Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-13, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. apríl 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 69 - 13. apríl 2005 Trý av fýra teimum lægstu tilboðunum upp á timburarbeiðið upp á nýggja dag- stovnin í Sørvági komu úr Vágum TILBOÐ Edvard Joensen Sørvági: Av teimum 10 tilboðunum, sum komu inn upp á timbur- og snikkarararbeið- ið við nýggja dagstovnin í Sørvági, vóru trý av fýra teimum lægstu úr Vágum. Timburarbeiðið varð boðið út í almennari lisita- tión, og 11 feløg bóðu um útbjóðingartilfarið. 10 til- boð komu innaftur, og tey lógu í prísi millum 4,7 og 7,2 milliónir. Tey flestu lógu umleið tær fimm milliónirnar, sigur Jákup Suni Lauritsen, borgarstjóri í Sørvági. Han sigur, at meðaltilboðið er 5,2 milli- ónir krónur. Bygdarráðið í Sørvági fer helst í vikuni at taka støðu til tilboðini, og vænt- andi kann arbeiðið byrja um mánaðarskiftið kom- andi. Ætlanin er so, at hesin parturin skal vera liðugur umleið fyrsta mei næsta ár. Eftir ætlan skal nýggi dag- stovnurin so vera klárar at flyta inn í einaferð í august/september 2006, sigur borgarstjórin. Samlaða gólvvíddin á dagstovninum er góðar 1.100 fermetrar, sigur borg- artjórin. Í hesum eru loft og kjallari, sum brúkast skulu til goymslurúm eisini, sigur hann. Nýggi stovnurin, sum umfatar bæði vøggustovu, barnagarð og frítíðarskúla, fer at hýsa 100 børnum. Kappingarførir vágamenn Børnini, sum ganga í gamla barnagarðinum, Sýsluni, í Sørvági, fylgdu spent við, tá byrjað varð at grava út fyri nýggja dagstovninum Mynd: Edvard Joensen Før- oyskur flagg- dagur í London Annað árið á rað skipar donsk kirkja í London fyri flaggdagsgudstæn- astu. Tað er danska kirkjan í Regents Park, sum sunnudagin tann 24. apríl, dagin undan flaggdegnum, er karmur um flaggdagsgudstæn- astuna. Hjørdis Kjær- gaard leiðir gudstæn- astuna, sum byrjar klokkan 18:00. Aftaná gudstænastuna er buffet á skránni. Flaggdagsgudstænast- an í London skal eftir ætlan vera eitt aftur- vendandi tiltak á hvørj- um ári, júst tí bretar høvdu ein leiklut í við- urkenningini av Merkin- um. -hkm Stuttligt blaðheiti Í Noreg hava fólk atkvøtt »www.sosi- alurin.fo« sum stuttligastu slóðina á alnetinum ALNET-SKEMT Millum mongu at- kvøðugreiðslurnar, sum altíð tykjast vera á al- netinum, var ein í Noreg herfyri, har tað ráddi um at finna stuttligasta heitið á heimasíðum hjá fyritøkum. Og í kapping við nøvn sum Hotel Guggemos, Auto-knull og onnur, varð tað føroyska slóð- in, www.sosialurin.fo, sum norðmenn hildu vera ta stuttligastu. Úrslitið av atkvøðu- greiðsluni sæst annars á http://www.sol.no/under holdning/artikkel/firma navn3152691.html Løgmaður kannar møguleikan fyri tættari samstarv við EFTA Á vitjan síni í Brüssel, hevur Løgmaður seinna- partin í dag havt fund við aðalskrivaran í EFTA, William Rossier. Løgmansskrivstovan sig- ur í tíðindaskrivi, at enda- málið við fundinum var at greiða frá framtíðarætl- anum Føroya á uttanríkis- økinum. Løgmaður greiddi, at Landsstýrið í løtuni kannar møguleikan at víðka form- liga samstarvið við ES og EFTA. Løgmaður vísti í hesum sambandi á, at nýggja utt- anríkislógin kann gerast rættarliga støðið undir einum tættari samstarvi við ES og EFTA í framtíðini. Aðalskrivarin í EFTA vísti hesum ikki aftur, og teir báðir vóru á einum máli um at halda fram at kanna møguleikarnar fyri einum formligum samstarvi. Umframt at hava skift orð við aðalskrivaran í EFTA, hitti løgmaður eisini ES-nevndarlim í landbún- aðarmálum, Mariann Fischer Boel har tey um- røddu framtíðarsamstarv við ES. Føroyaska sendinevndin í Brüssel er f.v. Ole Samsing fyri danska uttanríkisráðið, Marjun Hanusardóttir, Sig- mundur Ísfeld, Jóannes Eidesgaard og Herluf Sigvaldsson Føroyar og ES hava eina felags skyldu at loysa trupulleikarnar við ovurfiskingini av svartkjafti SAMSTARV Nú eru vónir um at Føroyar og ES kunnu fara undir eitt felags átak fyri at steðga ovurfiskingini av svartkjafti. Tað er greitt eftir fund í dag ímillum Jóannes Eides- gaard, løgmann og ES nevndarlimin í fiskivinnu, Joe Borg Á Brüsselferð síni hitti løgmaður í dag Joe Borg har teir mest tosaðu um trupulleikarnar við ovur- fiskingini av svartkjafti. Løgmaður vísur á, at bæði Føroyar og ES hava stór áhugamál í svartkjaft- inum og tí heldur hann, at tað er av alstórum týdningi, at báðir partar í felag virka fyri eini burðardyggari menning av kroysta svart- kjaftastovninum. Eftir fundin verður upp- lýst av løgmansskrivstov- uni, at vit kunnu hava eina varisliga vón um at ES og Føroyar í felag kunnu fáa gongd á læstu støðuna millum londini. Á fundinum legði løg- maður dent á, at tað er óheppið, at svartkjaftastovn- urin í fleiri ár hevur verið ovfiskaður, og tískil var tað óheppið, at ES í des- embermánaði gjørdi av at hækka kvotuna á svartkjafti. Joe Borg og Jóannes Eid- esgaard eru samdir um, at málið um svartkjaftin er eitt sera álvarsamt mál, sum ein loysn má finnast á. Teir avráddu tí, at samráðingar- nevndirnar hjá Føroyum og ES hittast til tvípartasam- ráðingar sum skjótast, at tosa um hvussu Føroyar og ES í felag kunnu virka fyri eini loysn á málinum. Føroya Landsstýrið hev- ur seinastu árini áhaldandi heitt á ES-myndugleikar um at økja kvotuna á rækj- um. Á fundinum í morgun varð rækjukvotan aftur um- rødd, og ES-nevndarlimur- in vísti ikki føroyska ynsk- inum aftur, og vildi um- hugsa støðuna fyri at finna eina nøktandi loysn fyri allar partar. ES og Føroyar vilja samstarva um svartkjaft Jóannes Eidesgaard og Joe Borg eru samdir um at tosa meiri um, hvussu ES og Føroyar í felag kunu virka tálma ovurfiskingini av svartkjaftinum