Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-13, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. apríl 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 69 - 13. apríl 2005 5 G! í Gøtu – Vit høvdu samráð- ingar koyrandi við fleiri aðrar kommun- ur, og vit vildu fyrst hoyra hvat tær høvdu at bjóða. Men nú hava vit tikið av tilboðnum frá Gøtu kommunu, sigur høvðusmaðurin aftanfyri G!, Jón Tyril G! Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Tað er næstan vorðið líka so afturvendandi sum festi- valurin sjálvur, at tað eru trupulleikar undir fyrireik- ingunum. Í fjør var tað ein spurningur um vantandi fígging, í ár hevur stóri spurningurin verið, hvørt festivalurin skuldi leggjast í Gøtu ella ikki. – Trupulleikin botnaði í tí, at kommunan av fyrstan tíð setti nakrar avmarking- ar, soleiðis, at vit ikki sluppu at skipa festival-øk- ið á tann hátt, sum vit hildu vera best. Tí fóru vit í sam- ráðingar við aðrar komm- unur eisini, um møguliga at flyta G!-festivalin, greiðir Jón Tyril frá. Hann sigur tó, at Gøtu kommuna 1. apríl samtykti, at fyrireikararnir av G! hóast alt skuldu fáa fríar teymar at skipa festivalin eftir egnum ynski. Hóast tað, valdu Jón Tyril og hin- ir fyrireikararnir ikki at taka av alt fyri eitt. – Vit vóru jú farnir í samráðingar við aðrar kommunur tá, og tí vildu vit fyrst vita, júst hvat tær kundu bjóða okkum, sigur hann. Spurdur um hinar komm- unurnar, ið vóru upp á tal eisini eru í Eysturoynni, svarar Jón, at tað eru tær. G! fekk heimavøll Men tá alt kom til stykkis, tóku fyrireikararnir av til- boðnum frá Gøtu komm- unu hóast alt, og fríggja- dagin 9. apríl varð avtalan undirskrivað. – Vit hava nú fingið loyvi at skipa økið júst sum vit meta vera best, og vit ætla eisini at skipa tað betri enn í fjør. Eg fari ikki at greiða frá smálutum, men ætlanin er at fáa størri heild í økið, greiðir Jón Tyril frá. Enn er bara eitt navn al- mannakunngjørt, hóast fleiri nøvn longu eru komin undir land, bæði føroysk og útlendsk. – Vit hava boðað frá, at Makrel verður ein av bólk- unum, ið fer at spæla. Hini nøvnini, sum longu eru fastløgd, verða kunngjørd 29. apríl, tá vit byrja at selja atgongumerki á torginum í SMS, sigur Jón Tyril at enda. Sostatt kann staðfestast at ársins G!-festivalur verð- ur í Gøtu í døgunum 22.- 23. juli. Hóast tað eina tíð sá nakað svart út, so verður G!-festi- valurin hóast alt í Gøtu. 29. apríl verða nøvnini á bólk- unum almannakunngjørd savnsmynd Fyrilestur í Føroyahúsinum: Med- borgara- skapur og demo- krati í Føroyum M.a. annað verður spildurnýtt tilfar lagt fram, um støð- una hjá borgarun- um í føroyska samfelagnum FYRILESTUR Fríggjakvøldið 15. apríl kl. 20.00 skipar MFS fyri fyrilestri í Føroyahúsin- um í Keypmannahavn, har Hallbera West fer at leggja fram úrslit og nið- urstøður úr høvuðsupp- gávu síni í stjórnmála- frøði um medborgaraskap og demokrati í Føroyum. Framløgan Framløgan fer at snúgva seg um, hvønn týdning støðan hjá borgarunum hevur fyri eitt nútímans demokratiskt samfelag. Í hesum sambandi verða úrslit og niðurstøður frá einari Gallup kanning í Føroyum løgd fram. 500 føroyingar vóru í juni 2004 við í hesi kann- ingini, har spurningar vóru settir viðvíkjandi fýra ymsum økjum: polit- iskum áhuga, demokrat- iskari luttøku, politiskum áliti og demokratiskum samleika. Tað áhugaverda við kanningini er, at ein so- nevnd medborgaraskaps- kanning ikki er gjørd áður í Føroyum. Í eitt nú Danmark, Noregi og Svø- ríki verða tílíkar kanning- ar gjørdar javnan. Úrslit- ini frá føroysku kanning- ini verða tí samanborin við úrslit frá líknandi kanningum í hesum trim- um londunum. Talan er sostatt um nýtt tilfar viðvíkjandi einum so týdningarmiklum evni, sum støðuni hjá borgar- anum í føroyska samfelagnum. eys Nýggj mynsturkapping Bindibúðin í SMS og Navia á Toftum skipa í næstum fyri eini mynsturkapping í binding. Talan er um alskyns pløgg, og freistin at lata inn er 1. juni BINDIKAPPING Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo At stokkarnir eru hægsti móti í hesum døgum, er eingin loyna. Og allar bindikappingar, sum í sein- astuni hava verið útskriv- aðar, hava eisini fingið sera góða undirtøku. Hetta hev- ur fingið leiðsluna í Bindi- búðini í Havn og leiðsluna á Navia á Toftum at skipa fyri eini mynsturkapping, eins og tey gjørdu seinasta ár. Bindibók Endamálið við kappingini er, eins og undarnfarna ár, at geva eina nýggja føroyska bindibók, við einum 20 ymiskum mynstrum, út. Fyriskipararnir vóna tí at fáa so nógv pløgg sum gjør- ligt, bundin úr Navia tógvi, inn, soleiðis at nógv verður at velja ímillum hjá dómsnevndini. Á tann hátt fær brúkarin eisini størstu ávirkanina á endaliga úrslit- ið, sum verður bindibókin. Uml. 20 ymisk mynstur verða, av eini dómsnevnd, vald út, at vera við í nýggju føroysku bindibókini. Ætl- anin er at geva bókina út á føroyskum, donskum, norskum og íslendskum. Umframt tey 20 útvaldu mynstrini, verður eisini ein vinnari funnin, sum fær ein kekk áljóðandi 5000 kr. Treytir Fyrireikararnir siga seg vóna, at fáa troyggjur og pløgg bæði til børn, ung og vaksin. Mynstrini skulu helst vera nýskapandi og fylgja tí móta, sum er frammi í løt- uni. Samstundis hevði tó eisini verið gott, um mynstrini innihalda nakað av gomlu føroysku mynst- urmentanini, soleiðis at bindibókin – hóast hon fylgir mótanum beint nú, eisini verður óavmarkað av tíðini og hevur røtur í tí gamlu mynsturmentanini. Fyrireikararnir siga seg eisini ynskja at fáa samlað sett av t.d. skóleistum, hos- um, húgvum, handskum, vøttum og turrikløðum. Sjal eru eisini í hesum tíð- um sera nógv nýtt, og so- statt er ynskiligt at fáa inn bæði stór og smá sjal, sum eru nýmótans og samstund- is siðbundin føroysk. Allir bindihættir kunnu verða nýttir til kappingina, og eisini kunnu pløggini verða bundin við maskinu. Tað er tó ein treyt, at pløgg- ini eru virkað úr Navia tógvi. Um annað tógv er nýtt, verður mynstrið tikið úr kappingini. Luttakararnir skulu eisini í stuttum greiða frá, hvussu plaggið er tilgjørt, og hvussu nógv tógv fer í plaggið. Rættindini uppá mynstr- ini, ið koma inn til kapp- ingina, verða latin Bindi- búðini í SMS og Navia á Toftum. Freistin 1. juni Innlatingarfreistin til mynsturkappingina er 1. juni 2005. Latast kann inn til Bindibúðina í SMS ella til Navia á Toftum. Eins og undanfarna ár verður stórt tiltak á Torg- inum í SMS í samband við, at nýggja bindibókin kemur út. Her verður nógv ymiskt á skránni, sum t.d. fram- sýning av øllum pløggun- um, sum koma inn til kapp- ingina, og nógv annað spennandi. Á Torginum verða eisini vinningar latnir teimum, sum koma við í bókina. Sjálvur vinnarin av kapp- ingini verður tá eisini av- dúkaður og fær ein kekk áljóðandi 5.000 kr. Fyrireikararnir vóna, at undirtøkan fyri kappingini verður stór. Um fólk hava spurningar, eru tey væl- komin at venda sær til Bindibúðina ella Navia. Mynstur til sjal, troyggjur, skóleistar, hosir, vøttir o.a. kunnu verða við í nýggju mynsturkapp- ngini, sum Bindibúðin og Navia í felag hava útskrivað. 20 tey bestu mynstrini koma við í nýggju bindibókina, ið verður givin út í fleiri londum Modelmynd: jens kr. Vang