mikudagur 13. apríl 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 69 - 13. apríl 2005
Ferða-
leiðara-
nevnd
vald
Føroya Ferða-
leiðarafelag hevur
havt aðalfund
FERÐAFINNA
Tíðindaskriv
Føroya Ferðaleiðarafelag
er felag fyri føroyskar
ferðaleiðarar. Vit arbeiða
fyri ferðasmiðir, kunn-
ingarstovur, virkir og
onnur. Eisini fyritøkur og
skúlar, ið fáa vitjan uttan-
eftir ella gera eina útferð
fyri starvsfólkið, brúka
ferðaleiðarar. Tað kemur
eisini fyri at privatfólk
senda boð eftir okkum.
Vit gera ikki bert útferðir
í bussum, men eisini
gongutúrar, fiskitúrar og
vísa runt inni á søvnum.
Felagið hevur í løtuni 48
limir og kunnu vit veita
tænastu á nærum øllum
evropeiskum málum og
innan øll áhugamál, so
sum náttúra, fuglar, plant-
ur o.a.
Fyri 2 árum síðani bleiv
føroyska ferðaleiðarafel-
agið limur í norður-
lendskum felagskapi, ið
nevnist Internordic Guide
Club, stytt IGC. Hetta er
áhugafelag fyri góðkendar
ferðaleiðarar, sum eru
limir í einum ferðaleið-
arafelag. IGC er limur í
evropeiskum felag, sum
aftur er limur í altjóða fel-
ag. Felagið arbeiðir fyri at
gera
ferðaleiðarayrki
meira kent og at betra um
umstøðurnar hjá limun-
um.
IGC heldur sín ársfund
skiftandi millum lima-
londini og í ár verður
fundurin hildin í Før-
oyum í døgunum 14.-18.
apríl. Sjálvur fundurin
verður í Norðurlanda-
húsinum. Í samband við
ársfundin verða hildnir
fyrilestrar og gjørdar út-
ferðir. 70 luttakarar úr
hinum norðanlondunum
koma til Føroya hesar
dagarnar.
Í nevndini í felagnum
sita eftir aðalfundin Ólav-
ur Hansen, formaður, Jó-
hanna Hansen, skrivari og
Hilda Thomsen, kassa-
meistari. Tiltakslimir eru
Jóhanna Traustadóttir og
Bette Johansen.
Tað er ósatt, at russ-
isku skipini, sum taka
í móti fiski í Føroy-
um, eru atvoldin til,
at føroyingar ganga
arbeiðsleysir, sigur
umboðsmaður teirra.
Tað er heldur hinveg-
in, at teir skapa
arbeiði her, staðfestir
hann. Formaðurin í
Føroya Arbeiðarafel-
ag tekur ikki undir
við hesum sjónarmiði
UPSASØLA
Edvard Joensen
Russisku
skipini,
sum
liggja við føroyskar bryggj-
ur og taka í móti upsa, eru
ikki orsøkin til, at føroy-
ingar ganga arbeiðsleysir.
Tað er beint øvugt, sigur
Árni Dam, stjóri á Faroe
Agency, sum er umboð fyri
russisku skipini.
Ingeborg Vinther, for-
maður i Føroya Arbeiðara-
felag, er ósamd við honum
í hesum sjónarmiði. Hon
heldur tað vera heilt burtur-
við, at fiskurin skal fara av
landinum soleiðis, meðan
føroysk arbeiðsfólk ganga
við hond í lumma og liva -
so dánt - av ALS.
Men tað er ikki tí, at
russararnir hava tikið nakað
arbeiði frá føroysku flaka-
virkjunum,
sigur
Árni
Dam. Teir hava hinvegin
gjørt, at føroysk virki nú
knappliga eru farin at bjóða
upp á fiskin. Og tað kann
bara vera ein vinningur.
– Tann vinningurin kem-
ur so ikki teimum, sum
veiða fiskin, til góðar, sigur
Ingeborg Vinther. Hann fer
beinleiðis í nakrar fáar
reiðaralummar. Og tað er
forkastiligt, at okkara til-
feingi, sum øll eiga, skal
fara soleiðis til privatan
vinning hjá nøkrum fáum
monnum, sigur hon.
Skapa arbeiði
– Russisku skipini hava
stóra avleiðandi vinnu við
sær, sum leggur nógvar
pengar eftir í Føroyum,
sigur Árni Dam, umboðs-
maður. Bæði í handli og
tænastum, Og eisini nógvir
arbeiðsmenn hava fingið
tímar umborð har, vísir
hann á.
– Tað kenni eg einki til,
sigur Ingeborg Vinther. Tað
eru so ikki okkara limir.
Hon sigur, at hon ikki
leggur russararnar sum so
undir at fara avstað við
nøkrum
arbeiðsplássum.
Men at tað eru okkara
myndugleikar, serliga teir
ábyrgdarhavandi politisku,
sum eru ódugnaligir og
ongar visiónir hava.
– Tað ringja fólk til
okkum og kæra seg um, at
tey fáa ikki arbeiði, men
mugu standa og hyggja at,
meðan fiskurin fer umborð
á fremmand skip, sigur
hon.
– Tann smái fiskurin,
sum russararnir keypa, er
fiskur, sum annars hevði
farið heilur av landinum
niður á europeiska markn-
aðin og so gjørt, at tann
størri fiskurin, sum kundi
verðið arbeiddur á føroysk-
um virkjum, heldur ikki
fær prís, sigur Árni Dam.
Men nú fara russar við tí
smáa fiskinum til sín egna
heimamarknað.
Soleiðis
minkar nøgdin á okkara
traditionella marknaði, og
prísurin fer tí uppaftur. Vit
hava sæð dømi um, at før-
oysk virki nú í seinastuni
eru farin at bjóða sama prís,
sum russar bjóða fyri tann
fiskin, vísir hann á.
– Fólk ringja og senda
eisini mail til okkum, har
tey lova okkum stuðul við
hesum tiltakinum. Til dømis
fekk eg e-mail frá 26 fyri-
tøkum nú um dagarnar, har
tær søgdu frá, at tær hava
havt inntøkur av arbeiði og
handli í samband við russar-
arnar, sigur Árni Dam.
Ingeborg Vinther hevur
ikki hug at gera fleiri við-
merkingar til hatta, sum
hon tekur til. Tað mugu
onnur loysa, sigur hon.
Hægri prísur
Rusisku skipini hava hækk-
að prísin á upsanum mun-
andi, vísir Árni Dam á.
Hann sigur, at tá ringast
stóð til, vóru skip, sum
seldu smáan upsa, tað, sum
føroyingar vanliga plaga at
nevna seið, fyri 65 oyru
netto. Í dag er ikki óvanligt,
at nettorprísurin liggur
umleið hávafjórðu krónu
fyri kilo, sigur hann.
Hann vísir á, at eisini
føroysk virki eru nú farin at
bjóða hendan prísin fyri
upsan, og tað kom ikki fyri,
áðrenn russararnir komu
hendanveg.
Árni Dam heldur tað vera
ikki minni enn eina van-
lukku, um vit nú gera tað so
í Føroyum, at hesir sátt-
málarnir, sum russararnir
hava fingið, ikki verða
longdir.
– Vit hava í áravís arbeitt
fyri at fáa teir hendanveg,
sigur hann. Teir hava ligið í
Noreg og keypt fisk, og
norðmenn vilja fegnir hava
teir aftur. Fara vit nú at
steðga hesum avtalunum,
missa vit trúvirði, og tað fer
at taka nógv ár at arbeiða
tað uppaftur.
Hann vísir á, at russisku
skipini hava fingið umvæl-
ingar og provianterað í Før-
oyum fyri nógvar túsund
krónur. Manningarnar hava
keypt
fyri
aðrar
heilt
nógvar túsund krónur
– Vit hava fleiri ferðir
leigað flogfar frá At-
lantsflogi til Ruslands við
og eftir fólki til hesi skipini,
umframt at vit hvørja viku
keypa einar tíggju ferða-
seðlar ella so til fólk, sum
ferðast millum Russland og
Føroyar í samband við
hetta virksemið, sigur Árni
Dam. So alt í alt eru tað
ikki smápengar, hesi skip-
ini leggja eftir seg her hjá
okkum, og eg eri rættiliga
nógv í iva um, um teir
yvirhøvur eru atvold til, at
nakar føroyingur hevur
mist arbeiði. Sjálvur haldi
eg, at tað er beint øvugt,
sigur hann.
Føroysk skip fiskaðu sambært
Fiskiveiðieftirlitinum 42.106 tons av upsa undir
Føroyum í 2004. Av hesum vórðu 35.056 tons
landað í Føroyum, og 7.050 tons landað
uttanlands.
Sambært útflutningshagtølum hjá Tolleftirlit-
inum, vórðu 9.310 tons av rundum, feskum upsa
útflutt í fjør.Tað eru 26,56 prosent, ella ein góður
fjórðingur av tí, sum landað varð í Føroyum í fjør.
Higartil í ár eru 1.964 tons av rundum, feskum
upsa send av landinum.
Av rundum, frystum upsa vórðu í fjør útflutt
góð trý tons. Higartil í ár vísa tølini, at 540 tons eru
farin av landinum.
Tann upsin, russararnir keypa, verður skrásettur
sum rundur, frystur fiskur.
Í fjør vórðu útflutt 6.361 tons av frystum, og
1.153 tons av feskum upsaflaki.
Higartil í ár eru farin 1.992 tons av frystum, og
402 tons av feskum upsaflaki farin av landinum,
vísa hagtølini.
ej
Útfluttur upsi
Russararnir skapa arbeiði
í Føroyum
Russisku skipini, sum hava
tikið ímóti upsa við føroyskar
bryggjur í seinastuni, hava
lagt rættiliga nógvar pengar
eftir seg í landinum, sigur
umboðsmaður teirra