Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-13, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. apríl 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 69 - 13. apríl 2005 7 Arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevarafeløgini eru farin undir samráðingarnar um nýggjan sáttmála, men ongin vil siga eitt orð um, hvørji krøv eru løgd fyri partarnar SAMRÁÐINGAR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú hava arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnir lagt til brots at samráðast um nýggjan sáttmála fyri tann, sum fer úr gildi 30. apríl. Fyrsti fundurin ímillum partarnar var mánamorgun- in, har teir hvør í sínum lagi løgdu krøvini til ein nýggj- an sáttmála fram. Men ongin av pørtunum vil siga eitt orð um, hvørji krøvini eru, tí teir hava av- talað, at hava tey innan- veggja. Partarnir fara nú hvør til sítt at viðgera krøvini frá hvørjum øðrum og so hitt- ast teir aftur um eina viku. Hóast ongin vil siga nak- að um krøvini, verður sagt, at tann fyrsti fundurin var sum hann plagar at vera. Øll tey fýra arbeiðarafel- øgini, sum hava sagt sátt- málan upp, samráðast í felag. Tey eru Føroya Ar- beiðarafelag, Havnar Ar- beiðsmanna- og Arbeiðs- kvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag. Sum einasta felag í land- inum, hevur Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag gjørt av ikki at siga sáttmálan upp, so teir eru heldur ikki við í samráðingunum. Seinastu tíðina hava røddir verið frammi í Suðuroy um at endurstovna felagið fyri kommunur í Suðuroy SAMSTARV Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú eru røddir frammi um at kommunurnar í Suðuroy skulu samstarva meiri enn tær hava gjørt. Í hesum sambandi hava kommunurnar umrøtt møguleikan fyri at endur- stovna felagsskapin fyri kommunur í Suðuroy. Møguleikin varð um- røddur á borgarstjórafundi á Tvøroyri fyri kortum og tey ymsu bý- og bygdaráð- ini skuldu síðani viðgerða málið. Mánakvøldið viðgjørdi Tvøroyrar Býráð málið og har varð einmælt samtykt at taka undir við at endur- stovna felagið fyri komm- unurnar í Suðuroy. Felagið fyri kommunur í Suðuroy hevur als onki við samanlegging at gera. Men tað er ein felagsskapir, sum hevur til endamáls at virka til gagns fyri Suðuroynni. Eitt slíkt felag var í Suðuroy fyri einum 15 árum síðani, men tað datt niðurfyri. Fyri nøkrum árum síðani varð ein roynd gjørd at endurstovna tað, men tað fekk ikki undir- tøku. Verður felagið endur- stovnað, koma umboð fyri tær sjey kommunurnar – helst borgarstjórarnir – í oynni at hittast við jøvnum millumbili at umrøða mál, sum hava felags áhuga. Hetta halda býráðslimir á Tvøroyri vera ein stóran fyrimun, tí tað kemur alt ov ofta fyri, at kommunurnar í Suðuroy tosa rundanum- hvønn annan, uttan at sam- ansjóða sjónarmiðini og teir halda, at tað gagnar ikki oynni at hvør komm- una sær talar sínaa sak, tá ið mál, sum viðvíkja allari oynni, eru til viðgerðar. Vilja hava alla Suðuroy savnaða í eina barnavernd Tað tykist sum um at meiriluti fyri at savna alla Suðuroy í eitt barnavernd- arøki BARNAVERND Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Skal Suðuroyggin verða eitt barnavernd- arøki, ella tvey? Hetta er ein spurn- ingur, sum tær sjey kommunurnar í Suð- uroy nú royna at finna útav. Men tað tykist sum um at meiriluti er fyri at skipa alla oynna í eitt barnaverndarøki. Annars legði Vágs Býráð upp til at skipa Suðuroyar syðru helvt í eitt barnarverndarøki, sum sostatt skuldi um- fata tær fýra kommun- urnar, Sumba, Vágur, Hov og Porkeri. Men Porkeris Kommuna svaraði aftur, at tey vildu heldur hava alla oynna í eina kommunu og sam- stundis bjóðaðu tey eini felags barnavernd í Suðuroy innivist í nýggju ráðhúsunum í Porkeri. Mánakvøldið við- gjørdi Tvøroyrar Býráð so málið á fundi. Har varð upplýst at hvørki sumbingar, hovbingar ella porkenningar vóru sinnaðir at ganga Vágs kommunu á møti, men vildu hava eina felags barnavernd. Og á fundinum mánakvøldið samtykti Tvøroyrar Býráð eisini einmælt at taka undir við uppskotinum um at gera eina felags barna- vernd fyri alla Suðuroy. Býráðslimir á Tvør- oyri hildu, at skuldi tos- ast um meiri samstarv ímillum kommunurnar í Suðuroy, var hetta eitt sjálvsagt mál at sam- starva um. Ætlanin er so, at ein sosial deild við fakfólki í barnaforsorg skal setast á stovn í Suðuroy. Tað skulu vera minst 1500 fólk í hvørjum barnaverndarøki. À Tvøroyri hevur býráðið havnað umsóknum um stuðul til landsumfatandi tiltøk, tí tey vilja heldur stuðla lokalum kreftum TVØROYRAR BÝRÁÐ Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tvøroyrar Býráð vil heldur stuðla lokalum tiltøkum. Tað var orsøkin til at bý- ráðið á fundi mánakvøldið, havnaði umsóknum um stuðul til tvey landsumfat- andi tiltøk. Til fundin hjá Tvøroyrar Býráð mánakvøldið var umsókn komin um at lata fíggjarligan stuðul til eina ungdómsráðstevnu í Havn í heyst. Men býráðið vísti ein- mælt umsóknini aftur. Mentanarnevndin í bý- ráðnum vísti á, at øll ung- dómsráðstevnan varð mið- savnað í Havn og tí mælti nevndin býráðnum til at havna umsóknini fyri hel- dur at stuðla onkrum lokal- um tiltøkum og tað varð einmælt samtykt. Somu lagnu fekk ein um- sókn frá oyggjaleikanevnd- ini um at stuðla føroyskari luttøku á oyggjaleikunum í Hetlandi í summar. Í hesum sambandi var støðan hjá býráðnum tann sama: Býráðið samtykti einmælt at havna umsókn- ini, tí býráðið vil heldur stuðla lokalum ítróttarfólk- um beinleiðis, sum møgu- liga fóru at vera við í oyggjaleikunum. Onkur býráðslimur helt, at tað var skeivt av Tvør- oyrar býráð at stuðla oyggjaleikunum sum heild, tí ongin trygd var fyri at aðrar kommunur fóru at stuðla samsvarandi. Størsta fíggjarliga stuðul- in á fundinum mánakvøldið læt býráðið til eina stóra talvkapping, sum skal vera á Tvørori í summar og har fleiri altjóða meistarar vera við. Býráðslimir søgdu, at hetta fór at seta Tvøroyri á heimskortið tað mesta av eini viku í summar og tað hildu teir verða vert at stuðla. Sostatt samtytkti býráðið einmælt at stuðla talvkapp- ingini við 30.000 krónum. Annars samtykti býráðið eisini at stuðla summar- tónum á Tvøroyri í summar við 3.500 krónum og sjó- og býarsavnið í býnum fekk 20.000 krónur í stuðuli. Eru tøtt sum fløskan Vilja heldur stuðla lokalum kreftum Arbeiðarafeløg og Arbeiðsgevarar sita enn einaferð yvirav hvørjum øðrum í samráðingum. Seinastu ferðirnar er tað endað við arbeiðssteðgi, men tað vóna tey bæði at sleppa undan hesuferð Savnsmynd À Tvøroyri vil býráðið heldur stuðla lokalum tiltøkum og lokalum kreftum enn landsumfatandi tiltøkum og tað merkja bæði Oyggjaleikirnir og ungdómsráðstevna sviðan av Vilja at suðuroyingar skulu draga eina línu í framtíðini