Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-13, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. apríl 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 69 - 13. apríl 2005 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Fríggjadagin 8. apríl 2005 fylti Árni Hansen í Havn 65 ár. Árni er føddur í Havn, sonur Ragnu og Petur Sofus Hansen. Tey eru 3 systkin, Gunnvør býr í Noregi og Kári býr í Danmark. Ragna, Petur Sofus og børnini búðu í Tungugøtu, men tá Petur Sofus bleiv stjóri í Føroya Banka, flutti familjan í ovastu hædd í gamla Føroya Banka at búgva (har Tilhaldið er í dag). Petur Sofus, sum var vestmenningur, doyði longu í 1957. Aftaná barnaskúla og realskúla fór Árni í elektrikaralæru hjá mor-bróður sínum Leif Mohr. Tá pápin doyði, fluttu Árni og mamman til Danmarkar, har Árni gjørdi seg lidnan við lærutíðina. Tá ið hann var liðugur sum elektrikari, royndi hann at koma inn á musikk- konservatoriið í Keypmannahavn. Tað eydnaðist, og eftir 5 árum á konservatori- inum var hann liðugur sum musiklærari við klaveri sum musikkinstrumenti. Aftaná útbúgvingina undirvísti hann eina tíð í Danmark, m.a. á HF í Roskilde, og hann undirvísti eisini privatnæmingum. 8. januar 1966 giftist Árni við Anny úr Vági. Hon er dóttir Martinu og Hilmar Jacobsen. Tey fingu børnini Eyðun, sum býr í Havn, og Guðrið sum býr í Danmark. Í 1972 fluttu Árni, Anny og børnini heim til Føroya at búgva. Hann undirvísti í fyrstani í Hoydølum og privatnæmingum, og seinni fór hann á Læraraskúlan, har hann enn hevur sítt virki, nú sum leiðari á musiklinjuni. Árni hevur verið sera virkin í tónleika- lívinum, síðani hann kom heimaftur. Hann hevur verið við í nógvum konsertum, bæði sum solistur og spælt undir hjá øðrum tón- leikarum og sangarum. Hann hevur eisini sungið í sangkórum, m.a. Havnarkórinum og Tórshavnar Manskóri. Fyri 25 árum síðani varð Konsertfelagið stovnað, og Árni var sjálvsagt ein teirra, sum tóku stig til hetta. Hann kom í fyrstu nevndina, og har er hann enn. Árni og Anny eiga 6 abba/ommubørn. Leygardagin 9. apríl var samkoma á Klaksvíkar Sjó- mansheimi, har umboð fyri Kiwanis lótu felagnum »Grunnur til hjálp av sjúkum børnum« ein kekk áljóðandi 20.000 krónur. Tað eru teir tríggir Kiwa- nis-klubbarnir í Tórshavn- Eysturoy og Rósan, sum eru virknir í Føroyum. Ynski er frá Kiwanis, at ein Kiwanisklubbur verður settur á stovn í Klaksvík, og arbeitt verður við hesum, verður sagt. Góða Omma Nú kom so dagurin hjá tær, tá tú bleiv tikin heim. Tað hendi so brádliga, – hevði ikki væntað, at tú skuldi fara, meðan vit vóru burturstødd, men tað er nú so, at tíðin vit eru í, hana kenna vit, men tíðina ið kemur, kenna vit ikki – og tað er bara gott. Men Omma! Eg vil takka tær so nógv, fyri tað tú hevur verið fyri meg, tað eru bara so nógv, nógv góð minnir ið eg havi. Minnist so væl, tá ið eg var lítil, at eg plagdi at koma oman til tín at spæla kort, tað var so stuttligt. Tú var altíð full av orku, um kvøld- arnar plagdu vit at gera brússukur, við- hvørt miseydnaðist tað, men tú segði, at tað gjørdi einki, tí vit gera bara umaftur, tíðin var ongantíð nakar trupuleiki fyri teg. Tú vart eisini so sera ungdómmilig, tú vildi altíð vita hvat tey ungu gjørdu. Tú spurdi, vísti so stóran áhuga fyri okkum, vit kundu eisini tosa við teg um alt, so eftir tínum sinni, kundi ikki sigast, at tú vart 90 ár. Tú vart væl fyrireikað at fara heim. Tú hevði selt húsini, deilt alla tína ogn, og enntá samlað pening til at gjalda ervið og alt við. Tú vildi ikki, at nakar skuldi hava stríð av tær. Og so hevði tú eisini títt ynski um, á hvønn hátt tú vildi sleppa burtur her frá – ein stillan deyða, – og sigast kann, at tú fekst títt ynski uppfylt, og tað eri eg glaður og takksamur fyri, tína vegna. Eg veit, at tú nú hevur tað gott heima hjá Jesupápa. Eg komi at sakna teg sera nógv, men eg vil bara takka tær so nógv fyri alt, sum tú hevur verði fyri meg, tað seti eg sera stóran prís uppá. Vit sita her í Melborne, so langt frá tykkum, men tankar okkara eru hjá tykkum. Heilsan, Rógvi Jacobsen Dagurin 13. apríl. Jústinus, deyður umleið ár 165. Heiðin maður í Sámáriu; varð upplærdur í grikskari heimspeki og fekk navnið heimspekingurin. Gjørdist kristin og varð tí tikin av døgum í Róm. Navnið merkir hin rættvísi. Heilsan til ommu - Jütta S. Jacobsen (á Bakka) f. 10.05.1914 d. 07.04.2005 Tað er avgjørt ein æra fyri meg, at eg kundi læra Jüttu at kenna. Tað er heilt vist, at hon var ung í sinninum, ja, má siga at hon er tann mest ungsinta Omman, ið eg havi tosað við. Eisini var hon altíð so glað og blíð at koma inn til, at tosa dugdi hon so væl, føldi meg altíð so væl inni hjá henni. Men nú gleðist hon saman við Harranum. Má Harrin bara vera við tykkum øllum har heima. Melburne, 9. Apríl 2005 Sonja Heilsan til Jütta S. Jacobsen (á Bakka) f. 10.05.1914 d. 07.04.2005 Árni Hansen 65 Kiwanis: Børnini fyrst og fremst F.v.: Øssur av Steinum og Sofus Borðoy, frá Kiwanis, Jona Nielsen, Helga Gerðalíð og Ludmilu Berezina frá »Grunninum til hjálp av sjúkum børnum«, Bjørgheðin, Jacobsen, Nicholina Jacobsen, og Sámal Bláhamar frá Kiwanis