mikudagur 13. apríl 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
- Har du ikke hørt, at
man skal ikke drikke
på tom hjerne, spurdi
Amin Jensen ein av
teimum meira aktivu
áskoðarunum í
Mentanarhúsinum
leygarkvøldið
BLÆS PÅ DK
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Amin Jensen hevði eina
neyðbremsu, um tað skuldi
blivið ov nógv av tí góða
fyri føroyingin.
- Blaka hondklæðið inn
á pallin, um eg verið ov
grovur ella naskur, segði
Amin Jensen við ein áskoð-
ara á fremru rekkjunum og
gav honum eitt hondklæði.
So var støðið lagt og
áskoðarin visti, at alt mundi
ikki fara at verða borðbært í
kvøldsins framførslu hjá
Amin Jensen í Mentanar-
húsinum í Fuglafirði.
- Der er børn til stede. Så
må jeg hellere beherske
mig, segði Amin.
- To lesbiske nonner tog
på værtshus...
Og so steðgaði Amin við
nonnusøguni, flennandi, tá
maðurin við handklæðnum
var um at blaka.
Størri enn nakrantíð
Tey, sum høvdu sæð Amin
Jensen fyrr, mundu helst
ásanna, at maðurin var betri
og frekari enn áður. Um-
mælarar í Danmark eru
mest sum á einum máli um,
at hetta er tað besta, sum vit
hava sæð frá Amin Jensen
higartil.
Sjálvironiski danin var
ikki bangin fyri at leggja
fingrarnar ímillum, tá hann
flenti og gjørdi gjøldur
burtur úr mongum kendum
dana. Tær smáu vittigheit-
irnar vóru eisini mangar í
tali.
- Min kæreste er 12 ár,
segði 35 ára gamli Amin.
- Yngre end mig, legði
hann afturat.
Ónøgdur, ótolin, og
ófólkaligur áskoðari
Amin Jensen skuldi koma á
pallin í Mentanarhúsinum
klokkan 20:00. Men tað dró
út. Har kom ongin maður.
Klokkan 20:05 hoyrast róp
frá aftastu røð. Ein áskoðari
er eftir øllum at døma
ónøgdur og ótolin.
- Kom så igang, mand.
- Hvad sker der?
- Kom så for helvede i
gang, mand.
Ein føroyingur á fremstu
røð svarar aftur.
- Hold kæft, segði føroy-
ingurin.
So reisir danin seg har
afturi. Tað sæst, at hann er í
rockara-klæðum,
hevur
langt hár, yvirskegg, og
svartar sólbrillur. Hann
gongur upp ímóti pallinum,
framvegis
rópandi
og
spyrjandi um, hvar hasin
feiti danin blívur av.
- Kom så for helvede i
gang, dit fede læs, rópar
rockarin.
Tann veruligi Amin
Látur var um allan salin, tí
nú høvdu tey flestu skilt, at
tað var sjálvur Amin Jen-
sen, sum hevði sett hol á
sítt provokerandi show.
Rockarin stóð á pallinum
eina løtu og provokeraði
áskoðararnar og bað um
"respekt, mand."
Síðani rýmdi hann av
pallinum, og ein Amin
Jensen-líkur persónur kom
inn á pallin og framførdi
ein sang. Og so kom tann
stóra løtan, tá ein ham-
skiftur Amin Jensen trein
inn á pallin við gittara og
loysti frá landi við góðum
sangi.
Áskoðari svarar aftur
Stóri danin fekk eina flúgv-
andi byrjan upp á sítt show
í Føroyum. Áskoðararnir
vórðu skjótt tendraðir, og
Amin Jensen sjálvur tóktist
vera í stórformi.
Ein áskoðari sigur brád-
liga okkurt um, at "Amin
Jensen, du sveder."
Amin er beinanvegin
klárur og hermir eftir ákoð-
aranum. "Du schweder,"
sigur Amin á fullamans-
máli og flennir.
- Har du ikke hørt, at man
skal ikke drikke på tom
hjerne, spyr Amin áskoðar-
an, og salurin er um at
bresta. Hetta varð ikki
niðurafturlagt gjøgnum alla
framførsluna.
Nakin endi
Móti endanum av fram-
førsluni av Blæs på DK
kastaði Amin Jensen eina
bumbu. Hann fór av pallin-
um, men løtu seinni kom
hann dansandi hálvnakin
innaftur á pallin. Tá kókaði
yvir í tí knapt fultsetta
Mentanarhúsinum í Fugla-
firði, og fólk skræddu seg
av látri. Ein stórur og kátur
og hálvnakin maður, lættur
á fótum, setti eitt stórt
punktum fyri einari megn-
arframførslu.
Varð nakar stoyttur?
Amin Jensen hevur áður
sagt, at føroyingar eru
ómetaliga ærukærir eins og
bornholmarar, men at før-
oyingar samstundis eru
sjálvironiskir.
- Tað dámar mær stak
væl. Eg haldi eisini, at eg
sjálvur líkist føroyingum,
og tað er kanska tað, sum
ger, at eg kenni meg so
mikið væl móttiknan og
væl tilpassaðan í Føroyum,
sigur Amin Jensen.
Ummælarin hevur var-
hugan av, at føroyingar
eisini hesuferð tóku væl
ímóti Amin Jensen, sum
eisini framførdi á ólavsøku
í fjør. Hesuferð lá stóri
danin allatíðina á markin-
um – kanska fiskaði hann
innanfyri markið einaferð
ella tvær ferðir -- og hann
megnaði sera væl at rokna
seg fram til, hvat føroying-
urin toldi og hvat føroy-
ingurin ikki megnaði at
svølgja.
"Á
markinum"
var
lykilin, og tað kann hugs-
ast, at hjá onkrum varð
markið flutt leygarkvøldið,
tá Mentanarhúsið gjørdi
pláss fyri stóra Amin
Jensen. Vónandi traðkaði
hann ikki á føturnar hjá
nøkrum, tí vit vilja fegin
hava Amin Jensen aftur á
klettarnar skjótt.
14
Nr. 69 - 13. apríl 2005
Tómir heilar í Mentanarhúsinum
Amin Jensen var 23 ára gamal, tá hann fyrstu ferð
framførdi á palli. Tað var í 1993. Eftir nøkrum mánaðum
varð hetta hansara livibreyð,og Amin Jensen hevur síðani
tað havt einar 1.700 framførslur kring Danmark. Flestu
føroyingar kenna Amin Jensen sum vældámda vertin frá
Hit Med Sangen.
"Kilovulkan i udbrud!" "Amin Jensen sprutter og
sprudler i sit bedste show til dato!!" "Fem stjerner
med pil opad!!" - Ekstra Blaðið
"Der fyger med hurtige one-liners fra scenen."
"Åbningsnummeret sparkede benene væk under
publikum." - BT
"Amin er rå, men hele tiden med charme på
læberne, og i glimt har han endda en næsten
Victor Borgesk timing." - Se & Hør
Amin Jensen í Mentanar-
húsinum í Fuglafirði ger
gjøldur burturúr øllum
Mynd: Jens Kr. Vang
Nærum toppleysur men í toppformi. Amin Jensen var ein
stórur biti at gloypa til tíðir, men framførslan í Mentanar-
húsinum var uttan iva ein tann besta, sum vit hava sæð
Mynd: Jens Kr. Vang