Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-13, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. apríl 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 69 - 13. apríl 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Í samband við at Hans Erland í Brekkunum á Eiði fer úr starvi sum skúla- stjóri á Felagsskúl- anum á Oyrarbakka, skipaðu Sunda kommuna og Eiðis kommuna fyri almennari móttøku á skúlanum leygar- dagin 9. apríl MÓTTØKA Myndir: Jens Kristian Vang Leygardagin 9. apríl skip- aðu skipaðu Sunda komm- una og Eiðis kommuna fyri almennari móttøku á Felagsskúlanum á Oyrar- bakka í samband við at skúlastjórin, Hans Erland í Brekkunum, fer úr starvi. Millum 100 og 150 fólk vóru til móttøku á Felags- skúlanum á Oyrarbakka, har Sundakórið og Maria í Brekkunum, dóttir Hans Erland, sungu. Tey sum hildu talur vóru: Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, Tordur Niclasen, borgarstjóri á Eiði, Páll Sivertsen, vegna lærarnar á skúlanum, og Janus Jensen frá Menta- málaráðnum. Síðan helt Hans Erland sjálvur talu og takkaði øllum sum vóru komin til móttøkuna. Hans Erland er 64 ára gamal og hósvíkingur. Hann tók prógv á Føroya Læraraskúla í 1964, var lærari á Eiði frá 1964-70, á Venjingarskúlanum í Havn frá 1970-71, og aftur á Eiði frá 1971-73. Síðan 1. janu- ar 1974 hevur hann verið skúlastjóri á Felagsskúlan- um á Oyrarbakka. Alment fór Hans Erland frá sum skúlastjóri 1. apríl, men hann heldur saman við Páll Sivertsen fram í skúla- leiðsluni, til nýggjur stjóri er settur. Hans Erland í Brekkunum, Eiði: Gevst eftir 40 árum í skúlaverkinum Sundakórið undir leiðslu av Hans Oliver Joensen Hans Erland fær gávu frá Heðini Zachariasen, borgarstjóra í Sunda kommunu Hans Erland fær eina heilsan frá Janusi Jensen vegna Mentamálaráðið Millum 100 og 150 fólk vóru til móttøkuna á Felagsskúlanum á Oyrarbakka Páll Sivertsen helt talu vegna lærararnar á skúlanum Sofus Johannesen, formaður í stýrinum fyri Felagsskúlan, og Tordur Niclasen, borgarstjóri á Eiði Hans Erland saman við konuni, Sannu, og dóttrini Mariu, sum sang undir móttøkuni