Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-13, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. apríl 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Símun A. Klein Mangt skal ein hoyra, áðrenn oyruni detta av! Nú skal landsstýrið/løgtingið seta eina hugsanarnevnd í sambandi við at Føroyar áðrenn/ella í seinasta lagi 2015 skulu standa á heims- skamlinum: Ein av heim- sins fremstu tjóðum! Seinastu umleið 100 árini hava føroyingar roynt at loysa frá Danmark, men hevur hetta, sum jú øllum kunnugt, ongantíð eydnast enn. Tá saman um kemur, er tað føroyska landsstýrið og løgtingið bert at saman- líkna við eina kopimaskinu, sum fyri tað mesta avritar danskar loysnir, ið tó ikki gagna føroyska samfelag- num á nakran sum helst hátt! Við tað at Føroyar ong- antíð enn hava megnað at loyst frá Danmark, verða Føroyar harvið framvegis at rokna fyri at vera ein donsk kommuna við sera víttgangandi karmum innan danska kongaríkið! (samb. cand. psyk. professarum í Danmark!) Eitt er at hava høgtflúgv- andi tankar og dreymar, nakað annað er at vita, hvør eins núverandi støða er. Ikki fyrr enn núverandi landsins leiðandi persónar tora at síggja veruleikan beint í eyguni, at enn eru Føroyar bert at rokna sum ein donsk kommuna, ikki fyrr enn tá fara landsins leiðandi persónar at síggja, hvussu ómøgulig handan 2015 hugsjónin bjarta er at føra út í lívið, tí at eitt av sera mongum krøvum har- til er: LOYSING FRÁ DANMARK! Og enn meira undarlig er hendan 2015 hugsjónin av teirri grund, at hendan hugsjónin bjarta kemur frá eini sambandssamgongu, sum á ongan hátt orkar ella torir at hoyra um hugsjó- nina: LOYSING FRÁ DANMARK! – Um so er, at fólkaflokkurin møguliga fyrr hevur verið roknaður fyri at vera ein loysingar- flokkur, so er hann tað ikki longur, men hevur skift ham og bakkar fult upp um sambandshugsjónina: ALTÍÐ HJÁ DANMARK! Hinvegin er tað sera áhugavert og hugaligt, at sambandsflokkarnir tosa nú um loysing innan ár 2015, hóast teir hava pakkað orðini sera væl inn, soleiðis at enn hevur næstan eingin uppdagað, at 2015 jóla- pakkin er í veruleikanum annaðhvørt »loysing« ella eitt stórt »fuppnummar«!? Ein spaki er ein spaki, ein kommuna er ein kommuna, ein tjóð er ein tjóð og eitt rukkulív er og verður altíð eitt rukkulív, – nokk ein tann fyrsta og allar størsta uppgávan, ið hugsunar- nevndin fær úr at gera í longri tíð við at sannføra landsins leiðandi um, – um hon nú hevur nakað at hugsa við!? Kann vera, at landsins leiðandi persónar eru press- aðir til at seta eina hugsun- arnevnd, tí at teir hava mill- um lítið og einki at hugsa við sjálvir? Sum tað einasta blað í Føroyum hava Oyggjatíð- indi tey seinastu minst 20 árini avdúkað fyri Føroya fólki, at korruptiónin í oyggjasamfelagnum altíð hevur havt góð bein at gingið á og ongantíð hevur havt tað so trivaligt sum nú á døgum, og at rættartrygd føroyinganna er ein av teim vánaligastu í øllum heim- inum. Hvussu ætlar landsins leiðsla at grøða hesar svull- ir innan ár 2015? Munurin millum rík og fátæk gerst alsamt størri dag frá degi. Hvussu ætlar landsins leiðsla at grøða hesi sár innan 2015? Arbeiðsloysið er støðugt vaksandi. Útlendingar verða jagstraðir av landin- um uttan haldgóða grund- geving (rasismukendur framferðarháttur!), vanligi borgarin fær heim sítt rænt á alljósum degi av landsins leiðslustovnum v.m., – før- oysku fyritøkurnar sleppa nærum frítt at dumpa avfall út í náttúruna og svína alt til, verri enn nakar danskur grísur er førur fyri at svína í sínum egna umhvørvi. Seinasta nýggja er, at eitt stoypivirki í Føroyum hevur stoypt fleiri áir til, soleiðis at um ein laksur ætlaði sær niðan í eina á at gýta onkunstaðni, so noyddist hann at leiga tyrluna fyri at sleppa niðan. Føroyskar kommunur gambla við skattapeningi hjá Palleba og Josefinu í útlondum við stórtapi osfr. (Listin er óendaliga langur viðv. hurlivasanum og óskilinum í Føroyum!) Hvussu ætlar landsins leiðsla at grøða hesa sinnissjúku hjá fólki innan ár 2015? Hvussu ætlar landsins leiðsla at grøða seg sjálva? Kann vera, at eg havi misskilt hesa nýggju hug- sjón hjá landsins leiðandi fólki onkursvegna, tí at gott nokk verður sagt, at ætlanin er, at Føroyar skulu gerast ein av heimsins fremstu tjóðum innan og í seinasta lagi 2015, men sjónin nevndi mær vitandi ikki, í hvørjum og innan hvat Føroyar ætlaðu sær at vera ein av fremstu tjóðum í ? Hevði verið gott, um vit fingu tað upp á pláss eisini! Men sum fyrr nevnt, so er vegurin óhugnaliga lang- ur at ganga, frá at vera ein av teimum minnu komm- ununum í danska kongarík- inum og so hartil at gerast ein av teim fremstu TJÓÐ- UNUM í øllum heimin- um!? Hevði hugsjónin bjarta nú ikki verið meira hósk- andi og verulig, um heitið heldur hevði tekstin: EIN AV FREMSTU KOMM- UNUNUM Í DANSKA KONGARÍKINUM? Her kundi kanska verið ein lítil møguleiki, men heldur ikki meir! Tað einasta, ið Føroyar eru fremstar í í løtuni er: VITLOYSI! Finnist nakar heilivágur fyri áðurnevndu støðu? Rukkulív! Mannbjørn Jákupsson Fólkatingsvalið síðsta var ikki minni áhugavert í Før- oyum, enn tað var í Dan- mark. Høvuðsúrslitið niðri var væntað, onkur smá- broyting, um lagnusvár, hendi síðst í valstríðnum, men var hon innroknað í metingunum frá valspá- stovnunum beint áðrenn valrakstrarlok. Føroysku flokkarnir vóru haraftur- ímóti meiri duldir í huga- num á veljarunum, um hvar teir endaðum í kappingini um báðar menninir til Fólkatingið. Ongin hevði, mær vitandi, spátt at tjóð- veldisflokkurin gjørdist størstur. Fleiri spáddu stríð millum fólkafkokkin og javnaðarflokin um fremsta- pláss. Flestu roknaðu við, at sambandsflokkurin, nokk ikki fekk eitt so gott væl hesaferð, orsakað av innanflokka stríði beint áðrenn fólkatingsvalið um bormeistarastarvið í Havn. Ivi var um hvussu hetta ávirkaði veljarafjøldina, so stutt aftaná. Betur gjørdi ikki, at annar, vinnandi borgmeistaraevnið, beint aftaná kommunuvalið í Føroyum, beint áðrenn Fólkatingsvalið jú hesu- ferð, av ósemjuni, sjálvur strikaði seg úr flokkinum, undir høttan um, annars at verða strikaður úr flokkin- um, og beinleiðis fór yvir í ein annan flokk. Nógvar sambandsveljarar má hann hava drigið tann vegin. Hetta vísir ein løgnan øvugtan tendens av polit- isku gongdini niðri, at vísa seg, minkandi stuðul til liberala flokkin (sambands- flokkin), í Danmark er liberali flokkurin (Venstre) ongantíð so stórur. Neyvan er hetta beint so, at liberala rákið ikki eisini er í Før- oyum. Tað fer so nógv yvir aðrar flokkar m. a. tjóð- veldisflokkin, eisini javn- aðarflokkin. Eitt avdúkandi í gongdini er helst, at før- oyski sambandsflokkurin hevur breiðari, ella lutvís aðrar røtir, enn danska Venstre. Teir umboða helst nógv av høgrasosialdemo- kratum frá eldra sosial- demokratiska flokkinum í Danmark haravtrat, so løgna niðurgongdin hjá donsku sosialdemokratun- um, nú yvir fleiri val, lutvís rakar teir. Nógv av mest ektaða sambandi er helst har. Javnaðarflokkurin hevur frá frástøðu eygleitt trupul- leikarnar hjá systirflokki sínum í Danmark, sum hann ikki kennir sum sínar. Hann hevur verið gjøgnum nógv skjót formansval, uttan stórvegis grund tyk- ist, uttan persónliga fram- rakstur, persónlig politisk morð á vinir, nú høvi bjóðar seg, flokkurin meir trúliga klárar skiftið frá kreppuni miklu, og sjálv- stýrisrákið, sum so brádligu trongir á sum úrslit av kreppuni. Hann er nú ein samanseting av lutfalsvís borgarligum høgrasosial- demokratum og fólk frá eindarlistanum niðri. Hetta ger at hann altið klárar val- ini hampuliga val, umkemst fráfallið betur til høgru niðri sum hjávinning, ella kanska lutvís tilætlað. Tó hevur hann verið noyddir, at síggja í eyguni, at tjóð- veldisflokkurin hevur verið tvær ferðir størri enn hann til løgtingsval, nærum síðsta, og nú at koma aft- urum aftur hann til sjálvt eitt fólkatingsval. Við stórum spenningi var bíðað eftir úrslitinum hjá tjóðveldisflokkinum, sum at vísa seg hevði verið gjøgnum somu kreppu sum sambandsflokkurin. Upp- gerð millum topppolitikk- arar fyri opnum skýggja, álvarsom høttan um út- smiding úr flokkinum av eykafólkatingsmanni teirra, tí virkandi, fyri ærumeiðing av floksformanninum í flokkinum. Har vóru tveir møguleikar, at annar køvdi hin í valrakstrinum, ella báðar løgdu avtrat hinari. Ákæran var alvarsom nokk, tí einasta, ið steðgaði út- liming, var vantanir í reglu- gerðlóggávu felagsins, skal ein trúgva bløðunum. Tað vísti seg at vera tann næsti møguleikin, sum ikki er at undrast yvir, tí tað eru heilt ymisk fólk, báðir møgu- leikarnir tosaðu til. Hjá sambandsflokkinum hendi katastrofan, veljarnir fóru við borgmeistarinum í Havn til javnaðarflokkin, og hann er frá størstur, minstur av teim stóru flokkunum eftir einum vali. Fólkaflokkurin fekk eis- ini eitt gott val, óvæntað so gott fyri oddaevnið Kals- berg. Stríðið, sum feldi sjálvstýrislandstýrið næsta, tykist vera gloymt, og fyrr- verandi løgmaður í hitanum aftur. Hann umboðar nú annað fólkatingsumboðið hjá føroyingum í fólka- tinginum. Sjálvstýrisflokkurin fekk aftur eitt vána val. Hann hevur trupult við at fóta sær, nú hansara politikkur líkist so nógv tí, hjá øllum flokkum. Samleikatrupul- leikar eru eisini, so hann ikki als er við í nøkrum av viðbyrðinum hjá trúliga systirflokki teirra Radiklu í Danmark. Flokkurin er savningarstað fyri ónøgd úr øðrum flokkum og lut av nýkristna rákinum. Valið er søguligt við báðum fólkatingslimunum hjá sjálvsstýrisflokkum fyri fyrstu ferð. Úrslitið kundi brúkst til eitt triða sjálv- stýrislandsstýri, um hetta var úrslitið til eitt løgtings- val. Tjóðveldisflokkurin aftur størstur Nr. 69 - 13. apríl 2005 11 Dansk Røde Kors fekk mánadagin tvær milli- ónir krónur um takk fyri neyðhjálp undir seinna heimsbardaga. Gávan var frá Christ- ian Helmer Jørgensen, ið sat krígsfangi í Týsklandi undir kríg- num NEYÐHJÁLP Tíðindaskriv frá Danska Reyðakrossi Dansk Røde Kors har i dag modtaget 2 milli- oner kroner som en tak for den hjælp, Røde Kors ydede til en dansk fange i Tyskland under 2. Verdenskrig. Dona- tionen kommer fra Sportgoods-fonden, som er grundlagt af Christian Helmer Jørgensen og hans hustru, Inge Jørg- ensen. Netop i dag er det 60 år siden, at den unge politimand Chr. Helmer Jørgensen vendte tilbage til Danmark, efter at have siddet interneret syv måneder i de nazist- iske koncentrationslejre Neuengamme, Buchen- wald og Wittenberg. Under sit ophold i koncentrationslejrene modtog Chr. Helmer Jørgensen pakker fra Dansk Røde Kors med bl.a. mad, tøj og bøger. Samtidig stod Røde Kors for udveksling af breve mellem fangerne og deres familier. Den 11. april 1945 vendte Chr. Helmer Jørgensen hjem til Dan- mark med de hvide busser - i en af anden verdenskrigs mest om- talte humanitære ak- tioner, som Svensk Røde Kors og dets vice- præsident Folke Berna- dotte havde fået i stand. Chr. Helmer Jørgen- sen har i sin bog »Mit Ragnarok« beskrevet sine oplevelser under krigen og den betyd- ning, som Røde Kors- hjælpen havde under hans ophold. Efter sin hjemkomst blev han en succesrig forretnings- mand, som bragte sportstøjet Adidas til Danmark, og han grund- lagde siden Sportgoods- fonden, som altså i dag har doneret de to milli- oner kroner til Dansk Røde Kors. - Vi mærker i disse dage en stor taknemme- lighed strømme mod Røde Kors. Men midt i glæden over den hjælp, som det rent faktisk lyk- kedes at få frem under 2. Verdenskrig, må vi huske, at der desværre var alt for mange, som vi ikke var i stand til at hjælpe, siger Dansk Røde Kors' general- sekretær, Jørgen Poul- sen. - Under 2. Verdens- krig havde Røde Kors kun mandat til at hjælpe syge, sårede og tilfange- tagne soldater. Som politimand blev Chr. Helmer Jørgensen stort set behandlet som krigs- fange. Men det var først i 1949, at Genève-kon- ventionerne og dermed Røde Kors-mandatet blev udvidet til også at beskytte civile. Derfor var det lidt mirakuløst, at det alligevel lykkedes at få 70.000 Røde Kors- pakker frem til fangerne i det sidste år af krigen, siger Jørgen Poulsen. Chr. Helmer Jørgen- sen døde i 1992. Netop i dag udkommer også bogen "Mærket", som Ditlev Tamm har skrevet om hans liv. Læs mere om Røde Kors under anden verd- enskrig på www.drk.dk Tvær milliónir krónur sum takk fyri krígshjálp