mikudagur 13. apríl 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sangarar savnaðust á stevnu
Einir 200 sangarar úr
12 ymiskum kórum
luttóku á klórstevnu á
Eysturskúlanum
leygardagin
KÓRSTEVNA
Jan Müller
Leygardagin
varð
kór-
stevna hildin á Eysturskúl-
anum í Havn. 12 kór um-
framt stórt felagskór høvdu
konsert seinnapartin.
Tað var Kórsamband Før-
oya, sum skipaði fyri kór-
stevnuni, har kór úr at kalla
øllum landinum luttóku.
Kórini vóru rættiliga ymisk.
Frá kendum kórum við
nógvum royndum, so sum
Havnarkórið og Kirkjukórið
Ljómur í Vági, til nýggja
Kvívíkarkórið og Dreingja-
kórið undir Brúnni, sum lut-
tóku á kórstevnu fyri fyrstu
ferð.
Eisini var stórt felagskór
við á konsertini, sum varð
hildin í auluni á Eysturskúl-
anum seinnapartin leygar-
dagin.
Stevnuluttakararnir møttu
á skúlanum leygarmorgunin
klokkan níggu, og felags-
venjingin byrjaði so umleið
ein hálvan tíma seinni, eftir
at fólk høvdu heilsað upp á
hvønn annan, fingið sær ein
kaffimun og teknað seg til
veitsluna, sum var um
kvøldið, eftir at konsertin
var liðug.
Skráirnar, ymsu kórini
framførdu, vóru rættiliga
ymiskar. Alt frá kendum,
føroyskum
forsturlands-
sangum, norðurlendskum
sangum, negro spirituals,
musical og heilt til klassisk-
an kórtónleik av J.S. Bach.
Og sum heild má sigast, at
framførslurnar vóru væl-
eydnaðar.
Tó slepst ikki udnan at
nevna Kamarkórið, sum
umframt at syngja rættiliga
væl, eisini hevði eina rími-
liga skemtiliga framførslu,
sum saman við góða sangin-
um var eitt avgjørt hæddar-
punkt á konsertini.
Men kórið, sum fekk
flestu
klappini,
var
Dreingjakórið undir Brúnni,
sum fyri stóran part var
mannað við heilt nýggjum
sangarum. Eini nýggjari
»generatión«, sum ein av
leiðarunum segði, áðrenn
framførslan byrjaði.
Stóra felagskórið, sum
taldi einar 150-160 sangar-
ar, framførdi eisini eina
blandaðað skrá. Føroyskar
fosturlandssangir, nýggjar
sangir, bæði uppruna før-
oyskan tekst við føroyskum
lagi av ávikavist Hanusi
Kamban og Kára Bæk, og
týðing, sum Aksel Tórgarð í
ár hevur gjørt úr svenskum,
umframt klassiskan, týskan
kórtónleik og amerikanskan
musicaltónleik. Seks ymisk-
ir kórleiðarar vandu við og
stjórnaðu stóra felagskórin-
um, sum byrjaði og endaði
konsertina.
Ein teirra, sum stjórnaði
felagskórinum, var » the
grand old man« í føroysk-
um kórhøpi, tann meira enn
70 ára gamli Ólavur Hátún,
sum umframt felagskórin-
um stjórnaði ikki færri enn
trimum kórum á stevnuni.
Hann hevur í vetur vant
Havnarkórið, Vágakórið og
Kvívíkarkórið.
Kórstevnurnar hava ikki
verið hildnar á hvørjum ári
seinnu tíðina. Men næsta ár
verður kortini aftur kór-
stevna. Tað boðaðu tey úr
Felagskórinum Gøta-Leir-
vík frá, fylgd av nógvum
lógvabrestum
frá
kór-
sangarunum á stevnuni.
Tað verða næsta ár 10 ár,
síðan Felagskórið Gøta
Leirvík seinast hevði kór-
stevnuna, og tað hildu tey
vera eitt gott høvi til at hava
eina stevnu aftur. Leiðari
hjá kórinum er í dag Martin
Mouritsen úr Havn.
Ólavur Hátún »the grand old
man« í kórhøpi frøddist
inniliga, tá hann hoyrdi
dreingjakórið »Undir
Brúnni«
Vágakórið her undir leiðslu av ongum minni
enn Ólavi Hátún
Rútmiska kórið í Hoydølum
undir leiðslu av Zacharias
Sørensen
Nr. 69 - 13. apríl 2005
15