Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-13, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. apríl 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 69 - 13. apríl 2005 9 Tað regnar meiri enn áður Havn: "Tað regnar so illa í Havn". Soleiðis verður ofta skotið eftir havnar- fólki. Hóast øllum ikki dáma hetta eins væl, so er hetta kortini rætt. Tey seinastu hagtølini yvir avfallið í Havnini í 2004 vísir, at nøgdirnar av regni og kava eru økt- ar, hóast einki verður sagt um talið av døgum við avfalli. Eitt yvirlit um ymisk við- urskifti í kommununi vís- ir, at í fjør var avfallið 1.506 mm., meðan miðal- talið undanfarin ár hevur ligið um 1.284 mm. um árið. Hinvegin so kunnu havnarfólk svara aftur við at siga, at sólin skein munandi meiri í høvuðs- staðnum í fjør enn und- anfarin ár. Í fjør vóru nevniliga 938 sólartímar í Havnini, með- an miðaltalið undanfarin ár hevur ligið góðar 100 tímar lægri – 840 tímar. sb. Tunnilin opin aftur Leynar: Í eina tíð hevur verið arbeitt við at tryggja loftið í Leynatunlinum. Í hesum sambandi hevur tunnilin verið stongdur fyri ferðslu, og henda hevur ístaðin verið leidd eftir tí gamla vegnum fram við Leynavatni. Nú er arbeiðið komið so mikið væl áleiðis, at bilar aftur kunnu koyra gjøgn- um tunnilin, men bert um dagin. Arbeitt fer framhaldandi at verða um næturnar tær komandi tvær vikurnar. Av hesi orsøk verður ferðslan leidd gjøgnum tunnilin hvønn heilan tíma millum kl. 21 á kvøldi og 6 á morgni, upplýsir Landsverk. sb. Russar fiska tvey fiskasløg Fiskiveiða: Longu og svartkjaft. Tað eru tey bæði fiska- sløgini, sum russar hava fiskað í føroyskum sjóøki seinastu tríggjar mánað- irnar. Eitt yvirlit yvir út- lendsku veiðuna vísir, at russar íalt hava fiskað 16.269 tons hetta tíðar- skeiðið. Av hesum vóru sløk trý tons longa, með- an restin var svartkjaftur – tvs. 16.266 tons. Íalt hava tey russisku skipini havt 471 fiski- dagar í okkara sjóøki. sb. Vestmanna kommuna hevur í eina tíð lýst við tøkum grundøkj- um. Og líkt er til, at áhugin fyri teimum er stórur, m.a. tí at út- sýnið er sera vakurt yvir bygdina GRUNDØKI Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Vestmanna: Hóast onkur kanska kundi hildið, at Vestmanna fór at merkja sviðan av Vágatunlinum, so er ikki nógv sum bendir á tað. Sagt varð, at bygdin nú var komin meiri avsíðis og burtur frá meginferðsluni. Men skal ein ganga eftir ætlanunum hjá kommun- uni, so er ikki líkt til at hetta er støðan. Vestmanna kommuna hevur í eina tíð lýst á heimasíðuni við, at grund- øki vóru tøk, og longu nú hevur tað víst seg at fólk eru áhugað í hesum grund- økjum. - Vit hava longu fingið fleiri fyrispurningar frá fólki um hesi økini, verður sagt av skrivstovuni hjá Vestmanna kommunu. Tað fyrsta húsið er longu í gerð, og er tað nú komið so væl áleiðis, at tað er reist. Spurt og hugt Henda nýggja útstykkingin liggur á staðnum, tey kalla Uppi í Vestri. Har hevur kommunan íalt stykkjað út fyri 25 grundøkjum, um- framt tvey aftrat innanfyri ánna. Av hesum økjunum eru trý tey fyrstu økini longu seld, meðan fýra onnur eru umbiðin. - Vit hava fingið fleiri fyrispurningar, og vit vita um, at fólk eisini hava verið á staðnum og hugt eftir økjum, verður sagt av Vest- manna kommunu. Sum nevnt er tað eina húsið í gerð í løtuni, og sum skilst líður rættiliga væl hjá tí næsta at fara undir bygg- ing. Óhugsandi er ikki, at fleiri byggiloyvi fara at koma til viðgerð á komandi bygdarráðsfundum í kommununi. Stykkini eru 600 fermetr- ar stór og liggur kostnað- urin um 200.000 kr. fyri hvørt teirra. Tensing-kórið "Sound of Glory" fær serstaka vitjan í summar. Til at savna pening inn gingu kórlimirnir hús úr húsi í farnu viku at savna inn tómar fløsk- ur. Og væl gekst hjá teimum KÓRARBEIÐI Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Havn: Ølfløskur, ølkassar og ølluktur. Tað er ikki júst tað, ein fyrst hugsar um, tá ein skal umrøða tað kristiliga ar- beiðið, sum KFUM í Havn stendur fyri. Men tann sum kom inn í KFUM seinasta leygardag kundi ikki sleppa undan tí rama luktinum av ølfløsk- um, sum tú møtti longu úti í gongini. Og kom tú longur upp gjøgnum trappurnar og inn í stóra salin, var sjón fyri søgn: Á gólvinum lógu í hópatali av kassum fyltir við tómum sodavatns- og ølfløskum. Har lógu rusk- posar og tómar fløskur á gólvinum. Allar hesar túsundtals fløskurnar høvdu teir ídnu og ungu sangararnir í tens- ing-kórinum "Sound of Glory" savnað inn í farnu. Nú var innsavningin at enda komin, og nú skuldi teljast upp og seljast. - Veðrið var einki at reypa av í farnu viku, men tað forðaði okkum ikki í at røkka málinum við inn- savningini – 15.000 kr., sig- ur Meinhard Arge, ein av oddamonnunum í kórinum. Sound of Glory fær í summar vitjan av tveimum norskum tensing-kórum, og í døgunum undan olavsøku skulu hesi trý gospelkórini hittast til eina kórstevnu í Havn. Tað var til hetta endamálið at fløskurnar vórðu savnaðar inn. Stórur áhugi Hvørki regn ella vindur kundi forða teimum ungu sangfuglunum í arbeiði teirra at savna inn fløskur til kórið. Tey løgdu til brots miku- dagin í farnu viku við at vitja húsini í Havnini fyri at spyrja um tómar fløskur frá fólki. Og væl gekst. Fleiri høvdu so at siga vænta sær vitjan, og høvdu nærum lagt fløskur til viks at stuðla kórarbeiðinum við. Tí upplivdu hesir 30 ungu sangfuglarnir at fólk veruliga stuðlaðu teimum í arbeiðinum. Eitt slíkt arbeiði krevur sjálvandi fyrireiking. Havn- in varð deild upp í økir, har tey ungu so gingu hús úr húsi. Savnað varð inn í ruskposar, sum síðani vórðu lagdir í bilar hjá for- eldrunum, ið fylgdu inn- savnarunum. Allar fløskurnar vórðu sohvørt savnaðar saman í KFUM. Seinnapartin leyg- ardagin endaði so innsavn- ingin, og aftaná hugnaðu teir troyttu, men kortini fegnu sangfuglarnir sær óført, og stuttleikaðu sær yvir alt tað, tey høvdu upplivað hesar dagarnar. Kórlimirnir hava áður roynt hetta sama við at savna inn fløskur við góð- um úrsliti. Men líkt er haraftrat til, at onnur eisini hava sæð tað sama, tí í farnu viku møttu sangfugl- arnir í KFUM fleiri øðrum bólkum, sum vóru úti í somu ørindum sum tey. Frá kórleiðsluni verður sagt, at tey hava ætlanir um, at KFUM fer at hava hetta sum eitt afturvendandi til- tak á hvørjum ári um hesa tíðina. Nú eru fyrstu húsini í gerð Fyrstu húsini Uppi í Vestri eru í gerð, og í næstum kemur eitt hús aftrat 15.000 kr. í tómum fløskum Teir ungu sangfuglarnir í Sound of Glory eru troyttir, men kortini fegnir um góða úrslitið av fløskuinnsavning- ini í farnu viku