Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-13, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. apríl 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 69 - 13. apríl 2005 Hóast Føroyar nú tíbetur av álvara stevna alt meira á sjálv- stýrisleið, so eru vit framvegis til gott og ilt partur av ríkis- felagskapinum. Hetta merkir, at føroyingar ikki kunnu loyva sær at vera líkasælir um danskan politikk. Tað er okkum ikki eitt feitt, hvør, ið ræður fyri borgum í Keyp- mannahavn. Tað er okkum tí heldur ikki eitt feitt, hvør ið gerst formaður í danska javnaðarflokkinum. Danski javnaðarflokkurin hevur ikki seinastu 10 árini sýnt ta stóru fatanina fyri føroyskum politikki. Formaður floksins gjøgnum mong ár Poul Nyrup Rasmussen gjørdist mest- sum ímyndin uppá danskan illvilja mótvegis føroyskari sjálvstýrisstremban. Hvørt hendan uppfatanin var røtt ella skeiv, er ilt at siga. Kanska var hon í so svørt og hvít. Sama ger. Nyrup og hansara tíð eru farin. Men tað ger ikki tað sama fyri okkum, hvør, ið nú gerst formaður í danska javnaðarflokkinum, tí fyrr ella seinni kemur flokkurin aftur til ræði í Danmark.. Formansvalið hevur tí so ella so týdning fyri okkum og tað er ikki líka mikið, hvørt formaðurin í morgin eitur Hella Thorning Schmidt ella Franka Jensen. Helle Thorning- Schmidt tykist kunna geva Javnaðarflokkinum nakað nýtt, meðan Frank Jensen er ein mynd av tí gamla, ið ikki riggaði. Hann hevur sagt, at um Thorning-Schmidt vinnur, tekur hann seg úr politikki fyri at sleppa undan tí gamla innanhýsis stríðnum í flokkinum. Tískil verður tað helst eitt endaligt farvæl til ta gomlu sosialdemokratisku leiðina, um Thorning-Schmidt fær flest atkvøður. Eitt nú hevur Thorning-Schmidt sagt, at eftirlønin, ið annars er ein heilag kúgv hjá javnaðarflokkinum, skal avtakast fyri tey, ið ikki er fylt 40 í dag. Tað merkir broytingar, ið merkjast um 20 ár. Hetta evnið er so eymt, at sjálvt ikki borgarliga stjórnin hjá Fogh vil tosa um at avtaka eftirlønina hjá teimum undir 40. Hetta vil Frank Jensen sjálvsagt heldur ikki hoyra tala um. Hann vil hinvegin avtaka fría valið av heimarøkt, meðan Thorning-Schmidt heldur, at tað skal vera upp til tær einstøku kommunurnar, um tær vilja bjóða borgarunum frítt val millum kommu- nalar tænastur og privatar. Sostatt verður flokkurin við Helle á odda ein borgarligt- gjørdur javnðarflokkur, meðan flokurin við Frank sum formanni verður ein siðbundin norðurlendskur javnaðar- flokkur. Tað er sjálvandi freistandi at falla fyri Blair virkninum og tískil at velja eina kós, sum bendir flokkin- um inn á miðjuna. Men tey, sum hugsa so, gloyma at Dan- mark er ikki Bretland. Danir hava longu borgarligar mið- flokkar, sum kunnu gera tað nógv betri enn ein borgarligt gjørdur javnaðarflokkur. Tískil er kósin hjá Hella vandamikil fyri javnaðarflokkin. Flokkurin hevur hóast alt eitt trúvirði sum sosialdemokratiskur men ikki serstakliga vinstrahallur flokkur. Tað er ivasamt, hvussu verður við trðúvirðinum, um flokkurin fer inn á miðjuna í donskum politikki. Har er longu fult hús og spurningurin er, hvat ein borgarligtgjørdu danskur javnaðarflokkur kann leggja til av borgarligum politikki. Nógv bendir á, at ideologiir og virði eru á veg inn aftur í politikk. Um so er, er Frank helst eitt eins gott boð sum Hella. Frank eigur nógvar vinir í Føroyum og kennir okkara land væl. Hann er tí ivaleyst eitt gott formansevni fyri okkum. Hella er í Nyrupvongin- um, har tað er so sum so við Føroyakærleikanum. Men hvør veit? Kanska kann hon læra tað, sum Nyrup ikki kundi læra: at elska Føroyar og føroyngar! DAGSINS MEINING Sosialurin Týðandi formansval VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. FNU mótmælur ætlanir hjá Tórshavnar Býráð um, at gera bingjuhavn og atløgupláss til Norrønu inni á botni í Kollafirði. Atløguøkið kann gerast úti á Sperm og økið við ósan eigur aftur at gerast til eina náttúruperlu. Føroya Náttúru- verndarfelag, FNU v/Erling Simonsen Herfyri greiddi Tórshavnar Býráð frá ætlanum um, at gera bingjuhavn inni á botni í Kollafirði og at gera atløgupláss til Norrønu innast í tronganum, at nýta í stormi og illveðri. Grund- gevingin var, at tað var ómakaleysari enn at halda seg til avtaluna við koll- firðingar um, at gera havnalag uttari á fjørð- inum, har sum hvalastøðin var. Fyri nøkrum árum síðani løgdu kollfirðingar sunnaru síðu av til ídnaðarøki og hava síðan fylt so nógv út bæði sunnanfyri og norðan fyri at tað misprýður gref- liga. Fólk í Kollafirði og aðrastaðni eru nú farin at harmast hvussu økið støðugt forferst, og nú Tórshavnar Býráð ætlar at broyta ídnaðarøkið til havnaøkið eru tað fleiri í mæla frá, at byggja meiri út har, tí tá fer ósin og um- hvørvið á Oyrareingjum heilt fyri skeytið. Føroya Náttúruverndar- felag mælur til, at hildi verður fast við, at nýggja havnalagið á Signabø verð- ur úti á Sperm. Har er fjørðurin rúmur og lætt verður at leggja at hjá stórum skipum sum Norrønu. Kanska er norð- ursíðan, har nýggju virkini liggja, eisini ein atløgu- møguleiki hjá Norrønu. Føroya Náttúruverndar- felag vil eisini mæla til, at ídnaðarøkið verður broytt, t.d. hevði hjálpt væl, um útnyrðingshornið í útfyll- ingini bleiv tikið burtur- aftur. Reglur eiga at setast so ídnaðarøkið ikki kemur at misprýða ov mikið. Ósin kundi verðið ein náttúruperla Ósin í Kollafirði er áhuga- verdur. Serliga er tað fugla- lívið, sum fjálgar um bæði summar og vetur. Væl av sílum og laksi er eisini, og tað kann fjølgast, um áirnar verða røktar og hildnar reinar. Gróðurin í ósanum er sermerktur og eigur at kannast nærri. Økið niðan fyri vegin um ósan er mis- røkt og er mest eitt runu- dýki, men lætt má vera at gera økið til eitt satt prýði. Føroya Náttúruverndar- felag heitur á Tórshavna Býráð um, at seta ein býar- arkitekt, ein plantufrøðing og onkran afturat at skipa fyri at hampa um økið. Tað sum gróðursett verður má tola nógvan vind. Um rætt verður atborið, kann fáast eitt frálíkt frítíðarøki við ósan. Ósin í Kollafirði og Klaksvík sama søga Tann ófantaliga útfyllingin í Kollafirði er tíverri ikki eindømi. Hygg hvat er hent við bátanestunum inni á Strondum, við nýliga framdu útfyllingini innast í Klaksvík og aðrastaðni har fjøra og onnur sermerkt náttúruøkir eru løgd undir heilt ella skemd ! Hesi dømi kunnu sigast at vera prógv um, at frið- ingarviðgerðin als ikki fer fram í samsvar við ætlan- ina við náttúrufriðingar- lógini, og tí má øll viðgerð broytast og lóggávan dag- førast samstundis við, at gjørd verður ein landsætlan fyri, hvørji økið skulu verj- ast, og hvussu broytingar kunnu fremjast. Tórshavnar Býráð átti at verið so at sær komið, at tað ikki gongur á odda við illa umhugsaðum lappa- loysnum fyri løtuvinning. Skal ósin í Kollafirði neyðtakast? Svenning av Lofti Í gjárskvøldið sá eg eitt brot i eini sjónvarpssend- ing, sum var um verju av fostrinum í móðurlívi. Hetta snúði seg um mamm- ur, ið vóru narkomanar. Sagt varð í hesi sending at danir hava framt eina lóg- gávu, ið loyvir tí almenna at tvingsilsinnleggja eina mammu, ið er narkomanur og sum ber eitt barn. Or- søkin er tann, at eitt barn, ið slíkum føri verður føtt sum narkomanur, tí hevur tað almenna Danmark tikið hetta stig. Seinni hava so norskir myndugleikar sam- tykt eina samsvarandi lóg. Áhugavert, at her verður hædd tikin fyri tørvinum hjá fostrinum í móðurlívi í so stóran mun, at persón- liga frælsið verður tikið frá kvinnuni. Men tá ið eg havi lurtað eftir kjaki á løgtingi, t.d. um ta nevndina, sum Mið- flokkurin skjeyt upp at seta, fyri at ráðgeva kvinnum, sum komu í trupla støðu, eftir at vera vorðnar við barn og tí umhugsaðu at taka fostrið. Flestu løg- tingsrøðarar tóku undir við slíkari nevnd. Men tað undraði tað meg, at kvinnuligir løgtingslimir mæltu í móti hesum og róðu uppundir, at hetta var at ómyndggera og taka frælsið frá kvinnuni. Men tað er tað ikki, tí tað er ikki einans talan um kvinnuna í slíkum føri, men eisini um eitt fostur, ið eisini má og skal hava sín rætt. Hesar kvinnur tóku ikki verjuna av fostrinum og rætt tess upp á tunguna, men einans kvinnuna og rætt hennara. Eg var tí fegin at hoyra, at hesar báðar grannatjóðir okkara, vóru so frægt at sær komnar, at tær hava gjørt slíkar lógir fyri at verja fostrið í móðurlívið. Men Gud gævi, at hesar somu grannatjóðir fóru eitt stig longri og avtóku fríu fost- urtøkuna - og fylgdu okk- um føroyingum, tí vit hava eina lóg, sum verjir fostrið í móðurlívi. Lóggeving, ið verjir fostrið í móðurlívi