumførdu heilsurenningina í Klaksvík leygardagin